mikudagur 5. oktober 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
lk
Nr. 67 — 5. oktober 1977
Filmurin um
William Heinesen, -
Heðin Brú og
Christian Matras,
liðugur
Verður sýndur í november
Filmurin um høvundarnar
William Heinesen, Heðin
Brú og Christian Matras
er nú liðugt gjørdur, og
roknað verður við at
kunna vísa hann í Feroy-
um einaferð í november
Tað er felagið TOR-film,
sum hevur staðið fyri
filminum, og eru tað ser-
liga Eyðun Johannesen og
Roland Thomsen, sum
hava stilad fyri
Neyðugur peningur var
á ymiskan hátt fingin til
vega, bæði úr Feroyum,
og aðrastaðir. Ur Feroy-
um fekst partvist lån, og
nakað av studningi, og úr
útheiminum vóru tað ser-
liga norska og danska
fjarsýnið, Statens Film-
central og Dansk-Færesk
Kulturfond, sum stuðlaðu
tiltakinum figgjarliga.
Byrjaðu í fjør vár
Avgjørt var, at Eyðun
Johannesen skuldi taka
sær av at evna filmin til,
og var farið undir hetta
arbeiði í fjør vár, saman
við einum donskum foto-
grafi, Teit Jørgensen.
Allur filmurin er upp
tikin í Feroyum, burtur-
sæð frá nakað av doku-
mentariskum tilfari, sum
partvist er fingið til vega
úr Danmørk og Svøriki.
Í trimum umførum
Filmurin er gjørdur í trim-
um umførum. Tad fyrsta
var at tala vid teir triggjar
høvundarnar, sum film-
urin snýr seg um. Síðani
at skriva alt hetta niður,
og fyri til seinast at gera
eitt handrit burturúr hes-
um. Alt tað, sum í fyrsta
umfari varð filmað, varð
síðani klipt sundur og sett
saman so í dáni, at tað
virkar sum ein samreða
millum teir triggjar.
Stórur partur av film-
inum er upptikin í heim-
bygdunum hjá hevundu-
num, Viðareiði, Skálavík
og Havn. og handlar nak-
að av filminum um slupp-
tíðina. Í hesum sambandi
fingu teir fatur á einum
filmi, sum kanska er hin
einasti, sum er tikin um-
borð á einari slupp. Eisini
snýr nakað av filminum
seg um skúlatíðina í
tjúgu-árunum, og hava
teir eisini í hesum sam-
bandinum fingið fatur á
gamlar filmir, tiknir í
Havn, fyri fimti árum
síðani.
Í síni heild er filmurin
uppbygdur fyri at
tidirnar
visa,
hvussu hava
broytt seg i einum samfel-
agi, sum teir triggir høv
undarnir hava livad i fram
til dagin i dag.
Í vår vóru so seinastu
upptekurnar til filmin
gjørdar. Tilsamans hava
teir nýtt einar 14 dagar til
upptekur, men drúgvari
tíð hevur gingið at klippa
filmin til, fyri at fáa røttu
samansetingina.
Filmurin er nú í Lon-
don, har kopiir verða
gjørd av honum. Hetta
rokna teir við fer at taka
útvið tveir mánaðar.
Vístur í útlondum
Filmurin verður ikki bert
vistur i Føroyum. Danska
og norska sjónvarpið hava
longu keypt kopiir. Sagt
verður, at filmurin ikki
bert verður at meta sum
ein undirhaldandi filmur,
men ikki minni ein upp-
lýsandi filmur um fer-
oysku mentunnarligu
gulløldina í tjúgu- og tri-
atiárunum og fram til í
dag.
sosialurin
Síða 3
)
Få
Til nakrar av upptøkunum var stigabilurin hjá slokkiliðnum i Havn nýttur
Læra og arbeiða
samstundis
— kokkaskeiðið í Klaksvík er flutt i køkin í
nýggja skúlaheiminum, har luttakararnir
á skeiðinum umframt undirvísingina
gera mat til tey, sum búgva á heiminum
Aftur í ár hevur Klaksvík-
ar sjómansskúli skeið fyri
tey, sum vilja læra til
kokk. Skeiðið byrjaði 13.
september og varar 5
mánaðir. Næmingarnir
eru 8, 6 menn og 2 kvinn-
ur. Royndirnar hesi fimm
árini, skeiðið hevur verið
hildið, visa, at 8 —9 er eitt
hóskandi næmingatal.
Tað hava onkuntid verið
13 næmingar, men tað
hevur verið ov nógv.
Skeiðið hevur verið í høl-
um > Husmødrafelagsins,
men tey verða nu brúkt til
húsarhaldsskúlan. Kokka-
skeiðið er ti flutt í tað
nýggja skúlaheimið hjá
Tekniska skúlanum, har
tað hevur tikið við køki-
num. Hetta vil siga, at
umframt at brúka køkin
til undirvisingina, gera
næmingarnir á skeiðinum
mat til tey, sum búgva á
skúlaheiminum. Skúla-
stjórin á Sjómansskúla-
num sigur, at køkurin er
nossligur og góður, og
plássið trýtur ikki.
Kokkaskeiðið er fyrst
og fremst ætlað skips-
kokkum, og í undirvis-
ingini verður denturin
lagdur á matgerð og pro-
viantering. Tað finst ong-
in reglugerð frá landsstýr-
inum um slíka undirvis-
ing, so sjómansskúlin
noyðist at royna seg fram
og taka tað burturúr, sum
ikki riggar so væl
15 skiparar
og 6 telegrafistar
Umframt teir 8 á kokka-
skeiðinum eru 21 næming-
ar í Klaksvíkar sjómans-
skúla, 15 læra til skipara
og 6 til telegrafist. Talið
av skiparum hevur verið
vaksandi hesi seinastu
fýra árini. Tað var annars
komið heilt niður í 5—6
um árið. Skipararnir byrj
aðu fyrst í august og eru
lidnir seinast í juni kom-
andi ár. Telegrafistarnir
verða lidnir til jólar
Tá kokkaskeiðið er,
fimm
fastir lærarar á sjómans
sept. —febr., eru
skúlanum, annars eru teir
triggir. Skúlastjóri er Erik
Danielsen
Fólkateljingin
Nú manntalstalvurnar áttu at verið
innlatnar aftur, vísir tað seg, at tor-
ført hevur verið hjá manntalsteljar-
unum at hitta fólk heima soleiðis, at
fleiri talvur eru ikki komnar inn
aftur enn.
Heitt verður tí á fólk, har talvur-
nar av einari ella aðrari orsøk eru
ikki heintaðar, um sjálvi at lata tær
til fólkayvirlitið á staðnum.
Um onkur hevur ikki fingið mann-
talstalvu, verður hann biðin um at
venda sær til bý- og bygdarráðið og
har fáa talvu til útfyllingar skjótast
til ber.
Tórshavn, 30. sept. 1977
LANDSFOLKAYVIRLITID
Á Foroya
Idnaðarfelag
hildin friggja-
dagin hin 21. oktober 1977 kl. 15 á
Hotel Hafnia.
Skrá sambært lógina.
NEVNDIN
Aðalfundur verður
EEN