Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 68 — 8. oktober 1977 sosialurin Havnar Keypssamtøka 25 år Abyrgdarkensla limanna hvørvur — Mitt fødingardagsynski til Havnar Keypssamtøku og FK sum heild skal ti vera, at tad verdur latid limunum i hvørjari deild sær upp i hendi at stila fyri sinum vidurskiftum innan fyri felagsrammurnar, at teir eisini sjålvir sleppa vid at figgja fyri- tøkuna, so teir veruliga kunnu kenna, at keypssamtøkan er bert hava AVGERDINA, men eisini ÅBYRGDINA, skrivar Sverri Egholm i samband vid, at tad i dag eru 25 år, sidani Havnar Keypssamtøka lat upp handil teirra; at teir Royndirnar vid samvinnu- feløgum og keypssamtøk- um hava verid merkiliga fåar og so ringar. at Louis Zachariasen, ein av pio- nerunum, ikki uttan grund hevur hesi pessi- mistisku orð at siga um tær í Varðanum 1936: »Samvinnurørslan tyk- ist at nørast år undan åri i øllum Norðurlondum. Meira enn alt annað er tað fólkið sjálvt, sum búnast í síni hugsan á samvinnu- leið. Einstaklingakeyp- mannsskapur og samvin- nuhandil eru so ymiskir í grundáskoðan, at tað ofta skal long tíð til at venda fólks hugsan í hesum før- um. At stovna samvinnu- fyritøkur við einum fólka- tilfari, sum livir og hugsar í keypmannskapi einstak- linga, vil vera nakað tað sama sum at royna tónleik við fólki, sum als ikki skil- ir tónalist. — ØII sonn fólkamenning kemur inn- an úr sålardypinum.« Atmosferan í Bringsnagøtu Hetta er framvegis so. Kortini eru tað 25 ár síð- ani Havnar Keypssam- tøka opnaði í Bringsna- getu. So tað lat seg gera. ikki Krambúðin var lítil og úr- valið ikki tað stóra. Har var trongligt og lágt til loftið. Men har var hugna- ligt á ein serligan hátt. Tað reyk av handilsvøru, sum í eðrum småhandl- um. Men har var eisini nakað annað; atmosferu kunnu vit rópa tað. Tey, sum trúliga handlaðu har, kendu seg veruliga sum medeigandi limir, meira enn sum vanligir kundar. Tey vóru pionerar. Hetta var eisini spennandi og stuttligt. Gekk tað ikki, so kundu tey lættliga missa meira enn tær inn- skotnu 100 krónurnar. Á- byrgdin var solidarisk. Allir limir høvdu ábyrgd og tað eggjaði sjálvsagt til ansni og sparsemi. So sparsom vóru fleiri, at tey høvdu pappirsposar við til at lata veruna uppi. Eg minnist onkran nevndarfund inni á goymsluni, í kjallaranum aftanfyri. Stólar vóru ikki tiløll, so nøkur máttu sita á tekassum ella líknandi. Væl varð fylgt við og ansað eftir rakstrinum. Hver króna, sum sparast kundi, varð spard. Ikki so heilt lítið av idealismu var uppii. Annars hevði eisini hendan royndin miseydn- ast. Umsteðurnar vóru eðr- vísi. Um ikki so ringar figgjarliga sum í 1930ár- unum, so munandi verri enn í dag. Hundraðkrónu- seðlarnir vóru færri, um- enn tú fekst meira fyri teir kanska. Umsetningurin hetta fyrsta roknskaparárið frá oktober 1952 til april 1953 var gott 118.000 kr. Fyrs- ta heila roknskaparárið 1953/54 var umsetningur- in 350.000 kr. Seinasta ár seldi Havnar Keypssam- tøka einsamøll fyri næst- an 18 miljónir kr.! Ágangurin styrkti um støðuna Hendan fyrsta keypssam- tøkan er igjøgnum ymsar trupulleikar vaksin upp år litlum og ongum til eina størfyritøku eftir 25 árum. Her liggur stórt og mið- vist arbeiði aftanfyri. Stútt og stillisliga hevur verið arbeitt. Skilagott ar- beiði, sum stundum hevur sæð út av lítlum, men sum hevur verið neyðugt. Upp- gávurnar eru vaksnar og samtekan hevur ment seg við teimum. Bara tað, at hvor einasti feroyingur veit, at keypssamtekur eru til, er stórt framstig. Tey mongu álopini á keypssamtekurnar eru fækkað. Fólk hava sæð, at tey vóru ógrundað. Føroysk virki tora aftur 6- rædd at lata verur til teir- ra og eingin roknar longur við at skula missa starvið, um hann gerst limur í samtekuni. Eg minnist kunngerð frá bilstjóra, sum sá seg noyddan at boða frá, at hann hevði meldað seg út og ikki longur koyrdi fyri Havnar Keypssamtøku. Hesin ågangur styrkti bert um støduna hjå sam- tøkuni; virkadi ofta sum góð reklama og gav vaks- andi limatal. Eg ivist ikki i, at størs- ta orsøkin til, at hendan royndin vid Havnar Keypssamtøku eydnadist so væl, er tann, at limirnir veruliga kendu eina á- byrgd av bæði krambúð og felag. Sverri Egholm Solidariska ábyrgdin er burtur Um nakar vandi skuldi verið í hesi vælferðini, so haldi eg hann vera tann, at hendan ábyrgdarkensla limanna hvørvur. Solidar- iska åbyrgdin er burtur. Skuldi tað ótrúliga hent, at samtøkan fór á heysin, so missir eingin limur eitt oyra. Innskotið er bert 10 kr. Í fyrstani var tað 100, síðani 200, til tað seinni varð lækkað aftur. Nú eru felog ella deildir stovnaðar av FK kring landið. Hesar deildir hava einki innskot, bert 10 kr. pr. lim. Tað í sær sjálvum elvir onga ábyrgdarkenslu. Hovuðssætið hjá FK er í Havn. Deildin í Havn hevur tað avgerandi orðið. Heldur ikki tað fremur á- byrgdarkenslu á bygdu- num og hevur ongantíð gjørt tað, sjålvt um menn siga nakað annað. Sund- urlyndið í fólkinum, skiln- aðurin imillum bygdir og landspartar, eru veruleik- ar sum ikki slepst undan enn eina tid. Tað skal ødr- vísi menning av fólkatil- farinum til, fyri at vísa aftur til Louis Zacharia- sen. Mitt fødingardagsynski til Havnar Keypssamtøku og FK sum heild skal ti vera, at tad verdur latid limunum i hvørjari deild sær upp i hendi at stila fyri sinum vidurskiftum innan fyri felagsrammur- nar, at teir eisini sjålvir sleppa vid at figgja fyri- tøkuna, so teir veruliga kunnu kenna, at keyps- samtøkan er teirra; at teir ikki bert hava avgerðina, men eisini ábyrgdina. Tað hevði eggjað til kapping og størri limaåhuga á staðnum. Hjálpin frá FK má vera hjálp til sjálv- hjálp. Vit koma ongantíð á mál, men samtekuhug- sjónin hevur fingið fóta- festi og verður tí einstaka og samfelagnum sum heild til uppaftur størri gagn, fær hon ta undir- tøku í fólkinum, hon hev- ur uppiborið. Tað er ikki nóg mikið bert at vera limur fyri at fáa bíligari veru. Keypssamtekurnar hava brúk fyri nógvum góðum kundum, men meira fyri limum aktiv- um og hugaðum limum. Góða framtið! Sverri Egholm Árnfirðingar fiskað nógv í summar Maskinbátarnir, sum hava róð úr Árnafirði í summar, hava havt góðan fiskiskap. Virkið í bygdini, Norðurfisk, hevur tikið móti 65 tonsum av ráfiski í summar, og er hetta tað mesta, síðani virkið byrjaði í august 1974. Triggir bátar hava ver- ið úti, hverja ferð lík- indi hava verið, og tveir aðrir hava verið viðhvert. Teir hava sett uml. 35 stykki og hava í miðal fingið 1500 pund, onkuntíð upp í 3000. Um eina ella tvær vikur gevast bátarnir fyri í ár. Teir verða drignir upp, og menni- nir fara til Klaksvíkar at rógva út við bátum haðani. Utróðurin úr Arnafirði byrjar aftur um mánaðarskiftið mai-juni. Neyðugt at byggja út Tá bátarnir í Arnafirði ikki fiska, keypir Norð- urfisk hýsu frá Kósa- virkinum í Klaksvík. Hetta er lítil hýsa, undir 40 cm, og hon verður skorin til flak og »singlefryst«, tvs. hvø hvørt flak verdur fryst sær. Flakið verður selt til Onglands, har tað verður víðari vidgjørt, so tað verður klárt at koyra á pannuna. Í hesi vikuni fóru 4,5 tons avstað. Innimill- um framleiðir virkið fiskakoku. Til hesa framleiðslu verður keypt hýsu- og toska- flak frá Kósavirkinum. Arbeidsumstødurnar eru trongar, teir noyd- ast at goyma fiskin i sama rúminum sum teir arbeiða. Tað er eis- ini ov trongt at gera fiskakokur og skera flak samstundis. 9 fólk hava arbeitt á virkinum í summar. ' I fjør fekk Norður- fisk 213 tons av ráfiski Síða 5 og útflutti 85 tons av flaki og framleiddi 10 tons av fiskakøkum. Ætla at royna útflutning Norðurfisk í Arnafirði ætlar nú at royna at fáa fiskakøkurnar, virkið framleiðir, á út- lendska marknaðin. Í hesum sambandi eru nýggjar innpakkingar gjørdar. Tær, sum hig- artil hava verið brúkt- ar, hava ikki riggað nóg væl. Hetta var helst orsekin til, at tað ikki eydnaðist at fáa veruna at stødast á svenska marknaðinum, higar hon einaferð varð send. Svium dámdi væl fiskakøkuna, men tað vil ofta vera so, at innpakkingin hevur eins stóran tydning og innihaldið. Tað er enn ikki av- gjørt, hverji lond út- flutt verður til í hesum umfarinum, men tekst- urin á teimum nýggju pøkkunum er prentað- ur á norskum og fronskum umframt á føroyskum. Tað verður helst Føroya Fiskasø- la, sum kemur at hava utflutningin um hond. Landsrætturin Månadagin kemur landsrætturin til Før- oya, og skal hann vera her i eina viku. Triggir dómarar og ein skrivari eru vid i ferdini. Froyur undir Islandi Trolarin Froyur land- aði 52,5 tons av ísfiski undan Feroyum til Lynfrost í Runavík friggjadagin í síðstu viku. Froyur roynir nú undir Íslandi. Nakrir linubåtar ha- va avreitt til Lynfrost í vikuni. Mánadagin høvdu teir tilsamans 15.000 pund og miku- dagin 40.000. Lynfrost hevdi 1. oktober tikið moti 4.669 tonsum av ráfiski. Alt árið 1976 fekk virkid 4.591 tons