Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 1977síða 4

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 61 — 14. september 1977 itrottur # á“ Tróndur lyftir bóltin beint upp um málið nú á triðja plássi ÍF vísti seg enn einaferð sum eitt av sterkastu heimavallarliðum í Føroyum Sunnudagin vann IF uppibornan sigur á odda- liðnum í fyrstu deild, TB. Dysturin var ikki serliga vakurt leiktur, spennandi var hann alla tíðina. IF leikti hart og brúkti nógv av longum avleveringum fram til målsøknu framherjarnar og sigast má, at hetta er ikki serliga stuttligt fyri ein áskoðara at hyggja eftir, men vísti spælihått- vera sera men ur teirra seg at úrslitagóður Leikgongdin Ikki vóru tað gingnir meira enn 3 min, áðrenn fyrsta málið kom. Dave Jones fór einsamallur framvið Gordon og setti bóltin í netið, men frálíki dómarin, Baldvin Bald-v vinson, dømdi frispark móti Dave, hví, tað veit eg ikki. Men longu tveir min. aftaná eydnaðist tað Dave Jones (ikki við á myndini) hevur headað bóltin í netið til 1 —0 Dave at fáa bóltin í netið. Hann fekk eina langa av- levering frá liðleiðaranum Hans Cederiusi og headaði bóltin uppum Gordon, ið var á veg út úr málinum. Dave Jones setur bóltin í netið, men dómarin hevði bríkslað fyri frisparki Vána veður RF og vána dystur B36 og Fram leiktu javnleik í seinna landskappingardystinum Dysturin í Gundadali leygardagin millum B36 og Fram gjørdist ein tann vánaligasti, ið er spældur í fyrstu deild í ár. Ein orsek til, at dysturin gjørdist so vånaligur, var tað ringa veðrið, tað regn- aði illa í løtum og vøllurin var vátur og tungur við stórum hyljum. Ein skuldi ikki trúð, at hesi bæði liðini bardust fyri at verða verandi í fyrstu deild, tey spældu seint og avleveringarnar vóru mangan burtur úr vón og viti. Fyrstu min. pressaðu B36 framherjarnir álopini móti Fram málinum og tá 6 min. vóru farnir, var hetta press við at geva mál, Hogni Mikkelsen og Eiler loypa báðir upp eftir einum høgum bólti, Høgni missir bóltin, men loftar honum í aðru atløgu. Eftir hetta gekk spælið, um ein kann tosa um spæl, meira javnt. Báðir partar høvdu einstek álop, men vóru hesi alt ov tilvildarlig, eingin veruligur broddur var í nekrum av álopun- um, Frammarnir lógu alt ov langt afturi á vellinum, og hjá B36 var tað, sum vanligt, bert tann skjóti Eiler, ið alla tíðina lá klárur at taka móti teim longu skotunum, ið B36 verjan sendi frameftir. Høgni Mikkelsen og Kristjan Bærentsen í hornatøkum Úrslitið 0—0 var tað rættvísasta, men um eydnan hevði verið við Kristjani Bærentsen í seinna hálvleiki, kundi hann havt tvey ella trý mál, hann fekk fleiri ferðir bóltin framman fyri Fram málinum, men rakti ikki málið ella rakti als ikki bóltin Eftir dystin leygardag- in hevur B36 6 stig og Fram hevur 4. Bæði liðini hava leikt 10 dystir og hava sostatt 2 eftir hver, B36 móti KI í Klaksvík og móti VB í Havn. Fram skal spæla móti HB í Havn og móti VB í Vági Sum tað sær út nú, er tað størri møguleiki fyri, at Fram skal niður i aðru deild aftur, tað eru tveir sera torferir dystir, teir skulu leika, men ein veit jú aldri; Fram spældi jú javnleik móti HB í vár og tá VB og Fram leiktu se- mifinaludyst um Ísafjarð- arsúluna í Vági 3. juli, mátti umdystur til, áðr- enn VB hevði tryggjað sær finaluplássið. Tað sær í øllum forum út til, at tað ikki bert verður í fremru helvt av fyrstu deild, at spenning- ur verður, spennandi verður eisini, hver má fara úr deildini. Tað visir seg, at Dave er eins vandamikil við høvd- inum og hann er við bein- unum, fær hann ein høgan bólt uttan fyri brotsteigin, kann ein næstan vera vis- ur í, at hann headar beint móti málinum Ein trúði nú, at TB-ar- nir vóru somikið skelkaðir av hesum báðum málum, ið vóru komin innanfyri teir fyrstu fimm min., at teir ikki vildu koma fyri seg aftur í hesum dysti, men so varð ikki. Longu minutt aftaná eydnaðist tað liðleiðaranum John Redgaard at javna út fyri TB. Hann skeyt eitt lang- skot úti frå hogru síðu og inn í fjararu málsíðuna. hálvleiki- num vóru álop aftaná álop á bæði málini, undantikið ta tíð tað tekur at skifta bólt aftaná at hann er far- Restina av in út av vellinum, hetta sermerkta, ið kemur fyri á vellinum í Fuglafirði av tí, at hann er so smalur. Tað vóru bert gingnir fimm min. av seinna hålv- leiki, tå IF fekk mál nr. 2, ið samstundis gjerdist sigursmálið. Gordon RF 2 5 Gordon i einari av sinum mongu bjargingum bjargar einum høgum bólti við at sláa hann út úr brotsteiginum, bólturin endaði hjá Sonna, sum við einum spakuligum skoti sendi hann móti málinum aftur, Sigmund Nolsee headar á sjálvari mål- strikuni, men bólturin fer