mikudagur 3. juli 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 124 - 3. juli 2002
Nr. 124 - 3. juli 2002
27
Tað er áhugavert at
tosa við fólk, sum
vita, hvat tey tosa um,
tí tey sita so nær
"hjartanum" í vinn-
uni - ella tí partinum
av vinnuni, sum er
teirra øki.
Ein slíkur maður er
Poul Huus, sum
starvast hjá Havsbrún
í Fuglafirði
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Fært tú fatur á Poul, veit
hann, hvat tey flestu skipini
gera, sum samskifta við
Havsbrún.
Hann
tosar
regluliga við tey úti á
fiskifeltinum og veit tískil,
hvar tey eru, hvat tey gera,
hvat tey fáa, og hvussu
gongdin er annars.
Kemur eitt útlendskt skip
á Fuglafjørð at "venda"
ávegis til fiskiskap, so
dugir Poul at meta um, hvat
skipið hevur gjørt á Fugla-
firði, og hvar leiðin ber.
Hevur skipið tilknýti til
Vónina, so veit Vónin
sjálvsagt
ítøkiliga,
um
skipið hevur verið við nót
eftir ella eftir nót - ella
bæði. Hinvegin veit Poul
eitt sindur um at kalla "alt"
sum fyriferst við bryggju-
kantin niðanfyri Havsbrún -
og úti á havleiðunum, har
skipini royna.
Gitte Henning,
Murman og
Norðbúgvin
Fríggjadagin, tá ið Sosial-
urin var í Fuglafirði, lá
danski báturin, Gitte Henn-
ing, við bryggju.
-
Gitte
Henning
er
heimahoyrandi í Thyborøn.
Skipið hevur ikki landað til
Havsbrún á hesum sinni.
Teir hava helst lagt at her á-
vegis til Grønlands á lodnu-
veiði, har aðrir danskir bát-
ar eru farnir, eitt nú Ruth,
sum eisini var á Fuglafiðri í
síðstu viku, sigur Poul
Huus.
Hann vísir á, at Gitte
Henning, sum vanliga fisk-
ar við troli, av og á hevur
landað í Fuglafirði; tá hev-
ur hann verið við svart-
kjafti.
- Nú sleppa donsk skip
ikki at fiska svartkjaft í
føroyskum sjógvi, tí vit
hava onga avtalu við ES um
svartkjaftin. Áður hevur
skipið landað svartkjaft til
Havsbrún úr føroyskum og
norskum sjógvi.
Poul sigur, at ein russ-
iskur bátur, Murman II, var
á Fuglafirði sunnudagin
við 1200 tonsum av svart-
kjafti, sum teir høvdu fing-
ið í altjóða sjógvi norðan-
fyri.
Norðbúgvin, sum Bjarti
Mohr eigur, hevur eisini
verið við einum sjatti, 100
tonsum av svartkjafti.
- Norðbúgvin fiskar ann-
ars nebbasild í Norðsjó-
num. Nú komu teir eftir
einum troli frá Vónini og
skulu í norskan sjógv at
fiska svartkjaft.
Hann vísir á, at ídnaðar-
skipini hava eina svart-
kjaftakvotu, sum skal land-
ast til matna, men í hesum
førinum
royndi
Norð-
búgvin í Norðsjónum - og
tá kunnu teir landa veiðina
til ídnað, sum teir gjørdu í
hesum førinum.
300 tons um døgnið
Poul Huus veit annars at
siga, at Finnur Fríði er á
sild, Jón Sigurðsson á bed-
ing í Íslandi, og Saksaberg
er á lodnuveiði í íslendsk-
um sjógvi.
Krúnborg, Christian í
Grótinum, Tróndur í Gøtu
og Jupiter eru allir á
svartkjaftaveiði. Teir royna
í føroyskum sjógvi norðan-
fyri, norður ímóti íslendska
fiskimarkinum.
- Svartkjaftaskipini fáa
eitt sindur, eini 300 tons um
dagin. Tað er ikki so lítið,
men heldur ikki nógv í mun
til, tá ið fiskiskapurin er
góður, sigur Poul Huus,
sum væntar, at okkurt av
svartkjaftaskipunum kemur
inn at landa í vikuni.
Hann veit, hvat gongur fyri seg við
bryggjukantin og úti á havleiðunum
Danski báturin, Gitte Henning, lá á Fuglafirði fríggjadagin, tá ið Sosialurin datt fram við.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Akfør
FORD SIERRA 2.0
árg. 91, til sølu. Nýsýnaður, sær
gott út og í góðum standi.
Tlf. 373288 ella 254079
HAYNES
Owners Workshop Manual, Ford
Fiesta 1976-1980, all models,
957cc, 1117cc, 1298cc" - til sølu.
Tlf. 442181
OPEL CALIBRA
Svartur Opel Calibra 2.0i, árg. 91
við 140 Hk til sølu. Bilurin hevur
m.a sóltak og sportsfelgur v.m.
Stórt anlegg kann fylgja við um
ynskist. Áhugaðringið
212740
MERCEDES BENC 300 TD
7 setur, powerstýring, sóltak, krók
til sølu við píkadekkum.
Tlf. 224910
DIESELBILUR TIL SØLU
Seat Cordoba Stc. 1.0, árg.
05/2000. Koyrt 50.300 km. Til sølu
vegna keyp av øðrum bili.
Tlf. 310924
EYKALUTIR
til Toyota HiAce, árg. 88 til sølu.
Dømi: forrútur, f/kúf., forlyktir,
viskaramekanisma o.a.
Tlf. 423572 ella 210560
VW
bobla til sølu fyri 5.000 kr. Krevur
ábøtur. Spildurnýggjar sportsfelgur
og 15" dekk til sølu fyri einans
5.500 kr. passa til Peugeot og
Citroen.
Tlf. 255363
CITROEN ZX 1.9
diesel, árg. 92, til sølu fyri 33.000
kr. Nýsýnaður.
Tlf. 315594
TIL SØLU
Fýra dekk til sølu, óbrúkt. Stødd
185/65-14.
Tlf. 215111
TOYOTA CARINA II
árg. 87, 1.6 aut. gear, bíliga til
sølu.
Tlf. 264574 ella 421057
TOYOTA COROLLA 1.6 XL
árg. 88, til sølu fyri 12.000 kr.
Tlf. 321507 eftir kl. 18
VW PASSAT 1.9 TDI
árg. des. 98 til sølu fyri 160.000 kr.
við fylgja 16" sportsfelgur.
Tlf. 422018
MAZDA 323
frá okt. 86 og nakað av eykalutum
til sølu fyri 5.000 kr.
Tlf. 449455 ella 262324
TIL SØLU
Citroen B X 19 X B, árg. 87 til sølu
fyri 5.000 kr.
Tlf. 227777
TIL SØLU
Mazda 626, árg. 87, koyrt 180.000
km., sýnaður 2001, ongan x -
møguliga gamal bilur kann ganga
inn í keypi. Prísin kunnu vit tosa
um.
Tlf. 228347
TIL SØLU
Daihatsu Charade G 100, árg. 89,
koyrt 118.000 km., sýnaður 3/02,
ongan x - møguliga gamal bilur
kann ganga inn í keypi til sølu fyri
uml. 18.000 kr.
Tlf. 228347
MAZDA 323 1,5 SEDAN
Leitar tú eftir einum góðum og
bíligum bili? Ein Mazda 323, árg
1996, koyrt 125.000 km,
spildurnýggj heilársdekk til sølu.
Anlegg fylgir við. Bilurin er í
Eysturoynni.
Tlf. 227844
TOYOTA COROLLA 1,6 GTI
Bilurin sær sera gott út, er hvítur,
senkaður, 15'' OZ Polaris
sportsfelgur og tuningspott, árg.
88, nýlakeraður.
Tlf. 220891
DEKK
Fýra óbrúkt, nýggj, 195/55-15,
Continental dekk til sølu fyri 3.000
kr. Nýprísur 4.000 kr.
Tlf. 253371
TOYOTA CARINA E 1,6
árg. okt. 92, í góðum standi, bíliga
til sølu.
Tlf. 226762
4 NÝGGJ SUMMARDEKK
av merkinum Michelin, 195/65 R
15, bíliga til sølu.
Tlf. 226364
VOLVO VI
við sportsfelgum, bíliga til sølu.
Tlf. 444454
VW GOLF GL TDI
árg. 94, til sølu.
Tlf. 443164, e. kl. 18
MITSUBISHI GALANT 2.0
GLS, aut. gear, árg. 88, nýsýnaður,
til sølu fyri 15.000 kr.
Tlf. 213340
Amboð
BORÐSAG
220/380 V 2.2 kw, 20 m tekniskur
kápil til sølu fyri 2.900 kr.
Tlf. 0045 20944405 ella 264934
TIL SØLU
Motorsveisianlegg til sølu. Hevur
eisini 220 V útgang.
Tlf. 317414 - 226315
VIÐFESTISVOGNUR
Variant, stødd: 150 x 100 x 40 cm,
fermir 400 kg., 2-ára gamal, væl
viðfarin og lítið brúktur, til sølu við
tremmukassa úr impregneraðum
timbri.
Tlf. 219515
Arbeiði
ARBEIÐI YNSKIST
Hevur tú nakað arbeiði til mín, so
ring á
tlf. 361452 - 264537, e. kl. 21
ÁSEYÐAROYTING
New Zealendarin kemur nú aftur til
landið. Roytt verður frá 01/07 og
uml. 3 vikur fram. Áhugað kunnu
seta seg samband við okkum.
Jóannes Patursson, tel 218089 /
328089
e-mail j-pat@post.olivant.fo
Barnaansing
HEY HEY!
Eg eri ein sera fitt 2 ára gomul
genta, sum eiti Annika. Er nakar,
sum kundi hugsað sær at ansa
eftir mær, meðan mamma og pápi
eru til arbeiðis?
Tlf. 312703
BARNAANSING/HÚSHJÁLP
Vit søkja eina unga gentu, sum
kundi hugsa sær at verið húshjálp i
Danmark, og passa tvey børn í
aldrinum 6 og 9 ár. Start 1.
september.
Tlf.: 0045 76968085
VIT LEITA
eftir kvinnu at ansa 2 ára gomlum
drongi gerandisdagar frá 15.
august.
Tlf. 314740
Barnaútgerð
BARNAVOGNUR
Scandia, ljósagráur. Tilhoyr:
Madrassa og babylift v/madrassu. Í
sera góðum standi. Prísuppskot kr.
800,-
Telefon nr. 265519
TIL SØLU
Barnastólur at festa á súkklu - sær
út sum nýggjur.
Tlf. 313031 eftir kl. 18
TIL SØLU
Madrassa til tremmusong 55x115,
ongantíð brúkt, keypt í Skemmuni,
til sølu fyri 80 kr. Áhugað vinarliga
ring
Tlf. 224012 eftir kl. 18
TIL SØLU
Madrassa til pusliborð, brúkt til 1
barn, keypt í Skemmuni, til sølu fyri
50 kr. Áhuga vinarliga ring
Tlf. 224012 eftir kl. 18
BILSTÓLUR TIL SØLU
Ein Chicco bilstólur 0-13 kg, bert
brúktur til 1 barn, til sølu fyri 400
kr. Nýprísur 800 kr. Áhuga vinarliga
ring
Tlf. 224012 eftir kl. 18
TIL SØLU
Barnavognur, bert brúktur til 1
barn, keyptur í Skemmuni, til sølu
fyri 1.600 kr., babylift og puslitaska
fylgir við. Áhugað vinarliga ring
Tlf. 224012 eftir kl. 18
VOGNUR TIL SØLU
Ein grønur Silver Cross vognur til
sølu.
Tlf. 319888
KOMBIVOGNUR TIL SØLU
Ein svartur Simo kombivognur, við
lufthjólum, til sølu. Við vogninum
er: lift, madrassa, koyriposi,
flugunet, regnslag, barnaselar,
luftpumpa og eyka hjól. Vognurin
er 15 mánaðir gamal og er bert
nýttur til eitt barn. Vognurin hevur
regulerbart handtak og er væl
viðfarin. Nærri fæst at vita við at
ringja:
tlf. 321064 ella 220284
TIL SØLU
Bilstólur, Maxi Cosi, 0-10 kg.
Skrástólur. Systkinasetur at seta á
vogn og Baby Dan kenguruposi.
Tlf. 314797, e. kl. 19
Bátaútgerð
SØKT VERÐUR
Søkt verður eftir einum manni, til
at dríva ein útróðrarbát við
egningamaskinu.
Ring 221017 ella 286361
BÁTUR TIL SØLU
Ein vælútgjørdur glastrevjabátur
»Hvalvík 900« 30 føtur við
fiskiloyvi til sølu um hóskandi boð
fæst.
Tlf. 224496 ella 457860
NEYST ELLA NEYSTAGRUND
í Sundalagnum ynskist til keyps.
Vinarliga ringið á
tlf. 319871 ella 226271
BÁTAMOTORUR
2 Volvo Penta MD17-36 HK
bátamotorar – annar í góðum
standi – við stevnurøri, skrúu o.ø.
til sølu fyri 12.000 kr.
Tlf. 215222
BÁTUR YNSKIST
AWI 27 ella líknandi bátur ynkist
til keyps.
Tlf. 252190
MOTORUR YNSKIST
Brúktur Yanmar Diesel typa 4JHE
stødd 40/44 HK ella størri 50/55
HK ynskist til keyps fyri ein
sámuligan prís. Ring til Oskar
Tlf. 327039 ella 251834
ÍSLANDSRULLA
Brúkt Íslandsrulla við slisku til sølu.
Tlf. 447616
BÁTAMOTORUR
Volvo Penta MTD 61 306 HK til
sølu.
Tlf. 447616
Bingo
GOTT BINGO
verður í Róðrarneystinum á Argjum
11. juli kl. 19.00. Nógvir góðir
vinningar. Á lutaseðli ein hjólbøra
full av mati. 15 plátur 100 kr.
Millumspøl. Eyka spæl. Koyring
heim. Øll eru hjartaliga vælkomin.
AB-stuðlar
BINGO
verður í Felagslonini í Fuglafirði
hóskvøldið 4. juli kl. 19.30.
Eldrafelagið Borgin
TVØROYRAR KLUBBI
Bingo verður í Tvøroyrar Klubba
tórskvøldið 4. juli kl. 19.30.
Nevndin
Brævaskifti
BRÆVASAMBAND YNSKIST
I am a Swedish boy who would
like to have faroese
correspondance. Or penpals if you
like.
Christoffer Hæger,
Högerudsgatan 5,
SE-216 18 Limhamn, Sweden
Burturm. /funnið
FUNNIÐ
Eitt dreingjaur við motorsúkklu á
urskivuni og svartari reim funnið
frammi við Sandá fyri uml. einum
mánaði síðani. Tann, ið saknar
urið, vinarliga ring
tlf. 316681
Býli
KAMAR YNSKIST Í HAVN
Kamar við atgongd til brúsu
ynskist. Royki og drekki ikki.
Tlf. 361452 - 264537, e. kl. 21
KAMAR/ÍBÚÐ YNSKIST
Maður søkir kamar ella íbúð í
Tórshavn.
Tlf. 262268
ÍBÚÐ YNSKIST
Vit eru eitt par mitt í 20 unum, ið
ynskja eina íbúð skjótast gjørligt.
Bæði hava fast arbeiði.
Tlf. 257868 / 221176 / 314720
SKRIVSTOVUHØLI
til leigu í miðbýnum. 190 fermetrar.
Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110
Tórshavn,
Bill. mrk. 1318-2
SUMMAR Í
KEYPMANNAHAVN
Íbúð til 2 pers. til framleigan á
Oyrasundskollegiinum í
tíðarskeiðnum 27.07.–11.08. 10
min. til strond, sentrum og gott
buss samband.
Tlf. 45 32 88 68 28
ÍBÚÐ TIL LEIGU
90 fermetrar stór íbúð í Hoyvík til
leigu fyri 7.500 kr. um mðr. + ljós
og hita.
Tlf. 321224
SUMMARFRÍ MITT Í KBH.
3 ver. íbúð til leigu. 10 min. frá
Ráðhúspl., tivoli, 10 min. við bussi
til strondina. Sovipláss til trý
vaksin, tvey børn, eitt pinkubarn +
evt. eykamadrassur. Tíðarskeið 6.
juli til 13. juli og 22. juli til 5. aug.
Tlf. 004532549391
ella 317554
ÍBÚÐ ELLA HÚS
Er nakar, ið hevur eini hús ella eina
íbúð til leigu í Streymoynni? Vit eru
eitt par við einum barni.
Tlf. 224394
ÍBÚÐ Í KHB.
3 rúms íbúð á
Oyrasundskollegiinum til leigu ì
tíðarskeiðinum 7.juli - 5.aug. fyri
1.200 kr. um vikuna.
Ring á tlf. 32886787
ella 26645196
BÝLI YNSKIST
Vegna norska musikklærarafamilju
– foreldur og 5 børn – søkir
Tórshavnar Musikkskúli hús til
leigu í Tórshavn ella nærhendis fyri
ein rímiligan prís.
Tlf. 313217
ÍBÚÐ YNSKIST
Mamma við 2 børnum ynskir íbúð í
Havn skjótast møguligt. Gjalda
rættstundis og fara væl um.
Vinarliga ring á
tlf. 311562 ella 254422
ÍBÚÐ/KAMAR Í KBH.
25 ára gamal maður søkir
íbúð/kamar í Keypmannahavn/-
Amager í tíðarskeiðnum aug./des.
royki og drekki ikki.
Tlf. 254786
ella 313303
ÍBÚÐ ELLA KAMAR YNSKIST
Ungur maður 25 ár, søkir eftir
lítlari íbúð ella kamari í Havn ella
nærhendis, frá hálvum aug. Farið
væl um og royki ikki.
Tlf. 371032, arb. Andras,
tlf. 371152 eftir kl. 16
ÍBÚÐ YNSKIST Í ODENSE
íbuð ynskjast i Odense sum
skjotast. Tlf. 0045 21493898
e-mail:
ingvar_eiriksson@hotmail.com
ÍBÚÐ
í Keypmannahavn til leigu til
friðarlig fólk í viku 29, 30 og 31.
Íbúðin liggur 10.min. gongd frá
Nørrebro statión.Gott bussamband
til miðbýin.
Tlf. 38107032
mob.22634353
FERÐIST Í ELDUVÍK
Hús til leigu fyri styttri tíðarskeið.
Tlf. 315638 ella 257383.
Best eftir arbeiðstíð
ÍBÚÐ TIL LEIGU
Partvís møblerað íbúð í Havn til
leigu beinanvegin í uml. 3 mán.
5.000 kr. við ljós og hita. 2 mán.
leiga forút krevst. Viðmerk tlf.nr.
Skriva til Sosialin, Box 76, FO-110
Tórshavn
Bill.mrk. 258
ÍBÚÐ YNSKIST
Íbúð ella stórt kamar í Havn
ynskist til unga mammu. Eg og
sonurin eru í íbúðarneyð. Vinarliga
hjálpi okkum.
Tlf. 224012 eftir kl. 18
UMBÝTING
Er onkur, ið flytir heim úr Næstved
og manglar bústað. Vit hava hús í
Tórshavn og ynskja íbúð/hús í
Næstved frá 012.08.02.
Tlf. 317936
FERÐIST Í NÓLSOY
Hús til leigu fyri stytri tíðarskeið.
Tlf. 317691/257383
best eftir arbeiðstíð
Lýsingin ynskist:
ferðir
(set X) undir teiginum:
❑ Akfør
❑Amboð
❑Arbeiði
❑ Barnaansing
❑Barnaútgerð ❑ Bátaútgerð
❑ Bingo
❑Brævaskifti
❑Burturm./funnið
❑ Býli
❑Bøkur
❑Dansur
❑Dýr
❑Fundir
❑Húsarhaldstól
❑Innbúgv
❑Lutaseðlar
❑Leikur
❑Matur
❑Pløgg
❑Samband
❑Súklur
❑Teldur
❑Tónleikur
❑Út-& sjónvarp ❑Ymiskt
❑
Lýsingarnar skulu vera okkum í hendi á miðdegi
2 dagar fyri útkomudag. T.v.s. at lýsing til ley-
gardagsblaðið skal vera okkum í hendi hósdag á
middegi. Lýsingarnar, ið gjaldast skal fyri, koma
ikki í blaðið fyrrenn tær eru goldnar.
Sent hevur:
Navn:………………………………………..
Bústaður:……………………………………
Bygd/býur:………………………………….
Tlf.: ………....
Lýsingartekstur
1
2
3
4
5
»Lýsingartorgið«
Box 76
110 Tórshavn
Til
frímerki
Lýsingatreytir fyri ókeypis lýsingar:
privatar lýsingar
í mesta lagi 40 orð
bert ein lutur í hvørjari lýsing
hægsta søluvirði 20.000 kr.
Lýsingar, gjaldast skal fyri:
Vanl. lýsingaprísur:
frá fyritøkum og virkjum
fleiri enn 40 orð
søluvirði, ið Sosialurin metir oman fyri 20.000 kr.
tó minst 70,- kr. við MVG hvørja ferð:
Lýsingar, gjaldast skal fyri:
70,- kr. við MVG hvørja ferð:
lýsingar undir teigunum:
»Dansur«, »Fundir« og »Matur« Bill. merktar
LÝSINGARTORGIÐ
C
M
Y
K
27
26
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!