Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. november 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 H $m (lf. 14720 118 20 giro 6282725 Sosialurin box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmaður Uppseting Prent: Dimmalætting Høgni Djurhuus Sosialurin Gagnlig samvinna Í MORGIN, sunnudagin, kemur ís- lendski fiskimálaráðharrin, Matthi- as Bjarnason til Føroya at vitja. EFTIR hvat ið frættist, er Matthias Bjarnason heitasti talsmaður fyri, at føroysk fiskiskip fáa frammihjå- rættindi til veiðu í íslendskum sjógvi. TAÐ MÁ annars haldast at hava av- gjørdan tydning, bæði fyri Ísland og Føroyar, at londini hava góða sam- vinnu og gott samstarv sinåmillum. VIT HAVA felags áhugamál í fiski. vinnuspurningum. Í báðum fórum er talan um lond, sum í størri mun enn nøkur onnur lond í heiminum, eru knytt at fiskivinnuni og hvors lagna er bundin at tí, sum kemur upp úr sjónum. ÍSLAND og Føroyar hava tí nátúrliga felags áhuga fyri skynsamari nýtslu og skilagóðari røkt av fiskastovn- unum. Talan kann verða um sam- vinnu og samstarv viðvíkjandi fiski- royndum, veiðuhættum, fiskavið- gerð og solu av fiski. SÍNÁMILLUM veiðurættindi koma sjálvandi eisini inn í myndina. Ein veg hava vit føroyingar avgjørt fyri neyðini at veiða í íslendskum sjógvi. Hinvegin hava vit ikki tær stóru nøgdirnar at lata aftur fyri. Tó hava vit svartkjaftin og møguleikin fyri sildaveiðu við Føroyar er ikki úti- stongdur. HJÁ BÁÐUM londunum er tað væl so, at nøkur skipasløg og nakrir veiðuhættir ikki hava møguleika fyri at troyta heimaleidirnar alt árið, og tå hevur tað tydning at fáa rætt- indi hjá hvørjum gðrum. Hetta hev- ur verið tilfellið hjá bæði íslendsk- um og føroyskum nótaskipum. Og hetta er eisini stødan hjå teimum størru føroysku Gtr6drarførunum. ONGIN IVI er um, at báðir partar hava hesa samvinnu fyri neyðini, og at talan er um eina gagnliga sam- vinnu fyri báðar partar — eina sam- vinnu, ið eigur at røkjast, og sum eigur at verða útbygd til gagns og gleði fyri báðar tjóðir. VIT YNSKJA íslendska fiskimála- ráðharranum vælkomnum til Føroy- ar. sosialurin Vit hava eina góða FÅ Nr. 76 — 5. november 1977 sosiala skipan Vit hava eina góða sosiala skipan. Í stødum kann hon gerast betri kortini. Tað er fávitskut at trúg- va, at nakar annar flokkur enn Javnaðarflokkurin kemur at ganga á odda við hesum ábótum. Hetta var endurtaka av endanum í leiðara blaðsins mikudagin. Og sigur hetta í stuttum tað, sum er kjarnan í foroyskum sosi- alpolitikki. Fyri at undirstrika, at soleiðis er, kunnu vit vísa á tær åhaldandi »skuld- setingarnar<, sum Dag- blaðið hevur havt móti Javnaðarflokkinum fyri at hava >gullrandað< Feroy- ar og føroyingar við sosi- alum vælsignilsum. Í dag verður eitt nýtt ellis- og rektarheim form- liga tikið í brúk. Í sam- band við hetta hátíðar- haldið kundi verið vert at tikið uppaftur, at Javnað- arflokkurin ikki vil skotra seg undan teirri ábyrgd, sum hann hevur átikið sær við málsetningi sínum at fremja eina so góða út- bygging av sosialu viður- skiftum føroyinga, at vit skulu kunna kenna okkum ikki verri fyri, enn stoðan er í Norðurlondunum ann- ars. Væl vita Vit, at mangur, ikki minst mál- gagn Fólkafloksins, aftur nú fer í hernað ímóti Javn- aðarflokkinum, tí hann aftur her hevur verið for- sprákari fyri einum til- taki, sum ger umsteður- nar hjá teimum, sum mest treingja til eina hjálpandi hond, betri, so góðar, sum menniskjaliga einaferð er gjørligt at hjálpa, stuðla og bøta um. Vist kostar tad at bygg- ja almennar bygningar. Teir eru bygdir fyri sam- felagið, ikki fyri nakran ávísan Per ella Pól, men fyri okkum øll, tí øll vit koma i ta stødu, at skula gera brúk av teimum. Men tá politiskir flokk- ar og málgagn teirra rópa merkingar upp um at spara skatta- borgaran og samstundis við krokudillutárum harmast um, at tað enn eru føroyingar, sum sita uttanfyri Feroyar, tí tað var ikki møguligt at her- berga teimum hjá okkum sjålvum, tí hesir føroying- ar vóru ikki mentir at taka lut í gerandislívinum av ávísum grundum, so verð- ur tað torført at skilja ein slíkan politikk. Ti hann er einki annað enn einki. Vónandi verða tað framvegis viljandi kreftir í foroyskum politikki, so vit framhaldandi kunnu beta um korini hjá okkara fólki, eisini teimum, sum mest hava terv fyri at verða hjálpt. dagbókin Gudstænastur Havnar kirkja: Erik Lun- de, altargongd; Vestur- kirkjan: Johan Weihe og Høgni Poulsen, altar- gongd; Kirkjube: Høgni Poulsen kl. 14, altar- gongd; Nólsoyar kirkja: Hans J. Joensen, altar- gongd; Klaksvík: J. Magnussen, talvan gong- ur til frama fyri kirkjuna: Fugjafjørdur: Torkil Be- der, altargongd; Rituvik: J. Follend; Servágur: Konfirmatión v/ D. Jo- hannesen; Leiti: Eivind Vilhelm, altargongd; Hov: Martin R. Jacobsen kl. 12, altargongd; Vágur: Martin R. Jacobsen kl. 17, takkar- og offurguds- tænasta, kirkjukórið Ljómur luttekur; Norð- skáli: Peter M. Rasmus- sen kl. 12. Kirkjutíð Frá í morgin verður aftur farið í kirkju á Tvøroyri kl. 12. Samtidis er sunnu- dagsskulatidin broytt til kl. 11. Adventista- samkoman Í dag kl. 10—12 bibliu- seminar á Adventistaskúl- anum við Hoyvikstjørn. Í morgin kl. 11 barnameti á sama stað. Í annaðkvold kl. 19.30 alment meti í Arbeiðsmannafelagshúsi- num um evnið: Koma Eliasar profeti. Tabor, Fuglafirði Meti mánakveldið kl. 20 um evnið: Ein einasti sannleiki og týskveldið kl. 20 um evnið: Veitst tú ikki, at tú ert deyður. Jens Mortensen, trúboð- ari úr Árhus, talar. Húsarhaldsskeið HÚSARHALDSSKÚLI øl FØROYA HUSARHALDS SKULI A FØROYA byrjar nytt húsarhaldsskeið 9. janu- ar 1978. Avbygdanæmingar kunnu fáa innivist á skúlanum. Tilmelding og nærri frágreiðing á: tlf 55567 ella tlf. 55974 HUSARHALDSSKULI FØROYA Umframt føstu sendingarnar: 07.15: Vedurtidindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Vedurtidindi og tidindi 07.35: Ténleikur 08.00: Vedurtidindi og tidindi 08.05: Lurtararnir og vit spæla grammofon 09.00: Vedurtidindi og tidindi 09.05: Morgunlestur 12.00: Middagskonsert 12.20: Vedurtidindi og tidindi 12.32: Dogurðatónleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur 18.30: Vedurtidindi og tidindi Leygardagin 5. 13.00: Endursendingar: 13.00: Burturi og heima 14.15: Barnaútvarpið 14.50: Almennar veit- ingar 15.15: Læknin hevur orðið 15.30: Náttúrufreðiligur spurningar 15.50: Hin nýggi Bør Bør- son, 15. partur 16.20: Orðabókin J. H. W. Poulsen 18.30: Vedurtidindi og tid- indi 18.42: Nåtturdatonleikur 19.00: V 4 dråttur 19.05: Millum fjalls og fjøru 20.00: Fimtan tær bestu 20.45: Bombibitt og eg. 1. partur av fram- haldssøgu eftir Fritiof Nilsson Piraten. Hans Thomsen umsetir, Benny Samuelsen lesur 21.10: Gomul dansiløg 21.50: Hetta heilaga evangeliid skrivar 22.00: Veðurtíðindi og tid- indi 22.10: Dansimusikkur 23.00: Vedurtidindi Sunnudagin 6. 14.00: Vedurtidindi og tid indi 14.10: Konsert 14.30: Hin nyggi Bør Bør- son. 16. partur (e.). 15.00: Kvoðuljómar 16.30: Orðabókin J. H. W. Poulsen 17.00: Gudstænasta 18.30: Vedurtidindi og tid- indi 18.42: Tidindi å grønlendskum 18.50: Klassisk grammo- fonkonsert: Serge Prokofieff: Sym- foni nr. 5 i b-dur, op. 100. London symfoni orkestrid, stj.: André Previn, spælir. 19.30: Vedurtidindi Månadagin 7. 08.05: Enskt 3. 7. sending 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Hin nyggi Bør Bør- son. 17. partur av framhaldssøguni eftir Johan Falk- berget. Marius Jo- hannesen umsetir og lesur 19.30: Løtt løg 20.00: Vedurtidindi og tid- indi 20.10: Enskt 3 7. sending Tysdagin 8. 08.05: Enskt 4. 7. sending 12.51: Skipalistarnir 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Burturi og heima 19.30: Sålmar og sangir 20.00: Vedurtidindi og tid- indi 20.10: Enskt 4. 7. sending