leygardagur 19. november 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Skrivar magistararitgerð
um føroysk mannabein
Sidan 10. oktober hevur ein danskur stu-
dentur, Pia Andersen, kannad manna-
bein úti á Fornminnissavninum. Pia An-
dersen var i Føroyum i ein månad og for
avstað aftur 10. november. Hesa tíðina
búði hon á Fróðskaparsetrinum.
Vit hava skift orð við hana um hetta
og Føroya Fornminnissavn hevur gjørt
okkum tann beina at lånt okkum nakrar
myndir, sum eru tiknar
i sambandi vid
kanningararbeidi hennara.
Tú sigur, at tú lesur
fysiska antropologi, hvat
er tað?
Tað er læran um
menniskjað, herundir fys-
iska „útviklingin<, upp-
byggingin og variasjónin.
Meðan aðrir antropologar
kanna menniskjað í síni
heild, mentan, siðir 0.s.fr.
so halda teir fysisku
antropologarnir seg til
mannakroppin og tað,
sum hevur við hann at
gera.
— Hvussu bar tað til,
at tú fekst áhuga fyri før-
oyskum mannabeinum?
Ein av orsøkunum
er, at tað er ikki so nógv
skrivað um føroysk man-
nabein, og tað kundi verið
sera áhugavert at saman-
borið tað foroyska tilfarið
við annað norðuratlant-
iskt tilfar. Tað eru gjørdar
rannsóknir í Íslandi, Nor-
eg og av norðbúgvum í
Grønlandi. Eg haldi, at
tað átti at borið til at borið
saman tilfarið. Eg eri í
ferð við at skriva eina
magistararitgerð um
hetta. Tað er ætlanin at
magistararitgerðin = skal
verða liðug í mai og eg
vóni at verða magistari til
næstu jól.
— Eru tað nógv manna-
bein at kanna úr Feroy-
um?
— Eg haldi, at tað eru
sosialurin
umleið 80 persónar tilsam-
ans, men minni enn so
allir eru heilir. Meginpart-
urin av tilfarinum liggur á
Antropologisk laboratori-
um i København, men eini
25 persónar eru varðveitt-
ir á Fornminnissavninum.
Tað er gott fyri meg, tí so
slapp eg til Feroyar.
Her eru tey 3 uttastu
beinini av vinstru stórutá.
Tey peika ógvuliga nógv
inneftir og hetta kemur
sum oftast av ov trongum
skóm
— Hvar eru beinini
funnin?
— Beinini eru øll funnin
í sambandi við fornfreðis-
ligar grevstrar, sum aðrir,
m.a. Sverri Dahl og Knud
Krogh, hava gjert. Tey
bein, sum eg havi kannað,
eru funnin í Tjernuvík,
Kirkjube og heima á San-
di. Tað, sum er sera
áhugavert, er, at allar
beinagrindirnar uttan tær
í Tjørnuvik eru funnar
inni í kirkjuni, hesi fólk
hava verið grivin inni í
sjálvari kirkjuni.
— Eru øll fólkini
midøldini?
— Tad ber ikki til at
koma við heilt neyvum
tíðarfestingum, tí eg havi
bert kannað beinini, men á
Fornminnissavninum vita
teir meira um hetta, teir
hava staðið fyri útgrevstr-
unum. Heiman av Sandi
eru 22 persónar frá 1100-
talinum og eini 10 frá
1700-talinum. Í Kirkjube
eru eini 6 frá miðeldini og
39 eru frá 1700-talinum.
Tilfarið úr Tjernuvík er
mett til at vera frá umleið
1000, men tað er ikki so
lætt at meta um.
frá
Nr. 80 — 19. november 1977
fr:
Ein av teimum mongu beinagrindunum, sum eru funnar
í Sands kirkju (11))-talið). Tað er eitt lítið pinkubarn,
sum er deytt stutt aftaná, at tað er føtt. Orsøkin er 6-
kend. Leggið til merkis, at skelturin ikki verður saman-
vaksin, fyrr enn eitt barn verður eldri
Á næstan øllum beinagrindum frá Sandi (1100-talið) er at síggja stórt knoglasvinn um tannreturnar, sum hevur gjert, at fólk hava mist tenninar. Summir skeltar eru heilt
tannleysir um 30 —40 ára aldur, í eðrum eru bert fáar tenn eftir. Har er tað bert eitt sindur av beini um tað niðasta av tannrótini, sum tað sæst á skøltinum til høgru. Knoglasvinnið
kann møguliga vera orsakað av irritasjónum, tannsteini, sum var at finna á nøkrum av teimum tonnunum, sum vóru eftir. Men tå knoglasvinnið er so stórt, sum tað finst
her, so er tað óivað heldur talan um vitaminmangul (skyrbjóg), tað kann eisini vera talan um arvaligar eginleikar. I
åknandi dømi eru eisini funnin á beinagrindum i Íslandi