leygardagur 19. november 1977síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Ein skeltur í einum av teimum tólunum, sum verða nýtt til ta antropologisku rannsóknina, tå tekningar av skøltinum verða gjerdar
=
— Hevur tú funnið fram
til nakað áhugavert?
rr
Her sæst lærleggur og
skinnabein við einum stór-
um vekstri um knæið.
Beinið er mátað til at vera
10 em styttri enn vinstra
bein, sum hevur gjørt, at
maðurin má hava haltað
ógvuliga nógv, ella kans-
ka ikki kunnað stigið til.
Hann kann meguliga vera
deyður av hesum. Úr
Sands kirkju (1100-talið)
— Jú, tað haldi eg, at
eg kann siga. Eg havi
roynt at kanna beinini fyri
at vita kyn, aldur og so
havi eg eisini roynt at
máta støddina og vita, um
nakrir arvaligir eginleikar
kunnu merkjast. Og sjålv-
andi havi eg skråsett allar
broytingar i beinunum,
sum kunnu vera komnar
av sjuku.
Tað vísir seg, at tað eru
fleiri menn enn kvinnur at
finna millum hesar beina-
grindir. Orsekirnar til
hetta kunnu vera fleiri t.d.
vita vit, at konufólkini
sum tey eldast fáa
broysknari bein enn
mannfólkini, og av somu
orsøk fara beinagrindirnar
eisini skjótari. Men ein
kann eisini hugsa sær, at
tað hevur verið eitt størri
tal av monnum enn kvinn-
um, sum hevur fingið tann
heiður at verða grivnir
inni í kirkjuni. Heima á
Sandi eru funnin sera
nógv pinkubern, næstan
oll nyfødingar. Av teimum
22 persónunum frá 1100
talinum eru 15 pinkubern
og 7 vaksin. Hetta er eitt
ógvuliga stórt tal á børn-
um, men barnadeyðilig-
heitin hevur
stór tá í tíðini.
Knud Krogh skrivar í
Mondli (nr. 2, 1. árg.), at
tað meguliga hevur verið
talan um familjugravstað
í Sands kirkju. Hetta
haldi eg eisini, í hvussu so
er eru fleiri sjáldsamir ar-
valigir eginleikar at síggja
á beinunum.
óivað verið,
— Kanst tú síggja tekin
uppá sjúku á beinunum?
— Í beinunum heiman
av Sandi er tað eitt gjøgn-
umgangandi fyribrigdi, at
fólkini hava havt ein stór-
an tørv á vitaminum, eg
haldi C-vitaminum. Næst-
an allir skeltarnir á teim-
um vaksnu hava »knogle-
svind« í kjálkabeininum, í
nógvum forum soleiðis, at
tenninar eru dotnar úr.
Tenninar eru dotnar úr
ógvuliga tíðliga, tí kjálka-
beinið hvarv undan teim-
um. Tað er sjálvandi eisini
eitt og annað hjá teimum
einstøku, t.d. hevur onkur
ein stóran vekstur um
knæið og ein beinagrind er
av kvinnu, sum hevur
havt skaða í lendunum.
Persónarnir frá 1700-tali-
num sýnast at hava verið
stór fólk eftir sum tað var
tá í tíðini og fleiri vórðu
eisini gomul, men umleið
75% av hesum fólkum
hevdu slitgikt í rygginum
(spondylose). Men eg eri
jú ikki liðug við at kanna
tilfarid, so oll úrslitini eru
ikki greið enn. Fyribils
havi eg bert savnað mær
upplýsingar saman, sum
eg skal bera saman, tá eg
komi aftur til København.
Hvussu síggja
biskupparnir út?
Tann beinagrindin
sum varð funnin saman
við bispastavinum var tí-
verri so illa farin, at tað
ber illa til at siga nakað
um, hvussu hann hevur
sæð út
Her er Pia Andersen saman við einum av teimum stóru
beinagrindunum úr Kirkjube (1700-talinum). Hetta
hevur verið ein stórur prúður maður og tað sæst væl á
beinunum, har veddarnir hava fest seg. Hann hevur
verið millum 40 —50 ár og hevur havt allar tenninar. tá
hann varð jarðaður
Nr. 80 — 19. november 1977
Ryggur við ellum ryggja-
geislum. Pílarnir sýna, har
slitgiktin er at finna. 75”
av øllum beinagrindunum
úr Kirkjube hava meira
ella minni slitgikt (spondi-
lose) av hesum slag. Tað
er vanligast í lendunum