Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ST 7 Nr. 77 — 9. november 1977 Oli Jacobsen sosialurin Væl eru almanna- Skrivingin hjá Dagblaðnum hevur verið so villleiðandi og misvísandi, at tað er klárt ikki nekur vælvild, sum liggur aftanfyri útreiðslurnar høgar, men... Dagblaðið hevur seinastu tíðina skrivað nógv um al- mannaveitingar. Skrivað hevur verið um, hvussu nógv verður útgoldið í al- mannaveitingum, at hesar útreiðslur vaksa skjótari enn figgjarlógin, og at tal- ið á teimum, sum fáa al- mannaveitingar = veksur nógv skjótari enn fólka- talið, og niðurstaðan er, at tað er >skruppgalið< við okkara almannaskipan. Ætlanin við hesi skriv- ing er tó skillig: Fólk skulu fáast til at otast um, hvussu egiligar nó; var milliónir, ið verða by'tar út til fólk, sum heldur eta „seg hendur í favn res ina av lívinum enn at fara til arbeiðis aftur“, sum b'að- ið so vanvirdisliga s! iv- ar. Og so verða nevnc ti- lig millióntel fyri at u: ir- strika alt hetta, og ver veit um ikki siik skr. ig gevur nakrar viðh is- menn afturat. Danir plaga at sig it orðið lygn kann stigb. d- ast soleiðis: legn, ort logn, statistik og h ta hóskar eisini rættu ga væl um skrivingina hjá Dagblaðnum um hetta mál. Ti hendan skriving saman við teinum tølum, sum verða givin upp í so misvísandi, at hon als kki gevur nakra rætta n ad av støduni, o; skal } ita eisini ávísast riðanfy Hvussu høgar eru tær veruligu almennu veit- ingarnar Dagblaðið hevur nevnt út- reiðslur hjá lands- og rílis- kassa til almannaveiting- ar fyri fleiri ár, og fyri 1974/75 verður hetta tal uppgivið til at vera 101 mill. kr. Men hyggja vit eftir, hvussu uppbýtið av hesum útreiðslum er, so koma vit til hesa uppbýt- ing: í 1.000 kr. Fólkapensjón 47.305 Avlamispensjón 20.590 Revalidering 1.276 Einkjupensjón 1.758 Uppihalds- og einkjuhjálp 4.283 Víðkað hjálp 560 Heimahjálp 1.389 Barnastyrkur 1.920 Barnaforsorg (harnaheim, -garðar v.m.) 3.834 Specialskúlin 4.992 Forsorg fyri evnaveik 2.084 Sjúkrakassar 3.008 Húsalánsgrunnur og kommunalur lánigr. 4.500 Sett av til bygging 2.650 Annað 902 101.051 Víst verður hetta 101 mill. kr. men hyggja vit at tølunum, síggja vit, at als ikki allar hesar útreiðslur kunnu roknast sum al- mannaveitingar. Menn kunnu kanska vera eitt sindur ójavnir á máli um, hvussu nógv eigur at verða roknað sum alman- naveitingar, men eg vildi mett, at fylgjandi út- reiðslur ikki eiga at vera við, tá tær í veruleikanum fara til onnur endamál: Sett av til bygging, Húsa- lånsgrunnurin, kommun- alur lånigrunnur, sjúkra- kassar og specialskúlin. Útreiðslurnar til hesi endamál eru 15,1 mill. kr., so beinleiðis almannaveit- ingar her eru 85,9 mill. kr. Men av hesum fer meira enn helvtin til fólkapen- sjón. Og eg fari at loyva mær at pástanda, at hesar útreiðslur ikki eru alman- naveitingar. Hetta er jú ein sjálvsagdur rættur, sum ein og hver hevur, eftir at hava tænt samfel- agnum alt lívið og eftir at hava goldið skatt og pen- sjónsgjeld til sama enda- mál. Eftirløn til lærarar verður heldur ikki roknað at vera ein almanna veit- ing. Draga vit nú åtreidsl- urnar til fólkapensjón frá, so eru kr. 38,6 mill. eftir, sum fara til tey, sum eru roknað fyri at hava ein serligan terv orsakað av heilsu, av at vera einkja, og til ymsar stovnar sum t.d. evnaveik, barnaheim, barnagarðar v.m. Landskassa- og ríkis- kassaútreiðslur til alman- namál verður av Dagblað num gjørt upp til 170 mill. kr. fyri 1977/78. Hetta ljóðar eisini øtiligt. Men hvat er veruleikin? Å okk- ara fíggjarlogtingslóg fyri 1977/78 eru 70,6 mill. settar av til almannamál v.m. Men av hesum eru: kr. Skúlin á Treðni 1.210.000 Kommunalur lánigrunnur Húsaláns- grunnurin 1.000.000 9.500.000 11.710.000 Draga vit hetta frá, so eru beinleiðis almannaút- reiðslur um 59 mill. kr. Feroyingar rinda eina knappa helvt av almanna- útreiðslunum. Seta vit foroyska partin til 45%, so svarar hetta til eina samlaða útreiðslu uppá 131 mill., sum skal setast í mun til tær 170 mill. kr. hjá Dagblaðnum. Men av hesum eru um 60 mill. ætlað fólkapensjón, og so koma vit niður á um 70 mill. Hesi tøl skulu sjålv- sagt takast við einum á- vísum fyrivarni, men tað er víst, at myndin er ein heilt onnur enn Dagblaðið ger hana til. 2> Veksur talið á teimum, sum fáa almanna- veitingar? Síðan nýtir Dagblaðið sum prógv um, at okkurt er galið við okkara al- mannaskipan, at talið á teimum, sum fáa alman- naveitingar, veksur nógv skjótari enn fólkatalið. Vit síggja eisini i Arsfrågreid- ingini, at tey sum fingu almannaveitingar 1/1 1970 vóru 4.785, meðan talið 1/1 1977 var 5.922 ella ein eking uppá 1.137. Men: a. av hesum var vekst- urin av teimum, sum fingu fólkapensjón 579, ella um helvtin av hesum tali. Orsekin kann vera, at størri og størri partur av fólkinum verður eldri fólk. Og orsøkin kann eisini vera, at fólk í sterri mun enn áður nýta teirra rætt til fólkapensjón, ella at nakrir útslitnir fiskimenn hava fingið >førtidspen- sjon«. Tað er í hvussu so er vist, at eingin fær fól- kapensjón, sum ikki hevur tað uppiborið. b. talið av avlamispen- sjonistum er vist vaksið við 180 hesi sjey ár. Men talið er at kalla ikki okt seinastu fýra árini. 1/1 1973 vóru 1.014 avlamis- pensjonistar, meðan talið 1/1 1977 var 1.033 ella stórt sæð tað sama. Tað hevur væl eisini týdning í hesum sambandi. c. Størsta lutfalsliga økingin er hjålp til stakar uppihaldarar. Her er talid av móttakarum vaksið frå 76 til 365, ella vid 289. Men her hava avvarðandi myndugleikar strammað reglurnar, tá hendan skip- an vísti seg at verða mis- brúkt. og úrslitið er, at út- gjaldanin á hesi konto í hesum ári er farin niður í eina helvt. Vaksa almanna- veitingarnar skjótari enn figgjarlogin? Sidan royndir Dagbladid at progva, at almanna- veitingarnar vaksa skjót- ari enn fíggjarlógin. Og hetta verður gjørt við at leggja samlaðu veitingar- nar hjá landi og stati sam- an og at samanbera hesi tøl við okkara figgjarlog. Á hendan hátt verður »progvad«, at almanna- veitingar í % av figgjar- lógini eru øktar frá 33 til 43%. Hetta er ein marg- háttligur máti at rokna uppá. Tað ber ikki til at sammeta tel, sum lutvist ikki hava samband við hvert annað. Vit kunnu bert fáa eina rætta mynd við at sammeta samlaðu almannaveitingarnar við samlaðu útreiðslurnar hjá stati og landi. Og tá verð- ur myndin hendan: Framhald á síðu 11