Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. november 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 80 — 19. november 1977 sosialurin Síða 5 Ferðsluráðið bjóðar ókeypis lyktakanning Næstan 6.000 bilar kannaðir í fjør Ráðið fyri ferðslutrygd bjóðar aftur i ár øllum bil- eigarum til eina ókeypis lyktakanning. Kanningar- nar verða gjørdar frå í dag og til og vid næsta leygar- dag. Bileigarnir kunnu fåa lyktirnar kannadar å 15 ymiskum bilsmiðjum og servic-stødum ymsa staðni í landinum. Sjålv kanningin av lyktunum er ókeypis, men um lyktirnar hava okkurt brek, sum skal rættast, so mugu eigararnir sjálvir gjalda hetta. Kanningin í fjør góða undirtøku Lyktakanningin, sum ráð- ið fyri ferðslutrygd skip- aði fyri í fjør, fekk góða undirtøku. Næstan 6.000 bilar vóru kannaðir, og hetta svaraði til 72 pro- sent av ellum bilunum í landinum. Kanningin í fjør visti, at lyktirnar hjá bert um- leið einum tridingi av teimum kannaðu bilunum vóru í lagi. Hjá 31 pct. av bilunum vóru lyktirnar í lagi, meðan 69 pct. høvdu okkurt brek. Stødini, har lyktirnar verða kannaðar, eru hesi: Norðuroyggjar: Shell- staðin og Esso-service i Klaksvík. Eysturoy: Esso-service miðsteðin í Runavík, Rós- ing Rasmussen í Runavík, Esso-centrum í Skálafirði, og Bilverkstaðið hjá Bjarna Eliasen í Fugla- firði. Streymoy: Bilverkstað- ið hjá Frits Jensen og Saab-service yviri við Strond í Tórshavn, og staðin hjá Bileftirlitinum i Kollfjarðadali. Vágoy: Stødin hjá Bil- eftirlitinum við flogvøllin. Sandoy: Bilverkstadid hjå Asmund Johannesen å Sandi. Suduroy: Bilverkstadid hjå Leif Djurhuus og P/F Auto-vulk i Vågi, Bilverk- stadid hjå Finn Andreasen i Øravikarlid, og bilverk- staðið hjá Ola Nielsen i Froðba. Fiskaaling útflutt 70 tons i år Higartil i år hevur parta- felagið Fiskaaling útflutt Sílahyljarnir í Sundalagnum um 70 tons av sílum, og felagið roknar við at fram- leiðslan í ár fer upp um 100 tons. Í fjør lå fram leiðslan um 90 tons. Fiskaaling útflytur meginpartin til Danmark- ar. Stóra handilsfyritøkan Irma keypir millum 50 og 60 tons árliga, og nakað fer eisini til keyparar í Jyl- landi. Í ár hevur Fiskaal- ing eisini fingið eina bi- legging úr Norra uppá 20 tons. Av hesum eru 10 tons send avstað. Í ár hevur kiloprisurin í miðal verið 19 krónur og 50 oyru. Sílini verða tikin, tá tey eru hálvtannað ára gomul. Tá viga tey millum 600 gram og eitt kilo. Fiska- aling hevur ætlanir um at lata nøkur sil ganga i hylj- unum eitt ár afturat, so- leiðis at tey verða hålvt- triðja ára gomul, tá tey verða tikin. Klekistødin við Air Fiskaaling heldur til í fleiri stoðum. Sjálv kleki- stoðin er við Air. Teir fara aftur undir at klekja í januar mánað. Frá ker- unum við Air, verða silini flutt í hyljarnar í Skála- botni. Hesir hyljarnir hava feskt vatn, og her ganga sílini, til tað líður nakað út á veturin. So verða tey slept í hyljarnar á Oyrabakka. Hesa vikuna hava teir flutt 24 tons av sílum, sum hava verið í hylj- unum í Skálabotni síðan í summar, norður í hyljar- nar í Sundalagnum. Umframt hesi 24 tons- ini, eru í letuni eini 100.000 síl í hyljunum á Oyrabakka Hesi sílini vega í meðal millum 600 og 700 gram. Roknað verður við at hyljarnir í Sundalagnum kunnu rúma millum 150 og 200 tons av silum Heystútróðurin Ur Hesti frættist, at so at siga ongin útróður hevur verið í oktober og november. Hetta plaga annars at vera ógvuliga góðir útróðr armánaðir, men í ár sviku teir. Fjellini eru ell gingin og varð skurðurin góð ur, yvir miðal. Eplini eru væl vaksin í ár Faldari um koyring í hálku Ráðið um ferðslutrygd hevur latið prentað ein faldara um koyring í hálku. Faldarin gevur bilforarum eina ná- greiniliga leiðbeining um, hvussu eigur at vera borið at, tá koyrt verður í hálku. Hann er prentaður í 15.000 ein tokum og verður borin út í hvert hús í Fer oyum. Fjøllini gingin Servingar hava gingið fjøllini og teir siga, at skurðurin er miðalgóð ur. Hann varð betri, enn teir hevdu roknað við, ti tað var nógvur turkur í summar Føroysk målspilla og målrøkt 4. bind Fjórða og seinasta bind av orðabókini hjá Jógvani við Anna kom út hósdagin Hetta bindið byrjar við Sp- og er 429 síður. Til samans eru tey fýra bindini 1742 síður, tað fyrsta kom út í 1961, annað í 1966 og í 1968 lógu handritini til tey bæði seinastu bindini klár. Triðja bindið kom so í 1972 og tað sein- asta nú í 1977. Orsekin til, at hetta ikki kemur fyrr enn nú, er hon, at prentsmiðjan her í Før- oyum, sum skuldi prenta bókina, sá seg ikki fora fyri at gera ar- beiðið liðugt, so tað, ið ið eftir var (frá T-), mátti prentast í Dan- merk. Ýmsir trupul- leikar vóru í sambandi við at finna eina prent- smiðju, sum kundi gera prentingarar eiðið soleiðis, at tað íktist sum mest tí, sum longu var prentað er heima Føroysk målspilla og målrøkt i bind kostar 135 kr og eins og hini bindini, er 10n innbundin við reyðari permu kring oyggjarnar Hylurin komin Hylurin til svimjihøll ina i Hesti, sum er keyptur ur Tysklandi, kom til Føroya hós- nåttina við einum av skipunum hjá Star Shipping. Ætlanin var, at skipið skuldi bein- leiðis út í Hest við hyl- inum. Nú verður sent boð eftir einum manni frá týsku verksmiðjuni at leiðbeina við uppset- ingini av hylinum. Reinsiverkið til svimjihellina kom út í Hest mikudagin og í gjár skuldi ein maður koma úr Danmark at seta tað upp. Ætlanin var fyrst, at reinsi verkið eisini skuldi vera týskt, men bygdaráðið í Hesti fylgdi rådunum frá Teknologiskt Institut og keypti eitt danskt. SEV er nú í ferð við at skifta út allar tær gomlu kommunalu el linjurnar. Ymsa staðni uppimilum verður kad- al lagdur. Rasmus Effer- søe komin heim Tysdagin kom „Ras mus Effersøe« til Tvør oyri undan Labrador, har hann hevur verið á svartkalvaveiðu Hetta var annar túrur in í ár og teir meta seg at hava 200-220 tons av frystum svartkalva A fyrra túrinum fingu teir 200 tons, harav tey 50 vóru hemari Tað er enn ikki av- gjørt, hvar lastin verð ur seld, men í letuni er ikki lætt at sleppa av við svartkalva, verður sagt Svartkalvin verður veiddur við línu og hendan túrin vóru 15 mans við „Rasmusi Effersøe« Fundur um fólkaskúlan Mánakveldið 21. no- vember skipar Kvinnu- felagið í Havn fyri ein- um almennum fundi um fólkaskúlan. Fund- urin verður í samko- muhøllin! á landssjuk rahusinum., og byrjar klokkan 20 Ingrid Sondum, lær arinna, Ludvik Peter sen, landsskularådgev ari og Hedin Samuel sen, handilsskulastjori leggja fyri A ftar verður orðaskifti