Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 61 — 14. september 1977 Pinslarvåttur til Føroyar — bladid Nytt liv bad Richard Wurmbrand skriva til blaðið, men hann vildi heldur koma higar Feroyar fáa í morgin vitj- an av ti heimskenda prest- inum, læraranum og hev- undinum, Richard Wurm- brand. Hann hevur ferðast nógv um allan heimin og hevur skrivað bekur, sum eru seldar í miljónatali av eintøkum. Hann hevur eisini skrivað greinar í stór tíðarrit, greinar, sum siga frá støduni hjá teim- um trúgvandi og eðrum, sum ikki taka undir við tí kommunistisku læruni í londunum eystanfyri. Richard Wurmbrand er rumenskur jødi. Sum ung- ur var hann kommunistur, men bleiv síðani ein krist- in og arbeiddi serliga í Ís- raelsmissionini í sínum heimlandi. Fyrstu ferð, hann varð handtikin og settur fastur, var í 1948. Hann slapp útaftur í 1956, men varð longu tikin aftur i 1959 og dømdur at sita í 25 ár, ti hann arbeiddi við trúboðaravirki. Hann bleiv tó við eitt amnesti í 1964 aftur leyslatin, og fyri eina peninganegd upp á 50.000 krónur, sum vórðu innsamlaðar í Nor- eg, fekk hann loyvi at fara úr Rumeniu. Í mai mánað 1966 fekk hann hevi til at leggja ein vitnisburð fyri eini trygd- arnevnd hjá tí ameri- kanska senatinum. Á hes- um fundinum lat hann seg úr omanfyri belti fyri at vísa 18 djúp sár, sum hann hevur fingið av at verða píndur. Vitnisfrá- segnin bleiv umsett til fleiri mál og send um allan heim og gjørdi Wurm- brand kendan um alla Ameriku, Europu og Asiu. Í september 1966 fekk hann ávaring um, at kom- munistiska stjórnin í Ru- menia hevði avgjert, at hann skuldi takast av døgum. Hóast hetta, so er hann ikki hildin uppat at tala. I dag eru tað leiðandi i kirkjuni, sum kalla hann fyri eitt »livandi blóð- vitni« og ein „Paulus handan jarntjaldid.« Vildi sjálvur koma Grundin til, at Richard Wurmbrand nú kemur hendanvegin, er at Kai- finn Hammer frá blaðnum Nýtt Lív skrivaði til hann, og bað hann skriva okkurt til blaðið frá teimum krist- nu í Rumenia og Ruslandi. Svarið, Kaifinn fekk, var, at maðurin heldur vildi sjálvur koma hendan veg- in. Hann segði seg eisini leingi hava hugsað um hetta lítla landið, Feroy- ar Richard Wurmbrand sosialurin Richard Wurmbrand — ungur var hann kommunistur, nú er hann vorðin »Paulus handan jarntjaldið.> skuldi upprunaliga vera eina viku í Danmark, men hevur nú valt at taka 4 dagar av danmarkarferð- ini i Føroyum. Við i ferðalagnum eru konan og ein maður frá Martyrenes Rest í Dan- mark. Martyrenes Rest er navnið á deildini í Dan- mark hjá tí heimsumfat- andi organisatiónini hjá Wurmbrand Jesus to the Communist Countries. Framhald frá síðu 1 við sokallaðum pulvur-. bumbum. Tá vóru allir bátarnir farnir inn, og nakrir árabátar fóru so út við bumbunum. Pulvurið litar sjógvin og virkar, tá tað sokkur, sum eitt stik uttanum grindabólkin. Hetta plagar at rigga væl, men hesaferð bar ikki til, grindin fór igjøgnum. Tá vóru teir 21 hvalirnir dripnir áraka grótbrotið. Tað gekk skjótt at drepa, nakrir særdir hvalir komu Tað einasta rætta at gera í hesum førinum Umframt sýslumannin eru fýra grindaformenn í sóknini. Blaðið hevur tos- að við ein teirra, Jón Jo- ensen í Bø. Hann sigur, at allir formenninir vóru samdir um at friða grind- ina, ti hon kundi ikki drepast. Teir vóru greiðir yvir, at varð hon givin upp til skutil, kundi skjótt ein vanlukka henda. Jón Joensen sigur seg ong- antíð hava verið við til slíka grind áður. Hon var nógv meira undir enn om aná. Hann sigur seg hava inn móti bryggjuni, men teir vóru tiknir har. Hetta var um 4-tíðina seinna- partin leygardagin, og tað var aftaná drápið, at sýs- lumaðurin friðaði restina av bólkinum. Seinni sendi hann ein av formansbátunum út aftur at leita eftir særdum hval- um, men teir funnu ong- an. 82 skinn til 116 bátar Teir 21 hvalirnir, sum log- tikið tíðina, og ofta var hon undir í 8 minuttir, áðrenn hon kom upp aftur á einum heilt aðrum stað. Burtur frá djórapínsluni Jón Joensen sigur víðari, at tað hoyrir ikki heima í nútíðini, og hevur í roynd- ini ongantíð gjørt tað, at drepa grind til stuttleikar, ella sum sport. Vit mugu koma djóra pinsluni Um burtur frå erindin du beinini, vórðu merktir til 82 skinn, sum vórðu býtt javnt millum teir 116 bátarnar, so har bleiv lítið í part. Marni av Kák sigur seg meta, at í bólkinum hava verið umleið 100 hval tilsamans. Endurskoða reglugerðina Hetta er ivaleyst fyrstu ferð, at ein grindabólkur er vorðin friðaður her á okkara leiðum. Marni av Kák sigur seg hava heim- hevði verið givin upp, er ikki gott at vita, hvat tað hevði endað við. Eitt nú eru teir skjóttgangandi stuttleikabátarnir ein stórur vandi í slíkum føri. — Tá yvir 100 bátar ikki fingu rakstur á grind- ina, var onki at gera ild til hetta út frá greinini í revsilógini um medvirkan til djórapinslu. Tað kann annars nevnast í hesum sambandi, at í fjør varð ein arbeiðsnevnd sett av landsstýrinum til at end- urskoða grindalógina. Nevndin hevði nakrar fundir seinasta vetur. Í nevndini eru Sverri Eg- holm fyri Brúkarafelagið, Thomas Jacobsen fyri Føroya Kommunufelag, J. P. Ellendersen, fulltrúi í landsstýrinum og Marni av Kák, sýslumaður annað enn at lata hana sleppa. Hesum vóru allir samdir í og ongin mót- mælti, sigur Jón Joensen í Bø og leggur afturat, at ongin hevði fingið nakað burturúr, um grindin hevði verið givin upp til skutil. sosialinum Almanna- veitingar hækka Veitingarnar frá Al- mannastovuni hækka 1. oktober, tí danska prístalið er farið frá 115 upp í 121 stig. Einkju- pensiónin hækkar tó meira enn hinar veit- ingarnar, ti logtingið 4. mai í ár samtykti at veita einkjum eina uppískoytisveiting úr landskassanum. Tveir føroyskir málarar framsýning í Keypmanna- havn Í morgin opnar ein listaframsyning hjå Bent Restorff og Zac- harias Heinesen i Gale- ri Gammel Strand i miðbýi Keypmanna- havnar. Teir bådir lis- tamenninir hava 14 målningar hvør å fram- syningini, og umframt hevur Zacharias 14 ak- varellir. Framsyningin er opin til 28. septem- ber. 99 landingar Føroysku nótaskipini landadu tilsamans 99 ferdir i donskum havn- um i august. I august 1976 vóru landingarnar 70 i tali. Tad er sild og makrelur, skipini selja i Danmørk. Tey seldu i august 18.624 tons fyri 23,4 mill. kr., 2.694 tons av sild til matna og 78 tons til idna og 8.081 tons av makreli til matna og 7.771 tons til idna. I august 1976 seldu føroysku nóta- skipini 25.011 tons fyri 19,2 mill. kr. Tá var størsti parturin ma- krelur til idna, ti er søluvirdid lutfalsliga lítið. Tað vóru 15 før- oysk nótaskip í Norð- sjónum í august. Minni veiða Veiðan hjá føroysku nótaskipunum í Norð- sjónum er helvtina minni i ár enn í fjør. I tíðarskeiðinum 1. jan. — 31. juli eru veidd 38.964 tons móti 79. 159 tonsum somu tiå i fjør. Ein orsekin er, at skipini vóru á lodnu- veiðu í februar og mars og eisini luttóku fleiri skip í svartkjaftaveið- uni í år. Søluvirdid á norðsjóvarveiðuni er hinvegin ikki minni i år, 67,6 mill. kr. móti 62,5 mill. i fjør Sida 3 kring oyggjarnar Elektronik-skeid i Havn i vetur Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hevur á skránni skeið í elek- tronikki bæði fyri ung og vaksin. Um skeiðið sigur Regin Follend, ið er verkfreðingur og hevur verið lærari í hesi læru- grein í Danmark: Skeiðið er fyri fólk við áhuga fyri elek- tronik sum ítriv (hob- by). Tað byrjar heilt frá botni av og krevur ongan forkunnleika. Aftaná at tann grundleggjandi teoriin er klárlogd, fáa næm- ingarnir hevi til at gera eitt tól, teir sjálvir ynskja at gera — so sum stereo-forsterkari, digitalur, universaltól 0.s.fr. Eru fólk, sum hava havt nakað ella kanska ein hóp av elektronikki áður, kunnu vit gera eitt hold fyri víðari- komin. Tey, ið hava áhuga kunnu ringja til tlf. 11980. Veljast kann millum 1 ella 2 ferðir um vikuna. Breiðka vegin Landsvegurin millum Bo og Servág verður nú breiðkaður. Vegurin røkkur ongastaðni 3 m. í breidd, og um vetur- in, tá kavin legst, ber illa til at rudda hann, tí hann er ov smalur til maskinurnar. Tað hev- ur ofta komið fyri, at skulabørn og fólk úr Bø, sum arbeiða í Sør- vági, ikki eru sloppin inneftir vegna kava. 13 Biggjarbørn ganga í skúla í Sørvågi. Lockwood útaftur Bókin „An Introduc- tion to Modern Faroe- se< eftir bretanum W. B. Lockwood er nú komin í 3. útgávu. Bókin er ein feroysk ljóð- og málfreði fyrst og fremst ætlað út- lendingum, sum vilja læra seg føroyskt. Men hon kann eisini brúkast av okkum sjálvum, og ljóðfreðin verður t.d. lisin á Føroyamålsdeild Fróðskaparsetursins. Aftast í bókini eru lesi- stykkir og eitt lítið for- oyskt-enskt orðasavn. Tað er Feroya Skúla- bókagrunnur, sum hevur latið offset-end- urprenta bókina, sum kostar 56 kr. Hon er 244 blaðsíður við stn ri permu FEE OD OA BOT I ER