leygardagur 8. oktober 1977síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 68 — 8. oktober 1977
panelið
Troll á alljósum degi ella misnýtsla?
Tað er altíð nakað vágið
at fara undir at skriva um
so viðkvæmt evni sum á-
trúnað. Og hóast evnið
ikki hevur mín stóra á-
huga, skaf eg kortini
eftir áheitan koma við
orikrum spjaddum hug-
leiðingum. Tað má kortini
sigast at vera í tokum
tíma, at SOSIALURIN er
farin undir »panel« ella
pallborð, har fólk við ym-
iskum fortreytum og á-
skoðanum fáa hevi til at
leggja fram sjónarmið við-
víkjandi hesum spurningi,
sum tykist at hava alstór-
an áhuga millum manna.
Og kanska ikki minst nú,
ið ein øsingaralda er um at
vinda uppá seg, og meira
ella minni forbronglaðar
og vitleysar skuldsetingar
verða slongdar eftir åvis-
um bólkum í samfelag-
num.
Fólk við ávísari samfel-
ags- og heimsáskoðan
verða av øsarum brenni-
merkt sum umboð hjá
Illamanni, ið bert hava til
endamáls at gera enda á
kristindóminum. Sum
um ikki okkurt annað og
meira skilagott lá fremri
at takast við.
Serliga eru tað sosial-
istar og kommunistar, ið
fáa toyggið. Guð náði
hann, ið vágar sær at
andeva imóti ørskapinum
og hysterinum. Í onkrum
fori minnir ágangurin um
inkvisitiónina og annað
ótespiligt, sum tey krist-
nu settu í verk í miðeldini.
Og ungmannablaðið
„Getusóparin< samanber
framferðina hjá åvisum
»kristnum« við tað, ið fór
fram á Luthers dogum við
solu av syndanna fyrigev-
ing og so framvegis.
Tað tykist, sum åvisir
framherjar fyri kristnu
trúnna vilja »verja« før-
oyska fólkið móti teimum
árinum, ið verða segd at
koma uttanífrá. Málið
tykist at vera at ómynd-
uggera fólk. Á ein hátt er
hetta vanlig konservatis-
ma. Einki skal broytast.
Best er, sum er. Steðga
tíðini.
Men seta vit okkum
stillisliga niður at hugsa,
so rennur fram fyri okk-
um, at so at siga allar
nýggjar rørslur, allar ný-
skapanir, góðar og ringar,
lutvíst eru komnar uttani-
frá. Ja, tað er sanniliga so
galið, at sjálvur kristin-
dómurin kom uttanífrá, tá
ið norski agenturin Sig-
mundur Brestisson trýsti
hesa nýggju læru inn á
føroyingar.
Trúbótin kom eisini utt-
anifrå, men elvdi tó ikki til
so stórar rembingar her
sum á europiska megin-
landinum. Og allir teir
lestrar og allir teir sálmar,
sum føroyingar i eldir
fingu sær andligt stimbur
burturúr, komu somuleið-
is uttanífrá. Brockman og
Kingo.
Frælsis- og tjóðskapar-
hugsjónirnar, sum kykn-
aðu upp her á landi í sein-
astu eld, vóru eisini lut-
víst árin uttanifrå.
Tá ið so endiliga tann
trongi og óhóskandi
karmur, ið gamla bónda-
samfelagið setti fyri ollum
vinnuligum, menningar-
ligum og andligum lívi,
varð sprongdur fyri gott
hundrað árum síðani,
megnaði kirkjan ikki at
laga seg eftir tí nýgja nóg
skjótt. Andliga stødid hjá
fólkinum, sum hevði bygt
á tað samfelagið, ið tá
knappliga molnaði, fór at
rilla. Sum ein partur av tí
yvirbygningi, ið gamla
bóndasamfelagið hevði,
fór eisini stødid undir
kirkjuni at rilla. Og um
hesa tidina komu nyggjar
trúarrerslur uttanifrå at
gera seg galdandi. Summ-
ar fingu stóra undirtøku
frá teimum, sum kendu á
sær, at tað andliga lív, ið
hóskaði til gamla bónda-
samfelagið, ikki nektaði
tann átrúnaðarliga terv,
ið tey hildu seg hava í
nýggja samfelagnum. Og
Hava tygum bori- og spreingiarbeiði at gera — so hava vit
amboðini
KOMPRESSARAR
BORIMASKINUR
BORAR
og so hina kendu COBRA-SUPER, ið bæði borar og
C.C. JOHANSEN
TORSHAVN
høggur.
Ringid til okkara
TEL 14922
— TELEX 81272
hart hevur stríðið mangan
verið millum Fólkakirkj-
una og nýggju rerslurnar,
sum eisini hava stríðst
sínamillum.
Nýggju trúarrerslurnar
lagaðu seg síðani meira og
minni heppið eftir for-
oyskum umsteðum, sum
tær so við og við eisini
komu at seta dám á.
Nú er so tað hent, at
summir talsmenn fyri ym-
iskar trúarrorslur endiliga
halda seg hava funnið ein
»figginda«, sum teir i
felag skulu berja niður.
Alt, sum hellir til vinstru í
politikki, verður skýrt ó-
kristiligt, ræðuligt og
andstyggiligt fyri Vár-
harra. Hesir talsmenn eru
við at gera seg sekar í
somu mistøkum, sum flei-
ri undangongumenn teirra
og aðrir, eitt nú Stalin,
gjørdu vid at blanda á-
trúnað og politikk saman í
ein vavgreyt.
Serliga verður Russland
drigið fram sum tað ræðu-
liga. Men her er vert at
minna á, at tað, ið fór
fram har í 1917, var, at
tey fátæku, kúgaðu og út-
pindu fólkini gjørdu enda
á útpíningini og tóku ræð-
ið í landinum. Millum
grovastu útpinararnar var
gamla russiska kirkjan,
sum var av størstu jarða-
eigarum og eisini hevði
stór kapitalistisk áhuga-
mál. So sjálvsagt varð eis-
ini gjørdur endi á teirri út-
píning, ið henda kirkja
framdi mótvegis fjøldini.
Hetta verður ikki nevnt til
at bera í bøtuflaka fyri tær
misgerðir, ið vóru framdar
móti kristnum eitt skeið í
søgu Sovjetsamveldisins,
men bert til at vísa á, at
onkur onnur forklárilig or-
sek man hava verið enn
hatur og forfylging av
teim kristnu.
Men so at flyta alt
hetta, og meira afturat,
yvir á sosialistar og
kommunistar í Føroyum i
1977, tað er lika ort og
skammleyst sum at skuld-
seta varabiskup ella Petur
Håberg fyri tær misgerð-
ir, sum yvirgangskroppar
i kristindémsins navni ha-
va framt og fremja vida
um heimin.
Eitt sindur løgid og øv-
ugt man tað tykjast
mongum, at tað eru slík,
ið siga seg byggja á kristi-
ligt-humanistiskt = staði,
sum í Feroyum eru í harð-
astu andstødu mótvegis
teimum, ið byggja á sosi-
alistisku samfelagsåskod-
anina. I sinum uppruna
var kristindémurin hug-
sjónarliga og átrúnaðar-
liga grundarlagið hjá
teimum fátæku, teimum
kúgaðu og utpindu. Og
sosialisman berjist fyri
somu áhugamálum við at
vísa á tað órættvisa í
samfelagnum og greiða
frá, hvussu eitt nýtt, betri
og rættvisari samfelag
kann byggjast upp. Sosi-
alisman er ein humanist-
isk, ein mannavinarlig
samfelagsåskodan.
Men sum frá leið fekk
kirkjan størri og størri
vald og varð misnytt av
sínum egnu. Hon legði
undir seg jorðiskt góðs, og
oddamenn hennara livdu
eitt ókristiligt lív og
trælkaðu og útpíndu fjøld-
ina. Teir fóru í part við
teimum ríku kongum,
góðseigarum, kapitalist-
um og gjørdust lýðin
amboð hjá teimum ráð-
andi.
Sjálvt Luther, sum av-
dúkaði rotinskapin í mið-
aldarligu katólsku kirkj-
uni og stríddist ímóti
henni, fór, tå ið á stóð,
eisini í part við teimum
ríku. Tá ið bøndur saman
við prestum og ødrum vit-
bornum í Týsklandi,
brynjaðir við frælsis- og
frigeringarhugsjónum
Luthers, settu fram krøv
um betri og rættvísari
kor, hálsaði hann um og
fór í part við góðseigar-
unum, sum síðani kvaldu
bóndauppreisturin í blóði.
Tað er mangt, ið bendir
á, at tað eru samvitsku-
leysir spekulantar, sum í
dag misnýta kristindómin
og summar av framherj-
um hans sum skálkaskjól
til at rekja egin áhugamál.
Tað er mangt, ið bendir á,
at øll tann øsing, sum í
navni kristindómsins er
sett í verk móti sosialist-
um og kommunistum, í
veruleikanum bert tænir
áhugamálunum hjá einari
stætt: útlendskum og
heimligum kapitalistum
og kraddarum, sum jú
ongan áhuga hava í, at
nakar skal fáa eyguni upp
fyri ti himinrópandi 6-
rættvísi og teirri eirindar-
leysu utpining, sum verð-
ur framd móti fjøldini av
fólkinum. Kraddingin og
útpíningin skal halda á-
fram. Alt, ið kann avdúka
órættvísið, skal gerast
andstyggiligt. Og her
verða øll vápn nýtt. —
Eisini kristindómurin.
Onkur hevur stillisliga
loyvt sær at finnast at tí
háttalagi, sum åvisir trú-
arbólkar nýta. Beinanveg-
in verður viðkomandi
skuldsettur fyri blasfemi
og háð móti sjálvari
kristnini. Blað, ið hýsir
slíkum, verður kallað
»skøkja«. Og annars
Tórður Jóansson
skilagóðir blaðstjórar
royna so, illa kroystir, at
bera í bøtuflaka við at lát-
ast, sum teir taka undir
við øsingini. — Spurning-
urin er, hverji tað eru,
sum eru »skøkjur«.
Ella um tað ikki eru
spekulantar av ymsum
slag, sum misnýta sjálvan
kristindómin sum >skek-
ju« til at renna erindi fyri
seg, ið tey kristnu áttu at
vent sær imóti.
Sosialistar og kommun-
istar hava ongar ætlanir
um at avtaka kristindóm-
in i Føroyum. Slíkt er lát-
urligt at skuldseta nakran
fyri. Og ikki sørt ónæris-
ligt. Ókristiligt. Sosial-
isman er ein samfelagslig,
politisk-okonomisk áskoð-
an, sum hevur til enda-
máls at beina fyri teimum
órættvisu ognarviður-
skiftunum til framleiðslu-
amboðini, sum er grund-
arlagið undir kapitalist-
isku útpíningini. Mær vit-
andi er eingin politiskur
ella annar felagsskapur
ella flokkur í Feroyum,
sum hevur avteku kristin-
dómsins á dagsskránni.
Hetta er at síggja trøll á
alljósum degi. Eins og
aðrir foroyingar eru eisini
sosialistar og kommunist-
ar fyri trúarfrælsi. Trúar-
frælsi í víðastu merking.
Eisini frælsi til einki at
trúgva.
Í eini aðrari panelgrein
her í blaðnum varð biðið
um at „geva okkum frið<.
Hetta var glogg og skila-
góð tala. Serliga í hesum
broytingar- og rembingar-
tíðum ræður um ikki at
lata seg syfta av nálini av
ógrundaðari mistonkilig-
gering og øsing mótvegis
oðrvísi hugsandi. Tað er
óneyðugt at nevna dømi
um lond, har slíkt hevur
elvt til daprar sorgarleik-
ir. Men roknað verður við,
at føroyingar eru so mikið
at sær komnir, at teir ikki
lata slíkt um seg ganga.
Tórður Jónasson