hósdagur 4. juli 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 125 - 4. juli 2002
Nr. 125 - 4. juli 2002
7
– Tað sær framvegis
út til, at Landsstýrið
ætlar at halda kirkj-
una uttanfyri, nú
samráðingar um at
yvirtaka fólkakirkj-
una, halda fram, sigur
Hans Jacob Joensen,
bispur
FÓLKAKIRKJAN
Áki Bertholdsen
Landsstýrið ætlar eftir øll-
um at døma framvegis at
halda fólkakirkjuna uttan-
fyri samráðingarnar um at
yvirtaka fólkakirkjuna.
Í seinasta valskeiði var
ein miseydnað roynd gjørd
at yvirtaka fólkakirkjuna,
men tá varð harðliga funn-
ist at landsstýrinum fyri at
skúgva kirkjuligu myndug-
leikarnar í Føroyum til viks
í spurninginum um yvirtøk-
una at fólkakirkjuna.
Nógv av teimum, sum ar-
beiða í kirkjuni í Føroyum
fýltust á, at samráðingarnar
um at yvirtaka fólkakirkj-
una fóru fram yvir høvdin-
um á teimum, uttan at tey,
sum høvdu við kirkjuna á
gera, upp á nakran máta
fingu ávirkan á tað, sum
hendi.
Men nú nýggja sam-
gongan varð skipað høvdu
tey, sum hava við kirkjuna
at gera, væntað eina øðrvísi
mannagongd.
Tí í samgonguskjalinum
stendur
beinleiðis,
at
»Fólkakirkjan
verður
í
samstarvi við allar partar í
føroysku kirkjuni yvirtikin,
so hon kann halda fram í
verandi bygnaði, og meir-
útreiðslur í samband við
yvirtøku verða goldnar av
landskassanum«.
– Eg má viðganga, at
orðini í samgonguskjalin-
um gjørdu, at vit høvdu
væntað okkum nýggja tón-
ar úr landsstýrinum, sigur
Hans Jacob, Joensen, Bisp-
ur.
– Men eg má samstundis
ásanna, at tað er ongin
broyting hend og at fyribils
tykist tað, sum um Lands-
stýrið framvegis ætlar, at
tey, sum hava við kirkjuna
at gera skuldu haldast full-
komiliga
uttanfyri
alla
ávirkan.
– Vit mugu staðfesta, at
antin merkja orðini í sam-
gonguskjalinum ikki tað,
vit hildu at tey merktu, ella
verða tey ikki hildin.
Hans Jacob Joensen vísir
á, at síðani nýggja sam-
gongan varð skipað, hevur
Bispur, hvørki hoyrt orð
ella eið úr landsstýrinum.
– Enn hevur landsstýrið
ikki vent sær til mín um
nakað sum helst.
Kortini hevur fundur ver-
ið í Keypmannahavn ímill-
um føroysk og donsk em-
bætisfólk um yvirtøkuna av
fólkakirkjuni.
Í samrøðu við Trúboðan
vísir Annlis Bjarkhamar,
landsstýriskvinna, at hesin
fundurin var eitt framhald
av fundunum sum vóru í
seinasta valskeiði, men sum
steðgaðu, tá valið varð út-
skrivað.
Samstundis
staðfestir
hon eisini, at grundarlagið
undir samráðingunum er
framvegis uppskotið sum
ein nevnd gjørdi um yvir-
tøkuna av fólkakirkjuni –
og sum bispur als ikki tekur
undir við.
– Sostatt mugu vit stað-
festa, at tað er als ongin
broyting hend, men at
landsstýrið heldur fram í
sama sporið sum í seinasta
valskeiði við at halda
kirkjuliga myndugleikan í
Føroyum
uttanfyri
alla
ávirkan, hóast tað beint
øvugta stendur í sam-
gonguskjalinum.
– Tað einasta, eg havi
frætt var frá fráfarna lands-
stýrinum í mars mánaði,
har eg varð spurdur, hvat
kirkjuligi
myndugleikin
hevði sagt til at verið við í
arbeiðnum
at
yvirtaka
fólkakirkjuna.
– Eg svaraði aftur, at tað
var
landsstýrismaðurin,
sum hevði sett okkum utt-
anfyri, so tað mátti eisini
vera hann, sum tók okkum
upp í aftur, men at eg helt,
at nú var nýtt løgtingsval í
hondum og at tað mátti vera
tann nýggi landsstýrismað-
urin, sum tók avgerð um
tað.
– Síðani hoyrdi eg onki
aftur og eg dugi avgjørt ikki
at síggja nakra sum helst
broyting, sigur Hans Jacob
Joensen.
– Hvat so verður fram-
yvir, vita vit ikki, leggur
hann afturat.
Hann vil kortini ikki siga,
at hann er vónbrotin av tí,
sum er hent, tí hann hevur
leingi sæð, hvønn veg tað
bar.
– Men nú eg las sam-
gonguskjalið, havi eg bara
bíðað eftir at vita, um tað
vóru gerðir aftanfyri orðini
í nýggja samgonguskjalin-
um. Men pappírið er tolið
og enn er ongin broyting at
hóma.
Vórðu koyrd frá
Hans Jacob Joensen sigur,
at nevndin, sum sat og
arbeiddu
við
føroysku
kirkjulógir í sambandi við
yvirtøkuna, varð meiri ella
minni sett frá og síðani
hevur kirkjan als onga
ávirkan havt á gongdina.
Hinvegin varð ein nýggj-
ur bólkur settur at gera før-
oyskar kirkjulógir, men har
sat onki umboð fyri kirkj-
una.
– Men vit fingu eisini at
vita, at ætlanin var at yvir-
taka kirkjuna, hóast lógir
og fyrisitingarreglur ikki
vóru liðug, tí tað kundi
koma aftaná.
– Tað kunnu vit ikki ann-
að enn taka til eftirtektar,
hóast vit eru grundleggj-
andi ósamd, tí vit halda av-
gjørt, at tað er neyðugt at
lógargrundarlagið verður
gjørt liðugt, áðrenn yvir-
tøkan verður framd so tað
er heilt greitt frá fyrsta
degi, hvat kirkjan skal bera
í sær ístaðin fyri at koma
aftaná og gera lógir og
reglugerðir so við og við, tí
tað kann fáa óhepnar av-
leiðingar.
Tað eydnaðist okkum tí-
verri ikki at fáa eina við-
merking úr Mentamála-
ráðnum, áðrenn blaðið fór
til prentingar.
– Løgmaður hevur nú
givið Mentamála-
ráðnum greið boð um
at orðini í samgongu-
skjalinum um yvir-
tøkuna av kirkjuni
skulu haldast, so allir
partar vera við í
arbeiðnum
FÓLKAKIRKJAN
Áki Bertholdsen
Nú arbeitt verður við at
yvirtaka
fólkakirkjuna,
skulu allir partar takast við
upp í arbeiðið.
Tað ætlar Løgmaður sær
at syrgja fyri.
Sum tað sæst í greinini
omanfyri, heldur Hans J.
Joensen, Bispur, at ongin
broyting er hend í fram-
ferðini hjá landsstýrinum
eftir at kirkjan varð útihýst
frá arbeiðnum at yvirtaka
fólkakirkjuna.
Men í nýggja samgongu-
skjalinum stendur, at kirkj-
an skal yvirtakast í sam-
starvi við allar partar í
kirkjuni.
Men kortini var fundur
við donsk embætisfólk
síðst í juni, har samráðingar
um yvirtøku halda fram
uttan at tey, sum arbeiða í
føroysku kirkjuni enn hava
frætt eitt orð úr Landsstýr-
inum.
Men hetta ætlar Løgmað-
ur ikki at lata sær lynda.
– Eftir fundin í Keyp-
mannahavn havi eg givið
Petur Petersen, aðalstjóra í
Mentamálaráðnum greið
boð um, at orðini í sam-
gonguskjalinum
skulu
fylgjast.
– Tað merkir, at tað, sum
víðari fer at henda í hesum
máli, skal vera í neyvum
samstarvi við allar partar í
kirkjuni.
Løgmaður sigur, at hann
fer at syrgja fyri, at sam-
gonguskjalið verður hildið
á hesum øki og hann fer
eisini at fylgja við gongdini
í málinum, so at tað sam-
gonguskjalið veruliga verð-
ur hildið.
– Áðrenn fleiri samráð-
ingar verða ímillum føroy-
ingar og danir um yvirtøku
av fólkakirkjuni, fari eg at
syrgja fyri, at allir partar
verða tiknir við, soleiðis
sum samgonguskjalið legg-
ur upp til.
Hann sigur, at orðini í
samgonguskjalinum skulu
skiljast so, at allir partar í
kirkjuni skulu vera við í
sjálvari yvirtøku-tilgongd-
ini og vera við til at ávirka
sjálvt arbeiði at yvirtaka
kirkjuna.
– Hetta skal ikki skijast
soleiðis, at kirkjan skal
yvirtakast og at partarnir í
kirkjuni aftaná skulu kunn-
ast um gongdina. Teir skulu
alla vera við í arbeiðnum.
Anfinn Kallsberg sigur,
at hann hevur eisini givið
dómpróstinum tað lyfti, at
orðini í samgonguskjalin-
um verða hildin, so at part-
arnir í kirkjuni verða tiknir
við í arbeiðið at yvirtaka
kirkjuna.
– Tað er ógvuliga umráð-
andi fyri meg, at allir partar
í fólkakirkjuni vera við, so
at yvirtøkan kann fara fram
í neyvum samstarvi við
allar partar í fólkakirkjuni,
sigur Anfinn Kallsberg.
Yvirtøkan av fólkakirkjuni:
Bispur aftur nú settur útum
– Eftir at hava lisið samgonguskjalið, havi eg bara bíðað eftir at
vita, um tað vóru gerðir aftanfyri orðini í nýggja samgongu-
skjalinum. Men pappírið er tolið og enn er ongin broyting at
hóma, sigur Hans Jacob Joensen, Bispur
Løgmaður setir treytir fyri yvirtøkuni av fólkakirkjuni
Anfinn Kallsberg, Løgmaður, sigur, at hann fer at syrgja fyri, at
tey í Mentamálaráðnum halda samgonguskjalið so at allir
partar í kirkjuni verða tiknir við í yvirtøkuni av fólkakirkjuni
Søkt hevur verið fleiri
ferðir eftir leiðara til
útibarnagarðin úti í
Grøv í Klaksvík.
Umsóknarfreistin var
úti 01. juli og ongin
pedagogur hevur
søkt. Tørvurin á
pedagogum í Klaks-
vík er sera stórur
BARNAANSING
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Jancy B. Klein,
leiðari á sosialu deild í
Klaksvíkar Kommunu, sig-
ur, at tað er sera harmiligt,
at ongin pedagogur hevur
søkt leiðarastarvið í nýggja
útibarnagarðinum.
Nýggi útibarnagarðurin
úti í Grøv skal eftir ætlan
lata upp í august.
– Og tað fara vit eisini at
gera alt fyri, at hann ger,
men tað er greitt, at tað
kann fara at gerast trupult,
sum støðan er nú við ong-
um leiðara. Men vit eru
ikki púra fyri ongum, sigur
Jancy B. Klein.
– Vit hava onkra loysn í
huga, men tað kemur so
bert at vera ein fyribils-
loysn, og tað er ikki nøkt-
andi. Men okkurt má ger-
ast, tí barnagarðurin má
lata upp.
Hon sigur eisini, at tørv-
urin á pedagogum í Klaks-
vík er ovurhonds stórur.
Hon greiðir frá, at herfyri
bleiv gjørt upp, hvussu
mong ósett pedagogstørv
tað eru í barnagørðunum í
Klaksvík.
Tað eru tríggir barna-
garðar í Klaksvík, og heili
22 pedagogstørv eru ósett.
Tað vil siga, at hjálparfólk
sita í teimum størvunum.
Jancy tekur dr. Mar-
grethubarnagarðin
sum
dømi:
– Har eru næstan hundr-
að børn, og einans tríggir
pedagogar. Tað er ikki ein
gongd ein til hvørja stov-
una. Og hetta er bert í
barnagørðunum, so koma
bústovnarnir afturat, sigur
hon.
Hon heldur, at tað hevði
gjørt stóran mun um nøkur
ár, um námsfrøðiliga út-
búgvingin, sum er á Føroya
Læraraskúla, hevði kunnað
tikið tveir flokkar inn um
árið. Sum er taka tey ein
flokk upp á 24 inn.
Jancy heldur eisini, at tað
kann tykjast sum pedagog-
ar í dag søkja meiri inn á
serøkið enn barnaansing-
ina. Ein orsøk til tað kann
vera, at lønin er betri á ser-
økinum.
Allan tørv nøktaðan
– Tað verður arbeitt fram í
móti, at dagrøktararnir
skulu hava børn í aldrinum
0 til 3 ár, og so er dreymur-
in, at børnini sum trý ára
gomul fáa stovnspláss,
greiðir Jancy frá.
Hon sigur, at sjálvandi er
dreymurin hjá teimum, at
fáa allan barnaansingar-
tørvin nøktaðan, men hon
dylur ikki fyri, at tað koma
at taka nøkur ár, áðrenn
dreymurin gerst veruleiki.
Børnini í einum útibarna-
garði eru í aldrinum trý til
fýra ár og uppeftir.
Útibarnagarðurin úti í
Grøv er um at verða klárur.
Tað verður málað uttanfyri
nú, og møblarnir eru eisini
á veg. Og í hesi vikuni fara
avvarðandi myndugleikar
at hyggja umsóknirnar í
gjøgnum, so at starvsfólk-
ini kunnu setast. Og so
skuldi onki mangla til tey
40 hepnu børnini, sum hava
fingið pláss har – onki utt-
an ein leiðari.
Pedagogar mangla í Klaksvík
Jancy B. Klein, leiðari á sosialu deild í Klaksvíkar Kommunu, heldur, at tað kann tykjast sum pedagogar í dag søkja meir inn á
serøkini enn barnaansingina
C
M
Y
K
7
6
Stórur brúktbila-
markna› ur
BERG MOTORS
Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35
Mazda 323 C 1,5i LX
bláur, 3 hur›ar, 5 gear,
árg. 03/97, km 72.000
68.000,-
Ford Escort HB 16V
rey›ur, 5 hur›ar, 5 gear,
árg. 10/96.
70.000,-
Opel Vectra 2,0i Expression
lilla, 4 hur›ar, 5 gear,
árg. 1987, km 193.000.
48.000,-
Toyota Carina XL TD
gráur, 4 hur›ar, 5 gear,
árg. 02/97, km 93.000.
130.000,-
Suzuki Alto 1,0 Automatic
bláur, 3 hur›ar, aut. gear,
árg. 09/97, km 85.000.
50.000,-
Ford Escort St.car 1,6 Zetec
grønur, 5 hur›ar, 5 gear,
árg. 06/98, km 33.000
92.000,-
Mazda 323 C 1,8I GLX
rey›ur, 5 hur›ar, 5 gear,
árg. 04/00, km 44.000
128.000,-
Mazda 323 S 1,5i LX
rey›ur, 4 hur›ar, 5 gear,
árg. 05/97, km 69.000
78.000,-
Renault Megane 1,6e
rey›ur, 5 hur›ar, 5 gear,
árg. 12/96, km 70.000
80.000,-
Mazda E2200 4x4 trælast
rey›ur, 2 hur›ar, 5 gear,
árg. 04/97, km 115.000
128.000,-
Mazda B2500 PlusCab 4x4 DX
rey›ur, 2 hur›ar, 5 gear,
árg. 07/98, km 49.000
128.000,-
Mazda B2500 PlusCab DX 4x2
rey›ur, 2 hur›ar, 5 gear,
árg. 05/97, km 89.000
78.000,-
Ford Transit DupultCabin Trælast
gráur, 3 hur›ar, 5 gear,
árg. 06/94, km 80.000
52.000,-
s‡na› ur
01/02
Mazda 323 S 1,5i LX
beige, 4 hur›ar, 5 gear,
árg. 05/96, km 125.000
80.000,-
s‡na› ur
09/01
s‡na› ur
03/02
s‡na› ur
09/00
VW Taro 4x4
bláur, 2 hur›ar, 5 gear,
árg. 11/91, km 222.000
62.000,-
s‡na› ur
12/00
s‡na› ur
03/01
s‡na› ur
02/02
s‡na› ur
03/01
s‡na› ur
04/02
Toyota Corolla Sedan 1,6 XL
rey›ur, 4 hur›ar, 5 gear,
árg. 04/88, km 232.000.
14.000,-
Toyota Carina Sedan 1,8 CDX
grønur, 4 hur›ar, 5 gear,
árg. 10/97, km 44.000.
98.000,-
s‡na› ur
03/02
Mazda 626 S 1,8i LX
svartur, 4 hur›ar, 5 gear,
árg. 09/92, km 95.000
68.000,-
Mazda 626 HB 2,0i GLX
rey›ur, 5 hur›ar, 5 gear,
árg. 08/92, km 156.000
60.000,-
Daewoo Nexia GL
bláur, 3 hur›ar, 5 gear,
árg. 11/97, km 39.000
65.000,-
Opel Corsa 1,0i 12V
svartur, 3 hur›ar, 5 gear,
árg. 03/00, km 27.000
78.000,-
Fiat Brava GT 103HK
rey›ur, 3 hur›ar, 5 gear,
árg. 07/99, km 35.000
110.000,-
Citroen Saxo 1,5 D Diesel
grønur, 3 hur›ar, 5 gear,
árg. 01/99, km 38.000
108.000,-
Mazda 929 S 2,2i GLX
bláur, 4 hur›ar, 5 gear,
árg. 04/88, km 145.000
28.000,-
Mazda 626 S 2,0i GLX
hvítur, 4 hur›ar, 5 gear,
árg. 10/92, km 190.000
60.000,-
Mazda 626 HB 2,0 DiTD GLX
grønur, 4 hur›ar, 5 gear,
árg. 10/98, km 72.000
158.000,-
Ford Escort 1,8 TD St. car
rey›ur, 5 hur›ar, 5 gear,
árg. 08/97, km 50.000
110.000,-
s‡na› ur
02/00
Ford Escort 1,8 Diesel Sedan
svartur, 4 hur›ar, 5 gear,
árg. 08/95, km 146.000
76.000,-
s‡na› ur
07/01
s‡na› ur
03/02
s‡na› ur
04/01
VØRUVOGNAR