leygardagur 22. oktober 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 72 — 22. oktober 1977
»Mær dåmar« —
»ymær dámar ikki«
Eg siti í eini skulahøll i
Ålesund. Ein nógv umtal-
adur madur hevur lyst til
„stórt vekingarmøti«. Eg
havi hoyrt um hann. Ikki
alt so vakurt, og eg havi
hug til at siggja og hoyra
henda sjåldsama mann.
Eg hoyrdi hann syngja å
grammofonplåtu i sinari
tid og kann ikki siga, at eg
var hugtikin av redd
hansara. So eg sat har
einki serliga opin fyri ti, ið
skuldi fara fram — tvert-
urímóti við nógvum fyri-
varni, hóast eg sjálvur
havi hildið meg verið frían
og rúmskygdan.
Har var ikki nógv fólk,
og metið var ikki byrjað,
táið ein kona kom gang-
andi fram við stólareðini
og stýrdi við festum fóta-
stigum móti pallinum, har
sum prædikumaðurin við
fylgi sínum var staddur.
Hon var vælklødd, hevði
lítlan pelskraga um hálsin
og eina tasku
skorðaða millum albogan
og bringuna. Meðan hon
gekk, segði hon hart og
skilliga, so at oll hoyrdu!
„Du er kommet hit for á
forstyrre Álesund Kirke!<
Uttan at steðga á gekk
hon út aftur hinumegin
stólareðina, og hvarv
Prædikumaðurin tendr-
aði. Hann nýtti ógvislig
orð og hermdi uppi á pall-
óbiliga
inum eftir hesi braneggj-
aðu konuni.
Tey sungu lystiligar
sangir og maðurin talaði.
Um politikk, um religión,
sum hann fór rættiliga illa
við, og um seg sjálvan,
sum hann afturímóti hevði
nógv gott at siga um og
breggjaði sær av, hvat
hann hevði gjørt, talað og
skrivað (hann skrivar
andaligar sangir) og hvus-
su týðandi og ríkar menn
hann hevði tikið í hondina
á. So maðurin vaks ikki í
mínum metum, tað var
sum ein hevur tikið til:
„Eg visti ikki, hvussu lítil
hann var, fyrr enn hann
fortaldi mær, hvussu stór-
ur hann var!<
So lesarin skilir óivað,
at mær dámdi einki ser-
ligt.
Og so fór flokkurin á
pallinum at syngja, með-
an tey spældu á ein so
lystiligan hátt, at mær
heldur ikki dámdi tað:
»Når de frelste drager
ind«
Hvussu nógv vegar í
Guds eygum, hvat »okk-
um dåmar« og, hvat >okk-
um ikki dámar?< Tvey
donsk trúgvandi vóru í
orðastríði nettupp um
hetta, og kvinnan, sum er
heldur gomul sigur: >Men
jeg mener nu — « og kvik-
ur var maðurin, andaligur
og hittinorðaður, at svara:
„Og derfor er det forkert!<
Og hetta er tað: „Hvat ið
mær dåmar« ella »Hvat ið
mær ikki dåmar«, hevur
so ómetaliga lítlan tydn-
ing. Hetta hevur spilt so
nógv fyri sannan kristin-
dóm og loypt rivur í sam-
komur.
Tað kann vera metisið-
urin, tað kann vera præd-
ikuhátturin, tað kann vera
sangurin, tað kann vera
sangframførslan og tað
kann vera tónleikurin og
tað kann vera ljóðferini,
»summum dámar eitt
astmatiskt harmonium,
ødrum hornblåstur, oðrum
dåmar livligan sang hava
enntá trummusett. »Mær
dåmar og mær dåmar
ikki« hetta hevur for-
volt skada. Sett split mill-
um samkomur og i sam-
komum. Ein ráðaríkur
kristin skrykkir ein gitt-
ara sum >honum opinbárt
ikki dåmar« úr hondunum
á einum ungum kristnum,
ið »dåmar væla, at sang-
urin verður styðjaður av
streingjaleiki.
»Mær dåmar« og »Mær
dåmar ikki« kann køva
ødiliga nógv fordar fyri
nogvari signing.
Og soleiðis siti eg í
skulahøllini i Ålesund, og
medan tey syngja so lysti-
liga:
»Når de frelste drager ind,
når de frelste drager ind,
Frydesangen da skal lyde
gennem Himmelen,
når de frelste drager ind,«
eins og birtist fyri mær,
hvussu tad verdur tann
dag, ið fer at líkjast burt-
ur úr øllum eðrum døgum.
»Tå tey frelstu ganga
inn.« Og eg skilti, hvussu
trong ið náði min er, tå tað
um onnur ræður.
Fleiri staðir stendur í
Nýggja Testamenti um:
„Náði Harra okkara Jesu
Krists< t.d. í Galatar-
brævinum. Henda náði,
sum er so rúm, langt langt
útum øll »Mær dåmar« og
»mær dåmar ikki«. Tey
hvørva sum døgg fyri
Náðisólini.
Eg hugsaði um hesi
fólkini uppi á pallinum —
av sonnum vera tey við,
so satt tey eru fødd av
nýggjum, og eg sá fyri
mær øll hesi ganga inn:
Tey, ið tvíhalda um, at
tey hava allan sannleikan
og einans sannleikan. Ég
sá tey, sum ikki halda so
nógv um seg sjálvi. Har
ganga bleikir, álvarsamir
skriftlærdir, har ganga
glað trúgvandi, summi
hava nýtt eyðkennisbúna
fyri at vísa, at tey vóru
frelst, har ganga flokkar,
ið nýta nógv ymisk ljóðfer
afturvið sanginum, har
ganga tey, sum halda
sangin vera andaligari, jú
vánaligari hann er, har
ganga tey, sum hava
nógva formalismu í sam-
komum. Har ganga menn,
ið prædikaðu í ornati og
stundum í messuskjúrtu.
Har gongur fjøld, sum
ikki er nevnd her, men
sum uppfylla treytina:
Endurfødd við trúnni á
Jesus Kristus og endur-
loyst í hansara blóði —
umfevnd av hini ómeta-
ligu náði Harra vårs Jesu
Krists.< (Gal. 6.18).
Alt varir ikki um, hvat
„okkum dámar< ella »ikki
dåmar« — valt varir um at
vera nýggjur skapning-
ur!< (Gal. 6.15).
Gud er suverenur, vá
undurfullan loyndan hátt
hann fremur alt sitt råd!«
Hann er ikki bundin av
einum vissum prædiku-
hátti, einum åvisum meti
og sangstili, ella lær-
dómi og tilikum. Eg skal
lysa hetta vid einum dømi:
Ein trúgvandi maður
beyð einum ófrelstum vini
til 6 fyrilestrar, hann
skuldi halda um kristilig
evni, t.d. endurfødingina.
Maðurin kom til allar
fyrilestrarnar, og táið fy-
rilesarin seinni spurdi vin
sin um hann nú var føddur
av nýggjum, svaraði
hann: »Ja!«
Hver av fyrilestru-
num sannførdi teg so?
Eingin! var hitt ó-
væntaða svarið.
Og so greiddi hann frá
hesum:
Aftaná ein av fyrilestr-
Petur Háberg
unum sá hann eina eldri
nekarakonu, sum ætlaði
sær yvir um getuna, men
himpraðist, tí har var so
nógv ferðsla. Maðurin
býður sær til at hjálpa
henni yvirum. Meðan tey
so ganga yvirum undir
arm, hyggur hon knapp-
liga uppá hann við glógv-
andi eygum og spyr:
„Kenna tygum mín væl-
signaða Frelsara?« Hon
segði tað so inniliga og við
slíkari andaligari kraft, at
tað gekk honum til hjarta.
Og tað, sum góðir, væl-
fyrireikaðir fyrilestrar ikki
virkaðu tað avrikaði
hesin andaborni spurning-
urin frá hesi eintaldu nek-
arakonu.
Petur Háberg
MINNINGARORÐ
um SÁMAL SAMUELSEN
f. 24/12 1902 d. 28/9 1977
Mikudagin 28
andaðist Sámal
sen í Klaksvík.
Sámal
september
Samuel-
var lorvikingur
og í dagligari talu varð
hann róptur Sámal úr Lor-
vík. Hann var sonur til
bátasmiðin Johan
Lorvik, og
Simin
Samuelsen í
Kristionnu, sum var ætt
að úr Fuglafirði.
Sum flestu aðrir fer
ovingar á hansara aldri,
fór Sámal til skips 14 ára
gar al og varð hann
skipsfiskimaður í fyra ár
Hugurin stóð tó til hand
verkið og Sámal fór í læru
hjá Nordahl
Jacobsen Í
Hetta var í
Í sínum yrki sum hand-
verkari, hevði Sámal ein
langan arbeiðsdag — ja,
vit kunnu næstan siga, at
hann stóð í hesum yrki til
bert fáar dagar áðrenn
hann andaðist nærum 75
ára gamal.
Sámal var ein framúr
nærlagdur og iðin hand
verkari, og fleiri eru bygg
standa
sum eitt prýði eftir Sámal
ningsverkini, ið
úr Lorvik
Mær er sagt, at Sámal
nú nakað áðrenn hann
doyði, hevði roynt at talt
sum hann
hevði verið við til at bygt,
staðið sum
tey húsini,
ella bygn
ingsmeistari fyri, og var
hann komin nakað upp um
100 hús. Hetta má sigast
ið so stór. Nevnast kann,
at hann í tríati árunum
bygdi eini hús fyri 500 kr.
Í bardagaárunum stóðu
Sámal úr Lorvík og Jens
Vilhelm, sáli fyri afturat-
byggingini av skúlanum í
Klaksvík.
Storsta verkið, sum
stendur eftir Sámal úr
Lorvik, man kortini verða
Múlahúsini á Frilandsmu-
Lyngby, og ber
hetta prógv um, at Sámal
var ein framúr nærlagdur
og iðin handverkari. Fyri
Sámal tað ein
hending, tá hann varð bið-
in um at taka húsini Har
seet 1
var stór-
Frammi í Múla niður, og
byggja tey uppaftur á Fri
landsmuscet í Lyngby
Hetta var eitt arbeidi sum
ørdi v kærleika
} stoltleika. Sån
Sámal undir arbeiðnum Frilandsmuseet
hevur mangt rósandi orðið
fingið fyri hetta verk
Sámal hevði eisini aðrar
handverksgá
N t |
tl N nast Ka i, if
hann varð ein góður og
dyggur stuðul hjá Klaks
vikar Tonleikarfelag, sum
hevði orkestur seinast I
árunum. Eisini varð hann
við til at stovnseta Klaks
Hornorkestur i
Hjå
Framhald á síðu 8
k
VIKA!
1950 hornorkestri