Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 1977síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Kann tað loysa seg hjá ensku trolaraskiparunum at appelera? svarið fæst týsdagin, tá landsrætturin viðger málið hjá skiparanun.: á Clarkwood, sum hevur fiskað við ov smáum trol- meskum á landleiðini Meskarnir verða máldir Týsmorgunin kl. 9.30 kemur málið hjá enska trolaraskiparanum, Stew- ard J. Thompson, fyri í landsrættinum. Skiparin varð í Feroya rætti tann 25. september demdur at gjalda 20.000 kr. í bót ella sita í 20 dagar fyri at hava fiskað við troli við ov smá- um meskum á føroysku landleiðini. Hevur fiskað síðani Steward J. Thompson er skipari á Aberdeentrolara- num Clarkwood, sum varð tikin av Tjaldrinum 24. september. Hann segði í rættinum, at trolið var tódnað í sjónum og tí var hann ósekur. Av hesi somu orsek appelleraði hann dómin til landsrætt- in. Tað vakti ikki sert av undran, at trolarin slapp út aftur at royna undir Feroyum, hóast skiparin í rættinum viðurkendi, at meskarnir í trolinum, hann fiskaði við, vóru ov smáir, summir niður í 105 mm. Sostatt hevur hann brotið kunngerð lands- stýrisins um EEC-veiðu á landleiðini, og eigur trol- arin ti at missa fiskiloyv- ið, men tað er so ikki hent í hesum ferinum. Landsrætturin er í Før- oyum tvær ferðir um árið. Hvat nú, um ein trolari verður tikin og demdur fyri sama brot á føroyska lóg dagin eftir landsrætt- urin er farin av landinum, og skiparin appellerar? * Steward J. Thompson HITABYLGJAN Gulla Øregård sum Judy Wood, Oskar Hermannsson sum Jacko Palmer og Lina Lar- sen sum konan Nell Palmer Sjónleikarhúsið í Havn leggur fyri við fyrsta sjónleik- inum í hesum leikári. Tað man vera sjáldan, at fyrsti leikur á árinum longu verður frumsýndur 8. oktober. Hesin leikurin eitur HITABYLGJAN og er eftir Ted Willis, lord og rithevunda Ted Willis hevur verið nógv uppi í enskum poli- tikki og verður mettur til at vera ein hin dúgligasti í arbeiðaraflokkinum. Faðir hansara var bussferari, og tí kennir Ted Willis væl tað umhvervið, har leikur- in fer fram og eisini kennir hann sjálvandi umsteður- nar har á staðnum, sum umreddar vera í leikrit- inum. Í starvi sínum og sum rithevundi hevur að- altáttur hansara verið at stríðast fyri rættindi teir- ra minni mentu í samfel- agnum og serstakliga rætti teirra, sum hava annan skinslit enn hvítt. Arbeiðarahetjan Hesin leikurin er ikki bara um hetta evnið, men eins nógv ella meir um arbeið- arahetjuna, felagsskrivar- in, sum í stríði sínum fyri hesum aðalmálum sínum og strembanini upp sam- felagsstigan gloymir heim sítt og húsfólk til frama fyri onnur. Hann verður nevndur Jacko, og man mangur áskoðarin fara at kenna seg aftur í honum. Tað er gaman í at sita heima hjá sær sjálvum við heitan eld og loysa vanda- málini tjóðanna millum, men tá ið hesi somu van- damál stíga inn um eins egnu gátt, tá er torforari at taka stødu. Hetta lýsir rithevundin sera væl í leiki sínum. Íslendskur leikstjóri Hesin leikur hevur verið umsettur og sýndur í mongum londum og øllum Norðurlondum. Hann hevur eisini verið filmað- ur. Tá ið hann varð spæld- ur í Reykjavík var Ted Willis sjálvur har yviri, og fekk hann so sterkan á- huga á »Toskastridi« is- lendinga, at hann gjørdist ein sterkasti talsmaður teirra í Bretlandi, bæði í House of Lords, í bløðum Albert Joensen sum gamli Palmer og sjónvarpi. Hann hevur skrivað nógvar sjónleikir og fleiri útvarps- og sjón- varpsleikir. Hans Thom- sen hevur týtt hendan leikin og íslendingurin Steindór Hjerleifsson hev- ur sett hann upp. Leikar- Her- arnir eru: Oskar mannsson, Lina Larsen, Elin Karbeck Mouritsen, Høgni Joensen, Albert Joensen, Gulla Øregaard og Erling Simonsen. * >= N IN | Or 7 Hvítur Andrias Ziska 7. Bif1—d3 Vid tad at tad i år eru 25 år sidani Bladman- nafelagið sovnaði, verður veitsla hildin. Hendan skal tó í fyrsta lagi verða eina viku eftir at 25 ára stovn- ingarveitslan er liðug. — Sangurin Tornerose verður sungin fyri, undir og eftir borðhald- ið. EA 7 VEÐRIÐ Landnyrðingur, megi 4 — 5. Sunnudagin mø- guliga av ymsum ætt- um, megi 4—5, skýggjað og ælingur. Hitin millum 7—10 stig um dagin, um R náttina millum 5 og 7 stig. NN G N NN Svartur Luitjen Apol