Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 125 - 4. juli 2002 Nr. 125 - 4. juli 2002 5 MENTANARHÚS Jan Müller At áhugin fyri sjónleiki, tónleiki og sangi og øðrum mentanargreinum altíð hevur verið stórur í Fugla- firði ásannar fyrrverandi tingmaðurin úr bygdini og fyrrverandi landsstýris- maðurin Signar á Brúnni, nú nýggja mentanarhúsið verður tikið í nýtslu. Snotuliga húsið, sum tik- ið er í nýtslu, boðar somu- leiðis frá einum sterkum vilja og einum góðum sam- anhaldi í Fuglafirði, uttan tað varð málið ikki nátt heldur hesin ein tann mest virkni politikarin úr bygd- ini í mong mong ár. Sjálvur hevur hann verið við í hesum arbeiði so ella so og hann ásannar, nú húsið stendur liðugt, at tað hevur hevur tikið sína tíð. Sjálvur hevði hann við málið at gera, tá spurning- urin um bygging av ment- anarhúsi varð reistur. - Minnist meg rætt, var tað í 1986, at tosað varð um at fáa stovnsett eitt felag í bygdini, ístaðin fyri fleiri, sum tá vóru, við tí enda- máli at lyfta í felag og fáa reist eitt hóskandi mentan- arhús í bygdini. Sjónleik- arafelagið átti um tað mundið væl av peningi, meðan bygdafelagið átti ikki ta stóru rúgvuna, men var eitt virkið felag. Hetta eydnaðist eftir, at nógvir fundir vórðu hildnir. So varð farið til verka. Signar á Brúnni heldur, at Fuglafjørður hevur verið so heppin at eiga Niels Mid- jord, ið allir føroyingar kenna frá vísusangi, men vísir á, at hesin maður kann so nógv annað – hann er ein fjølbroyttur mentamaður. - Uppskot um hús tekn- aði hann og modell gjørdi hann eisini og øllum dámdi uppskot hansara. Sjálvur hevði eg nakrar fundir við landsins myndugleikar um projektið, og teimum dámdu eisini projektið hjá Nielsi. Játtaður varð studn- ingur eftir lógini um bygd- arhús, ið eg sjálvur hevði lagt á tingborð, fyri nú mongum árum síðani, og kommunalu myndugleik- arnir vístu málinum stóran áhuga, bæði sitandi og undanfarna býráð, so alt sá ljóst út. So varð farið til verka, og mong vóru tey, ið løgdu bæði tíð og orku í hetta mál. Ein av dyggastu stuðl- unum mundi vera Willy Jan Feilberg, ið er byggikønur og var Nielsi ein hollur stuðul. Signar á Brúnni, sum fegnast saman við bygda- monnum sínum, ásannar, at drúgv tíð er liðin, síðani tankin varð føddur, og til dagin í dag, nú húsið stend- ur liðugt, men allir fugl- firðingar eru væl nøgdir við úrslitið, og nógvir eru teir, ið hava rætt eina hond í samband við byggingina. Sjálvur hevur hann alla tíðina lagt stóran dent á, at nevndin, ið hevur við bygg- ingina at gera, setti ein leið- ara nóg tíðliga, so greiðar reglur verða gjørdar um, hvussu húsið skal nýtast. - Vit eiga at leggja dent á, at allir fuglfirðingar eiga at fáa gleði av húsinum. Tað skal nýtast til tónleik, sjón- leik, listaframsýningar, sang, føroyskan dans, kristiligar fundir o.m.a. so- leiðis sum ætlanin varð upprunaliga. Signar heldur sjálvur, at gøtumaðurin, sum er settur til at standa fyri húsinum – hálvur fuglfirðingur, sonur Sonju hjá Kittuni og Harald, Jonhard Hammer, er rætti maðurin. - Tað verður ein stór og krevjandi uppgáva løgd á hann, og tað er av alstórum týdningi at fáa eina so góða byrjan sum møguligt. Hann skal ikki vera einsamallur um hetta, men fuglfirðingar eiga at stuðla honum væl í arbeiðinum. Í síni tíð sum landsstýris- maður tosaði Signar á Brúnni mangan við stjóran í Norðurlandahúsinum, Helgu Kjørvar, har tey eisini komu inn á møgu- leikarnar hjá mentanarhús- inum í Fuglafirði at fáa í lag eitt samstarv við Norð- urlandahúsið, ið kundi styrkja mentanarvirksemi í Fuglafirði, sum jú umfatar alla Eysturoynna. Teimum tankunum tók hon fult undir við og var beinan- vegin til dystin fús. - Fyri ikki bert fuglfirð- ingar, men fyri allar eystur- oyingar, er mentanarhúsið í Fuglafirði ein stórhending. Nú eru karmarnir skaptir, nú er at fylla teir út sigur Signar á Brúnni í viðmerk- ing til stórhendingina, at mentanarhúsið stendur klárt og liðugt. Samanhald og vilji løgdu lunnar undir mentanar- húsi Signar á Brúnni, fyrrv. tingmaður og landsstýrismaður saman við øðrum góðum fólkum til vígslu í nýggja mentanarhúsinum í Fuglafirði Mynd Jan Müller Formaðurin fyri Fuglafjarðar Sjónleikarafelag hevur júst handað Niels Midjord, arkitekti og Jonhard Hammer, nýggja leiðaranum av húsunum blómur Mynd Jan Müller Jórun Høgnesen og Dávur Winther handað formanninum í sjónleikarafelagnum Eyðun Hansen stásiligan málning eftir Edward Fuglø "Bond" Mynd Jan Müller Flogfarið stóð klárt Hósdagin í síðstu viku var ein dramat- isk hending á flog- vøllinum. Meðan ferðafólkini fara í flogfarið, fær stjórin í Atlantic Airways boð frá landssjúkrahúsi- num um, at ein sjúk- lingur skal flytast til Ríkissjúkrahúsinum í skundi SJÚKRAFLUTNINGUR Stefan í Skorini Skjótt varð borið at og øll ferðafólkini vórðu koyrd úr flogfarinum, og sjúklingur- in fingin umborð. Hann var í skundi fluttur til Keyp- mannahavnar, har hann kom undir læknahond. Tað stóð um lív í hesum føri- num, og tí var einki annað at gera enn at senda ferða- fólkini úr flogfarinum. Tað var so heppið henda dagin, at flogfarið júst stóð klárt á flogvøllinum, tá boðini frá landssjúkrahúsi- num komu til Atlantic Air- ways. Hetta stytti nógv um tíðina, sum tað tekur at flyta ein sjúkling úr Føroy- um til Keypmannahavnar. Tá talan er um bráfeingis sjúkraflutning sum henda, var tað av alstórum týdn- ingi, at sjúklingurin slapp av landinum beinanvegin. Skuldi til Billund Annars hevði sjúkrahúsið skulað sent boð eftir einum ambulansuflogfari úr Dan- mark, og hetta hevði tikið nógv longri tíð. Av sjúkra- húsinum verður sagt, at flutningurin gekk ómeta- liga skjótt. Flogfarið skuldi upp- runaliga til Billund, men hesin túrurin var av ongum. Ístaðin sluppu ferðafólkini við flogfarinum hjá Maersk til Billund tveir tímar seinni, so seinkingin hjá teimum var ikki ovurhonds stór. 70 ferðafólk vóru um- borð á flogfarinum hjá Atlantic henda dagin. Tá tey høvdu sett seg í flogfar- ið og gjørt seg til reiðar at fara, fingu tey boðini frá flogskiparanum yvir hátal- aran, at tey skuldu úr aftur. Tey fingu tó greið boð um, hvat var á vási. Tað var sera heppið, at flogfarið hjá Atlantic Airways stóð klárt á flogvøllinum, tá ein sjúklingur hevði tørv á skjótum flutningi til Keypmannahavnar hósdagin Havnarmeistarar gjørt sáttmála Havnarmeistarar og havnarumsjónarmen n hava fáa eina lønar- hækkan á 9,5 prosent, nú nýggjur sáttmáli er undirskrivaður SÁTTMÁLI Stefan í Skorini Týsdagin 25. juli varð sátt- máli undirskrivaður millum Skipara- og Navigatørfelag og kommunalu arbeiðs- gevarafeløgini (Kommun- ala Arbeiðsgevarafelagið (KA) og Føroya Kommu- nala Arbeiðsgevarafelag (FKA)) um havnarmeistar- ar og havnarumsjónar- menn. Sáttmálin er nú sendur til lønardeildina í Fíggjar- málaráðnum til góðkenn- ingar, áðrenn hann kemur í gildi frá 1. mars 2002. Lønarhækkingin hjá havnarmeistarum og havn- arumsjónarmonnum er til- samans 9,5 prosent. 6 pro- sent verða løgd afturat løn- ini frá 1. mars í ár, og lønin hækkar aftur við 3,5 pro- sentum 1. januar í 2003. Sáttmálin er galdandi fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarmenn, sum eru limir í Føroya Skipara- og Navigatørfelagi og eru starvssettir við Runavíkar, Fuglafjarðar og Sørvágs havn. Aðrar kommunur í FKA og KA kunnu velja at seta havnameistara ella havnaumsjónarmann eftir hesum sáttmála. HARÐSKAPUR Stefan í Skorini Ein ungur maður fyrst í 20-unum er nú skuldsett- ur fyri harðskapin, sum fór fram í Klubbagarði- num leygarmorgunin. Menn fóru til hendurs, og endin var, at ein maður varð sligin niður. Hann fekk eina fliku og breyt eina tonn. Hesin maðurin var á løgreglustøðini leygardagin og meldaði tilburðin. Løgreglan hev- ur síðani gjørt sínar av- hoyringar, og ein maður er skuldsettur fyri harð- skapin, upplýsir vakthav- andi á løgreglustøðini. Maður skuldsettur fyri harðskap Havnarmeistarar og havnarumsjónarmenn hava nú fingið nýggjan sáttmála, sum var undirskrivaður týsdagin 25. juni. Hann skal nú góðkennast av Fíggjarmálaráðnum C M Y K 5 4