Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. november 1977síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin > hugsjónum. Hverki sosi- alistiskar hugsjónir ella heimspeki Karl Marx kunnu rættvísgera ó- menniskjaligan atburð frá statsvaldinum móti fólki. Kommunistar fordøma óivað eisini slíkt, allastad- ni í heiminum, tí tað stríð- ir móti demokratisku og humanistisku endamålum kommunismunnar. Kommunistar og kom- munistiskir flokkar eru heldur ikki einans Sovjet- samveldið. Tá »Sosialur- in« tekur undir við komm- unista-ræðsluni og skriv- ar, at sosialdemokratar er einasta »vernd« móti hes- um ræðuliga ódjóri, tekur hann suðureuropeisku londini sum dømi. Har eru veikir javnadarmenn, og ti sterkir kommunistar. Ti stendur so illa til har, hugsa ymiskir skrivikallar Sosialsins. Til hetta kann svarast fyri tað fyrsta, at politikkur italska, franska og spanska kommunista- floksins ikki er ólíkur so- sialdemokratiskum poli- tikki í Norðanlondum. Ta- ka vit til domis Italia, so hevur kommunistiski flokkurin í teim landslut- um, har hann hevur meiri- lutan í landslutastjórnu- num, framt miklar ábetur til frama fyri arbeiðandi fólkið. Hetta hevur flokk- urin stridst fyri ímóti ráð andi kapital-eigarum, ið saman við einum »Kristi- ligum-demokratiskum« flokki helst vilja hava folk at halda munn og vera få- tækar verksmidjutrælir. Er hesin politikkur 6- sameiniligur vid javnadar- politikk? Er tad bert navn floksins, sum rædir? Um so er, åttu tit at sett tykkum eitt sindur meiri inn í politisku viðurskift- ini í t.d. Italia. Sanniliga hevur fólkið har brúk fyri kommunistiskum flokki. Í Chile royndu sosialistar við Allende á odda at hjálpa fólkinum upp úr fá- tækradømi, skapt av mergsúgving amerikans- ka kapitalista. Hetta varð kovt í blóðbaði stuðlað av USA. (Lat meg ikki her forsoma at tilmæla bókina »Amerikanska billeder< eftir Jacob Holdt, fyrrver- andi lim í danska »Kon- servativ Ungdom«, gjørd undir ferð í hesum frælsa landi. Hon kann umbiðast gjøgnum bókahandlar- nar). Ymiskt er, sum tey ið nevna seg »kristin« virka politiskt kring heimin. (Tá eg skrivi »kristin« i gásar- eygum merkir tað: tey sum taka sær patent upp á tað kristna. Uttan gás- areygu merkir tað: tey, sum gera nakað kristið fyri at beta um lívskorini hjá sínum meðmenniskj- um. Munur er nevniliga millum tey, sum nýta kristindómin sum kær- leikaevangelium, og tey, sum nýta hann til at blaka Satan eftir ødrum fólki). Í Danmark er til »Kris- tiligur Fólkaflokkur<É. Hesin flokkur brúkar kristnina til at krevja krigsflogfør í staðin fyri barnagarðar og sjúkra- hús, krevja skattafrælsi fyri AP-Møller og slíkar í staðin fyri sosialhjálp til tey treingjandi osfr. Í Vesturtýskalandi er til »Kristiligur-Demokratisk- ur Flokkur« og ikki at for- gloyma »Kristiliga-Sosi- ala Sambandið< (Føgur nevn!) Í hesum landi, har Hitler enn verður dyrkað- ur av ungdóminum, stjór- na menn sum Franz-Josef Strauss »kristiligum« bølum fyri samhugadar hjå Tridja Rikinum 1933 — 1945. Vit kundu nevnt fleiri dømi um politikkin hjå »Kristiligum« kapital- istiskum flokkum runt um Vesturheimin. Men i Suðuramerika t.d. harafturimoti, har ar- beiða kristnir saman við sosialistum og kommun- istum, ti teir hava felags endamål: menniskjanslig kor fyri fjøldina. Her verða kristin pind saman við kommunistum fyri hetta arbeiði, pind av stjórnum, sum eru tryggj- aðar av USA (frælsa land- inum). Peningaligu á- hugamálini hjá USAi heiminum tola ikki fólka- ræði og menniskjanslig li- vikor hjá arbeiðsfólki. Slíkt minkar um profittin. Enn minni tola profittá- hugamálini, at sosialistar koma fram at í »åhuga- økjum« USA. Demi: Chi- le, Cuba (hesum seinna Nr. 76 — 5. november 1977 eydnaðist tó við dirvi at rysta amerikanska okið av sær). Feroyar hava, sum limir í NATO, eina ábyrgd av teirri kúgan, NATO- londini fremja kring heim- in. At Fólkaveldið Kina hevur eitt gamalt hatur til »kristnar« útlendingar, tað skilja vit, tá vit hugsa um, hvussu kristnu ong- lendingarnir við vápna- megi á sinni noyddu kin- verjar at gerast opiums- narkomanar fyri at trygg- ja bretskum opiums-selu- monnum profitt. Sam- stundis komu teir við evangeliinum. Tjóðveldisflokkurin, javnaðarflokkurin og mål- gogn teirra hava verið lagdir undir alt møguligt, líka frá satanismu til kom- munismu, av tí at frælsa orðið ikki hevur verið nóg mikið skert har. Tað undr- ar stórliga, at bæði tjóð- veldis- og javnaðarmenn ræðast fanatikararnar og øsararnar so mikið, at teir næstan biðja um fyrigev- ing fyri, at teir eru til. Merkiligt, at kommun- istaræðslan og respektin fyri fanatikarunum er so sterk, at allir politikarar við ræðslu fyri atkvødu- missi fara upp í ervitis- dansin. Helst skal hetta skiljast so, at trúaresingin er við at taka valdið frá politisku hugsjonunum: fólk fer at velja eftir trúar- málum. Ella kanska verð- ur stovnaður hegravend- ur, kapitalistavinarligur „Kristin FólkaflokkurÉ annfólkaklæðir NÝKOMIÐ Buksur Troyggjur Skjúrtur uppá kroppin á bygd S. Fu TELF. 11395. Klædningar (landsins stersta úrval) Sjómansjakkar Knarvakot Ulpur (298,- til 581 ,-) og annars alt einum mannfólki tørvar Úrval verður sent z VIL MANNFOLK.. VOV SNYD her heima eins og i Dan- mark. Ein slíkur hevði 6- ivað í øsingini, nú er, fingið nógvar tingmenn. Bangnar, óvissar sálir skulu neyðtakast av polit- iskum esarum. Trúgvin hjá fólki skal útnyttast av kynikarum, sum brúka kristindómin sum skálka- skjól fyri vernd av ræði kapitalista. Er hetta ikki av grovfilini? Og er tað so, at tjóð- veldis- og javnaðarflokk- urin eru so prostitueraðir, at: teir standa við einum beini í hverjum bási? Er hetta grundin til ræðsluna fyri fólki, ið tekur greiða politiska steðu? Báðir flokkarnir hava í stevnu- skrá síni ræði verkamanna yvir kapitalinum. Men í praksis vilja teir kapi- talismu og sosialismu í senn. Hetta letur seg ikki gera, ti gerast teir ullintir og ræddir fyri samanhald- inum. Tora ikki at verja frælslyndið móti heksa- jagstrarunum. Verja teir næstan, fyri ikki at missa atkveður. Biðja orsaka, um málgegnini hava sent ein feril av atfinning út í luftina. Okkum tervar eitt her heima: Upplýsing og aftur upplýsing. Vit kunnu tjakast opið um viður- skifti um allan heimin. Latum okkum endiliga kanna, finnast at, tjakast, um Sovjettsamveldið, USA, Pólland, Vietnam, Chile, Angola, Rhodesia o.s.fr. Stovna lesiringar. Opna útvarpið fyri heims- politiskum tjaki. Stovna sjónvarp. Ti sum nú er, tervar okkum eitt upplýs- andi sjónvarp. Lat okkum fyri alt í verðini vera frælslynt, tí um 40.000 fólk fara at heksaforfylgja hvønn annan, hvussu skal tað so verða í restini av heiminum? Upplýsing er tað ein- asta, sum kann køva teir enn glødandi neistarnar frá svertu midøldini. Ljós yvir landið. DAGBJARTUR Frá Tvøroyrar Fimleikafelag Fimleikurin byrjar aftur månadagin 7. november. Venjingartidir: Smågentur Gentur Gentur Gentur Motionskvinnur Vandar gentur 7—10 år 11—13 år 14—15 år 16—17 år | BLAÐIÐ, sum hevur tíðindi úr llum Føroy- um og úr útheiminum við. LÝSING Søkt verður eftir fyristødukvinnu til Ellisheimið í Tórshavn at byrja 1. desember 1977 ella so skjótt til ber. Starvið er i dag normerað i 13. lønarflokki sam- bært starvsmannafelagssáttmálan. Byrjunar lønin er kr. 6.343.25 og endalønin er kr. 7.694,33. Arbeiðið sum fyristødukvinna umfatar alla ar- beiðsgongdina á heiminum umframt alt tað ad- ministrativa arbeiðið. Á heiminum eru nú 26 fastbúgvandi fólk. Allar upplýsingar um arbeiðið fáast við at venda sær til frú Mallu Samuelsen tlf. 11839 Ellisheimið. Umsóknir við avriti av útbúgving verða at senda til Tórshavnar býráð, og stíla til sosialu nevnd, V. U. Hammershaimbsgeta 3, í seinasta lagi 20. no- vember 1977. TORSHAVNAR BYRÅD se