leygardagur 22. oktober 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
i
H
;
i
Få
Få
Nr. 72 — 22. oktober 1977
Lorvik:
sosialurin
50 grundstykki i 3 ár
Lorvíkar kommuna hevur
keypt jørdina hjá Jákup
Olivar Joensen, sum er
fluttur út á Vík, frá Jarð-
aráðnum. Jerðin liggur í
miðjari bygdini og er býtt
soleiðis, at 15 grundstykki
fáast burtur úr henni.
Stykkini verða seld fyri 25
kr. hvor m' og eini 3—4
eru longu umbiðin.
Fólkatalið í Lorvík er í
vøkstri og fólkið stødast
betri í bygdini nú. Fyri
trimum árum síðani gjørdi
kommunan 25 grund-
stykki byggibúgvin, og
eru tey oll seld. Bert 5 av
teimum eru ikki bygd enn.
Hesi grundstykkini vórðu
seld fyri 15 kr. hver m?.
Kommunan hevur eisini
staðið fyri vegagerð út á
Vík, sunnan fyri bygdina,
har traðir vórðu veltar fyri
30 —40 árum síðani. Fleiri
av hesum treðum eru nú
aftur tiknar í brúk, og
m.a. hevur Jákup Olivar
Joensen bygt eitt fjós har
Flakavirkið Frost er
einasta veruliga arbeiðs-
plássið í bygdini, so nógv-
ir lorvíkingar arbeiða í
ødrum plássum, flestir á
Skála og í Fuglafirði.
Nú búgva uml. 700 fólk í Lorvík
Skúlabyggingin
í Lorvík útsett
Ætlanin var at fara undir
,
skúlabyggingina nú í
heyst, men av ti at figg-
ingin ikki var fingin i lag
*
og detailprojekteringin
ikki var heilt liðug, tá ar-
Tað er trongligt í skúlanum í Lorvik, men onkuntid hava børnini verið fleiri enn nú.
Fyri 20 árum síðani lá talið um 120, men fyrst í trýssunum minkaði tað niður í 90. Nú
eru 111 børn í skúlanum
beiðið skuldi byrja, varð
avgjort at bíða til várs.
Væl åtgjørdur
Í ti nýggja skúlanum,
sum væntandi verður
klárur at taka í nýtslu á
sumri 1980, vera triggjar
vanligar skúlastovur, ein
stova til serundirvising,
svimjihøll, bókasavn og
holi til lækna og tann-
lækna. Bókasavnið verður
bæði skúlabókasavn og til
almenna nýtslu. Bygning-
urin kemur at kosta slakar
6 mill. kr. Kommunan
hevur fingið eitt lán úr
Týsklandi uppá 2,2 mill.
kr. til arbeiðið.
111 børn
Í vetur ganga 111 bern í
Lorvíkar skúla. Hetta eru
børn í aldrinum 7— 14 ár.
Tey eldri, gott 30 í tali,
ganga í skúla í Fuglafirði.
Tað er trongligt í skúl-
anum í Lorvik. Har eru
fýra vanligar stovur og
umframt verða ein gongd í
kjallaranum og eitt rúm á
loftinum brúkt til undir
visingina. Skúlin hevur
onga serstovu
Fyrstilærari í Lorvik er
Brynjólf Jacobsen.
Nýggj føroysk
pláta
Hvar ið tú fert og Hug-
sa teg um eita legini á
nýggjari foroyskari
plátu, sum Jákup Han-
sen, Jóan Petur Olsen
og Sonhard Johanne-
sen hava spælt inn í
upptekurúminum hjá
Milson Zachariasen.
Plátan er pressað hjá
E.M.I. og útgivin av
L.M. Handlinum.
Tveir nýggir
bátar
Um ársskiftið koma
tveir nýggir trolbátar
til Lorvíkar. Teir eru
báðir góð 50 tons til
staddar, annar er
bygdur úr eik í Dan-
merk og hin úr stáli í
Fraklandi. Hesin sein-
ni er av sama slag sum
nolsoyarbåturin Mar-
gretha, sum kom tíð-
liga í summar. Tað er
partafelagið á Bakka í
Lorvik, sum letur
hendan bátin byggja.
Hann kostar góðar 3
mill. kr. Hin bátin
eigur P/f við Á, eisini í
Lorvik, og kann hann
brúkast bæði til trol og
línu. Hann kostar uml
2 mill. kr.
Summir hagar
royndust væl,
aðrir illa
Lorvikingar eru lidnir
vid fjøllini å hesum
sinni. Seyðurin er mis-
javnur, og royndust
summir hagapartar
væl og aðrir illa. Har
Síða 5
sum brattlendi er, hev-
ur verið ov turt i
summar, so har vóru
lombini smá. Tað kalda
várið gjørdi eisini, at
ærnar mistu mjólkina.
Annars eru lombini í
Lorvik vanliga smá.
Lamb, ið fer uppum 30
pund, verður mett at
vera gott. Tey plaga at
liggja um 25 —27 pund
í miðal.
Eisini eplini eru mis-
jevn í ár, hyppuveltur-
nar eru heilt góðar, og
flagvelturnar eru tolu-
ligar hjá teimum, sum
settu niður tiðliga. áðr-
enn turkurin byrjaði av
álvara.
Kirkjubygging
Arbeiðið uppá út- og
umbyggingina av Lor-
víkar kirkju er nú kom-
ið væl áleiðis. Bygt
hevur verið uppí í báð-
um endum, og hon
hevur m.a. fingið nýtt
torn. Teir eru nú farnir
indir at gera biltúnið
uttanum.
Ætlanin var at
kirkjan skuldi verða
liðug, tá hon fylti 70
ár, fyrsta sunnudagin í
adventu í fjør, men tað
eydnaðist ikki. Nú
verður roynt at fáa ar-
beiðið frá hondini til
henda dagin í ár. Um-
framt tornið umfatar
útbyggingin m.a. ka-
pel, skrúðrúm og toi-
lett. Nýtt tak verður
eisini lagt á.
Jákup Oluf Jacobsen
i Fuglafirdi stendur fy-
ri arbeidinum, sum
kemur at kosta einar
800.000 kr.