Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 1977síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Nr. 68 — 8. oktober 1977 sosialurin Síða 15 Í mohamedansku londunum verður tú pískaður ella missir fingrar og bein sum revsing Fleiri av teimum moham- edansku londunum hava skerpað morallógirnar og gjøgnumføra teir gomlu revsingarnar, sum ásettar eru í heilagu skrift teirra, Koranini. Hesar sonevndu Sharia lógir vórðu gjerdar fyri 1400 árum síðani. Pakistan og tey sam- eindu Arabisku emiratini hava millum onnur lond tikið aftur í nýtslu avbuk- an sum revsing fyri at stjala. Pakistan hevur harumframt sum fyrsta motor-teigurin Aftur ein nýggjur - P ar i ly - Um mánaðarskiftið janu- ar/februar komandi ár kemur ein nýggjur bilur á foroyska marknaðin. Hes- in bilur er ein av teimum við trimum hurðum, tvs. tann eina er ein stór bak- hurð. Bilurin verður fram- leiddur í Skotlandi og eru tað somu verksmiðjur, sum gera Simca og Sun- beam, sum gera henda bil- in, ið kallast CHRYSLER -SUNBEAM. Hann verður framleidd- ur við trimum motor- støddum: 1295 ccm og 1598 ccm — hesir eru teir somu sum i Sunbeam 1300 5 AK og 1600 — og vid 928 ccm., id er ein heilt nyggj- ur aluminiumsmotorur. Bensinnytslan verður lítil. Verksmiðjan lovar, at tann minsti kemur at koyra 17,69 km/ liturin og hinir ávikavist 14,4 og 14,7 km/l. Prisurin kemur at liggja undir 40.000 kr., so vænt- ast kann, at hesin nyggi bilurin verdur vid i kapp- ingini um ein biligan bil, bædi vidvikjandi keypi og nytslu. Tad er P/f Berg Motor i Tørshavn, sum hevur um- bodid i Føroyum. x Strandferðslan sekir um tilboð til reingering av ms. Smyril 2. ferðir um vikuna. Áhugað fáa nærri upplýsingar frá hovmeistara- num. ikki arabiska land innført almenna avbuking við pisking sum revsing fyri ymisk lógarbrot, soleiðis sum Sharia ásetur. Hetta var eitt av tí fyrsta, sum landsins eina- ræðisharri, Zia Ul-Hag, generalur, avgjørdi aftaná at hava bast forsætisráð- harranum undan honum, Ali Bhutto, í juli, verður sagt frá tíðindamonnum eystaneftir. Ibrahim Sha- ria-lógirnar eru í fyrsta lagi galdandi fyri muham- edanarar. Men tað hendir, at eisini ikki-mohamedan- arar verða demdir, serliga i arabisku londunum. Sharia er grundlógin Í sameindu arabisku emi- ' ratunum varð ein útlend- ingur nýliga dømdur at fáa 10 pískislog fyri at hava kyst vinkonu sína á eini baðistrond. Vinkonan fekk bót. Sharia áleggur út í æsir, hvussu ein muslimur skal liva frá vøggu í grøv. Fyri tær 600 milliónir muslim- ar — mohamedsmenninar — í heiminum, er Sharia at skilja sum grundlóg Islama. Henda lóg åsetur total- forbod móti falsknarii, njosning, stuldri, drykk- juskapi, spælilyst, lygn og hjúnarlagsbroti. Men revsingin er ymisk fyri tey ymsu lógarbrotini. Harð- asta revsing er fyri hjún- arlagsbroti, sum verður serliga álvarsliga revsað. So hvert sum muham- edisman spjaðir seg frá arabisku sandoyðimerku- num til fjartliggjandi lond, har onnur fólkaslog taka við mohamedstrúgv, verða Sharialógirnar til- lagaðar staðligu viður- skiftunum. Urslitid gjørd- ist i longdini tvær greinar av mohamedslæruni, hin sunnistiska og shiitiska. Saudi-Arabia praktiser- ar lógina harðast. Hetta er mest puritanska arabiska tjóðin. Tað er forboðið at roykja á almennum stød- um, totalforboð móti alko- holi og loyvt er ikki at dansa. Sjónvarp varð ný- liga loyvt, eftir at teir reli- giøsu leiðararnir hevdu sæð, hvussu væl sjónvarp egnar seg til religiøsa pro- padandu. Dråpsmenn verða krossfestir Landsvegaránsmenn verða í Saudi-Arabiu hildnir at vera stersta hóttan móti almennum friði, og verður harðari revsað enn stuldur. Tann, sum verður kendur fyri ránsmann at vera, kann verða demdur at missa bein ella hendur. Dráp ella skaði á annan persón verður revsað við deyða við krossfesting. Revsingin verður mun- andi linkað, um hin seki sigur seg angra gerðir sin- ar. Nógvar av revsihætt- unum verða gjørdir fyri at ræða og sjokera fólk úr vesturlondum. Ti hevur tað vakt miklan harm, at vesturorienterað arabisk lond sum Kuwait og sam- eindu arabisku emiratini hava hvest lógarboðini. Serliga í oljulandinum Kuwait búgva nógvir út- lendingar. I fjør var m.a. sett for- boð móti selu av svína- kjøti, sum eftir Moha- medslæru er óreint. Ætl- anir eru um at skilja kvin- nuligar og mannligar stu- dentar í undirvísingini á lærda háskúlanum í Ku- wait, sum er einasti læru- stovnur, ið hevur havt felagsundirvísing. Alment er Kuwait eitt turrlagt land, men alkohol kann keypast svart, á sama hátt sum í Pakistan, har ein floska av whisky kostar 300 kr. Eisini í Li- bya er totalforboð. Vandamikið at drekka Í Saudiarabiu verður ein burturvístur á landamark- inum, um alkohol verður funnið í bagasjuni. Trúgv- andi, sum verða tikin meðan tey drekka, fáa 40 pískaslog undir yljarnar og verða fongslað í 10 dagar. Eisini útlendingar verða revsadir, um alkohol verð- ur funnið í heimum teirra. Í einum føri er útlendingur dømdur til at missa ein fingur, ti hann hevði whis- ky heima. Slíkar treytir dámar bretum, sum ar- beiða í oljuídnaðinum, illa. Nógvar staðir er tað plikt at meta í moske- unum. Í Saudiarabiskum býum kanst tú síggja handilsmenn renna til moskeina, so skjótt sum signal til bønarhald ljóðar. Løgreglumenn, sum skulu ansa almenna mo- ralinum, hava skyldu til at ansa eftir, at eingin sleppur undan. Lættari at fåa arbeidi i stórbýunum Sæd frå einum arbeids- skapandi sjónarmiði er tað ein fyrimunur at búgva í einum stórbýi — og tá einahelst, um stórbýurin samstundis er høvuds- staðurin í landinum Eftir einari frágreiðing frá arbeiðsstovninum ILO er lættari at finna arbeiði í stórbýunum enn í minni býum. Tað er ti eitt mark við 5 mill. íbúgvum, hvar arbeidsmøguleikarnir verða ivingasamir. Hyggur ein at medal- talinum av miljónbýum upp til hetta mark í idnad- arlondum, vísir seg, at ar- beiðsorkan er 12,5 prosent hægri enn í býum, ið hava millum 10.000 og 200.000 íbúgvar. Fleiri orsekir eru til tað. Ein av hesum orsøkum ef, at sterri býir hava betri almennar flutningsmegu- leikar — og almenn flutn- ingsamboð sum tok, buss- ar, flogfør og skip krevja nógva manning. Ein onn- ur orsek er, at í stórum býum og einahelst í høv- udsstødum er altid neyð- ugt við einari væl útbygd- ari og fólka-krevjandi um- siting. Eisini kvinnurnar í stórbýum eru langt meiri hugaðar at fáa sær arbeiði í vinnulívinum enn í smærri býum, sigur ILO frágreiðingin at enda. Flestir politiskir fangar finnast í Uruguay Ein talsmaður hjá manna- rættindarnevndini undir ST sigur frá, at Uruguay í Suðuramerika hevur fleiri politiskar fangar í fongsl- unum enn annað land í heiminum í mun til fólka- talið. Hann segði, at hver 600 íbúgvi í Uruguay situr í fongsli, orsakað av polit- isku stoðutakan teirra. ST-talsmaðurin fyrr- verandi enski vara-ráð- harrin Ben Whitaker, upplýsti samstundis, at í minsta lagi 400.000 av landsins 3 mill. íbúgvum eru flýdd úr Uruguay síð- ani 1973. Whitaker helt, at ST gjørdi ov lítið av at grans- ka viðgerðina av politisk- um fangum eisini í ødrum londum. Millum onnur lond, ið hevur stórt tal av politisk- um fangum, er Argentina, við hverjar 1200 íbúgvar í fongsli fyri teirra politisku hugsan og Cuba við 1800 íbúgvar. Whitaker segði, at ið hvussu er 22 politiskir fangar eru píndir til deyðis í Uruguay, aftaná hernað- arkvettið í 1973: ST-fundir í oktober árs- fjórðingi 1974 Skrá er gjørd fyri ST fundir, ið hildnir verða í oktober ársfjórðingi. Frá 3. til 7. oktober kemur í New York at verða løgd fram frá- greiðing frá nevnd, ið hevur kannað atgerðir Ísraels í teimum her- settu arabaraøkjum i Jordan. 24. oktober til 4. no- vember verður fundur í Genéve um skattavið- urskifti millum ídnað- arlond og tilafturskom- in lond. 20. oktober fundur í New York um virkið, sum ST. grunnurin fyri idnadar-tiltøk hevur avrikad. 31. oktober til il. november verður ST- fundur um teknologi. I oktober koma ann- ars buskaparrådid og sosiala rådid hjå ST saman til fundar i New York. 2., 3. og 8. november hava ymsir ST-grunn- ar fund um, hvat id ST kann lata av figgjar- hjålp til ymisk enda- mål i komandi åri. 7. til 18. november kemur stjórnarráðið hjá ILO stovninum saman í Genéve. 7. november til 2. desember verður ST fundur í Genéve um figgjan av einum grun- ni fyri ráverugoymsl- ur. 12. november til 1. desember er aðalfundur í Rom hjá búnaðar- og matvørustovni Sam- eindu Tjóða FAO. 5. til 9. desember kemur universitetsráð- ið hjá ST saman í Tokio. Annars er skrá longu gjørd fyri tydningar- miklar ST-fundir í 1978: 28. mars verður hav- rættarfundurin uppaft- urtikin fyri 7. ferð í Genéve, teir meta, at hann fer at vara 7—8 vikur. 23. mai til 28. juni verður í New York settur ein eykaaðal- fundur um avvápnan. 14, til 25. august verður heimsfundur í New York um rasismu og rasumismun.