mikudagur 21. september 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
37
Nr. 63 — 21. september 1977
sosialurin
A —""—"ne
Síða 3
Fáa ikki fólk til nýtt skip kring oyggjarnar
Lorvíksskipið Hagaleitið hevur ligið síð-
ani á Olavsøku, tí manning fæst ikki.
Skipið, sum er ein av »polakkunumk,
kostar eigarunum uml. 5 mill. kr., og tað
hevur bert verið fýra túrar, síðani tað
kom í apríl.
Hagaleitið kom til Foroya
í apríl og hevur verið fýra
túrar, allar undir Íslandi.
Tó royndu teir ein part av
ti eina túrinum undir Før-
oyum. Veiðan var 100.000
— 120.000 pund hvenn
túrin, og av tí at megin-
parturin var brosma, góvu
teir ov lítið til skipið.
Jógvan Elias Joensen,
reiðari, sigur, at fyri at
standa seg figgjarliga, må
skipið fiska í minsta lagi
150.000 pund hvenn túrin.
Bygdin hevur
brúk fyri skipinum
Tað er hálvttriðja ár síð-
ani sáttmálin um Haga-
leitið var gjørdur, og tá
var útlitið ikki so svart
sum nú, sigur Jógvan E.
Joensen. Skipið varð um-
biðið, tí bygdini tervaði
eitt skip, sum kundi út-
vega virkinum ráevni, ser-
liga nú, tað er útbygt.
Teir mettu, at Hagaleitið
kundi fiska eini 800 tons
um árið.
Men tað er ógvuliga
trupult at fáa fólk til línu-
bátarnar. Urtøkan er ov
lítil í mun til aðra veiðu,
eitt nú trolingina á land-
leiðini.
Royna at selja
Jógvan E. Joensen sigur
víðari, at teir hava roynt
at selt skipið, bæði í Ís-
landi, Noregi og Dan-
merk, men ongin hevur
víst áhuga. Í Foroyum ha-
va teir ikki roynt, tí teir
meta tað vónleyst at
sleppa av við skipið her.
Eigararnir, sum eru 20 í
tali (partsreiðariið Haga-
leitið), hava eisini tosað
um at seta eina egningar-
maskinu umborð. Hetta
hevði spart triggjar mans,
men maskinan kostar
600.000 kr., og henda
iløgan gevur onki til skip-
Ai Ér
ið sjálvt, so tað er ein
spurningur, um hon kann
loysa seg.
Litlar sómdir
Hagaleitið kann bert
brúkast til linuveiðu, men
eigararnir hava sekt
landsstýrið um veðhald til
at leggja um til trol. Hetta
hava teir ikki fingið, men
landsstýrið hevur játtað
15% studning, um arbeið-
ið verður gjørt i Føroyum.
Umleggingin til trol
kostar 1,4 mill. kr. Jógv-
an E. Joensen sigur, at
tað nyttar lítið at fara til
bankarnar, tí hesir krevja
landskassaveðhald, áðr-
enn teir veita lán. Hann
heldur, at línubátarnir fáa
ov litlar sømdir, men tað
hevði hjálpt við t.d. agn-
studningi og sterri studn-
ingi fyri línufisk enn trol-
Kom i apríl — hevur ligið síðani á ólavseku
fisk. Hann nevnir eisini,
at tá línubátarnir sleppa
framat undir Íslandi út á
heystið, er toskakvotan
longu uppfiskað av trolar-
unum.
Leita eftir fólki
Nú skuldi verið batnandi
tíð til linuveiðu, og roynt
verður at fáa Hagaleitið
útaftur, sigur Jógvan E.
Joensen, men tað verða
neyvan lorvikingar, sum
koma at manna skipið.
Eitt skip sum Hagaleitið
krevur eina manning uppá
15. Eydnast at finna fólk,
verður farið til Íslands.
Annars er fiskiloyvið har
bert galdandi henda mán-
aðin afturat, men vónandi
verður tað framlongt til út
í oktober, endar Jógvan
Elias Joensen, reiðari í
Lorvík.
Navn:
Undirritaði
haldara av Sosialinum
Bústaður:
M
| [[———>[—|—| [[|[—É< | [| [ [ÅU [[[[ [fy ————— ———— ——— —f.£
teknar
Kannað posthúsinum
'
seg sum
(SOSTIALURIN
rindar
postgjaldið)
|
|
|
ng
19
pg
Postbox 76
3800 Torshavn
LEA
Størsti skúli
í landinum
Aftur í ár hevur Tórs-
havnar Kvøld- og ung-
dómsskúli góða undir-
tøku. Friggjakvøldid
vóru 1640 tilmeldað og
saman við teimum,
sum standa á bidilist-
um, er talið uppi á
1800. Hetta er nakað
tað sama, sum í fjør,
men tá hevði skúlin
bert pláss fyri 1500
næmingum, men í ár
kann hann taka 1700
fólk.
Skeið
í fyrstuhjálp
Tórshavnar Kveld- og
ungdómsskúli = hevur
aftur í vetur skeið í
fyrstuhjálp. Grund-
skeiðið, sum byrjaði
mánadagin, er ætlað
teimum, ið vilja læra ta
praktisku fyrstuhjálp-
ina — læra, hvat ein
eigur at gera, tá ein
kemur fram at lestað-
um fólki. Hvørji tiltøk
skulu setast í verk og
hvussu ein skal bera
seg at, meðan bíðað
verður eftir sjúkrabili
o.s.frv. Víðari verður
lært, hverjari legu ein
løstadur skal (kann)
liggja i, hvussu blød-
ingar verda stedgadar,
andadråttshjålp
(kunstigur andadrått-
ur) og at leggja bind
við trihyrntum turri-
klæði o.a.m.
Grundskeiðið er full-
teknað, men møguleiki
er fyri — um nóg nógv
tekna seg — at eitt
skeið afturat kann fyri-
skipast. Grundskeiðið
er 6 ferðir 2 tímar.
Framhaldsskeiðið
byrjaði í gjárkvoldið og
er ætlað teimum, sum
hava verið á grund-
skeiðinum okkurt av
teimum trimum sein-
astu árunum. Á hesum
skeiðinum verður farið
víðari til at viðgera
m.a., hverji árin ymsar
vanlukkur og skaðatil-
burðir hava á likamid
og hvussu hesi árin
kunnu gerast minni
ella umgangast. Nærri
verður vidgjørt t.d.,
blóðrenslið, anda-
dráttsgegnini, sodn-
ingarlagið, tey ymsu
gøgnini í búkholuni og
hvorjar = verjumekan-
is múr líkamið hevur at
mótganga ymsum á-
gangi.
Framhaldsskeiðið er
10 ferðir 2 tímar.
Okta skeiðið byrjar í
kveld kl. 20. Tað eru
bæði hini skeiðini sam-
anløgd. Tað er ikki
neyðugt at hava kunn
fyrstuhjálp
leika
OR TOO TS BO TOR MO LO TE EEG
frammanundan til at
luttaka á hesum skeiði.
Nógvir skúlar í Dan
merk, t.d. barnagarðs-
lærarinnuskúlar og
nakrir húsarhaldsskúl-
ar, krevja, at næming-
arnir hava luttikið á
einum øktum skeiði í
fyrstuhjálp fyri upp-
tøkuna.
Nærri upplýsingar
um skeiðini fáast við at
ringja tlf. 13439. Eyð-
bjørn Jacobsen er leið-
beinari á skeiðunum.
Teoriskeið
í ferðslulæru
Pórshavnar Kvøld- og
ungdómsskúli fer í ár
fyri fyrstu ferð at hava
skeið í ferðslulæru.
Hetta skeið er skipað
soleiðis, at øll kunnu
vera við, bæði ung og
eldri, bilførarar, prutl-
koyrarar og onnur.
Skeidid byrjar vid, at
eitt sindur verður
greitt frá ferðsluskip-
anini og statistikki um
ferðsluvanlukkur og av
hverjum vanlukkurnar
standast. Millum ann-
að verður tosað um,
hvussu vit skulu vera
móti hverjum eðrum í
ferðsluni. Eisini verður
tosað um, hvussu vit
eiga at nýta ljós og
hvussu nógv niðursett
sýnið er, tá vit koyra í
myrkri.
Her eru bert nevnd
nøkur få av teimum
evnum, sum verða við-
gjørd á hesum skeiði.
Ætlanin er eisini at
geva eitt sindur av
kunnleika um fyrstu
hjálp, hava samband
við bileftirlitið, verk-
stoð, legregluna og
onnur fyri at fáa eitt
sindur at vita um teirra
arbeiði fyri ferðslu-
trygdina.
Næmingar kunnu
tekna seg til skeiðið á
tlf. 13317 millum kl. 19
og 21.
Utflutningurin
40% størri
Fiskasølan utflutti
40.007 tons av fiska-
vørum fyri 354,1 mill.
kr. frå årsskiftinum til
1. september. Saman-
borið við sama tidar-
skeiðið í fjør er vøkst-
urin 27% i nøgdini og
39% í virðinum. Tá
vórðu útflutt 31.460
tons fyri 254,8 mill. kr
Í juli og august í ár
hevur Fiskasølan út-
flutt 234 tons av farsi
til Frakland, U.S.A.
og Bretland fyri til-
samans 1,1 mill. kr.
Heildarútflutningur-
in i august var 5.917
16,3 mill. kr
tons ivr