mikudagur 23. november 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tvíburða-apur
Hetta eru tær mest
umtóktu apurnar á
fødideildini í djóragarð-
inum í San Diego. Lisa
(t.v.) og Lock eru
orangutangapur og
hava tað eftir umstød-
unum væl.
149 ST-lond
móti flogránum
149 lond á aðalfundi
Sameindu Tjóða hava
gjørt eina samtykt,
sum fordemir ikki ein-
ans flográn, men ein
hvenn harðskap móti
flogførum. Alheims
flogskiparasambandið
hevði hótt við tveir
daga verkfalli, um ikki
ST fyri álvara tók sær
av málinum, aftaná
flogránið av týska
Lufthansa-flogfari-
num í Mogadisciu, har
vandi var fyri, at nær-
um 100 fólk, ið tikin
vórðu sum giðslar av 4
terroristum, skuldu
verða dripin, og har
flogránararnir myrdu
flogskiparan. Men
flogskiparasambandið
avlýsti verkfallið, aft-
aná ST-samtyktina.
ST-lond eru ósamd
um, hvenn tydning
samtyktin kann koma
at fåa, summi halda, at
hon er eitt stig å leidini
í bardaganum móti
flogránarum, meðan
onnur halda, at sam-
tyktin er ov veik, tá ið
ein hugsar um, hvussu
álvarsligur spurningur-
in er.
Samtyktin, ið varð
framd uttan atkveðu-
avgreiðslu, áleggur li-
malondunum at ekja
um tryggleikan á flog-
vellum kring heimin.
ST fordømir
israel
Herfyri gjørdi Trygd-
arráðið innan Sam-
eindu Tjóðafelagsskap-
in eina samtykt, ið
fordømir Ísrael fyri at
lata fólk seta búgv í
teimum arabisku
landslutum, sum Ísrael
hertók undir seinasta
bardaga við arabara-
lond. Samtyktin varð
framd við stórum mei-
riluta, einans Israel
sjálvt atkveddi ímóti,
meðan USA ikki greid-
di atkveðu.
Tað er góð leta síð-
ani, at Ísrael lat íbúgv-
ar sínar taka bústað í
teimum hersettu økj-
unum, hóast hvess
mótmæli úr mongum
londum.
Politi-
kasjettir
Horst Koch, ein poli-
tistur í Gummers-
bach í Vestur-Týsk-
landi hevur eitt frítið-
aritriv eins og mong
onnur, men hann savn-
ar ikki tað sama sum
mong onnur; hann
savnar uppá Þpoliti-
kasjettir, . hattar og
hjálmar. Hann byrjaði
at savna fyri fimm ár-
um síðani, og í dag eig-
ur hann yvir 50 ymisk-
ar politi-kasjettir.
sosialurin
Bæði USA og Sovjet
hava stórar herflotar
í Meðalhavinum
Vestanveldini bera ótta
fyri tí vaksandi sovjetisku
herflotamegini í eystara
parti av Meðalhavinum.
Tað ber so til, at sovjetisk
herskip úr Svartahavs-
flotanum í friðartíðum
hava loyvi, eins og øll
onnur herskip, at sigla
gjøgnum Bosporus- og
Dardanellu-strætuni, eftir
tí sonevnda Montreux-
sáttmála. Men um kriggj
brestir á onkunstaðni, er
ikki loyvt herskipum at
fara hesa siglingarleið.
Og at berja seg fram
gjøgnum strætini halda
serkønir vera Ogjørligt. 1.
turkiska herdeildin er ser-
utgjørd til at verja Bospo-
rus og Dardanellurnar og
turkiska verjan har er Og-
vuliga sterk. Hetta vita
russar, og ti hava teir,
meðan friður enn valdar,
sent herskip gjøgnum
sundini og inn á Meðal-
havið. Har sigla dagliga
umleið 1500 handilsskip
av einum og hverjum slag
og úr øllum heimsins lond-
um, og bæði stórveldini,
USAog Sovjet, hava eyg-
uni eftir, hvat ið fyriferst.
Russar hava bygt upp
herflota sín í Meðalhav-
inum seinastu 10 árini og í
dag er mett, at teir hava
65 sterri og smærri her-
skip á hesum haveki. Og
Sovjet kann skjótt vaksa
um herskipamegi sína, við
at beina herskip úr Svar-
tahavinum — >» Odessa
flotamiðsteðini — gjøgn-
um sundini og inn á Með-
alhavið. Eisini kunnu teir
nordanifrå senda herskip
úr Eystursjónum gjegn-
um donsku beltini og suð-
ur gjøgnum Ermasund,
víðari gjøgnum Gibraltar-
sundið og soleiðis eisini
vestanífrá rokka fram til
Meðalhavs-flotan.
Men heldur ikki vestan-
veldini spara seg. USA
hevur í skjótt 30 ár havt 6.
herflota sín í Meðalhavi-
num, har flaggskipið nú er
flogberin USS v„Sara-
toga» sum nýliga tók lut í
storm Nato-herflotavenj-
ingum, ið nevndust »Dis-
play Determination«.
Styrki okkara kann meiri
enn so taka móti einari
sovjetiskari avbjóðing,
sigur amerikanski flota-
leiðarin, Robert F.
Schultz, admiralur.
Men aðrir ivast og hesir
halda, at ið hvussu er man
vera javnvág russara og
amerikanara ímillum á
hesum haveki.
Ein norskur blaðmaður
var umborð á flogberanum
USS »Saratoga« undir
herflotavenjingunum her-
fyri, og hann hevur
áhugaverda frágreiðing
um hernaðarligu viður-
skiftini í Meðalhavinum.
Hann sigur, at á 6. am-
erikanska flotanum gera
teir alt, ið gerast kann,
fyri manningina í frítiðini
og einans umborð á »Sara-
toga« eru 5000 mans,
teirra millum mangir nek-
arar, men nakað rasustrid
millum hvít og svert loyv-
ir Robert Schultz, admi-
ralur ikki. Norski blað-
maðurin heldur ikki, at
nakað slíkt rasustríð vil
koma at taka seg upp, tí
hvíta og svarta manningin
er sameind i ti at verja tey
oki, teir eru settir at verja
í Meðalhavinum.
Nr. 81 — 23. november 1977
Venjingin >Display De-
termination< byrjaði utt-
anfyri Portugal-strond og
helt fram gjøgnum Gi-
braltar-sundið, síðani
gjøgnum Messinastrætið
og heilt fram til Trakia í
Túrklandi, ið sum kunn-
ugt eisini er Nato-land.
5000 amerikanskir og
italskir hermenn gjerdu
landgongd har og alt gekk
eftir venjingarætlanini,
sigur blaðmaðurin.
»Saratoga« er sum
nevnt flogberi — hangar-
skip — og hópur av flog-
forum av hesum skipi
tóku lut í venjingini, ið
vardi í fleiri dagar. Ætlan-
in var harumframt at
samskipa her- og flota-
deildir hjá teimum mongu
ymsu londum, ið tilsam-
ans mynda Nato. Eisini
grikkar vóru uppi í venj-
ingunum. Tað eru fremst
Grikkaland og Turkaland,
sum í eini vandastødu
skulu taka fyrsta »stoyt-
in«, og ti er neyðugt at
hesi bæði lond veita fel-
ags-verjuni fullan og holl-
an stuðul, hóast tey ann-
ars ikki sita væl um sátt
aftaná at stríðið um Ky-
pern fyri álvara tók seg
upp.
frompos:00 FÅ
Flogberin »Saratoga« er flaggskip hjå amerikanska
6. flotanum i Meðalhavinum
#1
Amerikansk jagaraflogfør av »Saratoga« luttóku í stóru herflota-venjingini i »Display Determination« herfyri