Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-05, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. november 1977síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AA [ [ [ [f[y[AyyA[y[fyfA [ff A NÓK Eldur i verkstadi i Tjørnuvik Um fimm-tidina i gjå ranåttina kom eldur 1 eitt lítið verkstað hjá Hans Olaf Davidsen í Tjernuvík. Eldurin kyknaði upp av einum gomlum oljufyri, og verkstaðið fór nakað illa. Ein maður varð innlagdur á landssjúk- rahúsið við brandsár- um á hondunum og í andlitinum. Tveir bilar hjá Brandsteðini i Havn fóru norð til Tjørnuvikar, men eld- urin var sloktur, tá teir vóru komnir norður Umsóknar- freistin longd Landsstýrið boðar frá, at umsóknarfreistin til starvið sum sjúkrahús- stjóri, sum varð lýst leyst av nýggjum her- fyri, er longd til 16. desember 1977. Góð skeljaveiði Rólant, sum fiskar ják- upsskel til skeljavirkið Remberg á Tvøroyri, hevur gjørt triggjar túrar i heyst og tilsam- ans fingið 45 tons. Hver túrur varar 2—3 dagar og roynt verður: eystur úr Nólsoynni. Tað visur seg, at har er nógv til av jákupsskel. Skelin verður fiskað við dregg, einum jarn- kassa, sum verður drigin eftir botninum. Teir fáa eisini nógva tóma og deyða skel. Annars byrjaði Rólant ein mánað ov seint í ár orsakað av ymiskum maskintrupulleikum. Skeljatíðin er frå 1. september til 1. apríl Jákupsskelin = verður utflutt av Fiskasoluni . til USA, og prisurin er hampuliga góður. Á Remberg arbeiða 12 fólk og 5 mans eru við Rólant. Missiónshúsið við Landavegin Sunnudagsskúlin kl. 14. Vegna ársfundin hjá Heimamissiónini verður einki meti sun- nukveldið. Nr. 76 Leygardagin 5. november 1977 50. årgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Torshavnar byråd samtykt at geva tinginum bot Á byrådsfundinum hóskveldið samtykti Torshavnar byråd at geva løgtinginum eina bót, tí farið er undir umbyggingina av løgtingshåsinum, áðrenn býráðið hevði givið byggiloyvi Býráðið samtykti við 10 atkveðum fyri og ongari ímóti eina tilráðing frá einum meiriluta í byggi og byarskipanarnevndini um at góðkenna broyting ina av tinghúsinum. By- ráðið samtykti eisini at átala, at umbyggingin er byrjað, áðrenn byggiloyvi var fingið, og at logtingið skal hava eina bót fyri hetta. Sum í ødrum tilik- um målum, verdur tad fútin, sum ásetur bótina. Undir viðgerðini av málinum segði Leivur Jo- hannesen, sum var við í meirilutatilráðingini, at talan er um eina formella bót. Hann legði dent á, at umbyggingin av tinghús- inum er til tað betra, bæði viðvíkjandi umsteðunum innan og uttanfyri ting- húsið. Mælti til ikki at góðkenna umbyggingina Ein minnilutatilráðing frá Sofus Sivertsen um at by- rådid ikki skuldi godkenna umbyggingina, og sam- stundis krevja, at ting- húsið verður sett aftur í sama stand, sum tað var í áðrenn farið var undir um- byggingina, fall við einari atkvødu fyri og fýra ímóti. Sofus Sivertsen segði, at hann skilti málið soleið- is, at um býráðið samtykti uppskotið hjá meiriluta- num, so kann ein og hver í framtíðini byggja sum hann vil, og bara fáa eina litla bót aftaná. Ti mælti hann býráðnum til at krevja, at tinghúsið skal setast aftur í sama stand sum frammanundan =. Ø Sofus Sivertsen vildi hava, at tinghúsið skuldi setast aftur í sama stand, sum tað var í áðrenn farið var undir umbyggingina Ein onnur minnilutatil- ráðing frá Petur í Gong fall eisini. Petur í Gong mælti til at byggiloyvi varð givið uttan átalu. Hetta uppskotið fekk 1 at- kvødu fyri og 8 ímóti. Mikumorgunin kl. 11 opnaði Selumiðsteðin á Trapputreðni. Í SMS eru 9 handlar um- framt kiosk, kaffistovu og hárfríðkanarhell. Arbeiðið uppá hetta byggistigið byrjaði í juli 1976 og farið verður undir seinna byggistigið komandi summar. Samstundis sum stjórin fyri SMS, Hans Mortensen, handaði Sølumidstødina »til almenningin at nyta« takkaði hann myndugleikunum í Torshavn og ødrum fyri veitt- an stuðul og undirtøku ir Garnabátarnir Venus og Mars liggja stødugt á Sør- vági. Garnabátarnir Ham- raberg og Lakkarklettur liggja eisini framvegis á Miðvági. Hamraberg ætl- ar at royna við gernum eftir upsa, um royndirnar hjá Miðvingi fara at geva eitt gott úrslit. Aldubåran, Streym- sund og Kedron eru klårir at fara vid linu og Ørvur Liggja framvegis ger klårt at fara vid linu Hamrafossur og Held- arstindur trola. Snarfrost hevur ikki tikið móti fiski hesa vik- una, men síðstu viku tók virkið ímóti 100.000 pund- um tilsamans Hetta árið til 1. novem- ber hevur Snarfrost tikið móti 3762 tonsum av rá fiski. Alt árið í fjør fekk virkið 1962 tons.