mikudagur 28. september 1977síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Nr. 65 — 28. september 1977
lesarabrøv
grundstykki her uppi i
Hoyvik. Tad verdur tosad
um akademikarar o.a.
Hesum er tó einki legið í.
Einasta arbeiðspláss, sum
tá var í Hoyvík, var stu-
dentaskúlin, har 40 aka-
demikarar starvast. Eisini
aðrastaðni kenst tað fyri-
brigdi, at fólk fegin vilja
búgva nær við sítt ar-
beiðspláss. Tann áhuga-
verdi spurningurin er tí
heldur: Er tað nakar um-
sekjari, sum er lopin um?
Svarið = uppá hendan
spurningin er nei. Tey,
sum ikki kláraðu at betala
helvtina av grundstykki-
num innan ein ávísan
freist í útstykking Í fingu
tilboð um stykki á II, og
tey sum ikki kláraðu tað
har, fingu sama tilboð tá
útstykkjað var á Ternu-
ryggi, og tey, sum tá vóru
eftir fingu at vita at tey
stóðu ovarliga á bredda-
num millum tey 82 á út-
stykking IV eystan fyri
Ternurygg.
Tað er sostatt lítil fynd í
teimum konkretu álopum,
sum greinskrivarin ger á
Karstin Rasmussen. Mei-
ra áhugavert er tað tó, at
eitt slíkt álop skal koma
júst á hendan mannin,
sum í sterri mun enn nak-
ar annar hevur lagt rygg
til at útvega fólkum
grundstykki. Vit skulu
minnast til, at alt hetta
stríð hevði hann kunnað
sloppið undan, bert hann
gjørdi, sum aðrir embæt-
ismenn hjá ti almenna,
sum í hvussu so er ikki
gera meir enn teir verða
bidnir um at gera. Men
hesin skrivstovustjórin
ger meir enn nakar við
rimuligheit kann krevja
av honum. Hann rekir
ikki bert starv sítt til lítar,
men í einum føri sum hes-
um hevur hann útvegað
143 húskjum grundeki,
t.e. loyst eina uppgåvu,
sum kommunan skuldi
loyst. Í Tórshavnar kom-
munu hevur hann ikki
bert loyst spurningin um
Ternurygg, men hevur
eisini lagt rygg til fyri at
útvega kommununi ein
stóran part av tí eki, sum
útstykkingin á Konmans-
mýru fer fram á.
Hví verður lagt eftir
hesum manni?
Tað er ti, at hann í orði
og verki hevur sýnt, at
einasti mátin til at halda
grundstykkjaprísin niðri
og minka um jarðaspeku-
latión er við at vaksa um
útboðið av grundstykkj-
um.
Aðrenn útstykking Í í
Hoyvík varð framd, vórðu
stykki í Havn seld fyri
90.000 kr. fyri 500 m*, ella“
180 kr. fyri m*. Í Hoyvík
kostaðu tey 42 kr. Á út-
stykking II og á Ternu-
ryggi vóru tey dýrari, men
tó so bilig, at tað als ikki
bar til hjá eigarunum á
Miillerstrød á Argjum at
selja við tí vinningi, teir
ætlaðu at fáa. Men í de-
sember 1974 fingu vit í
Tórshavnar uttanbiggjar
kommunu eitt bygdaráð
sum rennir sneisaørindi
fyri grundspekulantar, og
tað skundaði sær sjálv-
andi at steðga Karstin
Rasmussen, so hann ikki
slapp at stykkja meir út.
Hetta hava eigararnir á
Miillerstrød sjálvandi not-
id gott av. Tey seinastu
stykkini har fóru fyri
130.000 kr., og herfyri
hoyrdi eg, at eitt stykki í
Havn uppi undir Varða
var selt fyri 250.000 kr.
Kvadratmetrarnir = vóru
bert 500, so tað vóru 500
kr. fyri hvenn meturin.
Her er ti talan um nógvan
pening, og eru grundspe-
kulantarnir máttmiklir
faktorar í okkara samfel-
ag. Teir hava fegnast, tá
Sosialurin hevur havt
hetta álopið á Karstin
Rasmussen. Teir hava
minst til, hvat ið Øre-
gaard segði á. sinni um
medaljuna, og teir hava
konstaterað, at tað er púra
rætt, at javnadarflokkurin
hevur broytt kås, sidan
Øregaard varð frákoyrdur
sum formaður. Men teir
duga at síggja, at hendan
kós er til høgru fyri ta hjá
Øregaard. Ella tað er
EKS SS
|
| Frá
| Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Felagsfundur verður tyskvøldid 4.
oktober kl. 20 á Hotel Føroyum.
Lontakarabólkurin leggur fyri.
Mótið fjølment.
NEVNDIN
kanska talan um eitt mis-
tak? Medaljan kemur
kanska seinni?
Sum hoyvikingur vil eg
siga, at hon hevur verið so
settliga uppiborin. Ein og
hver ber sum honum
roynist, og fyri okkara
bygd hevur hesin maður
roynst væl.
Zakarias Wang
000
Ljótur lestur
Tað vóru vónandi fleiri
enn eg, sum ógvaðust við,
tá tey hoyrdu barnaút-
varpið í seinastu viku.
Har søgdu 11—12 ára
gomul børn bart ut, at
føroyskar barnabøkur
onki nytta. Tó var serliga
ein, sum slapp undan hes-
um harða dómi, nevniliga
Nám Salomons kongs
(hon er kortini umsett og
tí ikki foroysk. Men tað
hevur minni týdning í hes-
um førinum).
Henda, eftir barnanna
tykki so frálíka bók, Nám
Salomons kongs, hevur nú
í fleiri mánaðir gingið sum
framhaldssoga í barnaút-
varpinum. Sjálvur havi eg
sum oftast lurtað, og tað
má eg siga, at fúlari og
andstyggiligari »barna«-
bók havi eg ongantíð fyrr
hoyrt ella lisið. Frásognin
snýr seg yvirhøvur um
dráp, fyrst vóru tað djør,
sum fullu fyri kúlunum
hjá søguhetjunum, nú eru
tað fólk. Har eru svartir
tænarar, sum ofra lívið
fyri hvítu harrar sínar, og
ferð eftir ferð verður dent-
ur lagdur á at vísa, hvus-
su nógv betri enn tann
limaburé.
litti, hvíti maðurin er.
Tann, ið hevur skrivað
hesa bók, man hava havt
ein heldur avskeplaðan
hugsanarhátt, og tað er
ikki minni legið, at nakar
kann hava følt trongd til
at umseta slikt kroyst til
føroyskt.
Eg dugi heldur ikki at
siggja, hvørji motiv Ut-
varpið hevur fyri »at
bjóða lurtarum okkara«
hesa sogu. Hesa søgu,
sum er á tremur við rasist-
iskari og imperialistiskari
propagandu, blóði og 6-
hugnaligum serimonium.
Fr hetta gjørt i hugsanar-
loysi ella hvat? Ti tad
kann neyvan vera ætlanin
hjå Utvarpinum at vekja
áhuga fyri harðskapi hjá
børnunum.
Tad fer ikki at bera til at
krevja, at hesin ljóti lestur
í barnaútvarpinum verður
steðgaður, tí sjálvandi
mugu bernini sleppa at
hoyra hesa, eftir teirra
meting bestu føroysku
barnabókina, alla. Men,
vælsignaðir, koyrið hand-
ritið í eldin aftaná.
Hegni Djurhuus
Religiónsforfylging
ein álvarslig hóttan
Tað er nógv fyri, at ein
ikki skal kunna nýta tey
mongu frælsi, sum vit
menniskju hava fingið í
einum fríum demokratisk-
um landi sum Feroyar,
fyri meg persónliga skal
eg siga, at eg eri blivin
fullkomiliga oyðilagdur av
allari ti religiórnsforfylg-
ing, sum eg havi verið
plágaður av, síðan ein var
smádrongur og eg kenni
meg verða skaðiliga á-
virkaðan av allari hesari
religiónsagitatión, sum
allir trúðarbólkar gera fyri
at fáa ávirkan á allar
veikar sálir í samfelag-
num. Sum skattaborgari
hevur ein jú krav uppá at
kunna krevja av teimum
avvardandi politi- og
kommunalmyndugleik-
um, at øll útimetini verða
steðgað, ti tå ið ein býr
nakað miðskeiðis í by-
num, so verður ein jú
nógv ampaður av at hesi
útimetini hoyrast langt út
um miðbýin. Trúðarbólk-
arnir nýtast ikki at nýta
so nógva styrki á teimum
instrumentum, sum nýtt
verða til tey mongu úti-
metini, og tað eigur harð-
liga at verða átalað av
teimum kommunalu
myndugleikunum at fjøld-
in, sum lydir å, skapar
trupulleikar fyri ferðsluna
MEINHARDT JOENSEN
SKÓBÚÐ - SKÓSMIÐJA
KLAKSVÍK - TELEFON 55273
%JORD
SSKOR
Handil við spesialfétbuna — selir KALSØ-systemid. Við KALSØ kunnu
tygum ganga og ganga í tímar uttan at mødast. Gevur vakran hóvligan
við at tey fylkjast uttan
fyri H. N. Jacobsens bók-
handil uttan fyri teir
kommunalu blómugarð-
arnar har, sum kommunu-
menninir hava gjert veg-
merkingar til akfør.
Tað var ein nógv betri
loysn, at útimetini vórðu
steðgað og at tey mongu
metini í staðin fóru fram í
teimum mongu benarhús-
um og teimum kirkjum,
sum vit jú hava í Havn.
Tað skuldi tí ikki verið
neyðugt hjá okkum ødr-
vísi hugsandi menniskj-
um, at vit skulu verða
religiónsforfylgd. Kunna
trúarbólkarnir ikki halda
uppat at treingja inná
livið á vanliga hugsandi
fólki, sum ynskja at vera
alla religiónsforfylging fy-
riuttan, so verður ein jú
noyddur at leggja sak í-
móti trúarbólkunum og
krevja endurgjald fyri lik-
am og sálarligan skaða,
sum ein hevur fingið, taka
teir kommunalu myndug-
leikarnir ikki at steðga
útimetunum, so verður
kommunalu myndugleik-
arnir at verða saksektir
fyri at hava framt lógar-
brot á galdandi politivið-
tekur fyri Tórshavn.
Hans Birgir Hansen
A———