mikudagur 28. september 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
14720 11820 giro 628 2725
á H tf
Sosialurin box 76. 3800 Tórshavn
Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmaður: Høgni Djurhuus
Sosialurin
Uppseting
Prent
Dimmalætting
Landbrúkið
SEINASTA friggjakvøld hoyrdu vit
eitt orðaskifti í útvarpinum um før-
oyskt landbrúk. Teir luttakandi vóru
landsstýrismaðurin í búnaðarmál-
um og tveir bóndir, annar av Sandi
og hin úr Kollafirði, saman við
tveimum útvarpsmonnum, ið settu
luttakarunum spurningar.
LUTTAKARNIR í panelinum fingu
nógvar ymiskar spurningar og eisini
komu teir sjálvir við fleiri áhuga-
verdum og týðandi spurningum.
Men tað, sum undrar okkum, og
uttan iva eisini fleiri lutrarar, er, at
viðvíkjandi tí týdningarmesta
spurninginum, mólu allir fimm sum
hundur um heitan greyt.
HER HUGSA vit um arvarættin til ta
almennu jørdina. Vit kenna nógvar
frálíkar bóndir, men fleiri av hesum
bóndum sita við ongum garði, tá
teir hava verið fyri teirri vanlagnu,
at teir eru føddir av skeivum foreldr-
um. Grundleggjandi orsøkin til, at
føroyskt landbrúk liggur i órgkt,
man vera tann, at í hesi vinnu eru
menn fæddir til síni størv.
UM SAMA reglan var galdandi við-
víkjandi útvarpinum so skuldu
hvørki Árni Gregersen ella Árni Ab-
salonsen verið útvarpsmenn. Tað
vildi fyrst av øllum verið synd fyri
útvarpið, og fyri útvarpslurtarnar,
um hesir annars frálíku útvarps-
menninir skuldu verið dømdir til at
arva onnur størv enn tey, sum teir
hava hug og hegni til.
ELLA HUGSI tykkum, at tað í øllum
fórum var so, at elsti sonur skuldi
arva starvið hjá faðirnum. Elsti son-
ur læknans skuldi verið lækni. Elsti
sonur lærarans skuldi verið lærari
o.s.fr. Og hetta uttan mun til, um
viðkomandi hevði hug og evnir ella
hug og hegni. Úrslitið vildi sjálvandi
verið ruðuleiki.
TAÐ ER bæði rætt og rímuligt, at vit
skulu hava búnaðarskúla og roynd-
arbrúk, og tað er somuleiðis rætt at
vit samskipa keyp av amboðum til
landbúnaðin og søluna av búnaðar-
vørum. Tað er eisini neyðugt at vit
geva landbrúkunum eina hóskandi
stødd, soleiðis at menn kunnu liva
av at vera bóndir.
MEN FYRST av øllum er tað ein
treyt, um landbrúkið skal geva
hampulig úr:lit, at útvegir verða
gjørdir fyri, at teir, sum veruliga
hava hug og hegni til landbrúk, fáa
møguleika fyri at verða búnaðar-
meni
OD RE SØN 4 "lg
sosialurin
dagbókin
Gudstænasta
Kristian Buhl, háskúla-
stjóri og prestur, præd-
ikar í Vesturkirkjuni í
annaðkveld kl. 20. Hug-
nalig samkoma aftaná
gudstænastuna í KFUK.
Missiónshúsið
við Landavegin
Vegna kirkjugongd verður
onki meti í kveld. Week-
end fundir byrja friggja-
kveldið kl. 20, har Hans
Erik Nissen háskúlastjóri
talar.
Konfirmanta-
veitsla
Veitsla verður í Glyvra
missiónshúsi fyri konfir-
mantar og foreldur teirra
friggjakveldið kl. 19.30.
Sangbókin verður nýtt
Talarar: P. M. Rasmussen
og Jákup Kass.
Adventista-
samkoman
Meti í Arbeiðsmannafel
agshúsinum, Tinghúsveg
ur 5, í kveld. Evni: >Trú
arinnar hetja.«
Sjómanskvinnu-
ringurin í Vági
annað-
Elspu
Fundur verður í
kveld kl. 20 hjá
Poulsen.
Sion í Vági
Evangeliskt meti í kveld
kl. 20.
Pensionista-
felagið
Fundur á Parnassinum í
kveld kl. 19.30. Marius
Johannesen lesur upp.
Kongshavnar
kvinnufelag
Byrjað verður aftur at ar-
beiða til basar í skúlanum
á Glyvrum í kveld kl. 20.
Nr. 65 — 28. september 1977
Eydnuhjól
Til frama fyri Hugna verð-
ur eydnuhjól í Kl-hollini
friggjakvøldid og leygar-
kvøldid kl. 19
Tikid verdur moti lutum
å sama stad i annadkvøld
frå kl. 19 til 21.
Fyrilestur
I annadkvøld kl. 20 heldur
Høgni Debes Joensen,
serlækni, almennan fyri-
lestur i fyrilestrarsalinum
á Debesartrød um evnið:
Psoriasis og húðsjúkur
elvdar a bakterium,
soppum og virus.
Rætting
I tidindastubbanum um
kirkjuna við Norðskála í
blaðnum leygardagin
manglaði seinasta reglan.
Seinasta brotið skal vera
soleiðis:
Kirkjan við Norðskála,
sum eisini er fyri bygdir-
nar Oyri, Oyrabakka og
Svinári, varð vigd í januar
1932.
Nýtt telefonnummar
Málingahandilin hjá lan Rasmussen í Saltangará hevur nú
tlf. 47840
Tað er nú komið nytt TAPET
Várgleði
Fundur í KFUK í dag kl.
16
Unggentudeild
KFUK's
Møtt verður í kveld kl. 20
í Vesturkirkjuni.
Skrivstovustólur við
polstraðum ryggi og
setur. Lakerað ella
polerað undirstell við
avrundaðum kantum
og við lættrullandi
dupultum hjólum sum
fara væl við gólvinum.
Ryggur og setur er
lætt at stilla í
anatomisk rettu
arbeidsstøduna
P/t Farodane 8 co
Tlf. 11414.
Málingahandilin í Saltangará
tlf. 47840
Målingahandilin i Kollafirdi
tf. 21123
lan Rasmussen
i
!
1
|
TS