leygardagur 17. september 1977síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Badminton:
Venjarar til dreingir,
gentur og unglingar
Havnar Badmintonfelag
er farið undir venjingar-
nar. Felagið hevur í ár tik-
ið upp nýggjan tátt. Talan
er um venjingina fyri
dreingir, gentur og ung-
lingar. Tað eru 7 leikarar
úr felagnum, sum hava
Venjararnir hjá HBF
boðið sær til at taka sær
av hesum venjingum, sum
fara fram í ítróttarhellini
hvønn mikudag millum kl.
15 og 17. Venjararnir eru
Margit Svarrer, Andor
Ellefsen, Bent á Lava,
Herman í Stórustovu, Jón
Niclasen, Vagn Andersen
og Petur Hansen.
Í hesum báðum tímum
fáa teir yngru leikararnir
vegleiðing í ti grundleggj-
andi í spælinum og hava
sostatt meguleika til at
fáa sum mest burtur úr
Nr. 62 — 17. september 1977
itrottur
Unglingarnir líða hugagóðir eftir venjaranum.
beinanvegin mótvegis
fyrr, tá hvor einstakur var
noyddur at royna seg
sjálvan.
Pláss er fyri 60 ungfólk-
um og enn er ikki heilt
fullteknad, so enn er mø-
guleiki hjá onkrum áhug-
aðum at koma við. Lima-
gjaldið fyri veturin er 75
krónur, men letur felagið
plastikk bóltar til hesar
venjingar.
Trongligar
umstødur
Tað er bert avmarkað tal
av limum, sum badmin-
tonfelagið kann taka. Or-
søkin til hetta er, at hølis-
umstødurnar eru trongar.
Badmintonfelagið eigur
hvønn mikudag i ítróttar-
hellini, men umframt
hetta leigar felagið tvær
fimleikahallir í býnum.
Hesar eru tó so dýrar at
leiga, at felagið hevur
beinleiðis hall av at leiga
tær. Formaður felagsins,
Kurt Hansen, sigur, at
tað leingi hevur verið eitt
ynski í felagnum at fáa
sína egnu hell, men enn er
hetta ikki eydnast. Hann
sigur, at hóast limagjaldið
er 350 kr. fyri tey vaksnu,
stóð felagið seg ikki figgj-
arliga, um ikki árligi
studningurin uppá 10.000
kr. frá Havnar Kommunu
og tær 3000 kr. frá AEG
sum reklamu, komu aftur-
at limagjaldinum.
Rætting
Av misgávum hava vit
skrivað, at tað eru B36 —
HB sum skulu leika semi-
finaludyst. Tað skal vera
IF og HB. ÍF vann á B36
síðsta sunnudag í Fugla-
firði.
Tvøroyri møguliga við
i billardkappingini i vetur
Billardsamband Føroya helt herfyri ein av årligu fundum
sínum. Fundurin varð hildin i Vági, har Vágs billardfelag var
vertur. Umframt umboðini fyri feløgini í Billardsamband Før-
oya, sum eru Fuglafjarðar klubbi, Vágs billardfelag, Havnar
klubbi, Mimir og Klaksvíkar klubbi, møtti eitt umboð fyri
Tvøroyrar klubba.
Møguleiki er fyri at Tvøroyrar klubbi, sum byggir út og hev-
ur fingið nýtt billardborð, luttekur í Føroyameistarakapping-
unum i billard i vetur.
Fleiri mál vóru fyri á
fundinum hjá Billardsam-
bandi Føroya í Vági. Eitt
nú varð nýggj nevnd vald.
Nevndin hevur síðani
skipað seg við Viggo
Br
ERNU
Føroyameistarakappingin í billard byrjar um mánaðar-
nov
skiftið okt
Planck úr Havnar klubba
sum formanni, Jógvan
Vágsheyg úr Klaksvíkar
klubba sum skrivara, Oluf
Simonsen úr Vágs billard-
felag sum kassameistara
og við teimum báðum
Jens Strågård Holm úr
Fuglafjarðar klubba og
John Hansen úr Mimi
sum kappingarstjórum.
Kappingin i vetur
stytri
Eitt tað mål, sum var
fremst á skránni á fundi-
num í Vági, var spurning-
urin um, hvussu kapping-
arnar í billard skulu fara
fram í vetur og til várs
Menn vóru samdir um, at
kappingin í fjør var alt ov
drúgv, og ti varð gjørt av,
at kappingarnar i vetur
skulu vera væl stytri.
Ætlanin er at byrja lið-
kappingina um mánaðar-
skifti okt./nov. og so hal-
da fram út í februar—
mars mánaða. Staklinga-
kappingin í billard verður
avgreidd einaferð í apríl-
mánaða 1978.
Føroyameistarakapping
i billard fyri lið og stak-
lingar varð fyri fyrstu ferð
hildin í fjør. Tá luttóku
tilsamans 8 lið úr 5 felog-
um, 5 lið í A-bólkinum og
3 í B-bólkinum. Í ár er
møguleiki fyri, at liðini
verða fleiri. Talan er um,
at Tveroyrar klubbi skal
luttaka í kappingunum
Fleiri broytingar vórðu
gjørdar í kappingarregl-
unum, eitt nú varð av-
gjørt, at tað verða givin
fyri vunnan
dyst, eitt fyri javnan og
onki stig fyri taptan dyst.
Mannagongdin hevur hig-
artil verið tann, at tað eru
stigini fyri hvønn dyst, ið
telja.
Orsøkin til, at kapping-
arnar i fjør vóru so drúgv-
ar, var tann, at øll felogini
spældu móti hverjum ødr-
um, heimadyst og úti-
dyst. Á fundinum í Vági
varð avgjert, at felogini
nú einans meta hverjum
tvey stig
eðrum einaferð um árið.
Hetta verður gjort við
lutakasti.
Viggo formaður
Nýggi formaðurin í Bill-
ardsambandinum, Viggo
Planck úr Havnar klubba,
sigur i samrødu við SOSI-
ALIN, at hann er fegin
um, at fleiri billardborð
koma til landið. Serliga
gleðir tað hann, at tverá-
menn nú fáa nýtt billard-
borð og sostatt hava mo-
guleika til at luttaka í
millumfelagskappingu-
num. Formaðurin í Bill-
ardsambandinum ynskir
tverámonnum vælkomnar
upp í billardfelagsskapin.
Viggo sigur víðari, at
hann er nøgdur við hetta
fyrsta árið hjá Billard-
Nýggi formaðurin í Bill-
ardsambandinum, Viggo
Planck
sambandinum. Billard-
samband Føroya varð
stovnað fyri einum góðum
ári síðani. Um arbeiðs-
uppgávurnar hjá Billard-
sambandinum sigur Viggo
Planck, at tær eru vorðnar
stødugt fleiri. Hann legg-
ur afturat, at endamál
sambandsins er framvegis
at samskipa og menna
billardspæl i Føroyum.
Hóast meginfelagið
hjá billardfelogunum i
landinum einans er gott
eitt ára gamalt, er ikki so
lítið komið burturúr. Vit
fara at halda fram við hes-
um arbeiðinum, sigur
Viggo Planck, formaður í
Billardsambandi Feroya
at enda.