Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 1977síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 65 — 28. september 1977 Nyggja stevnuskråin hjå danska javnadarflokkinum: Eitt stig til vinstru Endamålid er felagsogn og størri tryggleik Munurin millum pallin og luttakararnar i høllini var stórur. Serliga viðvíkjandi kreppusemjum við borgaraligu flokkarnar. Spurningurin viðvíkjandi EF skilur eisini flokkin í tveir bólkar. Breið semja er um nýggja „prinsippprogrammið.< Nýggja stevnuskráin hjá javnaðarflokki- danska num, sum hevði landsfund vikuskiftið 16 18. sept g fyrstu dagarnar í sein astu viku, er eitt stig til vinstru í mun til Stevnu- kránna, ið flokkurin hev ur arbeitt við síðani 1961 Stevnuskráin, sum teir yvir 300 umboðsmenninir við valrætti samtyktu, er tann triðja hjá danska javnaðarflokkinum. Tann fyrsta, ið var frá 1913, varð avloyst av eini stev- nuskrá fyri 16 árum síð- ani, sum av politiskum eygleiðarum verður mett at vera meira teknokrat- iskt og generell enn tann nú samtykta, ið er meira igripulig. Flokkurin vend- ur nú aftur til kravið um felagsogn av framleiðslu- tólunum Fólkaræði og sosialt rættvísi Stevnuskráin slær bart út fast, at rørslunnar fyri fólkaræði strið arbeiðara- og sosialum rættvisi er ikki at enda komið, fyrr enn ognarrætturin til framleiðslutólini er felags Tad verður sligið fast, at tørvur brúkaranna skal javnast út í úrkomu og í ogn Hesi endamál seta stór krøv til dygdina av skat- ta-, sosial- og arbeiðs marknaðarpolitikkinum. Fortreytin fyri hesum er eisini ein solidariskur len- arpolitikkur og »økonom- iskt demokrati«. Í hesum brotinum verð- ur eisini sagt, at láni- stovnar og tryggingarfel og skulu gerast um til sjálveigandi stovnar, har nevndarlimir umbodandi tað almenna skulu hava meirilutan Somuleidis verður gjert greitt, at flokkurin ynskir, at jørdin stigvist verður samfelags- ogn. ra * * T; . i * CR ATI Frá landsstevnuni í Falkonersentrinum. Floksskrivarin Ejnar Haugaard Christiansen á rødarapallinum. Sitandi formaðurin, Anker Jorgensen og næstformaðurin, Kjeld Olesen. Teir blivu allir afturvaldir Allir møguleikar fyri spekulation í jarðar- og í- búðarviðurskiftum skulu burturbeinast og oll privat ibudarleiguhus skulu yvir takast av leigaranum, verður sagt í skránni. Stórt arbeiði í tvey ár Stevnuskráin, sum nú er samtykt, hevur verið und ir stødugum arbeiði og kjaki seinastu tvey árini. Hetta arbeiðið hava tús- undtals av limum gjert í bólkum kring alt landið Tað var landsstevnan í 1973 — flokkurin heldur eina landsstevnu fjórða hvert ár og landsfund hvert ár sum samtykti, at nýggj stevna skuldi gerast. Ein nevnd varð sett at gera eitt uppskot, sum var liðugt í 1975 Hetta uppskotið varð sen út til øll feløgini og kundi eisini keypast í handlur í. Øll broytingaruppskot ini og onnur ynski, sim komu frá bólkunum og fel øgunum, samskipaði ein nevnd, og aðalstjórnin hevur eisini havt tey til viðgerðar. Síðani eru tey aftursend felogunum, sum hava havt tey til endur viðgerðar. Um 400 broyt- ingaruppskot komu fyri á landsstevnuni, áðrenn stevnuskráin varð enda- liga samtykt Kvinnurnar vunnu stórsigur Eitt av uppskotunum, sum nógv kjak stóðst av var eitt serligt brot um javnsetan av kvinnum. Kvinnurnar roknaðu ikki við, at tað kom i- gjøgnum Aðalstjórnin tók ikki undir við tí av fyrstan tíð. Næstformað urin í flokkinum, Kjeld Olesen, segði, at tað var ikki ti, at teir undirmettu kvinnurnar, men av tí at tað var óneyðugt, og at líkarætturin millum kvin- nu og mann kom fram að rastaðir í skránni. Kvinnurnar hildu við sitt, og at enda tók ein meiriluti í høllini undir við ti serligu kvinnugreinini, sum sigur, at samfelagið í storri mun enn nú skal ivirkast av kvinnum. Tá kvinnurnar fáa stórri ávirkan á samfel- agsviðurskiftini fáa menninir ávirkan eima við hús, á tann dag- l'ga dagin og harvið fleiri fjJags gleðir. Tað vil gagna børnunum, at mannfólkini sleppa undan ti gamla mans-, karrieru- størri forsyrgjaraleiklutinum, ti tað uppvaksandi ættarlið- ið hevur terv fyri mann- ligari og kvinnuligari á- virkan, halda kvinnurnar við Evu Bendix á odda Varni viðvíkjandi EF Spurningurin viðvíkjandi EF varð umreddur. Bæði undir ti organisatoriska og ti politiska kjakinum. Tað var serliga veto rætturin í EF, sum varð umrøddur, eftir at floks- formaðurin, Anker Jer gensen, í politisku frá- greiðing síni segði, at nak að rættuligt europeiskt samarbeiði fekst ikki, um ikki tey einstoku londini vildu geva nak:ð av sin- um »suverenitet « Hetta fekk nó,rvar EF mótsteðumenn at taka orðið. Teir ávaraðu ímóti hesum, men formaðurin vissaði teir um, at Dan- mark fór ikki at lata veto- rættin frá sær. Við átta atkveðum í meiriluta samtykti lands- stevnan, at vetorætturin í EF bert kann avtakast eftir eini fólkaatkvoðu. Annars samtykti fund- urin eitt uppskot um, at limaskapurin í EF javnan skal metast, um hann er til frama fyri ta demo- kratisku sosialismuna, nationalt og internation- alt Viðvíkjandi EF-tingið, sum beinleiðis vali til fyrstu ferð skal fara fram í 1978, hevur aðalstjórnin í flokkinum avgjert, at ein serligur landsfundur skal gera ta endaligu uppstill- ingina eftir uppskotum frá amtsfelogunum. Í danska javnadarflokk- inum er ein meiriluti ímóti EF, vísir ein kanning, sum ein opiniónskanning- arstovnur hevur gjørt. I fólkatingsbólkinum er kortini ein stórur partur fyri EF-limaskapi. Hevði einki móti at dansa við teimum borgarligu Undir kjakinum eftir ta politisku frágreiðingina hjá Anker Jørgensen, for- sætisráðharra, fekk stjórnin nógvar atfinning- ar. Nógvir av teimum, sum hevdu orðið, funnust at teimum semjunum, ið tann sosialdemokratiska stjórnin hevur gjørt sam- an við teimum borgarligu flokkunum. Tað varð ávarað móti ov nógvum dansi við teim Fyrrverandi ráðharrin, Karl Hjortnæs, borgarligu. sum er millum fremstu EF-mótsteðumenninar, segði, at flokkurin átti at varðveita sín identitet og sjálvsvirðing. Men Anker Jorgensen svaraði, at eru úrslitini rimulig, hevði hann einki ímóti einum dansi afturat. Tóku ikki støðu til líkapensión Landsstevnan tók á hes- um sinni ikki nakra av- gerð um líkapensión. Hes in spurningurin hevur ver- ið rættiliga nógv frammi seinastu tíðina. Orsokin var hon, at flokkurin og LO hevur eina nevnd, sum arbeiðir við málinum, og hildið eingin avgerð skuldi takast, nevndin var liðug við ar beiði sítt Spurningurin er, um oll skulu fáa somu pensión í krónum, hverji innteku- viðurskiftini so hava verið áður, ella um pensiónin skal ásetast eftir inntøk- uni. Spurningurin er ein liður í einum størri pensi- varð, at fyrrenn onsreformi. 1200 luttakarar Landsstevnan, sum er tann 32. hjå danska javn aðarflokkinum, vardi í fýra dagar og hevði heilar 1200 luttakarar. Millum 3—400 umboðsmenn frá felogunum. Harafturat komu limir úr fólkatingi- num, úr ymiskum nevnd- um, umboðsmenn fyri borgmeist- Ahoyrararnir yrkisfelogini, arar o.s.fr uttan atkvødurætt vóru um 500 í tali. Ur útlandinum vóru uml. 100 gestir. Ikki bara úr Norðurlondunum, men Framhald á síðu 9 TET i hk i í É LN ere VV