Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-08, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 1977síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | Nr. 68 Leygardagin 8. oktober 1977 50. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Nú krevja grønlendingar likaløn, Grønlendskir arbeids- menn vera dagliga undirløntir. Talan er ikki um grønlendskar fremmandaarbeidarar å europeiska meginland- inum. Talan er um ar- beiði i Grenlandi. Nú krevur grøn- lendski = arbeiðarafel- agsskapurin likaløn fy- ri grønlendingar og út- lendingar. Verdur hetta kravið ikki gingið á meti, fara allir teir grønlendsku arbeiðs- menninir í náminum i Marmorilik í verkfall. Utlendska námsfelag- ið, Greenex, vil ikki ganga teimum gren- lendsku krevunum á meti. Felagið hevði eitt yvirskot i fjør upp á 96 miljónir krónir. Ur Grenlandi frætt- ist, at leiðslan fyri Greenex í Marmorilik, hevur hótt grønlends- ku arbeiðsmenninar. Fara teir í verkfall, sleppa teir ikki at búg- va í námsbýnum, ei heldur fáa teir matvør- ur. Námið í Marmorilik gav í fjør eitt yvirskot uppá 96 kr. Kravið um likaløn kemur at kosta umleið 1,2 mill. kr. ár- liga. Grenlendingurin Jens Lyberth, sum er ráðgevi hjá GAS undir teimum núverandi sáttmálasamráðingu- num, segði á einum tið- indafundi nú um dag- arnar, at grønlendski arbeiðarafelagsskapur- in fer ikki at slaka meira í samráðingu- num. „Hetta er fyrstu ferð, at vit hótta við at fara í verkfall. Vit eru eisini til reiðar at stríð- ast, til vit hava vunn- ið.“ Útav oyggjar- vegnum Um fýra-tíðina fríggja- morgunin fór ein bilur útav oyggjarvegnum uppi við ridibreytina. Bilførarin var ávirkað- ur av rúsdrekka. Bil- urin fekk nakað av skaða. KI. 15 næsta mikudag verður almannakunngjørt, hvør hevur vunnið arkitektakappingina um Norðurlanda húsið í Føroyum. Dómsnevndin, Jan Stiernstedt, Svøriki, Jacob Blegvad, Dan- mørk, Ragnvald Bing Lorentzen, Noreg, Kristian Gullichsen, Finnlandi og Dånjal Pauli Danielsen, Føroyum, hevði fyrsta fundin hóskveldið i Listaskålanum í Gundadali, har tey 139 uppskotini hanga uppi og verða sýnd almenningi, aftaná at avgerðin er fallin. 1. virdislønin er 60.000 kr. Miðað verður i- móti, at Norðurlanda húsið skal opna í 1980. Myndin er tikin hóskveldið av dómsnevndini og ráðgevum hennara, áðrenn farið varð undir at meta tey nógvu uppskotini, sum arkitektar í øllum Norðurlondum hava latið inn. Væleydnað frímerkja Pa HD Postverkid hevur útvegað sær EEV- skermar. Hetta er til stóran bata fyri við- skiftafólkini. Lesið á 3. síðu Filmurin var ovvfrekur« — var nidurstødan hjå eftirlitsnevndini, sum krevur at filmurin verdur kliptur i fimm stødum I mai månad i fjør setti landsstýrið nevnd, hvers uppgáva skuldi vera at hava eftirlit við teimum filmum, sum komu til Føroya. Í nevndini sita Eyðun Joensen, formað- ur, Sigurd Joensen og Petur F. Christiansen. Nevndin hevur virkað síð- ani, og hava teir kannað allar filmir, áðrenn loyvi hevur verið givið til at sýnt teir. Tað eru tó íkki allir filmar, sum nevndin sær. Hetta eru filmar, sum kunnu góðtakast eftir at eftirlitsnevndin hevur sæð skrivliga tilfarið, sum hoyrir til filmin. Men tað eru tó teir film- ar, sum nevndin vil sigg- ja. Ein tilikan fingu blødini seinasta hóskveld loyvi til at vera við til at »cen- surera« Filmurin varð vistur úr enda i annan. Hetta var franskur filmur, eitt lítið sindur »frekur« til tíðir, keðiligur og lítið áhuga- verdur. Kliptur í 5 støðum Tá filmurin var liðugur, tosaðu teir tríggir nevnd- arlimirnir = saman, og komu til tað úrslit, at fyri at geva loyvi til at vísa hann í Feroyum, skuldi hann klippast í fimm stød- um. Umframt hetta skuldi hann vera bannaður fyri fólki undir 16 ár. Porno og sadisma Uppá fyrispurning um, hvat dentur verður lagdur á, tá ein filmur verður kannaður, varð sagt, at teir einans hava loyvi at døma ein film fyri porno ella sadismu. Sigurd Joensen harm- aðist um, at teir ikki eisini hevdu heimild til at solda teir filmar frá við bein- leiðis fordummandi og einsrættandi innihaldi. Eisini harmaðust teir um, at teir ikki høvdu heimild til at nýta 12 ára aldursmark. Sagt var, at nógvir filmar koma hendavegin, sum eru væl- egnaðir fyri aldursbólkin millum 12 og 16 ár, og tað er ti spell, at skula senda hesar av landinum aftur, uttan at kunna geva loyvi til, at teir verða vístir Vit koma at hava meir um hetta evnið í miku- dagsblaðnum, har vit eis- ini fara at hava samrødu vid landsstyrid og films- innflytararnar. toskur Talan er um tons av ósleddum. 41.500 tons I tidarskeidinum 1. januar — 1. september i år hava føroyskir båtar og skip veitt tilsamans 41.519 tons å landleidini. Somu tid i 1976 vordu veidd 33.025 tons. Yvirlitid vísir, hvussu nógv er veitt av hverjum fiskaslag: hýsa og longa 1.1—31.8 1976 19.977 6.264 2.736 1.1—31.8 1977 21.652 9.435 3.944 Fiskifrødingar hava mælt til, at ikki verður fiskað meira enn 32.000 tons av toski, 20.000 av hysu og 45.000 tons av upsa i hesum årinum. Verdur veidan hjå útlendingum løgd afturat føroysku veidutølunum, er onki at ivast i, at aftur i år verda toska- og hysustovnurin ovfiskadir brosma upsi annað 1.791 2. 1.404 2.( 2.257 84 =&