leygardagur 19. november 1977síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
spurnarkassin
Hevur tú eitthvørt av almennum
áhuga, sum tú vil hava svarað, ert tú
vælkomin at skriva til SOSIALIN,
box 76, 3800 Tórshavn, ella ringja
11820 ella 147 20.
Vit skulu gera vart við, at allir
spurningar til henda teigin verða
vidgjørdir við tøgnskyldu.
sosialurin
Sigvald Kristiansen,
lækni
At hava gomul
fólk búgvandi
Eg havi tikið mína gomlu
mammu, 85 år, inn til min
at passa. Hon er frisk i so
måta, er uppi hvenn dag,
men er so mikið óklár at
hon illa kamn vera inni
einsamell nakra letu,
burtursæð frá tí, um eg
biði hana fara at leggja
seg. Men tað ber ikki til
nærsumhelst at koyra eitt
gamalt fólk í song.
Havi eg rætt til heima-
hjálp, um eg nú vildi farið
burtur ein dag av og á ella
nakrar tímar onkuntíð?
Hvat er uppískoytið til
pensiónina, sum ein hevur
rætt til, ið hevur gomul
fólk heima við hús?
Er heimahjálp um alt
landið?
Ein nervatroytt
Sosialráðgevarin
svarar:
Mamma tygara, eins og
allir pensionistar, hevur
rætt til heimahjálp til sína
persónligu røkt og til tað,
hon annars er óhjálpin
við, t.d. at gera kamarið
reint og reiða seingina.
Tað er eisini møguligt
at fáa eina heimahjálp at
avloysa tygum nakrar
timar av og á, men hetta
er ikki so vanligt og
stendur heldur ikki bein-
leiðis í reglugerðini fyri
heimahjálpina. Eg veit tó
demi um, at heimahjálp
hevur avloyst tað fólkið,
sum hevur tað dagliga ar
beiðið, soleiðis at viðkom-
andi fær eina friløtu.
Heimahjálparskipanin
Tilskot og
frádráttur
fyri børn
Hví fáa børn i Føroyum
onki barnatilskot sum t.d.
i Danmark, har øll børn
undir 16 ár fáa útgoldið
417, — kr. hvenn ársfjórð-
ing. Og hvat er skatta-
frádrátturin fyri hvert
barn í Feroyum?
A.J.
Sosialráðgevarin
svarar:
Lógin, sum millum annað
fevnir um barnatilskot í
Danmark, er ikki galdandi
í Feroyum. Henda skipan
kom uppí lag ella var
víðkað í samband við, at
avgjald (moms) varð lagt
á allar verur í seluliðnum,
og kom sostatt at ráma
húski við nógvum bernum
serliga meint.
Barnafrádrátturin í
kommunuskattinum er kr
150,— fyri hvert barnið
undir 16 ár av landsskatt-
inum kr. 400, — fyri hvert
barnið undir 16 ár. Hetta
er sambært $$ 26, stk. 1
og 32, stk. 2 í skattalógini
og er galdandi, har barnið
er undir 16 ár við árs
byrjan, tá ið inntøkuårid,
sum skattur skal latast
av, er endað. Undantikið
er tað barnið, sum hevur
so týðandi inntøku, at tað
sjálvt er sett í skatt.
Marjun Sigurðsdóttir
er um alt landið. Tygum
skulu venda tygum til eft-
irlitskvinnuna í bygdini,
ella til heimahjálparleiðar-
an, tlf. 15477, sum kann
geva tygum nærri upplýs-
ingar.
Fólkapensionistur, sum
Marjun Sigurðsdóttir,
sosialráðgevi
hevur serligar útreiðslur
t.d. orsakað av, at hann er
óhjálpin, ella fær dýran
heiluvág ella tílíkt, kann
søkja Almannastovuna,
Jónas Broncksgetu 27,
Tórshavn, um persónliga
viðbót. Í umsóknini skal
vera greitt frá, hverjar
serligar útreiðslur eru sum
t.d., at eitt fólk altíð má
vera um pensionistin, og
um peningaligu viður-
skiftini annars. Persón-
liga viðbótin fer sjáldan
upp um kr. 300,
Marjun Sigurðsdóttir
… …
090900900000000 0000
»Stigafolk«
Vit hoyra av og á um so-
kallað >STIGAFÓLK<
(kiggere), t.e. fólk, sum í
loyndum lúra inn til onn-
ur. Hver er orsekin til, at
fólk verða >kiggere<?
Er hetta sjúka, ið kann
lekjast?
Nr. 80 — 19. november 1977
Jógvan Páll Lassen,
sakferari
Kunnu nevndu fólk
verða vandamikil fyri
onnur?
Verða slík sektað, um
so, hvussu hart?
s
Sålarfrødingurin
svarar
Tad, tygum i brævinum
nevna »STIGAFOLK«
(kiggere), svarar helst til
tað danska »vindueskig-
gere«. Í lærubókunum
verður fyribrigdið nevnt
við freðiorðinum »voye-
urs<, sum er avleitt av tí
franska orðinum fyri at
síggja ella hyggja. Van-
liga meinast tað við ein
(aloftast manspersón),
sum hevur tað fyri at lúra
eftir konufólki, sum ann-
aðhvert eru nakin ella eru
í ferð við at lata seg úr og,
so legið tað ljóðar, ognar
Eyðun Joensen
sálarfreðingur
sær kynsligt tilfriðsstill-
ilsi tann vegin.
Slíkur atburður verður
mettur at vera ónormalur,
hóast ilt er at seta markið.
Orsekin verður hildin at
vera lyndisavskepling ella
ólag í tí driftsligu umsit-
ingini, og er helst torfer at
viðgera til botns.
So vítt eg veit eru slík
fólk rættuliga meinaleys
og er tað sjáldan, at tey
beinleiðis gera seg inn á
tey, sum tey lúra eftir.
Verða slíkir jassar
meldaðir og funnir sekir,
kunnu teir, mær kunnugt,
verða revsaðir fyri >blu-
færdighedskrænkelse«
hvussu hart ella mikið veit
eg ikki reiðiliga, men hava
slíkir lógbrótarar í hvussu
er verið taldir við upp í
donsku revsihagtelini.
Vinarliga
Eyðun Joensen
SRKAXAXXKEZEKAKNXINNXXNXSNNSENSNSXKAAASXSNSNSNSNENSSNA AKXXXXXXAKNKENNNNYNRARAAÆRAKAAA
Tá kvinnur kjósa sær mann
Kann spurnarkassin geva
mær svar upp á henda
spurning: >Hverjar egin-
leikar sekir kvinnan í val-
inum av mannfólki<?
B.
Sålarfrødingurin
svarar
So sum spurningurin er
orðaður, verða tygum
fyrst at verða rættleiddur
um, at neyvan leggja allar
kvinnur hevuðsdentin á
sama eginleika hjá mann-
kyninum, tá um ræður at
kjósa sær maka. Eftirsum
eg bert eri ein og hartil
mannkyn, havi eg sekt
mær ráð og spurt meg fyri
viðvíkjandi tygara spurn-
ingi hjá fleiri av teimum
skilagóðu kvinnum, sum
eg í mínum dagliga arbeiði
komi í samband við. Eg-
inleikarnir, sum hesar
kvinnur siga seg og aðrar
leggja dent á, tá tær ger-
ast góðar við eitt mann-
fólk, eru, sum vituligt er,
sera ymiskir. Men felags
fyri teirra metingar er, at
beinleiðis útsjóndin tykist
at hava bert lítlan týdn-
ing. Kortini viðganga tær,
at útsjóndin við fyrsta
eygnakast sjálvsagt týðir
sítt, men sum frálíður
kemur so avgjørt annað
og meira við upp í mynd-
ina, eitt nú lyndi, tosing-
arlag, kropsburður, rein-
fori, klæðir og verumátin
sum heild.
Og álvaratos, hava tær
ikki so inniliga rætt?
Hvussu mong dømi eru
ikki um, at bráseti skjótt
fánar og hinvegin, at
menniskju, sum í byrj-
anini kunnu hava útsjónd-
ina ímóti sær, vinna í
medmenniskjans eygum
dag frå degi so sum frå-
líður, takkað verið aðrar
dygdir enn hin bera út-
sjóndin, tað veri seg veri-
mátin allur samal.
Vinarliga
Eyðun Joensen
BESAXKEXKEKKXEXKARARNKAINAAAXXXXXXXXXXXXAXARXKEXAXXKXKKXSSEXSINII
Rentur av
leiguinnskoti
Tá ein leigar eina íbúð
verður ofta goldið eitt inn-
skot, sum trygd fyri, at
einki verður oyðilagt í
íbúðini.
Tá nú leigarin fer úr
aftur íbúðini fær hann, um
eingin skaði hevur verið,
innskotið aftur. Spurning-
urin er: Hver fær rentur:
nar av innskotinum, leig-
arin ella eigarin av íbúð-
ini.
X
Sakførarin svarar
Um innskotið verður gold-
ið beinleiðis til útleigaran,
vil eg halda, at leigarin
ongan rætt hevur til
rentu.
Verður peningurin har
afturimóti goldin á banka-
ella sparikassabók av leig-
aranum og í hansara
navni, vildi eg hildið, at
hesin eigur rentuna. Um
innskotið verður sett á fel-
agskonto, vil eg halda, at
rentan eigur at verða býtt
millum leigara og útleig-
ara.
Annars eiga partarnir
at avgera hendan spurn-
ing, áðrenn leigusáttmáli
verður gjørdur, tå ið tað
ikki finnast beinleiðis
reglur, ið loysa hendan
spurning.
Jógvan Páll Lassen
KJARTAN
DALSGAARD
UMBOÐS
SIDA
MOYÐALSVEGUR 8
TLF 15222
á
i