Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 1977síða 11

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Ný-nazisma er við at taka |sigir skermar ti: | seg upp í Vesturtýsklandi OS Nr. 63 — 21. september 1977 sosialurin Tað sigur formaður javnaðarflokksins við partamann sin Helmuth Schmidt, kanslara Formaðurin í vesturtýska javnaðarflokk- inum, fyrrverandi forsætisráðharri Willy Brandt, sigur í brævi til núverandi for- sætisráðharran Helmuth Schmidt, eisini úr javnaðarflokkinum, at hann ber stór- an ótta fyri, at ný-nazisma fer at gera um seg í Vesturtýsklandi í dag. Eisini teir konservativu og liberalu eru samdir við Brandt Í brævinum skrivar Willy Brandt, at hann etast um, at fyrrverandi SS-yvir- menn kunnu koma saman á stevnum at minnast „stóru fortidina«. Bæði konservativa tíðarritið »Quick« og hitt liberala „Stern< hava sama óttan. Quick, ið roknað verður óheftur fyrisprákari fyri teir kristiligu demokratar- nar — andstøduni — hev- ur givið eina sterka åvar- ing til flokkin um á nakran hátt at fjeppast uppi í fyrrverandi nazistum og hetta tíðarrit hevur harð- liga funnist at, at ein fyrr- verandi SS-yvirmaður, Hans Wissenback av navni, er vorðin limur av rikisdegnum í Bonn á ein- um kristilig-demokratisk- um lista. Wissenback, ið er 57 ára gamal, er ofta høvudsrød- ari á fundum har gamlir nazistar koma saman, og hann hevur bart út sagt, at hann ikki avnoktar naz- istisku fortid sína sum SS- maður. Í fjør uppgjørdi løgregl- an, at 300 ný-nazistar høvdu framt valdsgerðir av ymsum slag. Fyriuttan Willy Brandt hava fleiri fyrrverandi kz- fangar og leiðarar av jød- iskum fólkabólkum í Vest- urtýsklandi harðliga funn- ist at ný-nazismuni, ið tykist vinda uppá seg. Eisini halda hesir tað vera logið, at so móng av eldra ættarliðnum eru líkasæl yvirfyri = hópdreparunum frá seinna heimsbardaga. Tað er vert at leggja til merkis, at SS — men ikki týski herurin undir seinna krignum, Wehrmacht varð dømd sum ein krimi- nel samgonga av krígs- brotsmannadómstólinum í Niirnberg í 1946, og eftir vesturtýskari lóg er tað framvegis kriminelt at vera limur av samgongu við fyrrverandi nazistum sum oddamenn Hitler skal gerast »populerur« av nyggjum Bøkur og grammofonskiv- ur um »Das dritte Reich« — tridja riki Adolf Hitlers — verða nógv seldar i Vesturtýsklandi í dag, og ein nýggjur filmur um Hitler, sum roynir at vísa »føraran« sum eitt menn- iskja, verður vístur í full- stappaðum biohellum uttan i Miinchen, har sjálvt teir mest konserva- tivu venda sær móti hes- um filmi og ný-nazismuni. Og í hesum sambandi er annars at minnast, at júst Miinchen var høvudsborg- in hjå nazistaflokkinum og Hitler longu i 1922, tå id stødid vard lagt undir NSDAP, ella Nationalso- zialistische Deutsche Ar- beiterpartei, sum nazista- flokkurin sjålvur nevndi seg. Eitt annað, ið órógvar mangan týskara, er at stórur partur av týska ungdóminum lítið og einki vita um Hitler og beista- gerðir hansara. Herfyri sendi ítalski TAAA——CT—'—UTT AAA javnaðarflokksleiðarin Pierluigi Romita Helmuth Schmidt, kanslara, bræv, har hann kravdi, at SS- yvirmaðurin Herbert Kappler beinan vegin varð sendur aftur til Ítalia, har hann longu í 1947 varð dømdur lívlangt fongsul, tí at hann persónliga hevði ábyrgdina av, at 300 italskir partisanar vórðu myrdir i 1944 sum hevnd fyri, at nakrir tyskir her- menn vórðu skotnir av partisanunum. Men kona Kapplers var so snild sein- ast í august, at tað eydn- aðist henni at smugla deyðsjúka mann sín út úr sjúkahúsinum, har hann var innlagdur — í einum kufferti! Hann var vorðin so diddarak, at hann lætt- liga legðist niður í kuffert- ið, sum konan síðani bar út av sjúkastovuni. Kappler er deyða- sjúkur av krabba- meini Borgarstjórin í lítlu norð- urtýsku bygdini Soltau, har kona Kappler býr, og har tey halda, at hon fjalir mann sín, sigur, at Kapp- ler er so illa farin av krabbameini, at hann helst bert hevur stutta tíð eftir at liva, og at hann tí eigur at fáa frið. Og eftir núgaldandi vesturtýskari lóg ber ikki til at flýggja Italia Herbert Kappler, og tað hevur javnaðar-kansl- Willy Brandt, flokksleið- ari javnaðarmanna, ber ótta fyri, at ný-nazistarnir skulu gera um seg fyri álvara í Vesturtýsklandi — og tað hevur hann boð- að partamanni sínum Hel- muth Schmidt frá. arin Helmuth Schmidt noyðst at kunngjert itals- ku stjórnini, sjálvt um talan er um krigsbrots- menn — og tað hevur velt álvarsliga illstoðu millum Nato- og EF-partarnar Ítalia og Vesturtýskland. Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúli byrjar skúlaárið 1977-78 fyrstu vikuna í oktober. Seyming: mánakveld og ónskveld Anna Petersen, tlf. 71196. Hondarbeiði: tyskvøld og tórskveld Anna Hovgaard, tlf. 71193. Matgerð: týskveld og tórskveld Poulina Petersen, tlf. 71608. Smid: tórskveld Poli Rasmussen, tlf. 71265. Dugnaskapsroynd: Ditlev Hammer, tilmelding eisini å tlf. 71181 Sangkór: friggjakveld Eskild Ramme Slankiskeið: nýtt skeið byrjar í januar Paulina Poulsen, tlf. 71608. Tilmeldingargjald 50 kr. Fyrireikingarskeid til H.F. eftir nærri avtalu. kl. 19.30-22 kl. 19.30-22 kl. 19.30-22 kl. 19.30-22 kl. 19.30-21 Tvøroyrar kvøld- og ungdémsskuli, tlf. 71181. Síða 11 Audi 100 Audi 80 BMW 1600-2 BMW 2000-2 —— 7 Citroén GS Fiat 124 Fiat 128 Fiat 127 Ford Escort Ford Cortina Lada 1200 Morris Mini Morris Marina Opel Kadett B og C Opel Ascona Peugeot 504 Renault 12 VW Passat VW 1200 - 1300 - 1303 VW Golf Eisini hava vit hjålmar, frontplåtur o.a. å goymslu. Bilverkstadid i Gundadali, v/ Jonhardt Brødraberg, tlf. 12489 — 3800 Tórshavn Basarur eydnuhjól og 21 — spæl Fríggjadagin 30. sept. og leygardag- in 1. okt. kl. 19 verður basarur í KFUM. Um onkur vil styðja basarin við lutum, taka vit við tøkk ímóti hes- um. KFUM í Havn Skrivstovukvinna sum umframt at duga væl maskin- skriving, eisini kann átaka sær van- ligt skrivstovuarbeidi, kann fáa pláss á skúlaráðgevaraskrivstovuni. Løn samb. HK-sáttmála. Skrivligar umsóknir verða at senda til skúlaráðgevaraskrivstov- una, J. Broncksgøtu 27, 3. hædd, innan 3. oktober 1977. Landsskúlaráðgevarin Kunngerð Minstiprísurin á seydakjøti til kjøt- handlarar hava undirritadu feløg sett til 22,00 kr. pr. kg. Føroya Búnaðarfelag Bóndafelag Føroya ps