mikudagur 2. november 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sm
REE
————
ur
í
Nr. 75 — 2. november 1977
sosialurin
Síða 3
Landsstýrið tekur
upp Spurningin
um sethúsabygging
Uppskot kemur fyri í komandi legtingssetu
Uppá fyrispurning hvat
landsstýrið ætlar í set-
húsaspurninginum, sigur
Finnbogi Isaksen, lands-
stýrismaður:
— Í 1975 gjørdi eg eina
frágreiðing um sethúsa-
bygging og eitt uppskot
um eina broytta lóg fyri
Húsalánsgrunnin. Hetta
uppskotið varð leysliga
vidgjørt tå, men hevur
síðani ligið á láni. Nú er
landsstýrið aftur farið at
viðgera tað, og havi eg
skrivað eitt nakað broytt
uppskot, sum hevur verið
leysliga vidgjørt einaferð,
og sum kemur fyri aftur
um heilt stutta tið.
Hvor skal fáa lán
Tað sum serliga verður
hugsað um, er hverjum
Húsalánsgrunnurin skal
veita lán. Um tað skal
vera sum nú — eins upp-
hædd til øll, ella um vit
skulu konsentrera okkum
um ávísar húsasteddir og
typur.
Ætlanin er eisini at fáa
Húsalánsgrunninum meiri
pengar, og møguliga eisini
at broyta afturgjaldshått-
in. Hann er í letuni 23 ár,
harav tey fyrstu trý árini
eru avdráttarfri. Í hvussu
er verður hugsað um at
leingja avdráttartíðina,
kanska serliga fyri ávísar
bólkar — tey lægru lentu.
Íbúðarbygging
Uppskotið viðvíkjandi
Húsalánsgrunninum ligg-
ur so at siga klárt, sigur
Finnbogi Isaksen og sigur
annars, at meguleikarnir
verða umhugsaðir fyri at
fáa sett í verk íbúðar-
bygging til útleigan. —
Hver skal standa fyri hes-
um? Hetta er júst spurn-
ingurin, og óvist er um
nakað verður burturúr
hesum, sigur Finnbogi.
verða so nógv uppi í. Tað
kann eisini hugsast, at tað
verður ein almennur
stovnur, sum tekur sær av
ti.
Í Danmørk
og Noregi
Finnbogi Isaksen hevur
júst verið í Danmerk og
Hóast lánini eru dýr og ólagalig verður nógv bygt
Í Danmerk og Noregi
hava teir felog, sum stan-
da fyri hesum, og fáa tey
lagalig statslán, og fyri
ein part eisini studning.
Men um tann leiðin er
gongd i Føroyum er åvist.
Eg havi hugsað mær at
kommunurnar skulu vera
uppi í. Um so verður,
verður tað gjørt við løg-
tingslóg, har kommunur-
nar fáa vissar heimildir,
men tað er heldur ikki
vist, at kommunurnar
Noregi og kannað hesi
viðurskifti. Og spyrja vit
hann, hvat hann fekk
burturúr hesi ferð.
— Í Danmerk var ser-
liga spurningurin um
íbúðarbygging, sum varð
kannaður. Og satt at siga
haldi eg ikki, at tað sum
nýtt verður har við teim-
um „alment nyttigt bolig-
byggeri< er væl egnað í
Føroyum. Til hetta krevst
ein sterri organisatión, og
tað verður torført at fáa
hetta at virka í hesum lítla
samfelagnum, heldur
Finnbogi.
Statshusbank
Í Noregi kannaði eg,
hvussu er við tí norska
»Statshusbank«, og var
hetta ógvuliga áhugavert.
Hesin líkist partvis okka-
ara Húsalánsgrunni, og
víkir frá í ógvuliga nógv-
um førum. Norðmenninir
figgja sina húsabygging
beinleiðis yvir figgjarlog-
ina. T.v.s. at á hverjari
figgjarlóg setir staturin so
og so nógv av til set-
húsabygging og íbúðar-
bygging, og so er tað upp-
gávan hjá bankunum at
útbýta hesar pengarnar.
Tá lánini verða afturgold-
in fer peningurin aftur í
statskassan, og ikki í
bankan.
Viðvíkjandi kommununum kann landið hjálpa til við at útvega bílig og lagalig lán til byggibúning
Finnbogi Ísaksen,
landsstýrismaður
— Annars hava teir
fleiri hættir fyri aftur-
gjalding, sum eisini eru
áhugaverdir. Rentan hjá
teimum er føst 5 1/2% og
er hetta 2% lægri enn hjá
Húsalánsgrunninum. Tey
fyrstu fimm árini rindar
lántakarin eitt prosent av
láninum aftur. Fimta árið
verður tað hækkað til 2
prosent og aftan á verða
tey tvey prosentini pris-
talsvidgjørd. Lånitidin
liggur millum eini 20 og 30
år, sigur Finnbogi Isak-
sen.
Ikki stor ósemja
Uppá fyrispurning um
landsstýrisflokkarnir eru
samdir í hesum, sigur
Finnbogi Isaksen, at hann
heldur ikki, at tað fer at
vera stór ósemja í hesum
máli. Málið er stórt, og vit
skulu eisini hava tekniska
hjálp, so vit eru heilt vísir
í, at tað, sum vit gera, er
skilagott. Hetta tekur
sjálvandi nakað av tíð,
men tað skal helst koma
fram í hesum árinum.
Tingið kemur saman aftur
21. november og situr til
jóla, so málið kemur fyri
har einaferð í hesum tíðar-
skeiðinum, sigur Finn-
bogi.
Økja um
Húsalánsgrunnin
Frá tí at málið verður
samtykt í legtinginum, og
til lógin verður samtykt,
gongur sjálvandi eisini ein
tíð, og eisini skal Húsa-
lánsgrunnurin, um tað er
hann, sum skal broytast,
fáa tid til at laga seg til
broytingina.
Um so veråur, at virkid
hjå Husalånsgrunninum
verður broytt, skal kapi-
talurin í grunninum økjast
beinanvegin. Ætlanin er,
at Husalånsgrunnurin
skal hava ein nógv størri
part av útláninum enn
hann nú hevur, sigur
Finnbogi og nevnir hann
eitt útlán frá grunninum
millum 80 og 100.000 kr. í
mun til tær 55.000 sum
hann veitir nú.
Grundøkja-
spurningurin
Uppá fyrispurning um tað
eru onnur mál, sum hava
tilknýti til hetta sama,
sum landsstýrið hevur í
hyggju at fremja, sigur
Finnbogi Isaksen, at her-
undir kemur eisini grund-
økjaspurningurin, men
har er torført at finna nak-
ra loysn. Tad einasta, sum
møguliga kann gerast har,
er at vit fåa eitt størri al-
ment útboð av grundøkj-
um. Annahvørt til sølu
ella til leigu. Og at tann
kommunali lånigrunnurin
verður gjørdur so stórur,
at byggibuningin kann
gerast væl biligari enn
hon er nú, vid langfreist-
adum og biligum lånum,
men hann krevur nogvar
pengar.
Fyrst og fremst
kommunurnar
I hesum spurninginum eru
tad fyrst og fremst kom-
munurnar, sum koma inn i
myndina, men kann land-
ið hjálpa til at útvega bilig
og lagalig lán til byggi-
búningina. Í hesum er ikki
nógvur „teknikkur, men
bert at útvega pengar,
hvussu lætt ella torfert
tað so fer at verða, endar
Finnbogi Isaksen, lands-
stýrismaður.