Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 1977síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 77 — 9. november 1977 70.000 dollarar Bilurin, sum sæst her á myndini, varð herfyri sýndur fram á einari framsýning í London. Kostnaðurin er 70.000 dollarar (420.000 dkr.). Trygdarráðið Trygdarráðið er tann stovnur, sum í fyrstu syftu hevur ábyrgdina av friðinum í heimi- num. Ráðið eigur at kanna all striðsmál og allar vanlukkusteðir, ið hótta kunna friðin og at koma við uppskoti til loysn. Ráðið hevur 15 limir, tey 5 stór- veldini eru fastir limir, meðan hini 10 lima- londini verða vald av aðalfundinum fyri tvey ár í senn. Fyri at av- gerðir ráðsins skulu verða samtyktar, skulu vera 9 ja-atkvoður, teirra millum allir teir fimm festu limirnir. Um eitt av hesum at- kveður nei til uppskot nýtir sýtingar- ella vetorætt sín — dettur uppskotið burtur. Í roynd og veru verður tað ikki mett sum nei- atkvøda, um eitt av li- malondunum ikki greiðir atkveðu. Slangur Eitt djóraverndarfelag í Bretlandi hevur sett eina kanning í gongd, fyri at finna út av, hvussu vanligt tað er, at bretar fáa livandi slangur sendandi við posti. Kanningin varð sett í gongd, eftir at ein drongur hevði bilagt eina 70 cm. langa slangu frá einum post- ordrafirma og seinni fekk hana sendandi í einari skógvaeskju. Firmaið fekk seinni eina bót upp á 250 kr. Ókeypis øl Bussførarin John Francis kann hereftir drekka try gløs av øli ókeypis restina av lívi sínum, eftir eina hægstarættarsak í au- stralska býnum Can- berra. John vann sak- ina móti einum brygg- jarii, sum noktaði at geva honum ein vinn- ing, try gløs av øli dag- liga restina av livi sin- um, sum hann vann i einari kapping i 1970 i samband vid at eitt nýtt hotell varð opnað. I fimm ár fór John dag- liga inn á hotellið fyri at fáa vinning sín, men í 1975 varð hotellið selt, og eingin vildi geva John síni try gløs av geli. Hann legði ti sak móti bryggjari- num, og sum fyrr nevnt vann hann sak- ina Arbeiðs- viðurskiftini í heiminum Ikki-arbeiðandi partur- in av heimsins fólkum er í tíðarskeiðnum frá 1950 til 1975 vaksin skjótari enn tann part- urin, ið hevur arbeiði, skilst av frágreiðing frá arbeiðsstovninum ILO. Hetta er ein veru- leiki, hóast at nógv fleiri kvinnur enn áður nú royna at fáa sær fast arbeiði. Meðan tal- ið av mannfólki í ar- beiði í hesum tíðar- skeiði vaks við 42 pro- sentum, er samsvar- andi prosenttal fyri kvinnur 67. Verður hugt at samlaðu ar- beiðsmegini, er kvin- nuliga >tilskotið< tó ikki so sjónskt: kvin- nuliga arbeiðsmegin var í 1950 31% av ar- beiðsmegini, í 1975 var talið 35. Hagtelini fyri hin ikki-arbeiðandi partin av fólki fevnir eisini um bern. Telini siga eisini nakað um, hverja á- virkan, fólkaveksturin hevur havt: fyri hverja ferð 100 nýggj fingu arbeiði, vóru meiri enn 170 »nyggj« mennisk- ju, ið skuldu verða for- syrgd. T-dagurin var 24. oktober 32 ár hevur alheimsstovnurin nú á baki Næstseinasti mánadagur, 24. oktober, varð um allan heim hildin sum ST- dagur. Tað var 24. okto- ber 1945, at ST-sáttmálin kom í gildi, tá ið hann varð góðkendur av Sovjet, USA, Frankaríki, Ong- landi og Kina umframt av meirluta av hinum lond- unum, ið skrivað hevdu undir áður. Sáttmálin varð evnaður til av um- boðum úr 50 londum á samkomu í San Francisco 25. apríl til 26. juni 1945, og sáttmálin varð form- liga undirskrivaður 26. juni av stovningarlondu- num. »Sameintu Tjóðirnar< var navn, ið táverandi amerikanski forsetin Franklin D. Roosevelt skjeyt upp. Tað varð fyrs- tu ferð nytt i einari ST- kunngerð frá 1. januar 1942, tá ið umboð fyri 26 lond pliktaðu seg til í sam- vinnu at halda fram í bar- daganum móti > Italiu, Týsklandi og Japan. Fróðir vietnamesarar vísa á kortinum, har teir vórðu tiknir upp av tí ísraelska skipi- ST skuldi ikki verða nøkur heimsstjórn, og ST evnar tí heldur ikki til lógir, men ST-stovnurin letur øll amboð síni til heimsins fólk at nýta, so at tey kunnu samvinna í einum stovni av sjålvstød- ugum londum. Men ST er ein pallur, har umboðsmenn fyri øll limalond, stór og smá, fá- tek og rík, sterk og veik og uttan mun til politiskar hugsjónir, sosialar fyri- skipanir, mentan og guds- trúgv, skulu reða frítt. Endamálið hjá heimssamgonguni Endamál Sameindu Tjóða eru: at varðveita frið og tryggleika millum fólkini, at fremja vinsemi mill- um heimsins lond, at samvinna alheims- liga fyri at vinna á mill- umlanda figgjarligum, mentanarligum og menn- iskjansligum vandamál- um og fyri at fremja virð- ingina fyri mannarættind- unum yvirhevur og teim- um grundleggjandi man- narættindum, at vera miðstovnur hjá tjóðunum í strembanini at rokka hesi felags mál. ST skal virka eftir hes- um aðalreglum, sum fyri- num, ið hevði farm til land í Fjareystri settar eru í sáttmálanum: Øll limalond eiga somu rættindi og eiga eftir bestu evnum at lúka treytir teirra eftir sátt- málanum. Tey skulu javna ésemj- ur sínamillum við friða- ligum atgerðum og á tilik- an hátt, at friður, trygg- leiki og rættvisi ikki koma í vanda. Tey skulu halda seg frá hóttanum um at nýta vald ella beinleiðis nýta vald. Tey skulu veita ST eina og hverja hjálp til eina og hverja atgerð, sum sam- tykt er sambært såttmål- anum. Sameindu Tjóðirnar Vietnam flóttafólk til Ísraels Flóttafólk úr Vietnam eru sjáldan vælkomin í øårum londum, undantikið í USA, ið hevur tikið móti fleiri túsund úr Vietnam, men nú frættist, at Ísrael hevur givið uppihaldsloy- vi fyri umleið 79 flótta- fólkum úr Vietnam. Hesi siga seg vilja sleppa víðari til USA. Eisini Australia hevur tikið móti flótta- fólki, og sama er við teim- um trimum skandinav- iskum londum Danmørk, Noreg og Svøriki. Flóttafólkini, ið komin eru til Ísraels, vórðu nokt- að at fara í land í Japan, á Taiwan og í Hong Kong, til tey vórðu tikin upp av einum ísraelskum skipi. Forsætisráðharrin í Ísra- el, Menahem Begin, sigur alment, at hann ikki hevur gloymt, hvussu jedar aftaná seinasta kriggj yv- irhøvur alla staðir fingu noktilsi fyri at búseta seg í eðrum londum, tá ið teir flýddu úr Týsklandi. Flóttafólkini úr Viet- nam siga, at har er ikki livandi hjá teimum, sum ikki treytaleyst vilja taka við nýggja kommunist- iska styrinum, og at stórt mattrot valdar. Flestu rýma loyniliga í ússaligum fiskiforum í teirri vón, at verða bjargað av ødrum. eiga ikki rætt at leggja uppí viðurskifti, sum í av- gerandi feri eru innlendis viðurskifti hjá avvarðandi landi. Keyptir blaðmenn Sovjetiska floksblaðið Pravda skrivar 13. sep- tember um tidindini sum tær stóru tidindastovur- nar bera úr Washington um, at 400 amerikanskir blaðmenn hesi seinastu 25 árini loyniliga hava ar- beitt fyri CIA — ta ameri- konsku njósningartæn- astuna. Tað er tann vælkendi amerikanski blaðmaðurin Carl Bernstein, sum sigur hetta. Tað var hann, sum gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at avdúka brotsmenn- inar í Watergate-máli- num. Bernstein upplýsir, at minst 25 blød, tidarrit, tíðindastovur, útvarps- og sjónvarpssteðir hava lænt CIA gekkaskort á tann hátt, at umboðsfólk hjá CIA uttanlands hava nevnt seg »bladfolk«. Tað eru serliga New York Times, útvarpið CBS og tíðindastovan Time Inc., sum hava verið góðir hjálparar hjá CIA. Men eisini utvørpini ABC og NBC, tidindastovan As- sociated Press (Dimma- lætting), UPI, Reuter og onnur hava arbeitt aktivt fyri CIA. Pravda leggur afturat, at hesar sannroyndir upp- aftur avdúka hyklaríið hjá borgarapressuni, tá hon vil tilskriva sær sjálvari »sjålvstødu« og »objek- tivitet«. Tað góða sam- bandið millum meininga- fabrikkirnar og CIA og tann aktiva luttøkan hjá amerikonskum blaðfólk- um í njósningarvirksemi- num hjá CIA avdúka, hvussu falskar royndirnar hjá USA-blødunum eru til at bjálva seg við manna- rættindapráti. TR — A ———— ————— A UA)