mikudagur 28. september 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EN
Nr. 65 — 28. september 1977
sosialurin
Síða 5
55.000 ferðast millum
Føroyar og útheimin
Í summar
— talið av ferðafólkum á flog- og skiparutunum
var upp í 20% sterri í summar enn í 1976
Ferðamannaskipini, Eng-
land og Smyril, eru nú
bæði givin við siglingini
millum Feroyar og út-
londini hetta summarið.
England kom fyrsta túrin
úr Esbjerg 31. mai og
Smyril fór fyrsta túrin úr
Føroyum 1. juni. Talið av
ferðafólkum og bilum er
vaksið hjá báðum skipum.
Smyril flutti í summar
16,6% fleiri ferðafólk, og
25,3% fleiri bilar enn í
fjør, og England 2,4%
fleiri fólk og 10,8% fleiri
bilar. Farmaflutningurin
hjá England vaks við
23%. Skipið hevði 130 —
150 tons av farmi við
hvenn túrin úr Esbjerg í
summar, meginparturin
var mjólkarverur, eplir og
nýggir bilar. Telini fyri
farmaflutningin hjá
Smyrli eru ikki klár enn,
men hann var eisini størri
i år.
34.500 yvir havid
Smyril flutti tilsamans
20.419 ferðafólk og 4263
bilar í uttanlandssigling-
ini í summar. (17.039 fólk
og 3187 bilar í 1976). Ser-
liga á Scrabsterrutuni var
veksturin stórur, 6.092
fólk og 1160 bilar móti
3.923 og 711 í fjør. Á Ber-
gensrutuni ferðaðust 8190
vid 1528 bilum i år og
8.045 og 1273 i fjør. Og
millum Seyðisfjorð og
Havn flutti Smyril
6.127 ferðafólk og 1575
bilar í summar. Hetta var
nakað meira enn i fjør, tå
telini vóru 5.071 og 1.203.
Á Strandferðsluni halda
teir, at tað er tað stóra
upplýsingararbeiðið (PR-
Pt —
Flutti knappliga 6000 ferðafólk í juli
(PR-arbeiðið) bæði her
heima og uttanlands, sum
er orsøkin til vøksturin í
ferðafólkatalinum.
England flutti 14.104
ferðafólk og 1476 bilar
millum Esbjerg og Havn í
summar og 13.778 fólk og
1.332 bilar i fjør. England
kemur aftur i Føroyasigl-
ingina næsta summar.
Ferðaætlanin er longu
logd, og verður fyrsti túr-
urin úr Esbjerg 5. juni og
tann seinasti 20. septem-
ber.
Flogferðslan
eisini okt
Tað eru ikki einans skipa-
feløgini, sum hava havt
betri undirtøku i summar.
Eisini flogfeløgini hava
flutt fleiri ferðafólk mill-
um Feroyar og útheimin.
Yvirlitið vísir talið av
ferðafólkum á teimum
ymisku rutunum í summ-
ar (september er ikki
taldur saman enn):
England kemur aftur 6. juni 1978
$598338%833 1sy8nskkerjereet Så
Føroyar — Danmark
Danmark — Føroyar
Føroyar— Island
Ísland — Føroyar
Føroyar — Noreg
Noreg — Føroyar
til onnur lond
frå øårum londum
Samanborið vid 1976 er
vøksturin i midal 8,9% i
juni, 16,9% i juli og
20,5% i august. Frå 1.
august
2475
juni juli
1729 2842
2134 2899 1977
235 290 396
295 374 320
69 60 111
66 107 56
9 20 12
24 11 23
4561 6603 5370
jan. til 1. sept. í ár ferðað-
ust 30.532 folk við flogfari
til og ur Føroyum, ella
17,8% meira enn i fjør
HAANSSON
SKRÆDDARI
kring oyggjarnar
Råvørutrot
hjå Bakkafrost
Tað eru nú einir 14
dagar síðani, bátarnir
góvust við at royna
eftir sild á Skålafjørd-
inum. Bakkafrost hev-
ur í summar og heyst
fingið 30 tons a
fjarðasild. Sildin er
stór, men rak, verður
sagt á virkinum. Hon
verður kryddað og logd
í glos seinni. Annars er
trot á ráveru farið at
gera vart við seg nú.
Bakkafrost hevur nog
mikið til hetta árið,
men sildin, sum skal
leggjast í gløs næsta
ár, skal arbeiðast og
kryddast nú.
Í vikuni fara 20.000
glos av Bakkasild til
Danmarkar og í næsta
mánaða fara 40.000
glos afturat. Keyparin
er FDB, danska keyp
samtekan. Annars
verður upplýst, at før-
oyski marknaðurin er
góður.
Bóltaði
100 metrar
oman í fjøruna
Um niggju-tidina sun-
nukvøldid fór ein per-
sónbilur úr Miðvági út
av vegnum í buginum
millum Leynar og
Stykkið. Bilurin rullaði
uml. 100 metrar, áðr-
enn hann datt oman á
fjøruhelluna. Tað var
um reppið, at hann ikki
fór á sjógv. Bilurin
kom úr Eysturoynni,
so hann er farin tvertur
um vegin, áðrenn hann
er farin útav. Triggir
mans vóru í bilinum,
og varð ein teirra lagd-
ur inn á Landssjúkra-
húsið, og hinir fóru á
skaðastovuna. Politiið
heldur, at forarin var
ávirkaður av rúsdrek-
ka.
Ein maður fekk
skaða í hovdið, tá hann
sunnukveldið varð
árendur av einum bili í
Dr. Jakobsensgetu.
Maðurin var á veg yvir
getuna við Skálabúð-
ina, tá óhappið hendi.
Tað vánaliga sýnið
sunnukvøldid gjerdi,
at bilforarin ikki sá
mannin.
Landingar
í Vestmanna
trolbátar av-
Vestmanna
Sóley
Triggir
reiddu í
mánadagin
hevði 43.000 pund,
Heygadrangur 41.000
og Sólvá 15.000 pund.
Í gjár landadu Norð-
finnur og Vestfinnur
Polarborgirnar
undir Íslandi
Polarborg II kemur
undan Íslandi í morg-
in. Sunnudagin frætt-
ist frá teimum, at teir
hevdu 1300 kassar
inni. Polarborg I er
eisini undir Íslandi.
Hana vænta teir eina-
ferð í næstu viku
Hetta er fyrsti tururin
hjá teimum, síðani tos-
kabannið varð ásett 10.
sept., og hava teir ti
roynt eftir upsa og
hýsu.
Annars frættist úr
Vági, at útróðurin var
góður í síðstu viku,
men hesa viku hava
bátarnir ligið inni or-
sakað av veðri og hørd-
um streymi.
Sigla heim
Kjølbrotrolararnir,
sum hava verið eystan-
fyri, eru nu farnir at
sigla heim. Sundaberg
og Skålaberg hava góð
700 tons av saltfiski
hver og Sjúrðarberg
hevur 500 tons.
240 fleiri
FK limir
Føroya Keypsamtøka
hevur nú 6390 limir,
ella 240 fleiri enn í fjør.
Í Havn eru limirnir
3600, í Klaksvík 1090, í
Fuglafirði 800, í Våg-
unum 400 og í Suður-
oynni hevur FK 500
limir. Í Vágunum og
Suðuroynni er enn ong-
in handil, men grund-
stykki eru tek í Mið-
vågi og á Tvøroyri.