hósdagur 4. juli 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 4. juli 2002
25
– Sjálvt um eg havi
fingið lagt eitt sindur
til síðis, so eri eg ikki
vorðin nakar ríkur
maður av hesum,
sigur Julian Johnsson
millum annað.
Seinast í hesi vikuni
vendir landsliðs-
maðurin aftur til B36
og føroyskan fótbólt
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Julian Johnsson. Føroyski
landsliðsleikarin, sum sein-
astu fimm árini hevur roynt
seg sum yrkisleikara, flytir
nú heimaftur til Føroya, har
B36 verður nýggja felag
hansara.
Hetta gjørdist veruleiki
um døgurðaleitið týsdagin,
tá Julian fekk grønt ljós frá
leiðsluni í Hull at seta kós
aftur móti heimlandinum.
Gerst einstáttað
Um avgerðina, sum hann
nú hevur tikið, sigur Julian,
at hetta fyrst og fremst
komst av, at hann nú kundi
hugsað sær at koma heim-
aftur.
– Eg havi verið burturi
síðani 1997, og hesa tíðina
havi eg so spælt okkurt um
180 dystir við trimum yms-
um feløgnum. Sjálvandi
hevur tað verið stuttligt,
men í longdini gerst hetta
dekan ov einstáttað, tí øll
tilveran hjá tær snýr seg
snøgt sagt um fótbólt.
– Og so skal heldur ikki
gloymast, at tað er skjótt, at
tingini skifta, tá tú livir
soleiðis. Av og á kanst tú
gerast noyddur at skifta fel-
ag, og tað er ikki bara sum
at siga tað. Umframt at tú
sjálvur skalt finna teg til
rættis, so skal familjan eis-
ini flytast við, so tú kanst
ikki bara hugsa um teg
sjálvan, sigur hann.
Og hetta hevði so eisini
avgerandi ávirkanina, tá
hann nú sat við samráðing-
arborðið í Hull. Adam Pear-
son, stjóri hjá Hull, vildi
helst av øllum hava, at Juli-
an helt fram í felagnum, og
eisini venjarin, Jan Mølby,
hevur givið til kennar, at
hann framhaldandi vildi
hava føroyska miðvallaran í
hópinum.
Hinvegin, so dugdu teir
eisini at síggja, at um leik-
arin ikki trívist uttan fyri
vøllin, so kann vera torført
at fáa sum mest burtur úr
evnunum inni á vøllinum,
og tískil varð avgerðin at
enda, at Julian hevði frítt at
fara.
Eitt sindur av
hvørjum
Tað var á heysti 1997, at
Julian Johnsson gjørdi sátt-
mála við norska Kongsvin-
ger, og gjørdist hann av
teimum tá fleiri føroysku
fótbóltsútisetunum.
Eftir tvey ár í Kongsvin-
ger, sum seinna árið flutti
niður í næstbestu norsku
røðina, varð Julian undan
kappingarárinum 200 sel-
dur til Sogndal, sum vildi
styrkja um hópin í roynd-
unum at flyta upp í bestu
deildina.
Hetta eydnaðist eisini,
men hóast hann var ein av
høvuðsmonnunum
aftan
fyri uppflytingina, so gekst
illa hjá Julian at vinna sær
fast pláss, tá liðið var flutt
upp í bestu deildina, so tíð-
in var helst komin at leita
sær aðrar vegir.
Áhugin fyri enskum fót-
bólti hevði altíð verið stór-
ur, og sjálvur segði Julian
eisini, at tað mundi vera
dreymurin at royna seg í
Onglandi. Ein følari frá
Bradford gav tó einki úrslit,
men við eitt kom Hull City
við einum tilboði, og so var
bara at taka av.
– Tað er kanska ikki
Premier League, men eg
sleppi so at royna meg í
enskum fótbólti, og tað
havi eg so møguleikan til
nú, segði Julian, tá skiftið
var veruleiki.
Og hóast hann nú hevur
gjørt av at koma heimaftur,
so dylir Julian ikki fyri, at
hetta hava verið trý minnis-
rík ár.
– Eg havi fingið møgu-
leikan at royna tilveruna
sum yrkisleikari, og bara
tað í sjálvum sær er ein stór
uppliving. Og tað eru eisini
nógvar einstakar løtur, sum
eg altíð fari at minnast frá
hesi tíðini.
– Eg havi millum annað
skotið mál í ensku FA-Cup
kappingini, har vit eisini
spældu móti einum Premier
League liðið, og sjálvt um
tað at enda ikki gekst so
væl hjá liðnum, so gekst
tað væl persónliga hjá mær
her í Hull, so so eingin skal
ivast í, at tað er við gleði, at
eg minnist aftur á hesa
tíðina.
– Størsta upplivingin
mundi tó vera, tá vit í 2000
spældu um uppflyting við
Sogndal. Avgerandi dystur-
in varð leiktur á Ullevål
leikvøllinum, og at vit so
eisini vunnu dystin gjørdi
hetta til nakað heilt ser-
stakt.
Var eingin ivi
Nú gongur leiðin so heim-
aftur, og sambært landsliðs-
leikaranum sjálvum, so var
tað ongan tíð nakar ivi um,
hvar hann skuldi spæla, tá
hann kom aftur til Føroya.
– Eg var tvey ár í B36,
áðrenn eg slapp til Noregs
at spæla, og eg kendi meg
altíð sera væl í felagnum.
Ítróttarliga var hetta eisini
ein hendingarík tíð, har eg
búnaðist sera nógv sum
leikari. Ikki minst tað árið,
tá Tomislav Sivic var venj-
ari hjá okkum, so alt í alt
var eg ongan tíð í iva. Tað
var stutt og greitt felagið,
sum eg vildi spæla fyri, tá
eg flutti heimaftur, sigur
hann.
Og hóast hann mest sum
av sær sjálvum fær status
sum stjørnuleikari á liðn-
um, so tykist landsliðsmað-
urin ikki at hava nakrar ætl-
anir um at taka tað meira
róligt, nú hann er fluttur
heimaftur.
– At eg ikki longur havi
hug at liva sum yrkisleikari
merkir ikki, at eg ikki havi
hug at spæla fótbólt. Tvørt-
ur ímóti, so gleði eg meg til
nýggju avbjóðingina. Eg
ætli mær at arbeiða hart
fyri at gerast ein veruligur
styrkur hjá B36, og vónandi
kann eg tilføra miðvøllin-
um nakað av royndum.
Hvussu langt hetta fer at
røkka, er eitt sindur ilt at
siga, men tað er so mín
vón, at tað í øllum førum
røkkur til heiðursmerki.
Og áðrenn vit heilt sleptu
telefonhorninum,
verður
seinasti spurningurin settir
til fótbóltsútisetan, sum nú
hevur roynt seg enskum
fótbólti. Hevur tilveran sum
yrkisleikari kastað somikið
nógv av sær, at Julian
Johnsson er fíggjarliga
tryggjaður framyvir.
– Nei, tað hevur hon
avgjørt ikki. Sjálvandi havi
eg fingið lagt nakað til
síðis, men tað er á ongan
hátt soleiðis, at eg bara
kann leggja meg afturá. Nú
fari eg aftur at ganga á
Læraraskúlanum, og eftir
tað verði eg eins og øll
onnur noyddur at arbeiða,
men tað er bara gott. Eg
gleði meg í øllum førum til
eisini at skula hugsa um
annað enn bara fótbóltin,
sigur Julian Johnsson at
enda.
Í B36 eru tey sum
vera man fegin um
styrkin, sum felagið
nú fær. Troyggjan
hevur ligið klár í alt
vár, og vónin er, at
hon verður brúkt fyri
fyrstu ferð sunnu-
dagin
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tey, sum hava fylgt við 1.
deildarliðnum hjá B36 í ár,
hava kanska lagt til merkis,
at enn hevur eingin leikari á
liðnum havt nummar 7 á
rygginum.
Nú Julian Johnsson er
komin aftur til felagið er
eisini eyðsæð, hví so hevur
verið, og tað verður eisini
váttað í B36, at troyggjan
varð goymd.
– Ja, tað er rætt. Vit hava
alla tíðina havt eina vón
um, at tað skuldi eydnast
okkum at fáa Julian aftur til
felagið. Líka síðani hann
fór til Noregs í ’97 hava vit
fylgt væl við, hvussu tað
hevur gingist hjá honum.
Vit hava glett okkum hans-
ara vegna, tá tað hevur
gingist væl, og yvirhøvur
hevur sambandið alla tíðina
verið hildið við líka.
Soleiðis sigur Kristian á
Neystabø, formaður í B36,
og hann leggur afturat, at
tey sjálvandi eru fegin um
styrkin, sum tey nú fáa.
– Tað eru vit sjálvandi
sera væl nøgdir um. Ikki
minst nú liðið er rættiliga
hart rakt av skaðum, er tað
hugaligt at fáa slíkan styrk,
og vit ivast ikki í, at hetta
fer at styrkja munandi um
hópin seinnu hálvu av
kappingarárinum.
Enn er tó ein dystur eftir
av fyrru hálvu, og Kristian
á Neystabø váttar eisini, at
tað verður arbeitt fyri at fáa
spæliloyvið hjá Julian klárt
til tann dystin.
– Sum nevnt, so hava vit
nógvar skaðar í løtuni.
Hartil eru tríggir leikarar
leikbannaðir til komandi
dystin, so tað sigur seg
sjálvt, at vit vóna at hava
Julian tøkan til sunnudagin,
men enn er tó alt ov tíðliga
at siga nakað um hetta.
Julian aftur í B36
Tilveran sum yrkisleikari
verður eitt sindur einstáttað í
longdini, men nú havi eg so
roynt hetta í fimm ár, og eg
havi fingið hópin av góðum
minnum við mær, nú eg
komið heimaftur, sigur Julian
Johnsson millum annað
Sjey-talið er goymt
Troyggjan við 7-talinum hevur í alt ár bíðað eftir einum eigara.
Nú er hesin funnin, og spurningurin er bert, um troyggjan
verður tikin í nýtslu longu sunnudagin
25
Nr. 125 • hósdagur • 4. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyingarnir vóna,
at teir vera hepnari
við punkteringunum
í ár, enn fyri tveimum
árum síðani.
SÚKKLING
Páll Holm Johannesen
Átta føroyskir súkklarar
fara um vikuskiftið at royna
seg
í
súkklukappingini
Sjælland
Rundt.
Ongir
oyggjaleikir eru í ár, og tí
hava súkklarnir valt at leita
sær eftir øðrum avbjóðing-
um, og tað er soleiðis dan-
markartúrurin er komin í
lag. Føroysku súkklarnir
hava einaferð áður verið í
kappingini Sjælland Rundt,
tað var fyri tveimum árum
síðani. Teinurin verður 292
km, og tað er í súkklumáti
rættiliga langt. Longsti
teinurin í eitt nú Statoil
Kring Føroyar er um 120
km, so við tí mátistokkin-
um verður talan um eina
rættiliga drúgva kapping
hjá føroysku súkklarnum.
Kappingin er skipað sum
motiónssúkkling, har tað
fyrst og fremst ræður um at
gjøgnumføra teir 292 kilo-
metrarnar. Sjálvt um tað
eisini verður súkkla uppá
tíð, kemur hetta ikki fyrr
enn í aðru røð. Væntast
kann, at einir 10-12 tímar
verða brúktir uppá teinin,
og verða steðgirnir til
drekka og mat lagdir aftrat,
koma súkklarnir at brúka
einir 12-14 tímar. Súkkla
verður frá Køge og málið er
eisini í Køge.
Kappingin byrjar klokk-
an seks leygarmorgunin, og
tíðliga
leygarkvøldið
skuldu fyrstu súkklarnir
verði komnir á mál í Køge.
Skulu bara
gjøgnumfora
Seinast føroyingarnir lut-
tóku í Sjælland Rundt,
vórðu teir illa raktir av
punkteringum. Lendið, teir
súkkla á, líkist ikki tí í Før-
oyum, og tí hava súkklarnir
fyrireikað seg væl ímóti
punkteringunum
í
ár.
Súkklarnir siga, at tað er
serliga sandurin, ið legst á
vegirnar, sum fer illa við
dekkunum. Hesaferð hava
súkklarnir fingið sær onnur
dekk, hesi eru av gummi,
og tí vóna súkklarnir at fáa
bilbugt við punkteringarnar
í ár. Onkur súkklari brúkti,
fyri tveimum árum síðan,
ein heilan tíma bara at
lappa dekk. Annars er mál-
ið hjá føroyingunum at
gjøgnumføra súkklukapp-
ingina, og tá teinurin er so
drúgvur, verður tað ein
kapping í sær sjálvum. –
Tað er eitt sindur ilt at meta
um frammanundan, hvussu
vit fara at standa okkum, tí
veðurlíkindini og vandin
fyri punkteringum, kunnu
altíð spæla okkum eitt puss,
sigur ein av súkklarnum.
Føroysku súkklarnir eru
vanir við at súkkla her
heima í heilt smáum flokk-
um, og tí eru teir spentir til
at royna í størri flokkum
niðrið í Danmark.-Venjing-
ina at súkkla í stórum
flokki, fáa vit ikki her
heima, og tað hevur víst seg
at verið ein trupuleiki, tá vit
hava verið á oyggjaleikun-
um, sigur ein av stigtak-
arunum til túrin, Evald
Rasmussen.
Teir átta føroysku súkkl-
arnir, ið fara at royna seg í
Sjælland Rundt eru: Evald
Rasmussen, Beinur Ras-
mussen, Eli Christiansen,
Kári Simonsen, Jens Sigurd
Simonsen, Robert Will-
helmsen, Sverri Mohr Edv-
inson og Johan Brend
Fara at súkkla Sjælland Rundt
Teinurin, sum føroysku súkklarnir, skulu súkkla um vikuskiftið
Tíðindaskriv
Leygardagin 6. juli verður
skipað fyri rennikapping á
Varmakeldustevnuni
í
Fuglafirði.
Kappast verður í ymsum
bólkum bæði hjá vaksnum
og børnum. Startur og mál í
øllum kappingum eru á
havnalagnum við P/F Petur
Larsen.
Kappingin
byrjar
kl.
13.00, tá vaksin renna 5
km. Runnið verður 5 ferðir
runt eina leið, sum gongur
frá P/F Petur Larsen, niðan
á Bakkaveg, norður eftir
Bakkavegi, oman aftur á
havnalagið við Landingar-
húsið, og síðan suður eftir
havnalagnum til P/F Petur
Larsen.
Hóast øll byrja í senn,
fevnir kappingin um tveir
aldursbólkar: vaksin fødd í
1984 ella fyrr, og vaksin
fødd í 1956 ella fyrr (mas-
ters). Vinnandi maðurin og
kvinnan fáa steyp, og nr. 2
og 3 fáa heiðursmerki. Nr.
1, 2 og 3 samanlagt í mas-
ters-bólkinum fáa heiðurs-
merki.
Hendan kappingin er
samstundis fjórða umfarið í
Grand Prix kappingini hjá
teimum vaksnu. Undan
kappingini liggur Bogi
Lenvig á odda við 120
stigum, meðan Bogi Joen-
sen og Guttorm Sørensen
liggja javnir á øðrum plássi
við 76 stigum. Hjá kvinn-
unum hava Rigmor N. Arge
120 stig, Sólfríð Fjalsbak
74 stig og Brindis R. Weihe
39 stig.
Børnini byrja kl. 13.30,
tá dreingir -7 og gentur -7
(f.1995 ella seinni) renna
500
m.
Síðani
renna
dreingir -10 og gentur -10
(f.1992-1994) sama tein.
Runnið verður frá vegnum
áraka P/F Petur Larsen og
norður eftir kei’ini, har
vent verður um eina keylu.
Tey størru børnini renna
eftir somu leið, sum tey
vaksnu. Tó verður bert
runnin ein runda, sum er 1
km. Kappast verður í hes-
um bólkum: dreingir -13 og
gentur -13 (f. 1989-1991)
og dreingir -17 og gentur -
17 (f. 1985-1988).
Nummar 1, 2 og 3 í
øllum bólkum hjá gentum
og dreingjum fáa heiðurs-
merki.
Tey, ið ætla sær at lut-
taka, skulu melda seg til
við P/F Petur Larsen hálvan
tíma, áðrenn kappingin
byrjar.
SVIMJING
Páll Holm Johannesen
Í gjáramorgunin fór før-
oyska svimjilandsliðið
til Íslands at luttaka í
svimjikapping. Talan er
um Íslendska meistar-
skapið. Siður er, at fleiri
gestasvimjarar úr ymis-
kum londum eru boðnir
við, og í ár skulu so før-
oyskir svimjarir royna
seg. Kappingin fer fram
nú um vikuskiftið. Sum
nakað nýtt, skulu før-
oysku svimjarnir svimja
í einum uttandura svim-
jihyli og hyljarnir verða
50 metur til longdar.
Tey, ið skulu umboða
Føroyar um vikuskiftið
eru: Kristoffur Hentze
HS, Jóannes á Fløtti HS,
Andrass Thomsen HS,
Aksal H. Norðfoss HS,
Benthe S. Andersen TS,
Elisabeth
Rasmussen
HS, Helga Djurhuus HS
og Karina Petersen FS.
Landsliðsvenjari er Pet-
ur Heðin av Fløtti.
Renning á Varmakeldu
Kappast verður eftir hesi skrá:
Kl.
Aldursbólkur
Umfør
Teinur
12.30
Tilmelding
við P/F Petur Larsen
13.00
Vaksin (fødd í 1984 ella fyrr)
5
5 km
13.30
Dreingir -7/Gentur -7
(f.1995 ella seinni)
1
500m
13.40
Dreingir -10/Gentur -10
(f.1992-1994)
1
500m
13.50
Dreingir -13/Gentur -13
(f.1989-1991)
1
1.000m
14.00
Dreingir -17/Gentur -17
(f.1985-1988)
1
1.000m
14.10
Heiðursmerkjahandan
Svimjilandsliðið
til Íslands
Svinmilands-
liðið, sum skal
royna seg í
Íslandi um
vikuskiftið
C
M
Y
K
24