Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 75 — 2. november 1977 i im if. 14720 11820 giro 6282725 5 box 76. 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf Høgni Djurhuus Blaðstjóri 56411 Blaðmaður Uppseting Prent Sosialurin Dimmalætting Revalidering SEINASTU tíðina hevur nógv skriv- ing verið um okkara sosialu skipan. Serstakliga er tað málgagn fólka- floksins, ið hevur funnist at gald- andi skipan, og skoðsmálið til teir- ra, sum liva undir hesi skipan, hevur ikki verið hitt besta. EFTIR OKKARA tykki fáa gomul, avlamin, einkjur og foreldraleys børn i Føroyum ikki eitt einasta oyra ov nógv í almennari hjálp, heldur tvørtur ímóti. Ein annar spurningur er, um samlaðu útreiðslurnar til so- sialmål ikki kundu verið minni, og hetta uttan, at hin einstaki fólka- ella avlamispensionisturin varð raktur. HER HUGSA vit um, at eitt stórri og miðvísari arbeiði kundi verið gjørt, fyri at umskúla og fyri at fingið av- lamisfólk aftur í vinnu. Vit finna neyvan tað fólk í Føroyum, sum frø- ist um at ganga fyri onki, og sum heldur vil taka ímóti avlamispensión enn at vera til arbeiðis. MEN VIT megu eisini síggja tann ve- ruleika í eyguni, at nógv fólk, og møguliga alt ov nógv, eru noydd til hetta. Orsøkin er tann, at møguleik- arnir fyri umskúling og/ella lættari arbeiði, eru alt ov avmarkadir. Vit meta tí, at ein útbygging av og ein stórri stuðul til virkið hjá avlamis- felagnum ALV er fyri neyðini. ONGIN IVI er um, at nógv avlamin áður hava havt eitt tungt kroppsligt arbeiði, og at fleiri av hesum kundu gjørt eitt lættari arbeiði. Onkur kundi gjørt eitt skrivstovuarbeidi. Onnur kundu rikið eina kiosk ella eina pylsubúð. Men til hetta krevst í fyrsta lagi ein umskúling. Í øðrum lagi, at lóggávuvaldið tryggjar av- lamisfólki atgongd til øll tey kiosk- loyvi, sum givin verða í landinum. HETTA MERKIR eina almenna stýr- ing ella eina almenna uppílegging á hesum gki. Spurningurin verður so, hvat teir liberalu flokkarnir, eitt nú fólkaflokkurin, siga til tað. Skulu ávís virkisøki halgast avlamisfólki- num ella skulu tey verða dømd til at sita hendur i favn alt lívið? VIT HAVA eina góða sosiala skipan. Í stóðum kann hon kortini gerast betri. Tað er fávitskut at trúgva, at nakar annar flokkur enn javnaðar- flokkurin kemur at ganga á odda við hesum ábótum. Troll á alljósum degi Blaðstjórin á Dimmalætt- ing heldur á við pástand- um og beinleiðis ósann- indum. Hann trúttar og trætar ímóti betri vitandi. Hann veit betur enn vit á SOSIALINUM, hverjar hevundar vit hava biðið um at skriva í blaðnum, og eisini veit hann betur enn vit, nær vit hava biðið hesar hevundar um at skriva. Seinasta leygardag skrivar hann aftur undir heitinum »moderatur marxistur<. Nú bidir hann seg sjálvan (blaðstjóran á Dimmalætting) um um- bering fyri, at SOSIAL- URIN hevur skuldsett hann (blaðstjóran á Dim- mu) fyri at skriva nevnda lesarabræv, og so biður hann eisini seg sjálvan (blaðstjóran á Dimma- lætting) og okkum um umbering fyri, at hann í fyrra lesarabrævinum av gáloysni hevur gjørt ein feil. Hann hevur nevnt André Niclasen ístaðin fyri Tórða Jóansson. Um panelid í SOSIAL- INUM skrivar hann ann- ars: »Veruleikin er tann, at síðani vitjan Wurm- brands, hava einans vins- travendir høvundar fingið innivist fyri »panel«. innivist fyri »panel«grein- um…« At stridast imoti dema- gogi av hasum slagnum er helst til fånytis. Tad var eina ferð ein kendur maður (tó ikki kendur fyri tað góða), sum segði, at tað bert ráddi um at siga eina lygn nóg ofta. Hetta tyk- ist at vera fremsti mál- setningurin hjá Dimma- lætting í dag. Vit hava áður greitt frá, at greinaroðin í SOSIALI- NUM um átrúnað varð planløgd í august og byrj- aði tá. Hon er als ikki, sum Dimmalætting pá- stendur, nekur herferð i- móti Wurmbrand. Men at Wurmbrand er tikin við í tjakið, er ein onnur sek og tað er helst ikki so legið. Men aftur til teir vinst- ravendu høvundarnar. Vit kunnu nevna Petur Há- berg! Hvussu vinstra- vendur er hann? Vit kun- nu nevna Marius Johan- nesen og Petur Martin Rasmussen! Hvussu vinstravendir eru teir? Vit kunnu nevna Kurt Nielsen og Svenning av Lofti! Hvussu vinstravendir eru teir? O.s.fr. Blaðstjórin á Dimma- lætting tykist at hava lætt við at seta spjøldur á fólk. Tað gav at býta, tá hann fyri stuttum fekk eina yvirlýsing sendandi og av sínum eintingum gav hesi yvirlýsing heitið: kommunistisk yvirlýsing. Og tey 37, sum hevdu skrivað undir hesa yvir- lýsing, fingu eisini eitt annað spjaldur. Har stóð: politiskir analfabetar. Ongin marxistur, hver- ki viðgongdur eila mode- ratur, vildi hugsað sær at skuldsett Petur Háberg og Marius Johannesen fyri at vera vinstravendar. Tað vildi heldur ongin við- merkingar marxistur funnið uppá at gjørt nakra viðmerking til tað, at alt ov nógvir vinstravendir sleppa framat í einum blað, tvørtur imóti. Men vit vita, at blað- stjórin á Dimmalætting kann finna uppá alt, bert fyri at fáa lesarar sínar at síggja trell á alljósum degi. Vit vilja at enda sláa fast, at greinareðin í SO- SIALINUM um átrúnað, sum byrjaði í august og enn ikki er liðug, hevur givið innivist fyri fleiri ymiskum persónum, við ymsari áskoðan bæði hvat viðvíkur átrúnað og poli- tikki og at fleiri ymisk sjónarmið tí eru framkom- in. Og tað má væl vera endamálið hjá einum blað, at fáa saklig orðaskifti í lag, og at fáa eina sek lýsta frá so nógvum síðum sum gjerligt. dagbókin Missiónshúsið við Landavegin Meti í kvold kl. 20. Meinigheitshúsið, Tórshavn Bønarstund í kveld kl. 20. Adventista- samkoman Almennur fundur um evn- id: profetar å okkara døg- um? verður í Arbeiðsman- nafelagshúsinum í kveld kl. 19.30. Filadelfia Evangeliskt meti í kveld kl. 20, Ove og Ann Marit Arnoldsen tala og syngja. Frelsunarherurin, Tórshavn Ungdómsmeti í kveld kl. 20.30. Evangeliihúsið, Trondargøtu Utifundur i Vestmanna i kvøld kl. 21.30. KFUM og -K, Klaksvik Møti i kvøld kl. 20 vid Erik Lunde, presti (inn savning til Indremissións- arbeidid) Hóskveldið kl. 20 bíb-- liutimi vid Martin Ham mer, trúboðara Sion, Vågi Evangeliskt møti i kvøld kl. 20. Glyvra missionshus Møti i kvøld kl. 20, Jens Mortensen, trubodari ur Danmørk talar. Vårgledi Fundur verður i dag kl. 16 i skótasalinum i KFUK: stokkar. KFUK Samkoma hjá teimum eldri verður í dag kl. 16: ferðaminni við Hans J. Joensen, presti. Unggentudeild KFUK'S Fundur verður í kvold kl. 20. Gamlir KFUK skótar Fundur verður í KFUK í kveld kl. 20: jubileið 1978. Sjómanskvinnu- ringurin á Tvøroyri Fundur í missiónshúsi- num hóskveldið kl. 20 (havi bússurnar við). Sjómanskvinnu- ringurin á Skála Fundur í meinigheitshús inum í kvold kl. 20, Maja Høj vitja (mint verdur å jolapakkarnar) og Chr Umframt føstu sendingarnar: 07.15: Vedurtidindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Vedurtidindi og tidindi 07.35: Tónleikur 08.00: Vedurtidindi og tidindi 08.05: Lurtararnir og vit spæla grammofon 09.00: Vedurtidindi og tidindi 09.05: Morgunlestur 12.00: Middagskonsert 12.20: Vedurtidindi og tidindi 12.32: Døgurdatonleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur 18.30: Vedurtidindi og tidindi Mikudagin 2. nov. 08.05: Enskt 5 6. sending LN Andlåt Leygardagin andadist Astrid Davidsen å Sandi, 68 ára gomul. Jarðaferðin verður úr Sands kirkju í dag kl. 12. Trymannastjorn Steingrim Nielsen og Reg- in Olsen eru útnevndir til stjórar i Sjóvinnubanka- num frá 1. november 1977. Bankin hevur sostatt eina trýmannastjórn, har Rasmus Olsen er admin- istrerandi stjóri Samstundis hava Louis Højgaard, Helgi Brekku og Helgi Hovgaard fingið prokura. 13.00: Kveðuljómar til sjófólkið Barnaútvarpið Kvæði og dansur Herluf Berthelsen greiðir frá Geipa- tátti, seinni partur Seyðamaðurin á Sondum. Klaksvík- ar danisfelag kvød- ur. Vedurtidindi og tid- indi 20.10: Grammofongestur å Bryggjubakka Kjeld Thomsen, Onnur sending 20.40: Enskt 5. 6. sending 21.00: Vedurtidindi 18.42: 19.15: 20.00: Hósdagin 3. 18.42: Læknin hevur ordid 19.00: Hin nyggi Bør Bør- son. 16. partur av framhaldssøguni eftir Johan Falk- gerget. Marius Jo- hannesen umsetir og lesur 19.30: Poppur 20.00: Almennar veiting- ar. Kristianna Jes- persen. Peer Gynt-musikk- urin eftir Harald 20.20: Sæverud. Sym- foniorkestrið hjá Danska útvarpi- num spælir. Stj.: Erik Tuxen Janus Mohr 21.00: Veðurtíðindi og tid- indi Fríggjadagin 4. 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Burturi og heima 19.30: Jazz-beat Jógvan T. Joensen 20.00: Friggjakvøld kl. 20 21.00: Vedurtidindi og tid- indi SE SU ÉUNSPONRUÉTEISE TUES ES |