leygardagur 10. september 1977síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ferðakanningarnar
ein provokatión
80 km/t millum bygdir og 50 í bygdum umráði meir
hóskandi, sigur Atli Jensen, bileftirlitsmaður
Ferðakanningarnar hjá
politinum kunnu á mang
an hátt takast sum ein
provokatión móti lógini,
sigur Atli Jensen, bileftir-
litið, sum eina viðmerking
til tær ferðakanningar,
politiið hevur gjørt sein-
astu tíðina
Hámarksferð
Vit eiga at gera okkum
greitt, at talan er um há-
marksferð, og tað kemur
fyri fleiri staðni í Føroy-
um, at ikki ber til at koyra
so skjótt, t.d. í Kvivik,
Hvalvík og aðrastaðni
við, har trongligt er. Eis-
ini eru stoð millum bygdir
har ikki ber til at halda
seg til hámarksferðina, og
nevnir Atli her t.d. vegin
til Eiðis. A tílíkum stoð-
um eiga vit ongantið at
koyra skjótari enn um-
støðurnar loyva tí
80 — 50
Harafturímóti eru vega
strekkini millum bygdir,
sum tú heilt forsvarliga
kanst koyra væl skjótari,
enn hægst loyvdu ferðina.
Uppá fyrispurning um,
hvat hann heldur vera
mest hóskandi hámarks
ferð sigur Atli Jensen, at
hann vildi skotið upp 80
og 50
Lógin
endurskoðast
Landsstýrið hevur sett
nevnd at gjøgnumganga
ferðslulógina sigur Atli
Jensen, sum sjálvur hevur
sæti í nevndini. Hann
sigur, at teir hava nógv
konkret at leggja fram
serliga at gera ymiska av-
kláringar um slíkt, sum
kann misskiljast í logini,
og eisini tílíkt sum lógin
als ikki fyriskrivar.
Seinastu dagarnar eru
nógvir syndarar uppskriv-
aðir
Tibetur hevði Adolf
onga mikrofon á mót-
mælisfundinum
annars kundi hent, at
EEC-nevndin hevði
hoyrt, hvussu vánalig-
ur hann er í gøtu-
fronskum.
Her hevur ein hug at spyrja: Hvar er logikkurin? Á báðum hesum vegastrekkjum
hevur tú loyvi til at koyra upp til 30 km/t
Fyrst nú
hava vit prógvini
Um hví politiið hesa sein-
Jákup Lindenskov:
astu tíðina hevur verið so
Umhugsa
broytingar
í ferðslulógini
Tað er beint av politinum
at hava strangari eftirlit
við, at ferðslureglurnar
verða hildnar, og at tað
krevur, at hámarkið fyri
ferð verður yvirhildið, sig
ur Jákup Lindenskov,
landsstýrismaður og
roknar hann við, at hetta
fer at føra til, at færri van-
lukkur henda í ferðsluni.
Uppá fyrispurning, um
Landsstýrið fer at endur-
skoða ferðslulógina, sigur
Jákup Lindenskov, at
Landsstýrið hevur sett
eina nevnd, hvors uppgá-
va er at endurskoða hesa
lóg og koma við einum til
mæli til broytingar. Hetta
er drúgvt arbeiði, men
roknar landsstýrismaður-
in við, at Landsstýrið,
nakað eftir nyttår, kann
íðið til at taka teir, sum
koyra ov skjótt, verður
sagt av politistødini í
Havn, at teir fyrst nú
hava haldgott prógv móti
einum, sum koyrir ov
skjótt. Tað er ikki nóg-
mikið at politibilurin
koyrir aftan á einum, sum
eftir ferðamátaranum í po-
litibilinum koyrir = ov
skjótt, men eftir at teir
hava fingið radaramboð-
ini, eru prógvini nóg góð.
Um markið millum har
loyvt er at koyra 30 og 70
km.t. sigur politiið, at her
rokna teir millum tætt
bygt og ikki tættbygt um-
ráði.
Eisini verður upplýst
frá politistødini, at ætlan-
in er at seta upp skelti fyri
at vegleiða fólk, hvussu
skjótt ein kann koyra
leggja eitt uppskot fyri
logtingið til eina nýggja
ferðslulóg