Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 1977síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 68 — 8. oktober 1977 sosialurin Síða 14 Framhald frá síðu 6 niðanfyri tær tilsvarandi donsku. Tað er neyvan skeivt at siga, at tað almenna hevur eina stóra ábyrgd av hesum, tí tað hevur ongantíð verið smá- ligt í lenarspurningum, samstundis sum aðrir løn- takarar hava verið noydd- ir til at noyðast við minni. Tann prístalsskipan sum var galdandi fyri alment lønt hevði eisini sína skuld í hesum mismuni. Men nú hava vit so fingið eina prístalsviðbótarskipan, sum gevur somu viðbót til ell. Men nú má ansast eft- ir, at ikki verða givnar sterri lønarhækkanir sum »samsyning« fyri ta mistu prístalsviðbótina, ti so er lika langt komið. Samskipan av ellum lonarbólkum eigur at fara fram eftir eini åvisari ára- ætlan, soleiðis at allir løn- takarar gerast limir av foroyskum fakfeløgum og at lonarlagið verður lagað eftir føroyska samfelag- num. ØD — fíggjarligt demokrati Í fleiri ár hevur nógv tjak verið í Danmark viðvíkj- andi ØD ella økonomisk demokrati, sum tað kall- ast. Hetta gongur út uppá, at medarbeiðararnir í einum virki skulu eisini eiga sín part í virkinum, tá tað jú er stríðið og inn- satsurin hjá medarbeiðar- unum, sum jú byggir eitt virki upp og heldur tað gangandi. Eftir okkara tykki eigur hesin spurn- ingur eisini at verða tikin til umhugsunar her hjá okkum. T.d. kundi javn- aðarflokkurin sett eina nevnd niður at kanna spurningin. Fakfelggini og flokkurin Vit halda, at flokkurin eigur at hava eitt neyvt samstarv vid fakfeløgini bædi i sinum starvi i landsstyrinum og i flokk- inum. I hesum feløgum eru ju allir verka- og fiski- menn organiseradir, og ti skuldi tað verið eitt áhugamál hjá flokkinum at hava best møguligt samband tann vegin eis- ini. Skattavidurskifti Tad er einki dulsmål, at ein vanligur arbeiðsmaður kennir tað, sum um hann verður eyðrændur í skatti. Eisini er tað ein veruleiki, at låginntøkurnar verða harðari skattaðar í Føroy- um enn aðrastaðni, meðan tær høgu inntøkurnar lut- falsliga sleppa lættari. Hetta skilið kann ikki halda fram. Tryggjast má einum vanligum lønmot- takara, at hann ikki fær meira i skatti, enn at hann hevur nóg mikið eftir at liva fyri. Við núverandi progress- iva skattastiganum fyri landsskatt, fer jú ein størri prosentpartur av inntøkuni i skatti, so hvørt sum inntøkan hækkar sambært dyrtid- ina, og eingin broyting fer fram i skattastiganum. Skattastigin verður broyttur við nøkrum árum ímillum fyri at fáa eina nøkulunda javnvág í aft- ur. Men mátin sum hetta verður gjørt uppá er á- taluverdur. Tá slík mál verða løgd fram, verður tað gjort til at talan er um skattalætta. Tað er tað í veruleikanum ikki. Talan er bert um eina minking av tí skattagking, sum er farin fram, síðan stigin seinast varð broyttur. Og tí halda vit tað vera átalu- vert, tá summir samgon- guflokkar royna at gera tað til, at teir hava upp- fylt vallyftir um skatta- lætta. Viðvíkjandi Barnabókasavnið barnafrá- Áminning A-limir í sjúkrakassa eiga rætt til fría læknahjálp í dagarbeiðistiðini hjá læknanum tey hava valt, ella, har bert ein lækni er i leknadøminum, hjá læknanum har situr. Serligar reglur eru fyri læknahjálp uttanfyri dagarbeiðistíðina ella tá limur er staddur uttan fyri tað mark, ið er galdandi fyri kassan, har við- komandi er limur. Har eru hesar reglur galdandi, smb. høvuds- samtyktina: Samsýning fyri læknahjálp, sum er umbiðin fyrstu fimm gerandisdagar millum kl. 16 og kl 8 somuleiðis leygardag, sunnudag og heiligdag- ar, kemur ikki sjúkrakassanum við, men skal verða goldin av liminum sjálvum. Undantikið frá hesum reglum er tó læknahjálp, tå limur verður knappliga sjúkur ella versnar ella tá vanlukka hendir og viðgerð er bráðneyðug. Limir, ið søkja lækna uttanfyri dagarbeidistid ina ella fara til lækna uttan fyri sjúkrakassans mark og sjúkrakassin skal gjalda læknahjálpina skulu gjalda áð í samtyktini ásetta eftirlitsgjald við ávikavist 3 ella 6 kr. Meginfelag Sjúkrakassa Føroya Foroya Blaðmannafelag hevur aðalfund á Hotel Føroyum fríggjadagin 14. oktober kl. 16 við dagsskrá eftir lógini Í samband við at felagið er 25 ár — stovnað í 1952 — verður døgurda- veitsla fyri limum við maka á Hotel Føroyum sama kveld kl. 19.30. Kostnaður 150 kr. fyri hvønn. Til- melding um luttøku í veitsluni í seinasta lagi mánadag 10. oktober í brævi til boks 131 ella á telefon 116 09. NEVNDIN heystið -77 Á barnabókasavninum verður hetta fyri børn hvenn mikudag kl. 16: 12.10 Deyv børn úr Danmørk vitja bókasavnið og greiða frá, hvussu tað er at vera deyvur. Tey vísa eisini ein film. Hetta er serliga fyri sterri bern Fyri tey 5 —10 ára gomlu verður: Ljosbiløt: Petur Pedal eftir H. A. Rey Jórun Simonsen vitjar 2.11 Sjónleikur: sjónleikarabólkurin Gríma vitj- ar við sjónleiki ).11 Lina Larsen vitjar „11 Ljosbiløt: Svínadrongurin eftir H. C. An- dersen 23.11 Sjónleikur: sjónleikarabólkurin Gríma vitj- ar við sjónleiki 30.11 Bárður Jákupsson vitjar 7.12 Lina Larsen vitjar 14.12 Jórun Simonsen vitjar 19., 20., 21. og 22.12: Ljosbiløt: Fyri tey smáu hvønn dag kl. 10 Jól í Buld- ursbygd eftir Astrid Lindgren Fyri tey størru hvønn dag kl. 16 Grann- træið eftir H. C. Andersen dráttinum halda vit, at hann eigur at verða mun- andi hægri enn hann er, soleiðis at veruliga kann verða talað um lætta fyri familjur við børnum. Vit halda, at lentakarin skuldi fingið ta trygd, at ásett verður eitt hægsta- mark fyri, hvussu stórur partur av eini t.d. meðal- arbeiðsmannalen skal kunna fara í skatt, og at skattastigin fylgdi hesum marki. T.d. kundi hægs- tamarkið verið 30% av teirri til eina og hverja tíð verandi årsløn hjá einum arbeiðsmanni. Í løtuni eru tað ikki so fá, sum ikki vilja leiga út, hóast tey kanska hava bæði kemur og íbúðir, sum kundu verið útleigað. Orsekin er tann, at so nógv av teirri meirinn- tøku, sum fæst fyri hesa útleiging fer í skatt, so tað ikki loysir seg. Tað sama er jú við meirinnteku av yvirtíðararbeiði v.m. Um innteka av útleig- ing var fult ella lutvist skattafri, kundi hetta utt- an iva elvt fólki at leiga út, og kundi hetta hjálpt uppá íbúðarspurningin, sum er sera stórur í Havn. Hetta eigur at verða um- hugsað í flokkinum. Tað er einki at ivast i, at ein stórur skattare- p 2 ág == Å 523 523 5 Vela 6/10 4/10 Ravnur 28/9 Rókur Skip 13/10 11/10 formur er fyri neyðini. Hjá einum javnaðarflokki má aðaluppgávan vera at nýta skattaskipanina sum ein útjavnandi faktor fyri at beta um tað uppruna- liga skeiva innteku- og ognarbýtið. Viðvíkjandi skatting av rentuinntøku og ongar- skatti halda vit, at hetta eigur at verða tikið upp til viðgerðar. Eisini halda vit, at kelduskattur og/ ella bruttoskattur eigur at verða tikið upp til um- hugsunar. Teir nógvu ymsu frádráttirnir eiga at verða fækkaðir og verða gjørdir meira einfaldir. Ein loysn eigur at verða fingin á spurningin um samskatting. Eisini eigur at verða strongt á, soleiðis at ar- beiðsfríar inntøkur koma undir skatt. Eisini halda vit, at skyldan at lata inn ognar- uppgerð fyri lentakarar eigur at verða avtikin, tá hetta ikki kann roknast at hava nakran týdning sum eftirlit við inntekuupp- gevingini. Lýsið í sÉf såå så sf 9/10 7/10 10/10 10/10 7/10 13/10 16/10 PF SKIPAFELAGID FØROYAR OKEYPIS ATGONGD. Ætlanin er eisini at visa film av og á i heyst. Nærri verður lyst í útvarpinum. Barnabókasavnið er opið: mánadag — friggjadag kl. 14—17, leygardag kl. 10—13. Býarbókasavnið, Niels Finsensgeta 7 Opið er mána-, miku- og friggjadag kl. 10—20, týsdag og hósdag kl. 10—17 leygardag kl. 10—13 Lærlingur søkist Drongur kann koma i læru beinan- vegin. SJURDUR STRØM Autoverkstadur Vågur tif. 73175 ella 74498 Fyristødumadur Søkt verður eftir fyristødumanni til dansihølid i Havnar Klubba. Arbeið- ið umfatar umsjón av dansihølinum og leiðslu av dansinum. Skrivlig umsókn verður at senda til Havnar Klubba, postbox 140, innan 15. ok- tober. HAVNAR KLUBBI Maður søkist Maður við kunnleika til bilar søkist til eykalutagoymslu. SJÚRÐUR STRØM:' Autoverkstaður Vágur tlf. 73175 ella 744 98 DO