Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 63 — 21. september 1977 ostaluri tif. 14720 11820 giro 6282725 5 n box 76. 3800 Torshåvn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri:- Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmaður: Høgni Djurhuus Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Heimavirki Í BLADNUM leygardagin høvdu vit fråsøgn frá svianum Kjell Wikstrøm, heimavirkisráðgevara í Gotlandi, sum hevur verið í Føroyum og vitjað Norrøna felagið og Føroyskt heima- virki. EFTIR hesi fråsøgn at døma, gera vit frå almennari sidu rættuliga litid vid okkara heimavirki, sammett við tað, sum gjørt verður frá almennari síðu í Svøriki fyri heimavirki har. Av fråsøgnini framgekk, at sviar hava almennar heimavirkisráðgevarar, at teir skipa fyri skeiðum í heimavirki og at teir lata stuðul til keyp av amboðum. HETTA skuldi givið okkum nakað at hugsa um. Úrslitini hjá okkara heimavirki eru frálík. Tað segði Kjell Wikstrøm eisini. Men spurningurin er, um hesin táttur ikki kundi verið munandi útbygdur, soleiðis at fleiri vørusløg vórðu framleidd og soleið- is at heimavirki kundi givið årtøku til nógv fleiri fólk. Á HESUM øki átti tað almenna at gjørt seg galdandi. Tað almenna kundi t.d. veitt stuðul til keyp av amboðum og somuleiðis veitt stuð- ul til skeið í heimavirki. Eisini átti tað almenna at sett ein heimavirkis- ráðgevara, sum fekk til arbeiðis at skipa fyri skeiðum og at vegleitt fólk, ið fáast við heimavirki, og ann- ars at skipa fyri framleiðsluni, re- klamuni og søluni. UTTAN iva er tað nóg ofta sagt, at okkum tørvar alternativar vinnu- vegir, og at hesin tørvur serstakliga ger seg galdandi, nú fiskiskapurin verður meira og meira avmarkaður á øllum leiðum. HEVÐI tað eydnast at gjørt føroyskt heimavirki meira umfatandi, kundi hetta eisini talt við, og talan kundi her verið um ein vinnuveg, ið ser- stakliga kundi verið arbeiðsgevandi fyri heimagangandi húsmóður. FLEIRI arbeiðspláss av hesum slag, hava eisini tann fyrimun, at tey ikki seta tí almenna stórri krøv um bar- nagarðar, vøggustovur og dagrøkt av børnum, tå arbeiðsplássið i hes- um føri verður heima við hús. EITT alment initiativ á hesum øki, vildi verið eitt stig tann rætta vegin, og vónandi vil landsstýrið taka eitt slíkt intiativ til gagns fyri bæði tey einstøku, sum kunnu fáa úrtaku av hesum og fyri samfelagið sum heild. Vit ynskja heldur eina varandi loysn Í drúgva tíð hava Dag- blaðið og Dimmalætting skrivað um skattalættan, ið samtyktur varð eftir uppskoti frá landsstýri- num, og sum kostaði landskassanum 12 mill. kr Hetta skuldi kortini ikki verið nakað trætu- mál. Í mun til tað, sum landsskatturin í ár vildi verið, um broytingin ikki kom, so er veruliga talan um ein skattalætta uppá 12 mill. kr. Men fara vit so nøkur ár aftur í tíðina, og meta lættan út frá skatta- álíkningini fyri trimum ella fýra árum síðani, so er veruliga ikki talan um nakran nevniverdan lætta. Tá er bert talan um eina ajourføring. Soleiðis sæð kunnu vit siga, at Dimmalætting hevur rætt. Men Dimma- lætting eigur at minnast til, at bæði undir seinasta og næstseinasta landssty- ri vórðu líknandi skatta- lættar veittir, og felags fyri allar hesar lættar er tað, at teir í veruleikanum bert eru ein ajourfering. Lættarnir, sum veittir vórðu undir seinasta og næstseinasta landsstýri, vóru veruligir lættar, sammett við tað, sum skatturin vildi verið við- komandi ár, um lættin ikki varð givin. Men fóru vit so aftur til tað árið, tá lætti seinast varð givin, og samanhildu skatta- álíkningarnar fyri bæði árini og hevdu prístals- veksturin í huga, so varð als ikki talan um nakran veruligan lætta, men bert um eina ajourføring. Veruleikin er tann, at fyri hverja ferð prístalið fer upp, fáa vit eina skattahækking Skattastigin hevur van- liga staðið við óbroyttur í eini trý, fýra og fimm ár, og í hesum tíðarskeiðum koma vanliga fleiri pris- talshækkingar, ið gera, at ein låinntøka verður skattað sum ein midal- innteka, og at ein miðal- innteka verður skattað sum ein håinntøka. Umsíðir koma so polit- isku myndugleikarnir við einum uppskoti um skattalætta, sum í veru- leikanum bert merkir tað, at láginntekan aftur verð- ur skattað sum ein lág- inntøka og at miðalinn- tøkan aftur verður skattað sum ein midalinntøka. Og so melur hjólið aftur. Vit hava eitt nýtt umfar. Hetta hevur verið gongdin, bæði nú, ið fólkaflokkurin situr við landsins figgjarmålum, og eisini tá sambandsflokk- við- merkingar urin sat við landsins figgj- armálum. Og tað er ongin loysn, at Óli Breckmann, Pauli Ellefsen og G. L. Samuel- sen nýta tíð og orku, pappír og svertu uppá at gera hvenn annan til onk- is. Vit megu finna eina varandi loysn, og loysnin má verða tann, sum vit áður hava skotið upp, nevniliga tað, at skatta- stigin eina ferð um árið verður ajourførdur í mun til pristalid, og at hetta verður gjørt reint umsit- ingarliga. Um hetta verður gjørt, og politisku myndugleik- arnir so koma við upp- skoti um skattalætta, kann talan bert verða um reellan lætta og ikki um sterri ella smærri ajour- føringar. dagbókin Brúdleyp Fríggjadagin giftast í Noregi Martina Anda, dóttir Rebekku og Joleiv Anda, og Simon Thorsen, Noreg. Bridleypsadr.: st., Jæren, Norge. Kleppe KFUM I kvøld kl. 20 ungmanna- deildin, framhaldssøga, filmur og kappingar. Konfirmatión Konfirmatión verður í Eiðis kirkju 2. oktober Byrjað verður at ganga til í skúlanum á Oyri í dag. Filadelfia Í kveld kl. 20 systurmis- sion Frelsunarherurin Torshavn I kvøld kl dómsfundur og i annað- kveld kl. 20 heimafor- bund. 20.30 ung- Evangeliihúsið Utifundur í Vestmanna i kvold kl. 21.30. Heimamissións- bíbilskeið Skeiðið í Sandavági byrjar í kveld kl. 19.30. Kåre Helle prestur ur Noregi leggur fyri Vårgledi Fundur í dag kl. 16 i KFUK Unggentudeild KFUK's Fundur í kveld kl. 20. Santalmissiónin Esther Bertelsen, skrivari í Santalmissiónini, hevur meti við ljósmyndum á Skála í kveld og í Oyndar- firði í annadkvøld kl. 20. Savnað verður inn til San- talmissiónina Sion í Vági Evangeliskt meti í kveld kl. 20 Adventista- samkoman Fundur í Kommunuskúla- høllini í kvold kl. 19.30. Kemur Jesus aftur? Pensionistfelagið Einar Joensen hevur und- irhald á fundinum á Par nassinum í kveld kl. 19.30. Uppistova Í kveld kl. 20 verður ar- beitt til basar Havnar Fimleika- felag I kvold kl. 20—21 byrjar motiónsfimleikurin fyri yngri kvinnur við Rigmor Andersen. Lærarasetan Skúlastjórnin boðar frá, at Elisa Waag er sett sum lærari við Klaksvíkar skú la frá | rokna august 1977 at Aðalfundur Hagavatnveitingin í Vest- manna hevur aðalfund í Gamla skúla í annaðkveld kl. 20. Rætting Í blaðnum leygardagin stóð, at Páll á Dul er týskur konsul í Feroyum. Hetta er ikki rætt, tað er Jógvan á Dul, sum er týskur konsul. Umframt festu sendingarnar: 07.15: Veðurtíðindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Veðurtíðindi og tíðindi 07.35: Tónleikur 08.00: Veðurtíðindi og tíðindi 08.05: Lurtararnir og vit spæla grammofon 09.00: Veðurtíðindi og tíðindi 09.05: Morgunlestur 12.00: Middagskonsert 12.20: Vedurtidindi og tíðindi 12.32: Døgurdatonleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur 18.30: Vedurtidindi og tidindi Mikudagin 21. 18.42: Barnautvarpid 19.20: Hornmusikkur 20.00: Veðurtíðindi og tid. indi Hósdagin 22. 18.42: Læknin hevur orðið 19.00: Hin nýggi Bor Bor son. 4. partur av framhaldssoguni eftir Johan Falk- berget. Marius Jo- hannesen umsetir og lesur 19.30: Poppur 20.00: Brúkarateigur 20.20: Úr nótabókini hjá Bertel Thorvaldsen Toke Lund Christi- ansen spælir upp floytuna hjá Bertel Thorvaldsen og Ingolf Olsen spælir uppá guitarin hjá Jenny Lind. Janus Mohr 21.00: Veðurtíðindi og tid- indi Fríggjadagin 23. 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Burturi og heima 19.30: Ælabogin Jógvan Telling Jo- ensen 20.00: Friggjakveld kl. 20 21.00: Veðurtíðindi og tíð- indi på farodane & co. tif. 11414