Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 61 — 14. september 1977 147 20 I I8 20 giro 6282725 á lu i tf S0SId rin box 76. 3800 Tórshavn Føroya Javnaðarflokkur l tgevart Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmaður Uppseting Høgni Djurhuus Sosialurin Prent: Dimmalætting Rósurnar VIT hava nú hoyrt útvarpingina úr tinginum um samráðingarúrslitið, sum fingið varð eftir samráðingun- um við Felagsmarknaðin um fiski- skap teirra á Føroyaleidunum. Allir føroyingar skilja til fulnar, hvussu stóran tydning tað hevur, at føroy- ingar tryggja sær so góð rættindi sum gjørligt allastaðni, har vit hava áhuga fyri fiskiskapi. Men sam- stundis skilja flestu føroyingar eis- ini, at tað er umráðandi, at vit eisini bera okkum soleiðis at, at rætt- indini hjá øðrum at royna á okkara leiðum ikki vera fullkomuliga burt- urkveistrað, tí so kunnu vit íkki væntað okkum nakað sum helst frá ødrum. OG TAD var um hetta, vit hoyrdu tingmenn røda. Samanumtikid vóru allir flokkar samdir um, at samråd- ingarnar undir leiðslu løgmans ikki kundu verið betri. Hann fekk rósur fyri væl útint samráðingarverk. Hann var eisini maður fyri at takka fyri vidurkenningina, men segði samstundis, at menn ongantíð megu missa tað úr eygsjón, at vit ongantíð megu halda uppat við at hvessa okkum amboðini, tí vit megu altíð standa tilbúnir, tá herj- ast skal á aftur, ella vit aftur skulu standa væl dubbaðir í orrustini, sum tað vissuliga er at tryggja samfel- agsgrundarlag okkara. TAÐ er fullkomuliga greitt, at før- oyingar ongantíð fyrr hava staðið fyri so stórum rembingum í fiski- vinnuspurningum, sum vit nú eru í. Tí er tað ongantíð sum nú neyðugt at vit eiga menn á brúnni, sum eru førir fyri at stýra okkara samfelags- skútu soleiðis, at virðini, vit eiga at umsita, verða umsitin forsvarliga. At vit altíð hava fyri eyga, at eingin gevur okkum nakað, uttan so, at vit skulu geva nakað afturímóti. Í HESUM leiki eiga vit í dag menn, sum allir eru samdir um eru upp- gåvuna vaksnir — rósurnar eru prógv um hetta. Fotosatsur Skjót avgreiðsla. | Sosialurin ; tif. 11820 og 14720 |! TEE Ein hóttan móti arbeiðandi fólkinum Tað er nakað sum verður rópt rangsnúgvan av ve- ruleikanum. Hetta kemur til sjóndar, tá vit lesa ein vissan mann, sum tidliga og seint rópar seg at vera einasta sannleiksvitnið í foroyskum politikki, nevniliga formaður Sam- bandsfloksins. Vit skrivaðu á hesum stað um royndirnar av ov lagaligum og stórum av- skrivingum, sum ferdu við sær, at skattaborgar- in, sum frammanundan hevði ilt við at klára seg og sitt, kom at bløda uppaftur meira, um so var, at vit fylgdu Sam- bandsfloksins vinnulivs- politikki, sum vil, at av- skrivingarmøguleikarnir skulu vera óavmarkaðir og so væl smurdir sum gjørligt fyri tann, sum frammanundan hevur ri- vuligt og meira enn tað. Tað er ein avgjørd rang- snúgvan av veruleika- num, tá sami formaður forir fram, at feroyskt vinnulív hevði verið illa fyri, um politikkur Javn- aðarfloksins var framdur í æsir. Ti hevði so verið, var avskrivingarlógin smíðað soleiðis, at av- skrivingarnar bert komu vinnulivinum tilgóðar, tá tað veruliga birti uppund- ir ekta arbeiðsskapan og framleiðslumenning. Ikki teimum til fyrimuns, sum skulu brúka avskrivingina til at økja um egna for- brúk, sláa lættari um seg við pengum uppá bekost- ning av teimum, sum ikki hava avskrivingarmøgu- leikan. Sum er, hevur »vinnu- livsmadurin« fyrimunin, hann kann lættliga halda skattaleyst fri uttanlands fleiri ferdir um årid. Keypa sær dyrari bil og størri bil, kanska tv eir. Hann bygg- ir sær summarhúsið, ikki bara innanlands, men eis- ini uttanlands. Fær børn- ini í skúla til hægsta studning, ti skattskyld- uga inntøka hansara, or- sakad av lættligum sam- bandsavskrivingum er so låg. Og fyri allar hesar avskrivingarfyrimunir Sambandsins skal løntak- arin gjalda og tad i dyr- um. Og samstundis skal løn- takarin, sum neyvan hev- ur ráðini at fara út um bø- garðarnar, um ein góður summardagur fellur á ein gerandisdag, rinda fullan skatt av allari inntøku síni. Henda skriggjandi ó- javnað vil Javnadarflokk- urin ikki vera við til at hjálpa Sambandsflokki- num at uppihalda. At skapa møguleikar, eisini avskrivingarmegu- leikar fyri tær iløgur, sum verða gjørdar veruliga í arbeiðsskapandi virki, er sjálvsagt. Men tað kann ongantið verða rætt, at í- løgur kunnu gerast og av- skrivingar fremjast, har endamålid ikki er at økja um framleidslu og tey ar- beidsskapandi tólini. Javnadarflokkurin hev- við- merkingar ur alla tíðina verið ein hin itarsti at stuðla iløgum, sum skapa størri møgu- leika, so at fólkið fær lønandi vinnu. Hesin poli- tikkur floksins hevur givið nógv úrslit. Í hesum fer flokkurin framvegis at virka. Tað er ein avgjert hótt- an móti arbeidandi fólki- num, tá Sambandsflokk- urin fyri einhvønn pris vil vidka um avskrivingar- og studningsmøguleikarnar, sum fremja eitt ófert 6- rættvisi, ið geva millijón- erum stórar fyrimunir. Eitt órættvisi, sum botn- ar í skattafrælsi til stór- liga okjan av privatari ogn — alt uppå bekostning av arbeiðandi fólkinum, sum ikki eigur henda megu- leika, men sum tverturi- móti má gjalda meira fyri at uppihalda eitt órætt- vist býti av samfelagsá- góðanum. Og tað verður sjálvsagt ongantíð politikkur Javn- aðarfloksins. dagbókin Missiónshúsið við Landavegin Meti í kveld kl. 20. Adventista- samkoman Ljósmyndafyrilestur um gyltu virði Tutankamons verður í Kommunuskúla- auluni í kveld kl. 19.30. Filadelfia I kvøld kl. 20 systurmis- sion. Frelsunarherurin Í kvold kl. 19.30 bjóða skótarnir til Ekko frá skó- taleguni FA-NORD 77 í Høgaberg. Sjómanskvinnu- ringurin í Nólsoy Byrjað verður aftur í kveld kl. 20. Sjómanskvinnu- ringurin á Tvøroyri Kvinnurnar koma saman hóskveldið kl. 20 í presta- garðinum. Allar áhugaðar eru vælkomnar. Sjómanskvinnu- ringurin á Sandi Fundur verður í kveld kl 2 Allar kvinnur verða Missiónshúsið í Miðvági Ingemar Jergensen sjó- manstrúboðari úr Dan- mork talar í kveld kl. 20 (innsavning til sjómans- missionina). Thabor i Fuglafirdi I kvøld kl. 20 talar KFS- skrivari Torben Frederik- sen um evnið Sannur kunnleiki um Kristus. Sion í Vági Evangeliskt meti í kveld kl. 20. Várgleði Fundur í dag kl. 16 í KFUK, perluarbeiði. Spælistovan í KFUKhev- ur fund í morgin kl. 16—17. Ytrimissiónsveitsla Veitsla fyri bæði børn og vaksin verður í KFUK hóskveldið kl. 19. Inn- gangur, filmur, kondittari og burturluting. Pening- urin, sum kemur inn, fer til DMS og til okkara egnu ytrimissiónstrú- boðarar. Bróðurringurin á havinum Arsfundurin Glyvra verður í missiónshúsi í døgunum 15 18 sep- Havnar telvingar- felag Teir, ið ætla at luttaka i innanfelagskappingini, verða bidnir um at meta í Talvhúsinum í annað- kveld kl. 19.30. Lærarasetan Skúlastjórnin boðar frá, at Gudmund Mortensen er settur sum lærari við Eið- is skúla frá 1. august 1977 at rokna. 8 síður Orsaka av maskinbreki er blaðið í dag bert 8 síður. Umframt festu sendingarnar: 07.15: Vedurtidindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Vedurtidindi og tidindi 07.35: Tónleikur 08.00: Vedurtidindi og tidindi 08.05: Lurtararnir og vit spæla grammofon 09.00: Vedurtidindi og tidindi 09.05: Morgunlestur 12.00: Middagskonsert 12.20: Vedurtidindi og tidindi 12.32: Degurðatónleikur 12.50: Veðurtíðindi 12.51: Tónleikur 18.30: Vedurtidindi og tidindi 18.42: Nátturðatónleikur LN x 1 Mikudagin 14. 13.00: Kveðuljómar til sjófólkið 14.00: Liðugt 18.30: Veðurtíðindi og tid- indi 18.42: Miðvikan 19.30: Country løg 20.00: Vedurtidindi og tid- indi Hósdagin 15. 18.30: Vedurtidindi og tid- indi 18.42: Nåtturdatonleikur 19.00: Hin nyggi Bør Bør- son. 2. partur av framhaldssøguni eftir Johan Falk- berget, Marius Jo- hannesen umsetur og lesur 19.30: Poppur 20.00: Vedurtidindi og tid- indi Friggjadagin 16. 18.30: Vedurtidindi og tid- indi Nátturðatónleikur Uttanríkispolitiskt evni Tónleikur Sonne Smith Veðurtíðindi og tid- indi 18.42: 19.00: 19.30: 20.00: