leygardagur 19. november 1977síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 80 — 19. november 1977
Kriggj?
Nei, hetta er ikki ein
krigsmynd Myndin
sýnir elsta hotellið i
Oklahoma City, Hotel
Biltmore. Tað varð
herfyri sprongt í luft
ina, ti at nýggir bygn
ingar skuldu vera har í
staðin
Óður bilførari
Ein ítalskur bilferari,
sum fyri stuttum var
innilæstur í einum
ferðsluteppi i miðbý-
num í Rom, bleiv so
óður inn á bilferaran
aftanfyri, sum nýtti
hornið hjá sær, at hann
skeyt og skaddi bilfør-
aran og eitt ferðafólk,
sum var við í bilinum.
Nekur fólk, sum komu
framvið, royndu at
sissa bilføraran, sum
hevði skotið, men
knappliga skeyt hesin
eftir tveimum av teim-
um, sum royndu at
sissa hann, annan í
búkin og hin í beinið.
Tá hetta var gjørt,
rýmdi bilførarin. Poli-
tiið sigur, at tey, sum
skotin vóru, ikki hava
fingið deyðamein.
Ongar ldi-myndir
Eitt hálendskt felag,
sum ger myndir á T-
shirt, hevur givið av-
boð upp á ein sáttmála
uppá 1/4 miljón gyllin
(1/2 miljón dkr.).
Tað vóru starvsfólk-
ini í felagnum, sum
mótmæltu eini bílegg-
ing uppá 60.000 skjúrt.-
ur við mynd av ldi
Á mini
Ongland og Italia
Ongland hevur nu i
eina tid havt ómannað-
ar avisselubúðir. Her
gongur tað fyri seg so-
leiðis, at viðskifta-
fólkið tekur eina avis
og leggur pening fyri
hana í eina bússu, sum
stendur á skivuni. Her-
fyri var ein italiumaður
í Onglandi og sá hesar
ómannaðu selubúðir,
og royndi so hetta
sjálvur í Italiu, men
her gekk tað ikki sum í
Onglandi. Avisirnar
hvurvu, uttan at pen-
ingur varð lagdur á
skivuna. Tó vóru tað
nøkur, sum løgdu pen-
ing å skivuna, men
hesin peningur hvarv
eisini. Men ikki nokk
vid at avisir og pengar
hvurvu, onkur var far-
in avstad vid diskunum
eisini.
Apan fekk grið
Best kenda apan i Co-
lumbia, Marco Polo,
fekk grið ellivu tímar
eftir, at hon var dømd
til deyða fyri dráp.
Marco Polo er kend frá
barna-sjónvarpinum i
Columbia, har hon
sæst við hatti, stavi og
reyðum silkijakka.
Annars starvast hon
sum grísa-ansari, og
tað var í síðstnevnda
starvi, hon møtti ein-
ari 70 ára gamlari
konu
Morðdeildin hjá poli-
tinum sigur, at Marco
beit konuna so illa, at
hon bløddi burtur og
doyði.
Bumbumaður
hóttir eisini børnini
Royndi at leggja eina bumbu
á einum skúla í Gladsaxe
Politiið í Gladsaxe í Keyp-
mannahavn er ikki í iva
um, at tað var tann so-
kallaði »bumbumadurin«,
ið fríggjamorgunin royndi
at leggja eina rørbumbu i
ein sandkassa á einum
skúla í Gladsaxe.
Bumban varð funnin
við síðuna av sandkassa-
num. Hon var av sama
slag sum tær bumburnar,
ið fyrr eru funnar í Glad-
saxe.
Fleiri børn sóu mannin,
og politiið hevur nú fingið
eina góða lýsing av út-
sjóndini hjá manninum.
Maðurin helt til rýmingar,
tá hann varð órógvaður av
børnunum.
Bumban hevði eina
elektriska løding. Við síð-
una av bumbuni var ein
lítil leikutoysbilur funnin,
og politiið heldur, at mað-
urin hevur ætlað at bund-
ið bilin í tráðin til elekt-
risku lødingina, soleiðis at
bumban skuldi bresta, tá
børnini tóku bilin.
Politiið er ikki í iva um,
at tað er tann rætti bum-
bumaðurin, sum hevur
gjørt um seg, tí merkið
hjá honum, eitt 7-tal, stóð
á tí lítla bilinum.
Soleiðis sá bumban út. Hon var 13 centimetrar long
Vesturtýska politiið
krevur endurgjald
frá mótmælisfólkum
Tað er dýrt at hava aðra
áskoðan enn yvirvaldið í
Vesturtýsklandi. Hetta
hava 21 fólk, sum hava
mótmælt útbyggingini av
kjarnorkuni í Vesturtýsk-
landi, sannað.
Frá politinum í Slesvig-
Holsten hava hesi 21 fólk-
ini fingið hver sína rokn-
ing uppá góðar 13.000
krónur, tí tey luttóku í
eini kravgongu í Brock-
dorf tann 9. august í ár,
har eitt nýtt kjarnorku-
verk verður bygt.
Politiið er komið til hesa
upphæddina við at krevja,
at teir 605 politistarnir,
sum skuldu forða fyri
kravgonguni, skulu hava
17 D-markar i løn um tím-
an.
Óvanligur
frekleiki
Mótmælisfólkini = hevdu
samlað seg uttanfyri inn-
girðingina til byggiplássið
í Brockdorf. Politiið krav-
di at tey skuldu halda seg
burtur frá økinum, men
tey sýttu fyri at flyta seg.
Tað var eitt felag, ið ar-
beiðir fyri upplýsing um
kjarnorku, sum skipaði
fyri mótmælisgonguni.
Ein limur í felagnum, Sig-
fried Christiansen, heldur,
at hetta er eitt dømi um 6-
vanligan frekleika. Hann
leggur dent á, at mótmæl-
isgongan ikki á nakran
hátt tarnaði byggingini av
verkinum, ti ein dómstól-
ur longu frammanundan
hevði steðgað byggingini,
til myndugleikarnir hava
fingið greiðu á, hvat skal
gerast við avfallsevnini
frá verkinum. Hetta
byggiforboð stendur stød
ugt við.
Nýtt somu
framferð fyrr
Sigfried Christiansen sig-
ur, at sambært vesturtýs-
ku myndugleikunum lut-
tóku 500 fólk í mótmælis-
gonguni, men hann heldur
at hetta tal er ov hegt
sett. Harafturat skuldi
tað ikki verið neyðugt við
fleiri politistum enn mót-
mælisfólkum.
Tey 21 fólkini, sum nú
hava fingið rokning frá
politinum, vórðu handtik-
in tilvildarliga burtur úr
mótmælisgonguni. Vest-
urtýska politiið hevur fyrr
nýtt somu framferð. Tá
ein mótmælisgonga var
við eitt kjarnorkuverk í
Gronnde fyri stuttum,
fingu eisini nøkur av måét-
mælisfólkunum eina rokn-
ing frá politinum aftaná.
Sigfried Christiansen
heldur, at tað er óhugna-
ligt at politiið ger tað til
nakað ólógligt at mót-
mæla kjarnorkuætlanun-
um hjá vesturtýsku
stjórnini. Hetta hevur hó-
ast alt verið ein rættur,
sum vesturtýsku borgar-
nir fyrr hava havt. *