leygardagur 17. september 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Faðir ella pápi?
Eg minnist sum lítil smá-
drongur — eg havi sjálv-
sagt verið ógvuliga lítil,
men eg minnist tað so —
at ein skipsmaður spurdi
meg, hvussu pápi æt og
eg visti tað ikki. Eg minn-
ist eisini, at eg svaraði:
Hann eitur pápi! Beiggi
min, eitt ár yngri, visti
tað heldur ikki. Vit fóru so
inn at spyrja mammu,
hvussu pápi æt. Vórðu vit
spurdir, hvussu mamma
æt, hevði skilið helst verið
tað sama. Vit hava uttan
iva vitað, at pápi Eliesar
æt Jóhannus og pápi
Dánjal æt Mil, men at
pápi okkara eisini skuldi
hava eitt navn, hava vit
helst ongantíð hugsað um.
Tað var heldur ikki neyð-
ugt at hugsa um tað, júst
tí at hann var pápi okk-
ara. Pápi er pápi mín, um
eg hugsi um tað ella ikki.
Eg kann hverki hugsa
meg til ella frá, at pápi er
pápi mín. Eg kann ikki
hugsa meg sjálvan, uttan
samstundis at hugsa mær
pápa sum pápa mín, bæði
tå eg bert var ein møgu-
leiki og eftir at eg eri
vorðin ein veruleiki. Pápi
er pápi mín, >um land alt
legðist oyði<, pápi er pápi
mín, sum menniskjan øll
doyði<, eisini pápi og eg.
At pápi er pápi mín er giv-
ið mær við sjálvari til-
veru, eksistensi, mínum. Í
staðin fyri pápa kundi eg
tað sama sagt mamma ella
foreldrini. Hinir dreingir-
nir hevdu sjálvsagt eisini
pápa og mammu, men tað
var ikki tað sama, tey
høvdu nøvn, Jóhannus og
Poulina, Mil og Betti,
men eg hevði ikki brúk
fyri nøvnum, og havi tað
heldur ikki enn, sjálvt um
eg tátti út móti teimum
hálvthundrað, tí mamma
er bara mamma og pápi er
bara pápi.
Ikki fyrrenn tann dag-
in, eg varð spurdur um,
hvussu pápi æt, visti eg
rættuliga, at pápi mín —
sum aðrir pápar — hevði
eitt navn. Eg fekk nakað
at hugsa um, eg varð
noyddur at spekulera upp
á hetta, sum higartil bert
hevði verið ein sjálvfylgja.
Og tað er sum nakað varð
spilt henda dagin, eitt
»syndafall.«
Eg haldi søgan er um
Christian Bartholdy. Å
einum prestafundi, varð
talað um ymsar prestar,
sum ikki vóru hjástaddir,
millum aðrar fall kjakið
eisini á pápa hansara. Tá
kubbaði Bartholdy orða-
skiftið snogt av >Min far
skal ikke diskuteres, mens
jeg er til stede«, ikki ti at
tað varð sagt nakað ringt
um pápa hansara, men tí
at hann var pápi hansara.
„Sin far diskuterer man
ikke.«
Nu kann tad tykjast
sum hetta ikki hevur ser-
liga nógv vid gudstrúgv at
gera. Men kortini. Tá ið
Jesus úr Nasarett skuldi
siga okkum — opinbera —
hver Gud er i viðurskift-
um sínum við okkum
menniskju, og siga okkum
tað á einum máli, sum vit
skilja, á vanligum daglig-
um mannamáli, kundi
hann ikki koma tí nærri
enn við at siga: Gud er
faðir tin, pápi tin.
I. Nýggja Testamenti
hava vit faðir í Jesu mun-
sosialurin
ni endurgivið við tí ára-
máiska orðinum: abba,
við týðingini faðir skoytt
uppí. Nú vita vit, at abba
er barnamál. >„Soleiðis
børnini við pápa sína fáa
vit at vita frá fleiri sýria-
lendskum kristnum hev-
undum.
Í Gamla Testamenti
hava vit eina stóra mongd
av nevnum á Gudi —
stórar bøkur kunnu skriv-
ast — og eru skrivaðar —
um gudsnevnini. Men tá
ið Jesus lærir okkum um
Gud, skúgvar hann all
hesi nøvnini til viks ella —
úrslitið verður tað sama
dregur hann tey oll
saman í orðið abba, í
barnsins fortróligu tiltalu
til pápa sín. Hvussu sigur
so barnið? Tey flestu av
okkum siga saktans pápi,
tey smæstu babba ella
okkurt tílíkt. Týðingar
okkara siga faðir. Vit eiga
fimm týðingar av Harrans
ben, og tær siga allar Fað-
ir vár. Orðið faðir er so há
tíðarligt, í hvussu so er
ikki talumál, tíansheldur
barnamál. Skulu vit kans-
ka, fyri at fáa tann inni-
liga tónan fram, fara at
siga pápi í staðin? Ég veit
ikki. Ur Klaksvík minnist
eg, at Jóhan Nielsen altíð
segði í benini eftir præd-
iku: himmalski pápi, vit
befalla okkum í tínar
hendur. Tað ljóðaði ikki
påtikid, men púra natúr-
ligt. Sama ger kanska eis-
ini, um vit siga pápi ella
faðir um og við Gud.
Orðið faðir hevur sligið so
djúpar retur í okkum, at
vit fara helst framvegis at
siga faðir. Hava vit nomið
andan í gleðiboðskapinum
um Guds kærleika til
syndarar, vita vit straks,
hvat tað vil siga, at Gud
er faðir okkara.
Ti er Gud faðir tín, er
tú sjálvsagt Guds barn,
sum kanst vænta tær alt
gott frá Gudi, fadiri tin-
um. Tær tørvar ikki tey
mongu nøvnini, ið Gud
verdur nevndur vid, men
tær tørvar bert at gera
sum Jesus hevur lært teg:
At siga fadir vid hann, og
hann hoyrir teg. Jesus
hevur givid tær gudsbar-
nabønina, Fadir vår, at
bidja til Guds, tin himm-
alska fadir.
Tá ið Jesus lærdi okk-
um at bidja gudsbarna-
bønina, lærdi hann okkum
at bidja Fadir vår, Fadir
okkara, ikki bert Fadir
min. Eg eigi hann ikki
einsamallur, men vit eru
fleiri, nógv, systkin í
Guds barnaflokki, sum øll
hava fingið hesa ben at
biðja, eisini tey, hvers for-
eldur, eg nevni við navni
og ikki kann siga faðir og
móður við.
Eitt er eftir. Eg siti við
eini bíbliuorðabók framm-
an fyri mær og havi sligið
upp undir orðinum faðir,
har tað verður brúkt um
Gud. Í Gamla Testamenti
er tað bert nakrar fáar
ferðir, men í Nýggja Tes-
tamenti fleiri síður, einar
250 ferðir tilsamans, ser-
liga ofta er tað í Jóhannes-
evangeliinum. Orðið er
býtt sundur í bólkar.
Fyrsti bólkurin er tá ið
orðið verður brúkt í tiltalu
við Gud: Eg prísi tær,
faðir, harri himna og jarð-
ar! Næsti bólkurin er tá ið
Gud verður nevndur Faðir
rætt og slætt: Eingin
kennir sonin uttan faðirin,
og ikki heldur kennir
nakar faðirin uttan sonur-
in... Í triðja bólkinum er
tað Gud verður nevndur
Faðir vár.
I øllum hesum trimum
bólkum eru tað mennisk-
ju, ið nevna Gud faðir. So
eru tveir bólkar, har Gud
verður nevndur Jesu faðir.
I tí fyrra er tað Jesus, sum
nevnir Gud faðir sín: Ég
æri faðir mín, og tit van-
æra meg. Í tí seinna
verður Gud umtalaður av
menniskjum sum Jesu
faðir: Lovaður veri Gud
og faðir várs harra Jesu
Krists.
Tað, vit skulu festa
okkum við í ollum hesum
forum, har Gud verður
nevndur faðir, er, at Jesus
sigur við menniskju: Faðir
tykkara og Jesus sigur um
Gud: Faðir min, men Jes-
us sigur ongantíð: Faðir
okkara. Gud er Jesu faðir,
og Jesus er Guds barn,
hann noyrir við til syst-
kinaflokkin í Guds húsi.
Men hann hevur eina ser-
stødu. Hesa serstødu sina
er tad Jesus undirstrikar
vid at siga: Fadir tykkara
og Fadir min.
Men hóast serstøduna
er Jesus ein av systkina-
flokkinum, er hann bróðir
okkara. Sum Guds ein-
borni sonur og bróðir okk-
ara hevur hann givið okk-
um gudsbarnabønina og
biður hann hana saman
við okkum. O Jesus, bróð-
ir besti og barnavinur
mesti, tú breiði signing
tína á barnalivstid mina.
Í einum stórum syst-
kinaflokki mugu oll læra
at liva saman fyri at tað
skal vera gott at vera har.
Tað hevur Jesus, bróðir
okkara, eisini lært okkum:
Tú skalt elska næsta tín.
Tað sigst um Jóhannes
Nr. 62 — 17. september 1977
Petur Martin Rasmussen
apostul, at hann á ellis-
árum læt seg bera í kirkju
fyri at siga bert hesi orð:
Bern, elskið hver annan!
Við blíðum barnaorðum
mín ben fram veri borin:
Gev gott barn titt eg verði
og góðan åvøkst beri.
Soleiðis tók Jesus fram
tað inniligasta samband-
ið, sum er millum menn-
iskju, millum foreldur og
børn, tá ið hann skuldi
siga okkum, hvat guds-
trúgv er. Hetta er guds-
trúgv: Gud er faðir tín og
tú ert barn hansara. Við
Gud sigur tú saman við
ollum ødrum Guds børn-
um: Faðir vár, og tú ert
vissur í, at hin krossfesti
og upprisni Jesus Kristus
biður = gudsbarnabenina
saman við tær.
Hava vit fingið fatur á
hesum hjartatáttinum,
verður so ikki meginpart-
urin av ti, sum kristin fólk
stríðast um viðvíkjandi
gudstrúnni og sum ofta
verður drigið fram sum
einaavgerandi, so innar-
liga líkasælt?
Petur Martin Rasmussen
model av
marknaðin
Sjálvt
nýggi }
millimetrar tyttri
nuverandi so
tann
plássið innan vorðið sí
ri og er tað SErSTARI
komið ferdafolkunum
!
betradu
+ =
RAGE
je]
r ;
tir å golvinum
Størsta tekniska nvs
heitin er McPh«
heng til forhjólini t
See OU SDP EUT
Opel-verksmidjan
hevur just sent eitt nytt vid
Rekordinum
um
bilurin er nakrar
8) 70 OR
sonevndu
innbygdum
nn is sum haldgóðir
r bóltar
ot Sjálvt um nýggja yvir
ga byggingin á bilinum nær-
um hevur sama frontareal
sum tann gamla, er luft-
mótstaðan tó um 10%
min minni. Hetta kemst av, at
) bilurin er vorðin meira
slættur og snøggur uttan
og harafturat, at bilurin
hevur fingið ein »spoilara«
Orsakad
framman.
minkaðu
er bensinnytslan
hægsta ferðin
amstundis økt við 5%
TEE
fjødurbeinini
stoyt-
á doyvarum, ið kunnu skift-
ast út sum ein heild. Fjød-
urbeinini virka samstund-
stýri-
luftmótsteðuni
minkað
r
EA
Roknast kann við at áhugin fyri nýggja Rekord-modellinum verður stórur. men t
ikki prísirnar enn
DEDA ER Er
motor-teigurin
TEE
íverri kenna vit
ER
EG