Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 125 - 4. juli 2002 Nr. 125 - 4. juli 2002 3 LISTAFRAMSÝNING Tíðindaskriv Listaframsýning við Rannvá Mortensen verður í Gallarí Ribar- hús í Fuglafirði fríggja- dagin tann 7. juli kl. 19.00. Eyðun Larsen spælir á klaver, og Jóanes Niel- sen lesur nýggjar yrk- ingar. Á framsýningini vera málningar, kollasj- ur og grafikkur. Fram- sýningar verður opin fram til 30 juli. Rannvá í Ribarhúsi Rannvá Mortensen Honum andin ikki svíkir, ikki regnið, ikki ódnin fær hjartað hans at nøtrast. Goethe Ein indari segði mær frá teirra tíðarfatan, at ein 25 ára gamal kann vera eini áttati, og ein, ið er eitt nú seksti, kann kenna seg sum júst farin um tey tríati. Tað er innari aldurin indarar hyggja eftir, tey hava onga virðing fyri linealum og linjurættari tíð ella rætt- linjaðum lívið sum so. Soleiðis er at møta Hanusi, allar fastar vendingar detta niðurfyri, hvør tugd kliché bránar, og allir tankar um aldur geva lítla og onga meining, tí hann er púra sín egin. Vakurleiki Tað, einki hjartað veit, eingin hugsaði um, vil í náttarinar einsemi ferðast gjógnum sálina. Goethe Hanus er fyri meg høvundi av sera fínum stuttsøgum, týðari av teim bestu heims- bókmentum, ið finnast, Sheakspeare, Poe, Brad- bury, Somerseth Maugham, Ballard, Joyce. Hann hevur gjørt sjónvarpssendingar og skrivað størstu føroysku ævisøguna nakrantíð um hin løgnasta persónin Før- oyalands klettar hava fostrað, ella var tað nú Hellas og Homer, ið stóðu fyri tí. Hanus er positivt sæð, ein ið livir uttan tíð og stað. Føroyingur, uppvaksin á bygd, enntá útoyggj, sum hann tók til: »Í Skúgvi var miðøld«, so ferð Hansusar til evropiskar metropolar má hava kenst sum ment- anarskelkur, ið vit í dag ikki longur heilt duga at skilja. Sjálvt um hann hevði dvalst í Havn, so vóru Føroyar veruliga fjarskotnar, í mun til okkara tíð og øktu samskiftismenta okkara, ið Hanus av og á hevur at finnast at. Keyp- mannahavn í mun til Havnina, ein brølandi modernitetur, tølandi fyri nøkur, fullur í møguleikum fyri onnur. Hanus hoyrir til seinasta bólkin, hann skilir betur stórbýin, søguna hjá slíkum býi, reikarar, bo- hemar sum Janus Djurhuus, Hjalmar Söderberg. Sannleiki Ytst á eggjartromini á løtuni standi eg og skríggi: tað er ein fragd at liva og umskapast! Diktonius Eg møtti Hanusar skriving, sum tey flestu, í miðnáms- skúlunum. Søgur sum:»Við Edgar Allan Poe í Sól- havn«, »Hin bláa kannan«, »Hin nýggi maðurin«, »Dóttir av Proteus«. Seinni komu vit fram á greinar, ið hevja seg høgt upp um álop frá jantebúgvum á ósek sum á aðrar jantar, frá religi(øru)øsum brota- sjógvum móti upplýsing, vitan og ektaðum næstra- kærleika, frá tránaðum tjóðskapar skólið, frá høgravendum rindalistum og mentanarligari niður- undirgerð. Slíkt mót gloymi eg ikki. Um hesa tíð las eg eisini Carsten Jensensa bøkur og Henrik Stanger- upsa essays úr Danmark, spoli eg aftur, kenni eg aftur eitt lyndi, ið ferðast óskalað frá Brandes til PH, Elsu Gress og beint inn í hjartað hjá Hanus Kamban, hetta at vilja berjast fyri tí sanna. At vera ein in- tellektuell rødd, ið tekur upp bardagan móti svárum órætti, tølandi orwellskum retorikki, ein indignerað urkraft full av civil curage. Góðska Tú bleika, fína djarva strála fyri meg ert tú... ein troyttur grátur inni í myrkrinum. Ekelund Seinni fekk eg høvi at lesa stuttsøgusøvnini, ævisøg- urnar (aftur) og nýggja greinasavnið, samstundis sum eg fekk orðið á Hanus sjálvan í eini sending í Útvarp Føroya, har hann vísti sínar mongu síður, og evni fyri tankans hvøssu sælu, har hann prógvaði, at hann hevur royndir og evni fyri veruligum vísdomi. Hann er ein intellektu- ellur, ið livir onkunstan oman fyri lívið hjá vanliga borgarinum, ið fær meg at hugsa um, hvat Bourdieu helt fyri um Sartre: »viður- skifti millum »borgaran« og »hin intellektuella«, sum Satre sær hesar, er at borgarin er ein óløgligur bastardur uttan nakra veruliga »veran«, eitt hylki av einki... ið hevur til felag við svínið (í bókini »Kvalme«) og fólkið, at hesi vita hvat tey eru, og einki meiri, mótvegis hes- um hevur hin intellektuelli eina frástøðu til sjálvan seg. Hann er skiltur frá síni veran, og frá øllum teim, ið bert eru tað tey eru, gjóg- num hesa lítlu, men alt avgerðandi, frástøðu sær ein munin, tí frástøðan er óhappið, ringi standurin, eymdin, armóðin, vesal- dómurin, vanlukkan, vón- loysið og ólukkan hjá tí intellektuella, samstundis sum tað er her, at stórleikin og stórlæti hjá tí in- tellektuella stavar«. Frástøðan er alt, ein sorg, ein lívgevandi longsul og sjálvur munurin á einum anekdotiskum menniskja og einum hugsandi, ið torir at berja sær ein »veran«. Hetta er tíðarandin frá sekstiárunum, frá radikal- ismuni, frá modernismuni, eksistentialismuni og frá upplðsingarheimspekini, ið Hanus altíð hevur vart, eins og hann hevur havt eina bløðandi samkenslu við tí løstaða mannabarninum, ið sum skapningur hevur frá- bragandi medferð, veru- máta ella lyndiseyðkenni, sum er fyri ágangi av hes- um. Tí Hanus veit, at slík kunnu víðka og betra okkara egna lyndi, ferð, veruhátt og eyðkenni. Til- lukku Hanus, tú hevur altíð troytt leiðina og víðka ræs- urnar fyri, sum romantik- arnir tóku til, tí vakra, sanna og góða. Kim Simonsen Tað sanna, góða og vakra: Hanus Kamban seksti TÍÐINDASKRIV Ráðið fyri Ferðslutrygd Komandi sunnudag, hin 7. juli 2002, verður minning- ardagur fyri tey, sum eru deyð í ferðsluni. Hetta er triðju ferð, at skipað verður fyri hesum minningardegi fyrsta sunnudag í juli mánaði. Á minningardeg- num verða blómur lagdar á støðini, har ferðsluvanlukk- ur hava verið, sum hava kravt mannalív. Fótbóltssambandið skip- ar fyri, at tøgn verður hildin í ein minutt, tá ið 1. deild- ardystirnir í fótbólti byrja sunnudagin, hin 7. juli 2002. Vónað verður eisini, at evnið verður tikið upp í kirkjum og samkomum um vikuskiftið. Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okk- um øll at steðga upp eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit eru so skjót at gloyma. Stigtakari er Ingi Gunn- arsson, og tiltakið verður stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni 2002 Móðir jørð Nú summarsólin fer í kav Og litar reytt tað djúpa hav Hon niður við djúpini fer Og bert myrkri eftir er Øll nú til songar fara Ein nýggjur dagur man læra Okkum at virðismeta Og høgt jørðina at seta Vit um dálking mangan hoyra Men venda tað deyva oyra Djór og plantur í hopatal doyggja Men vit vilja okkum ikki boyggja Munnu líkasæl vit verða Tá onkur boðini man bera At vit okkum sjálvum enda gera á Tá klókur ei nyttar vera aftaná Lívið er ein givin gáva Hóast mangan vit snáva Harrin okkum upp reisir Og við trúgv okkum loysir Tóra Joensen, Leirvík Bjarni Djurholm er so ónøgdur við ta við- ferð, hann og flokkur hansara hava fingið frá Torbjørn Jacob- sen, at hann nú vil hava løgmann at taka málið upp við leiðsl- una í Tjóðveldis- flokkinum og taka støðu til, um atburð- urin hjá tjóðveldis- tingmanninum skal fáa avleiðingar. POLITIKKUR Rúnar Reistrup Torbjørn Jacobsen hevur enn eina ferð megnað at upphitað sinnini í Fólka- flokkinum. Í Dimmalætting í gjár kom tjóðveldisting- maðurin við álvarsligum ákærum ímóti hinum stóra samgonguflokkinum um nepotismu og duldar ætlan- ir viðvíkjandi einskiljing av Fiskavirking. Bjarni Djur- holm, vinnumálaráðharri, sum í størstan mun stóð fyri skotum, vil nú hava løg- mann at tosa við formannin í Tjóðveldisflokkinum um atburðin hjá eysturoyar- tingmanni floksins og meta um, hvørt Torbjørn er kom- in so langt út um mark, at hansara atburður skal fáa avleiðingar fyri samgong- una. - Torbjørn Jacobsen fer yvir um alt mark við sínum asnasparki ímóti mær og flokkinum, og hann skaðar politiska virksemið hjá samgonguni, heldur Bjarni Djurholm, sum kennir seg og sín flokk so illa viðfar- nan av eysturoyarting- manninum, at hann ikki kann lata sær tað lynda. - Tá tað snýr seg um Tor- bjørn Jacobsen tykjast eingin mørk at verða fyri, hvat man kann vænta sær av útspillingum og ósann- indum. Hann kann ikki tak- ast í álvara. Hann bara larmar, sigur Bjarni Djur- holm, sum í gjár kundi lesa eina blaðgrein, har Tor- bjørn millum annað leggur vinnumálaráðharran undir at vera ørindadrong fyri restina av Fólkaflokkinum og útinna duldar ætlanir um at avreiða Fiskavirking til vinir og kenningar floksins fyri lítið og lætt. Duldar ætlanir við Fiskavirking Tobjørn Jacobsen segði við Dimmalætting í gjár, at Fólkaflokkurin við Bjarna Djurholm á odda vildi tæga Fiskavirking sundur og selja bitarnar fyri lítið og lætt. Hann legði vinnupoli- tikkin hjá Fólkaflokkinum undir at vera nepotistiskan og vísti í hesum sambandi til, at fyrrverandi fólka- tingsskrivararnir hjá Óla Breckman vórðu settir í nevndarformanssessir, eftir hansara tykki fyri at fremja duldu ætlanir Fólkaflok- sins. - Eg haldi meg bara til viðtøkurnar fyri Framtaks- grunnin, sum siga, at tá ein fyritøka er stabil og klárar seg væl, so skal hon - ikki kann hon - einskiljast. Tá nevndin í Framtaksgrunni- num ikki vildi fremja eina einskiljing, var eg noyddur til annaðhvørt at heita á løgtingið um at broyta við- tøkurnar ella at seta eina nevnd, sum vildi virka sam- bært viðtøkunum, sigur Bjarni Djurholm sum svar upp á ákærurnar frá Tor- bjørni Jacobsen um, at hann trýsti gomlu nevndina í Framtaksgrunninum frá fyri síðan at manna hana við fólkum, sum kundu fremja eina einskiljing »eftir fólkafloksleisti til fólkafloksmenn«, sum tjóð- veldistingamaðurin málbær seg. Torbjørn Jacobsen tók í greinini í Dimmalætting í gjár æruna fyri at eiga endaligu orðingina í sam- gonguskjalinum um ein- skiljing av almennum fyri- tøkum, eftir at júst málið um einskiljing elvdi til rok millum Tjóðveldiflokkin og Fólkaflokkin. - Tað er lodrætt lygn. Tor- bjørn hevur eitt problem, og tað er at hann altíð til- skrivar sær sjálvum størri týdning enn hann í veru- leikanum hevur, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur Torbjørn ikki eiga nakran lut í vinnupolit- isku orðingunum í sam- gonguskjalinum yvirhøvur. - Torbjørn rýmdi av fundinum tá vit orðaðu vinnupolitikkin. Hann var als ikki til staðar, tá vit orð- aðu brotið um einskiljing. Men soleiðis er Torbjørn. Tað var hann eisini, tá hann sat í landsstýrinum, og hansara uppblásti errin- skapur skaðar nú bæði sam- gonguna og føroysku vinn- una, sigur Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, sum nú fer at seta seg í samband við løgmann fyri at fáa hann at meta um, hvørt nakað ítøkiligt stig eigur at vera tikið sum avleiðing av úttalilsunum hjá Torbjørn Jacobsen. Torbjørn skal vigast Stjórin avger smakkin Føroya Bjór fór í gjár undir at selja eitt nýtt slag av øl. Talan er um eina myrka pilsnarøl, sum hevur fingið heitið Føroya Bjór Classic. Stjórin á Før- oya Bjór, Einar Waag, er væl nøgdur við smakkin, og tað hev- ur hann alla grund til at vera. Tað er nevni- liga stjórin, sum sjálv- ur hevur tikið enda- liga avgerðina um hvussu ølið skal smakka. ØL Rúnar Reistrup Klaksvíksbaseraða bryggj- aríið Føroya Bjór var í gjár komið til Havnar at vísa seinasta skot á stammuni fram fyri fjølmiðlunum og øðrum. Við góðum íblástri úr Danmark, har øll bryggj- aríini seinastu árini hava fingið eina »Classic« øl aft- urat úrvalinum, hevur Før- oya Bjór arbeitt seg fram til eina uppskrift til eitt myrk- ari pilsnarøl. Nýggja ølið er gott fyri teir gómarnar, sum onkun- tíð hava hug at troyttast av ljósa pilsnarølinum. Smakkurin í Classic ølini er sterkari og meira rundur enn í ljósu pilsnarølini, nakað sum i gulløli, men styrkin er tann sama sum hjá vælkenda Veðrinum. Einar Waag sigur, at Før- oya Bjór arbeiddi í hálvt- annað ár við at koma fram til eina hóskandi uppskrift. Hann hevur sjálvur verið partur av tí smakkipaneli- num, sum hevur lagt tungu, góma og háls til menning- ina av uppskriftini, og nú ølið fyri fyrstu ferð kom í ølsølurnar í gjár, var Einar Waag vælnøgdur við úrslit- ið. Sjálvur dámar honum best Veðrin, men hann heldur at Classic ølin verð- ur góð at hava sum varia- tiónsmøguleiki. Grønu etikettina til nýggja ølið hava fólk á lýs- ingarstovuni Team 85 tekn- að. Spurdur um hvør á Før- oya Bjór tekur endaligu av- gerðina um nær ein øl smakkar og sær út sum hon skal, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór: - Tað geri eg. Myrka Classic ølin hjá Føroya Bjór hevur í eina tíð verið at fingið í ávísum útsekinkingarstøðum. Nú fæst hon eisini til keyps á fløsku. Mynd: Jens K. Vang C M Y K 3 2