Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 1977síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 62 — 17. september 1977 sosialurin »Ein ríkdómur at verða bruktur« Hin 7. juli vóru 50 ár síðani ytrimissiónsringurin D.M.S. varð stovnaður í Havn av frgv. Henriette Hansen, K.F.U.K. skriv- ara. Dagurin varð hildin við guðstænastu í Havnar kirkju, har formaðurin fyri D.M.S. ringunum í Føroyum prædikaði, aft- aná var samkoma á K.F.U.K., har ringurin hevur heima. Frammanundan hevði verið kvinnustevna í samband við 50- ára dagin, henda varð eisini hildin á K.F.U.K., Høvudstalari á hesi stevnu var fru inge Tranholm-Mikkelsen, f. Jepsen, ið hevur verið ytrimissiónstrúboðari úti í Aden, send av D.M.S. ringunum í Føroyum. Frú Tranholm Mikkelsen er fyrsti ytri- missiónstrúboðari, ið er vigd í Føroyum, og tá hetta fór fram í Havnar kirkju, valdu vit hesa til frú Tranholm Mikkelsen at hava guðstænastu í, og kom hon sostatt at verða fyrsti kvinnuligi prestur, ið prædikaði í okkara gomlu kirkju. D.M.S. ringurin í Havn hevur sínar fundir á K.F.U.K. sein- asta hósdag í hvørjum mánaða kl. 15,30., Øll eru vælkomin i henda ring. Hvussu kom tú í sam- band við Feroyar? Tað liggur langt aft- uri í tíðini. Vit kunna gott nevna tað ein familiusið. Abbi mín, Jens Peter Jep- sen Hegild plagdi at halda metir í Føroyum fyri Blå Kross. Tað hoyrir uppí mini fyrstu barndómsmin- ni at hoyra hann siga frá um ferðir sínar. Eg minn- ist t.d., at hann kom við tí fyrsta hestavogninum til Mykinesar. Eftir abba fór pápi min til Føroyar, líka- leiðis fyri Blá Kross. Sjálv var eg fyrstu ferð í Føroy- um í 1955 á eini ferð fyri Det Danske Missionssel- skab. Tá var eg skrivari í felagnum. Og so fórst tú út sum trúboðari? - Ja, eg fór longu, tá eg var 17 ár. Tá stóð tað klárt fyri mær, at tað var tað, eg skuldi verða. Eg var í gartnaralæru, men tey hevdu ikki brúk fyri gartnarum i missiónini, so eg fór á læraraskúla ístað- in og fekk har lærara- prógv. Aðrenn eg fór út at ferðast, var eg eitt ár í Onglandi og síðan eitt ár í Cairo fyri at læra at tosa arabiskt. Tað eru helst mong, ið minnast ta hátíðarligu guðstænastuna í Havnar Kirkju, tá tú bleiv vigd til trúboðara og send til Suð- ur-Arabia. Hvussu ber tað til, at tú bleiv vigd her í Havn? Meðan eg var í Ong- landi, varð eg spurd, um eg kundi hugsað mær at blivi knýtt at Feroyum Tað segði eg við gleði ja til, men segði so eisini, at eg vildi verða vigd í Før- oyum. Hetta hendi 17. au- gust 1955. Eg gloymi aldri tað hátíðarliga kveldið í kirkjuni og veitsluna í KFUM aftaná. Kanst tú siga eitt sind- ur um arbeiði títt sum trú- boðari? Eg var 10 ár í Aden í Suður-Arabia. Fyrst ar- beiddi eg við ein gentu- skúla, har eg undirvisti arabiskum gentum í arab iskum máli. Eg royndi eis- ini at vera »mannfolka- trúboðari<, av ti at vit ongar menn høvdu. Eg mátti eisini standa í bók- handlinum har á staðnum Tað stersta upplivilsi í Aden var at síggja eina meinigheit blíva til. Hin Suður-arabiska kirkjan varð stovnað í 1961 Fólkini í meinigheitini vóru ógvuliga ymisk. Eg hugsi um fiskahandlaran Beihani, sum bleiv prestur í kirkjuni, og Arif. Tað kostaði honum nærum liv- ið at blíva kristin. Egni pápi hansara sendi leigu- mordarar til Aden fyri at myrða hann. Hann varð álopin kveldið fyri dópin hjá sær, men hann yvir- livdi. Hóast hetta uppliv- ilsið stóð hann fast við, at hann skuldi doypast. Tá eg hugsi um Jesu-líknilsið um mannin, sum offraði alt fyri at fáa fatur á tí dýru perluni, hugsi eg altið um Arif. Fyri honum var tað at vera kristin meira vert enn alt annað, sjálvt lívið. Tú æt Inge Jepsen, áðr- enn tú fór sum trúboð- ari, og nú eitur tú Tran- holm-Mikkelsen. Hvussu ber hetta til? Stutt eftir, at eg var komin til Aden kom ein prestur út til okkum. Við bæði kendust áðrenn, tí vit hevdu skrivað brøv til hvert annað í 7 ár. Tað tók so ikki langa tid hjá okk- um at blíva samd um at halda brúdleyp. Í 1964 vóru vit bæði heruppi í Føroyum vid soni okkara Jeppe. Hann var so fjórða ættarliðið her í Føroyum Hví blivu tað bert 10 ár í Aden? Vit hevdu roknað Mentunnarvikan — gott tiltak Næsta mentunnarvika i Føroyum, vónar Vilhelm Johannesen, Tey try umboðini frá Klaksvíkar býráð, sum hava luttikið á mentunar- vikuni í Odense, eru júst komin heimaftur. Tey vó- ru byrådslimirnir Odd- bjarg Sålbjørg, Vilhelm Johannesen og Jógvan Clementsen, býráðsskriv- ari. Mentunarvikan í Oden- se var logd annarleiðis til Seksæringur til sólu Vegna keyp av stórri báti er ein seksæringur til sólu fyri 70.000 kr. Báturin hevur 24 hk. Marna diesel maskinu, telefon og ekkolodd. Nærri við at ringja tif. 51012 býráðslimur rættis enn tann i fjør, sum var í Kópavági í Íslandi. Í ár vóru serliga fýra evni umredd. Norðurlendskt samarbeiði um leirskúlar, har skúlamaður úr Odense helt innleiðandi fyrilestur- in, samarbeiði millum í- tróttafelog úr øllum Norð- anlondum. Her helt i- tróttakonsulenturin úr O- dense fyrilestur. Triðja evni var samarbeiði við- víkjandi frítíðarfelogum og seinasta evni var norð- urlendskt samarbeiði inn an tónleik og list Eftir teir innleiðandi fy- rilestrarnar varð arbeitt víðari í bólkum. Yvirlit var gjørt yvir telog og tovnar í øllum byunum ið á t soleiðis at tað ber til hjá hvorjum býi sær at koma í samband við rætta við komandi í eðrum landi Eisini var semja um, at hvor umboðsnevnd skuldi mæla býráði sínum til at seta pengar av til at kunna fremja tílík samar- beiði, serliga til ferðaút reiðslur. Vilhelm Johannesen sigur, at teir væl kundu hugsað sær, at næsta stevnan varð hildin í Fer- oyum, og verður tað helst til tað, um býráðið tekur undir við tankanum. Er nakað á vási, sum tú vilt hava í blødini, so ring vit eru til reiðar Telefon okkara er 11820 ————Æ—— Familjan Tranholm-Mikkelsen avmyndað uttanfyri prestagarðin í Danmerk. við, at vit skuldu verða í Aden nekur ár enn, men tå so eitt politiskt strid var vid at taka seg upp, måttu vit fara hadani Hetta var i endanum á hjålandatidini hjá Ong landi, og tað var stór mót støda móti eingilsmonn um. Øl] hvít blivu roknað fyri eingilsmenn. Ta síðs tu tíðina, eg var har, kundi ein rokna við at verða skotin niður úti á gøtuni ella fáa eina hond granat tveitta eftir sær Tá teir brendu kirkju okk- ara, rýmdu vit. Arbeiði okkara var ógjorligt, ti tað var vandamikið fyri ein arabara at hava við okkum at gera. Vit vórðu ákærd fyri at vera njosn- irar hjá eingilsmunnum Hvussu eru viðurskift ini har nú? Vit hava ógvuliga lítið samband við vinir okkara har. Stýrið er marxistiskt, tí arabarar vendu sær eystureftir, tå teir høvdu fingid sjålv styri. Vit vita, at Aden er ogvuliga fåtækt, og at tann litla meinigheitin, vit høvdu har, hevur tad ringt. T.d. hava tey einki stad, har tey kunna savn- ast saman til gudstæn- astu. Men hóast alt, hetta eru so nógv, sum eru vorðin kristnað, síðani vit fóru haðani. Tey eru øll blivin doypt av Beihani Men tey síðstu tíðindini, vit fingu haðani, vóru nakað keðilig. Beihani er sjúkur, lammaður. Hvat heldur tú vera tað mest umráðandi í trúboð- aravirkseminum? At býta tey góðu tið- indini saman vid ødrum, og at vit eru góðtikin av Guði Hvussu er tilveran hjá tykkum, nú tit eru flutt aftur til Danmarkar? Mað min va okn 180 prestur i + Sønderholm sunnan fyri Alborg, har vit budu til 1972, tå vit fluttu nordurum til Vest- er-Hassing. I 1971 bleiv eg sjálv góðkend sum prestur eftir at hava verið til eina roynd. Men eftir- sum eg sat í stýrinum í DMS sum leikmaður, bid- aði eg til 1975 til at verða vigd. Eg var í fyrstani hjálparprestur hjá manni mínum, og tey síðstu árini var eg hjálparprestur í Hjallerup. Tá sóknar- presturin har doyði, bleiv eg fyribils prestur til em bætið aftur varð sett. Ég haldi, at tað besta starvið, ein kann hava, er at vera prestur, ti ein hevur so nógvar møguleikar at býta eini góð tíðindi sam in við ødrum, sum eg fyrr havi sagt. Eg sigi starv- ið, sum eg nú havi, sum eitt framhald av ti, vit høvdu í Aden. Hevur tad verid bod eft ir tykkum nógva staðni? Ja, bæði í ungdóms arbeiði og í trúboðarlig- um sambandi. Eg kann nevna, at eg í fjør skuldi eina ferð til Indiu fyri FDF/FPF, hvers trúboð aravirksemi eg eri í Eg eri eisini komin uppi politikk. Eg eri fólka- tingsvalevni hjá Kristeligt Folkeparti í Frederiks- havn umráðnum. Er nøkur tíð til familju- liv? Ein má jú royna at gera so mikið sum megu ligt, bæði úti og heima Vit búgva á einum stórum prestagarði við 4 børnum og einum stórum urta garði. Men tá ein einaferð hevur valt eitt yrki sum okkara, má ein vera fyri reikaður uppá, at tað ikl erðu 105 ð til he livið MI x í Vit I 100 IF i Í I ir rða 1