mikudagur 5. oktober 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
un db lr (DER tr ln. lus li lr Mt. Á
Síða 2
11820 giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Bladmadur: Høgni Djurhuus
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Arbeidsplåssid
TU HEVUR rætt til at hugsa, skriva
og tala. Undir åbyrgd er tær loyvt at
seta tina hugsan fram i almennum
blad. Tær er somuleidis loyvt at
standa å einum almennum fundi og
bera tina hugsan fram. Men er hetta
sama galdandi, tå tå kemur å ar-
beiðsplássið?
ALS IKKI. Har er tað arbeiðsgevarin
ella virkiseigarin og tann leiðslan,
sum hann hevur sett, ið eru einaráð-
andi og hava alt at siga. Og fara vit
eini 50 til 100 ár aftur í tíðina, so var
tað óhugsandi, at nakar annar enn
arbeiðsgevarin ella bóndin, skuldi
avgera, hvat hann vildi rinda tí ein-
staka í løn. Arbeiðsplássið ella garð-
urin vóru ogn teirra. Og hvat goldið
varð í løn varð teirra privata søk.
Í DAG er tað nakað ødrvisi í so
máta. Nú eru tað verkafelggini, sum
samráðast vegna tey starvandi og
gera avtalur um lønir og arbeiðstíð,
um dårtidarlønir, fritidarløn o.s.fr.
Men nóg mikið er hetta kortini ikki.
Fleiri tók eru eftir at taka, áðrenn vit
kunnu siga, at vit eisini hava demo-
krati á teimum føroysku arbeiðs-
plássunum.
EITT TAÐ fyrsta má verða, at vit fáa
eina álitismannaskipan, soleiðis at
tað á øllum arbeiðsplássum verða
vald álitisfólk at umboða tey arbeið-
andi og at taka sær av áhugamálum
teirra mótvegis teimum, sum leiðsl-
una hava á arbeiðsplássinum.
TAÐ NÆSTA má verða at fáa í lag
tær sonevndu samarbeiðsnevndir-
nar, ið verða samansettar av um-
boðum fyri tey arbeiðandi, og av
umboðum fyri leiðsluna. Endamálið
hjá hesum nevndum verður at við-
gera bæði stórri og smærri spurn-
ingar, sum viðvíkja arbeiðnum og
arbeiðsplássunum, og ikki minst at
skapa møguleikar fyri trivnaði á ar-
beiðsplássinum.
TAÐ ERU sjálvandi fleiri sum halda,
at hetta ljóðar heilt óhugsandi, og
tað ger tað møguliga eisini. Men
minnist til, at fyri 50 til 100 árum
síðani ljóðaði tað eisini heilt og al-
deilis óhugsandi, at nakar annar enn
arbeiðsgevarin sjálvur kundi áseta
løn verkafólksins.
Í DAG vildi TAÐ verið heilt og aldeil
is óhugsandi. Vit vildu sagt, at tað
var trælahandil.
sosialurin
Skulu vit
sleppa teimum
6000 tonsunum
Avisur greinskrivari í
Dimmalætting, sum er
kendur fyri at vera trúgv-
ur sambandsmadur og
valevni sambandsfloksins
til løgtingsval, hevur sum
kunnugt gjørt nógv burt-
ur úr ti, at løgmadur hev-
ur verið i Russlandi og
tosad vid russiskar mynd-
ugleikar um sínamillum
veiðurættindi.
Orsakad av hesi sam-
ráðingarferð síni, verður
løgmadur nærum gjørdur
til kommunist, og møgu-
leikin hjá fólki at hugsa,
at løgmadur er sendur til
Føroyar av kommunistun-
um, er sleptur leysur av
Jørmundi Vágadal. Skriv-
að verður eisini, at tað er
ræduligt, at vit føroyingar
skulu hava samvinnu við
eitt kommunistiskt land.
Men tað, sum samráð-
ingarferð løgmans hevur
samband við, eru tey
10.000 tonsini av toski,
sum vit á hverjum ári
veiða í Barentshavinum
og av hesum koma tey
dagbókin
Missiónshúsið
við Landavegin
Møti í kveld kl. 20.
Adventista-
samkoman
Fundur í kvold kl. 19.30 í
Arbeiðsmannafelagshúsi-
num um evnið: >Náðinnar
frukt í lívi hins kristna.«
Filadelfia
Í kvold og til og við leyg-
arkveldið, hvort kveld kl.
20, evangelisk meti, har
Ann-Marith og Ove Arn-
holdsen syngja og tala.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Ungdómsmeti í kveld kl.
20.30.
Várgleði
Titlingar og skótar. Ytri-
missiónsfundur í dag kl
16 í KFUK. Esther Bert
elsen, skrivari í Santal
missiónini, talar og sýnir
myndir. (Innsavning til
arbeiðið)
KFUK
Almennur ytrimissións
fundur í annaðkveld kl. 20
v/Esther Bertelsen
6.000 tonsini úr russiskum
sjógvi.
Tað hevur stóran áhuga
at vita, um Jørmund Vå-
gadal umbodar sambands-
floksins stødu i hesum
måli, og um hann ikki ger
tað, so hevur tað áhuga at
vita, hverja stødu tann
Nr. 67 — 5. oktober 1977
officielli sambandsflokk-
urin hevur í hesum spurn-
ingi.
Spurningurin verður tí
til formann sambands-
floksins Paula Ellefsen:
Var tað skeivt av løgman-
ni at taka av innbjóðingini
at koma til Russlands.
Tey byggja land
ið seta avlopspeningin í
okkara banka
Fyri pening á
bankabók er rentan
9% p.a.
9% p.a.
6% p.a.
5% p.a.
4% p.a.
bundin uppsparing
við-
merkingar
Hevði tað verið rættari at
avvíst hesi samvinnu og
lati tey 6000 tonsini av
toski gloppið okkum av
hondum?
Tað eru ikki bara vit,
sum hava áhuga fyri at
vita, hver tann officiella
sambandsstødan er í hes-
um spurningi, men vit iv-
ast ikki í, at bæði trolara-
menn, sum annars eru
heima fyri tíðina, og trol-
araeigararnir, hava stóran
áhuga fyri at kenna hesa
stoðu sambandsfloksins.
við 12 mánaða uppsøgn
við 6 mánaða uppsøgn
við 3 mánaða uppsøgn
við vanligum treytum
Uppsparing í
okkara
banka
gevur betri møguleikar fyri lánveiting.
Bankin hevur nú — umframt høvudsskrivstovuna í Gong-
ini og deildina í Hornabø —
20 deildir og avgreiðslur
kring alt landið, og eru tygum vælkomin inn á gólvið —
vit eru altíð til reiðar við upplýsingum og vegleiðingum.