Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. november 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Á | 5 Nr. 80 — 19. november 1977 sosialurin Bygdamenning, centralisering og decentralisering Føroyar verða minni og samfelagid fåtækari fyri hverja lítla bygd, id doyr út. Nú í mong ár hevur fólkastreymurin gingið móti teimum sterru pláss- unum, og í dag eru fleiri bygdir so niðurundir- komnar í fólkatali, at verður ikki okkurt gjert í bræði fyri at bjarga teim- um, hava tær ikki annan kjans enn at hverva av kortinum. Tær mugu telj- ast í skaranum, har vit frammanundan m.a. hava Skálatoftir, Skarð, Blankaskála og Slætta- nes. Henda gongd í búset- ingarmynstrinum hevur opnað eyguni á politikk- arunum fyri, at tað er neyðugt at reka ein mið- vísan bygdamenningar- politikk. Henda broyting í ti politisku støduni hevur ikki verið uttan úrslit, men enn kann neyvan sig- ast, at hesin politikkur er nog miådvisur. Fara vit 20 til 40 år aft- ur i tidina, var høgligt at búgva á bygd. Menn fóru burtur um várarnar við sluppunum og komu aftur um heystið í rættari tid at taka upp epli, ganga fjøll- ini og um veturin annars at avrika tað heimaar- beiði, sum var neyðugt. Ein stórbroyting kom í á hesum eki, tá føroyingar fóru undir at byggja stál- linuskip í seinnu helvt av 50-unum. Skipini kundu ikki liggja fyri teym um veturin, og menn boydd- ust at vera burtur so at siga alt árið. Kona og børn Arn royndu sum longst at gera heimaarbeidid og halda liv i kånni, men sum fråleid troyttadust tey. Tad var lættari og høgligari at flyta til tey størru plåss- ini, hagar skipini komu, og har tey kundu vera saman vid manni og påpa teir fåu dagar, hann var heima. Hini, sum vóru eftir á bygdunum, livdu at kalla bert av jørdini. Bjørgini fingu minni og minni týdning. Og tað er av- markað, hvussu mong kunnu vera á bygd, tá ein- ans jørdin er at líta á. Vit kunnu býta bygdir- nar í tveir bólkar: tær, sum hava færri enn 500 íbúgvar, og tær, ið hava 500 til 1500 íbúgvar. Hjá teimum seinnu stendur ikki so illa til. Hesi sein- astu árini hava mangar av hesum bygdum fingið hópin av fiskiførum, størri og smærri, og haraftrat eru bygd ella útbygd flakavirki í Norðdepli, Fuglafirði, Lorvík, Runavík, á Toftum, Eiði, í Haldórsvík, Vestmanna, Miðvági, Skopun og á Tveroyri. Harumframt eru ella verða bygd fiska- virki á Strondum, Sandi og í Nólsoy. Fyri hesar miðalstóru bygdirnar er eisini gald- andi, at tær hava gott ferðasamband, fleiri hava nýmótans skúlar, og allar hava meguleikar at senda síni børn — tóat tey búgva heima — á fram- haldsskúlar. Eisini onnur virki enn fiskavirki eru stovnað á hesum bygdum, og tað er sum heild skilligt, at í hesum bólkinum av bygd- um er menning og gróður. Verri er statt á teimum smærru bygdunum. Mangan verður ført fram, at fólk keða seg, ti flyta tey — teimum leingist eft- ir dansihelum, biohel- lum, bilum og knallertum. Hetta tykir mær líka skeivt sum at fera fram, at føroyingar flyta til Danmarkar, av tí at teir vilja sleppa at síggja sjón- varp. Fólk trívast vanliga best í síni heimbygd, men sjálvandi dámar teimum væl at sleppa ein túr til Klaksvíkar, Havnar ella annað stórpláss — eins og foroyingar yvirhøvur triv- ast best í Føroyum, hóast teir onki hava ímóti at skemta sær í nakrar dagar í Reykjavík ella Keyp- mannahavn. Tað, sum fyrst og fremst er avgerandi fyri trivnaðin hjá íbúgvunum, er, at møguleiki er fyri lønandi vinnu í heimbygd- ini ella so stutt frá, at tað framvegis er ein fyrimun- ur at búgva á sínum fødi- plássi. Sum fyrr nevnt er jørdin nógvastaðni = ov lítið grundarlag fyri einum stórum fólkatali, og har- aftrat verður jarðarbrúkið rekt á ein slíkan hátt í dag, at inntekan í mun til arbeiðið er nógv lægri enn í ødrum vinnugreinum. At nevna broytingar í ognar- viðurskiftunum er hættis- ligt, men tað mátti borið Fleiri av teimum størru bygdunum hava fingið flakavirki. Henda myndin er av flaka- virkinum Lynfrost í Runavík Vit fara nú undir eitt nýtt evni í paneli- num: Bygdamenning. Fyrsta panelið um hetta evnið skrivar Finnbogi Isaksen, landsstýrismaður. Øll sum hava hug at siga sína hugsan um spurningar, sum hava við hetta evn- ið at gera, eru vælkomin at skriva til panelið. til við lógum og reglum at stíla so fyri, at jørdin skal nýtast, og hvussu hon skal nýtast, herundir utt- anbiggjajørdin. Frá al- mennari síðu átti haraft- rat at verið tikin stig til at skipa jarðarbrúkið á sam- vinnugrundarlagi, so at arbeiðið gjerdist minni bundisligt í hesi vinnu. Tað verður neyðugt við nýskipanum og iløgum i landbúnaðin. Men ongin skaði er í pengunum. Eitt samfelag, sum í mestan mun er fort fyri at foða seg sjálvt, er væl fyri, um bakkøst koma. Aftrat hesum mugu bygdirnar fáa aðrar vinnu- møguleikar. Tær kunnu i hesum føri bytast i triggj- ar bólkar: 1) Bygdir, sum hava møguleika fyri sjó- vinnu. 2) Bygdir, sum hava meguleika at rekja sjóvinnu frá + granna- plássum. 3) Bygdir, ið ikki hava møguleika fyri sjóvinnu Funningsfjørdur er lítil bygd, men natúran er so háttað har, at onki er til hindurs fyri at rekja út- róður umframt at hava jarðabrúk. Viðareiði er eisini lítil bygd, men lendingar- meguleikarnir eru vána- ligir. Her er tó gjørligt at rógva út frá grannabygd- unum Hvannasundi og Norðdepli. Kalsoyggin kann takast sum dømi um tann triðja bólkin. Har er ikki og verður neyvan gjørligt at gera eina líkinda havn. Ti er onki rimuligt í ti, at kalsoyingar skulu rógva út. Her er tørvur á einum arbeiðsbýti millum bygd- irnar. Tær, ið hava góðan ella nekurlunda góðan kjans at hava útróður, eiga at koma í aðru syftu, tá smávirki skulu byggj- ast. Hesi eiga í staðin at verða legd á teimum plássum, sum av natúrlig- um orsekum ikki kunnu rekja sjóvinnu. Fleiri do- mi eru um, at tað ber væl til at hava slík smávirki á smábygdum nevnast kunnu bert Marinplast i Kaldbak, Handskavirk- ið í Haralssundi og Skinn- virkið í Svínoy. Annað enn arbeiði hev- ur sjálvsagt týdning fyri trivnaðin. M.a. eiga øll børn at hava rætt til at ganga í skúla síni barnaár í heimbygdini, vegir eiga at gerast til tey pláss, sum enn ikki hava veg (um tað annars er meguligt), og strandferðslan eigur at rekja ferðasambandið á besta hátt (á hesum báð- um seinastu økjum hevur verið stór framgongd tey seinastu árini). Stutt sagt: samferðslan til og frá bygdunum má vera í lagi, havnir mugu byggjast har tað er gjør- ligt, bygdirnar skulu hava skúla, landbúnaðurin má rekast á samvinnugrund- arlagi, smávirki mugu Finnbogi Ísaksen Tað verður neyðugt at gera bygdarmenningar- politikk til eitt málseki fyri seg undir einum landsstýrismanni. Tás- tani kann hesin politikkur gerast miðvísur, skrivar Finnbogi Ísaksen, lands- stýrismaður m.a. stovnast á smáum og mið- alstórum bygdum. Hetta er bygdamenn- ingarpolitikkur. Núverandi landsstýri setti sær fyri at fera ein »midvisan« bygdamenn- ingarpolitikk. Tad er ikki sørt, sum er komið av skafti, men ein vansi er, at kommunumål hoyra undir ein landsstyrismann, idnadarmål undir ein ann- an, skúla- og strand- ferðslumál undir tann triðja, landbúnaður undir tann fjórða o.s.fr. Tað verður neyðugt at gera bygdarmenningar- politikk til eitt máls- oki fyri seg — undir einum landsstýrismanni. Tás- tani, kann hesin politikk- ur gerast miðvísur. Finnbogi Ísaksen Fyrsta áttamannafarið hjá Marinplast í Kaldbak verður flotað. Marinplast er eitt demi um eitt smávirki í eini minni bygd