leygardagur 1. oktober 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
giro 628 2725
i i tlf. 14720 11820
sostalurin box 76. 3800 Torshavn
Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmaður
Uppseting
Høgni Djurhuus
Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Skattalogin
TAD ER øllum kunnugt, at eitt av
teimum målum, sum sitandi lands-
styri hevur sett sær fyri at fremja, er
broyting i skattaskipanini.
TIL TESS at endurskoða galdandi
skattalóg og at koma við uppskoti
til eina broytta ella nyggja skatta-
skipan, hevur landsstýrið sett eina
nevnd at sakkønum.
TEY FLESTU eru samd um, at hóast
galdandi skattalóg fleiri ferðir er
broytt í tey 14 árini, hon hevur verið
í gildi, so er hon framvegis órættvís.
FYRI TAÐ fyrsta má ein skattalóg
hava til endamáls at fáa allar inn-
tøkur til skattingar. Hetta er ikki til-
fellið við okkara verandi skattalóg.
Hon syrgir væl og virðiliga fyri, at
allar arbeidsinntøkur verða skattað-
ar, meðan aðrar inntøkur, har onki
arbeiði liggur aftanfyri, sleppa und-
an.
SUM DØMI kann nevnast, at um ein
jarðarteigur verður seldur við stór-
um vinningi, so er hesin vinningur
skattafríur. Tað sama ger seg gald-
andi, tá talan er um sølu av einum
sethúsi ella av øðrum bygningi, og
somuleiðis, tá talan er um sølu av
einum skipi, bili 0.s.fr.
TOSAÐ verður um, at broytingarnar
i skattalógini skulu umfata avtøku
av samskattingini og eina brutto-
skattaskipan, har allir frádráttir
verða avtiknir ella rættari avloystir
av einum føstum frádrátti fyri
hvgnn persón. Hesum kunnu vit
sjálvandi taka undir við.
MEN TÁ tosað verður um at broyta
skattaskipanina, kunnu vit valla
koma uttan um, at hin størsta og
mest týðandi broytingin má verða
tann, at konjunkturskaptur vinning-
ur, tað eru inntøkur, har onki
arbeiði liggur aftanfyri, eisini kemur
til skattingar.
ANNARS ER at vóna, at vit, áðrenn
landsstýrið leggur uppskotið til
broytingar i skattalógini fyri løg-
tingið, kunnu fáa eitt alment orða-
skifti um tær broytingar, sum talan
er um at gera.
TAÐ ER nú eina ferð so, at skatta-
lóggávan viðkemur øllum, og tí eiga
øll at fáa møguleika fyri at siga sína
hugsan, áðrenn løgtingid fer undir
at viðgera eitt skattalógaruppskot.
L.
A ————
sosialurin
Bæði í oddagrein og í inn-
sendum greinum hevur
Dimmalætting gjert nógv
burtur úr tí, at ein foroysk
sendinevnd við løgmanni
á odda hevur verið í Rus-
landi og tosað við russisk-
ar myndugleikar um sína-
millum veiðurættindi.
Dimmalætting metir
hetta at vera ræðuligt.
Illgitt verður, at teir ráð-
andi i Føroyum vilja flyta
Føroyar nærri at ti komm-
unistiska heiminum, og
nú til seinast varð hetta
eisini nýtt í sambandi við,
at ein rumenskur præd-
ikumaður vitjaði í Føroy-
um.
Vit kunnu
umbera greinskrivarnar í
Dimmalætting við tí, at
teir eru ungir á aldri og ti
ikki minnast, hvat hent er
áður, men blaðstjóran á
Dimmalætting, sum fyri
stuttum varð nevndur í
meguliga
einum lesarabrævi í Dim-
malætting sum ven
aldrende redakter<, kun
nu vit ikki bera yvir við.
Hann má vita og minn-
ast, at tað var í fimtiár-
unum, meðan sambands-
flokkurin hevði ta polit-
isku leiðsluna i Føroyum,
at føroyingar å fyrsta
sinni tóku upp samvinnu
við eitt kommunistiskt
land.
Tá var ein feroyskur
landsstýrismaður í Rus-
landi og samráddist um
sølu av sild til Ruslands.
Tad var eisini tå, at russar
fingu loyvi til at nyta
åvisar føroyskar havnir,
eitt nú Fuglafjorð og
Tórshavn.
Síðani tá hava russar
gjort nýtslu av hesum før-
oysku havnum. Síðani tá
hava foroyskir fiskaútflyt-
arar á hverjum ári selt sild
og onnur fiskasløg til Rus-
Tað var undir sambandsfloksins leiðslu
at vit tóku samvinnu upp við russar
lands og onnur kommun-
istisk lond.
Á hverjum ári innflytir
Feroya Fiskasela stórar
nøgdir av agnmakreli úr
kommunistiskum londum.
Og júst nú hevur felagið
Marknadarrøkt latið nigg-
ju linubåtar bygt i einum
kommunistiskum landi.
Og tad eru valla meira
enn fyra år sidani, at ein
landsstýrismaður úr sam-
bandsflokkinum var á
samráðingarferð í Rus
landi.
Men vit hava ongantíð
lisið nakra viðmerking í
Dimmalætting til alla
hesa samvinnu við kom-
munistiska heimin.
Hverki blaðstjórin á
Dimmalætting ella nakar
greinskrivari í Dimma-
lætting hevur nevnt eitt
einasta orð um hetta.
Men nú, ið løgmadur,
sum er javnaðarmaður,
við-
merkingar
hevur verið á eini samráð-
ingarferð, nú verða bæði
himmal og hav sett í rer-
ing. Nú verður skrivað um
samvinnu við hin ræðu-
liga kommunistiska heim-
in. Nú verður skrivað um
at flyta Føroyar nærri at
tí kommunistiska heim-
inum.
Men veruleikin er, at
hendan samvinna kom í
lag undir leiðslu sam-
bandsfloksins, og at hon
bæði er hildin og útbygd
meðan sambandsflokkurin
hevur verið við í lands-
stýrinum.
dagbókin
Gudstænastur
sunnudagin
Niels Pauli Danielsen
prædikar í Oyndarfirði kl.
11 og í Sjóvar kirkju kl. 19
(offurgudstænasta), Tor-
kil Beder hevur konfirma-
tion í Elduvik kl. 1l,
Johs. Follend á Glyvrum
kl. 11, Petur Martin Ras-
mussen å Eidi kl. 11 og
Henning Begesvang í
Klaksvík, Hans J. Joen-
sen prædikar í Havnar
kirkju, H. E. Nissen í
Vesturkirkjuni, E. Vil-
helm og D. Johannesen í
Miðvági (altargongd), D.
Johannesen í Be kl. 18
(altargongd), J. Magnus-
sen í Haraldssundi, S. J.
Joensen á Kirkju (altar-
gongd), J. Weihe á Tvør-
oyri, Martin R. Jacobsen í
Víkarbyrgi og Elsa Fund-
ing í Sumba.
Umframt festu sendingarnar:
07.15: Veðurtíðindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Veðurtíðindi og tíðindi
07.35: Tónleikur
08.00: Veðurtíðindi og tíðindi
08.05: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
09.00: Veðurtíðindi og tíðindi
09.05: Morgunlestur
12.00: Middagskonsert
12.20: Veðurtíðindi og tíðindi
12.32: Dogurðatónleikur
12.50: Veðurtíðindi
12.51: Tónleikur
18.30: Veðurtíðindi og tíðindi
Leygardagin 1.
13.00: Endursendingar:
19.00: V 4 dráttur
19.05: Tann reyði firvald-
urin. Utvarpsleikur
eftir Terje Stigen.
Johnsigurd Johan-
nesen umsetti,
Olivur Næs leggur
til rættis
0.00: Fimtan tær bestu
20.45: Smådrongurin og
ferføtti ómalin. Sø
ga eftir Jens Paula
Heinesen. Sverri
Egholm lesur
Sunnudagin 2.
14.00: Vedurtidindi og tid-
indi
14.10: Kvøduljåmar og i-
tróttur
16.30: Hin nýggi Bor Ber-
son. 6. partur (e.)
17.00: Gudstænasta
18.30: Vedurtidindi og tid-
indi
18.40: Itrottur
18.50: Tidindi å grøn-
lendskum
Klassisk grammo-
fonkonsert: P.
Tchaikovsky: Trio
i a-moll, op. 50.
Temianka trioin
spælir
19.40: Vedurtidindi
19.00:
Månadagin 3.
08.05: Enskt 3. 2. sending
19.00: Hin nyggi Bør Bør
son, 7. partur av
framhaldssøguni
eftir Johann Falk-
berget. Marius Jo-
hannesen umsetir
og lesur
Enskt 3
20.10 2. sending
Tysdagin 4.
08.05: Enskt 4. 2. sending
12.51: Skipalistarnir
19.00: Burturi og heima
19.30: Klassiskt itriv
20.10: Enskt 4 sending
Konfirmantar
Hesi verða konfirmerad í
Eiðis kirkju sunnudagin
2. oktober 1977 kl. 11:
Charles Niels Petur Jo-
hannesen, Funningi, Kar-
in Eidesgaard Joensen,
Eiði, Alic Torgunn Mørk-
øre, Eiði, Aki Halldór Ell-
ingsgaard, Eidi, Rogvi P.
Reinert, Eiði, Heðin Aki
L. Mortensen, Eiði, Petur
Sofus Eidesgaard, Eiði,
Tom Joensen, Eiði, Olaf
Ellingsgaard, Eiði, Tór-
olvur Kollur Dam Eiði,
Maria Højsted, Norðská-
la, Snorri Einarson Vang,
Norðskála, Karin Johanna
Debes, Oyri, Liv Hans-
dóttir Debes, Oyri, Dorit
Joensen, Oyri, Andras
Samson Gregersen, Syd-
rugøtu, Agata Justinus-
sen, Streymnesi, Hans
Jåkup Ferjå, Hvalvik.
Klaksvik:
Hesi verda konfirmerad
i Klaksviks kirkju sunnu-
dagin 2. oktober:
Brynhild Irena Eystur-
dal, Eyðfrið Hansen, Jon-
na Elisabeth Joensen, O-
luva Sunnrið Joensen,
Hanna Samson Joensen,
Sigga Johannesen, Hede-
vig Povline Johanne Ma-
tras, Sigvor Matras, Gud-
ny Petrina Olsen, Jákup
Martin Sofus Gullaksen,
Regin Hansen, Tórfinnur
Hansen, Jóhan Danbjorg
Heinesen, Esmar Johan-
nesen, Albert Langgaard,
Eyðun Sigmund Mikkel-
sen, Andrias Poulsen,
Bjarni Poulsen.
Hesi verða konfirmerað
í Elduvíkar kirkju sunnu-
dagin 2. oktober kl. 11:
Dahl
Jacobsen, Jóhannes Elía
sen, Olavur Ellingsgaard,
Hallur
Petersen, Leif
Símun Andreas
Havstreymson
Malena Mikkelsen, Rúna
Ellendersen og Karin Sim-
onsen, øll úr Fuglafirði,
Pól Adrian Poulsen og
Poul Jóhannes Reyná, úr
Elduvík.
Missiónshúsið
við Landavegin
Week-end fundirnir halda
fram í dag og í morgin.
Hovuðstalari er H. E.
Nissen háskúlastjóri.
KFUM, Tórshavn
Mánadagin kl. 17 dreing-
jafundur. Mikudagin kl.
20 ungmannadeild fyri
dreingir (12—15 ár).
KFUM og -K,
Klaksvík
Eingin sunnudagsskúli í
morgin, men meti kl. 18
v/Esther Berthelsen frá
Santalmissiónini og ung-
dómsmeti við sama kl. 21.
Sagt verður frá Santal-
missiónini og ljósmyndir
sýndar (savnað verður inn
til missiónina). Esther
Berthelsen endar.
Brúdleyp
Leygardagin giftast í Ár
hus dómkirkju, Susanne
Bertelsen úr Hjortshøj, og
Johnny Winther Holbech
úr Rønne, ættaður av
Sandi. Adr: Norsminde
gl. kro, 8340 Malling.
Javni
Í seinasta blaði var grein
um landsfundin hjá Jav-
na. Búmerki felagsins var
komið við í hesum sam
bandi, og kann tað tí tykj
greinin kom frá
sjálvum felagnum. Hetta
er ikki so. Greinin var
skrivað av teimum navn-
ast, al
Joensen, — givnu undirritaðu
————————