mikudagur 28. september 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TE
|
|
|
|
A — Á —Á— PPP
GE —|——
Nr. 65 — 28. september 1977
sosialurin
Sida 3
Pensionistafelagið i Havn:
»Vit ungu,
sum eru blivin
eitt sindur eldri«
Seinasta mikukvøld var SOSIALURIN og
vitjadi Pensionistafelagid. Felagid fer
aftur i vetur, til 1. juni, at hava limafund-
ir å Parnassinum. Vit tosadu vid for-
mannin í felagnum og aðrar nevndar-
limir. Eisini tosaðu vit við nakrar av lim-
unum, sum hetta kveldið vóru komnir á
Parnassið at hugna sær. Lagið var gott,
fólk prátaðu, skemtaðust og spældu
kort. Orðini, vit hava valt til yvirskrift-
ina, eigur
Mortan Carlsen.
Tað var formaðurin í Pen-
sionistafelagnum, Thom-
as Pauli Christiansen,
sum tók stigið til at
stovna felagið. Vit fingu
eitt prát við hann um fel-
agið og starvsemi tess.
Palli Christiansen greiddi
frá, at hann hevði fingið
hugskotið við m.a. at
lurta eftir norska og dans-
ka útvarpinum, sum
hvønn dag hava serligar
sendingar fyri pensionist-
ar. Hann hevur eisini vitj-
að pensionistafelog uttan-
lands, eitt nú í Bergen og
Keypmannahavn. Og so
var tað í fjør heyst, at
hann saman við nøkrum
vinfólkum sínum kallaði
saman til fundar fyri at
stovna Pensionistafelagið
í Havn.
Pensionistafelagið i
Havn varð sett á stovn
27. oktober 1976. Lim-
ur í felagnum kann ein
og hver gerast, sum
fyltur er 60 ár, uttan
mun til, um viðkom-
andi fær fólkapensión
ella ikki. Eisini tey, ið
eru fylt 55 og fáa
fólka-, avlamis- ella
einkjupensión, kunnu
gerast limir í Pension-
istafelagnum. Limirnir
eru nú 180 í tali. Lima-
gjaldið er 10 kr. um
mánaðin fyri hjún og 7
kr. fyri einstøk. Fel-
agið er óheft politiskt
og átrúnaðarliga.
Felagið verður stýrt
av eini fimmfølka-
nevnd, sum hevur ver-
ið tann sama, síðani
felagið varð stovnað. Í
nevndini eru umframt
formannin, Thomas
Paula Christiansen,
Gunnar Mikkelsen,
Mortan Carlsen, Ansa
Djurhuus og Jenny
Rein.
ein av nevndarlimunum,
Kortspælið
best umtókt
Nýggja felagið fekk alt
fyri eitt góða undirtøku og
nú, knappliga eitt ár sein-
ni, eru limirnir vorðnir
uml. 180. Tey hittast
hvert mikukveld á Par-
nassinum á Hotel Hafnia,
har tey spæla kort, tosa
saman og fáa ein kaffi-
munn. Eisini verður skip-
að fyri upplestri og oðrum
undirhaldi. Hetta kveldið,
vit vóru har niðri, las Ein-
ar Joensen úr gomlum
rættarbókum og í kveld er
Marius Johannesen á
skránni. Tað plaga at vera
eini 70—80 fólk hverja
ferð. Tibetur, segði for-
maðurin, koma ikki allir
limirnir hverja ferð, tí so
hevði ikki verið pláss. Tað
er serliga kortspælið,
sjavs og vist, sum er væl
umtókt á þpensionista-
kvøldunum.
Vælvild frå
byrådnum
Summarmånadirnar, juni,
juli og
august, liggur
starvsemin still. Men tid-
liga í juni, ein góðveðurs-
dag, gjørdu 70 av lim-
unum eina sera væleydn-
aða útferð til Eysturoyn-
na. Limirnir = rindaðu
sjálvir helvtina av kostn-
aðinum og felagið hina
helvtina. Ætlanin er at
gera slíka útferð á hverj-
um ári. Nevndin hevur
eisini umhugsað at halda
eina jólaveitslu fyri lim-
unum.
Býráðið hevur víst fel-
agnum vælvild, segði
Thomas Pauli Christian-
sen. Býráðið følir eina å-
byrgd mótvegis pension-
istunum, teir hava jú í
nógv harrans ár goldið
skatt til kommununa. Tað
er býráðið, sum rindar
leiguna av Parnassinum
hvert mikukveld. Hetta
vil tó ikki siga, at felagið
bert er fyri Havnarfólk.
Tað tekur eisini móti fólki
aðrastaðni frá, eitt nú utt-
anbiggjar kommunu. Ein
maður í Kollafirði kemur
til Havnar næstan hverja
ferð, pensionistarnir hitt-
ast á Parnassinum.
Tey eldru gera
ov lítið
vart við seg
Tað verður viðhvort sagt,
at tey eldru eru ein
gloymdur bólkur í samfel-
agnum. Thomas Pauli
Christiansen helt, at tey
hava sjálvi skyldina í hes-
um, ti tey ikki láta hoyra
frá sær. Tey eldru blíva ov
lítillát, tey gera ov lítið
vart við seg. Hetta er
kanska púra nattúrligt,
Garðurin og húsið, Pensionistafslagið droymir um
på
.,
få
Nevndin. F.v. Mortan Carlsen, Thomas Pauli Christiansen, Jenny Rein og Gunnar
Mikkelsen. Ansa Djurhuus var ikki hetta kvøldid
men tad er neydugt at
minna å, at hesi folk eru
til. Endamålid vid Pensi-
onistafelagnum er at akti-
visera eldri fólk og geva
serliga
sjáldan ella
teimum, sum
ongantíð
|
Petra Hansen er væl negd
við felagið, og gleðir seg
til hvort mikukveld. Hon
hevur lært nógv fólk at
kenna hesi kveldini.
koma út, hevi til at koma
saman til felags hugna.
Tað er ikki ætlanin við
felagnum, at tað skal føra
samráðingar við myndug-
leikarnar um t.d. hægri
pensión. Hinvegin ætlar
nevndin at tosa við Jákup
Lindenskov, landsstýris-
mann, og Almannastov-
una um yfhisk mål pensi-
onistum vidvikjandi.
Mangla høli
Størsti trupulleikin hjá
felagnum er, at tað ikki
hevur sitt egna heoli
Nevndin heldur, at gamli
Føroya banki í Torsgøtu,
har sum Tekniski skúlin
nú er, hevði verið sera
hóskandi til pensionistar-
nar. Tá verður eisini hugs
að um tann stóra garðin
uttanum húsini. Tað er
miðhæddin í húsinum,
sum felagið hevur áhuga
fyri. Um henda fæst, kann
har vera opið allan dagin,
soleiðis at gamla fólkið
kann koma, tá tey hava
hug. Thomas Pauli Chris-
tiansen segði, at tey løgdu
hetta ynski felagsins fyri
gamla býráðið, og fór mál-
ið tá í figgjarnevndina.
Nú var klokkan farin av
tiggju og Mortan Carlsen
fór upp og greiddi lim-
unum frá skránni næsta
mikukveld. Og hann boð-
aði eisini frá einum nýggj-
um tiltaki, ella tilboði til
limirnar, nevniliga moti-
Andor Eirikstoft — Tað er
vakurt gjørt av býráðnum
at bjóða okkum hetta.
Men hetta er bert fyribils.
Okkara stóra ynski er at
fáa eitt stað, har vit
kunnu koma, tá vit vilja.
Men, sigur Andor, vit
hava ikki hetta her við at
krevja. Vit eru von at
»yda« og ikki krevja.
Hann heldur, tað er skila-
leyst, at pensionistarnir
verða skattaðir so hart.
Skattalóggávan holar út
sosialu lóggávuna.
Napoleon Nolsee — hevur
verið limur síðani í mai.
Hann heldur, tað er ein
stórur fyrimunur at hava
slíkt felag fyri tey gomlu.
Fólkapensiónin heldur
hann er ov lág, hon skuldi
verið 3000 kr. um mánaðin
og skattafri.
ónsfimleikur. Tey sum
vildu royna, vórðu biðin
um at tekna seg. Síðani
takkaði hann fyri hesa
ferð, og enn eitt hugnaligt
kveld í Pensionistafelag-
num var liðugt.
Sigrid Dalsgaard — hon
hevur verið limur frá byrj-
an og kemur hvert miku-
kveld, hon hevur høvi til
tess. Hon sigur, at fleiri
og fleiri koma til hesi
mikukveldini og tað vísur,
at brúk er fyri felagnum.
Eisini hon er misnegd við
skattingina av pensiónini,
teir geva við aðrari hond-
ini og taka við hinari
Kar' Mouritsen — hetta
var “yrstu ferð, hann var á
fundi hjá Pensionistafel-
agnum. Hann heldur, at
prinsippið í ti, at øll fáa
fólkapensión er rætt. Um
tey, sum hava eina stóra
innteku, ikki fingu pensi-
on, høvdu hini soleiðis
verið sett í bás