mikudagur 23. november 1977síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 7
sosialurin
Nr. 81 — 23. november 1977
FISKISKAPUR AÐRASTAÐNI
ána útlit
já danska
iskiidnaðinum
Nærum 1000 av sterstu
fiskiførum í Danmark, ella
helvtin av øllum forum, ið
reka idnadarfiskiskap, eru
i vanda fyri at verða løgd
fyri teym aftanå seinastu
atgerðir, ið framdar eru av
ymsum londum at forða
fyri ovurfisking, sigur for-
maðurin í Dansk Fiskeri-
forening, Laurits Tørnæs.
Og hann leggur afturat:
— Hesi veidufør fara
ikki at klåra seg leingi
aftrat, aftaná at bæði
Noreg og Skotland hava
stongt fiskileiðirnar har
fyri fremmandar.
Um bannið, ið norð-
menn og skotar hava sett í
verk eisini verður gald-
andi komandi ár, kemur
hetta at merkja, at dansk-
ur fiskiskapur til idnadar-
virkini må halda uppat.
Einasta vónin hjá fiski-
monnum og hjá fiskiidn-
aðinum er, at tikin verður
upp fiskipolitikkur í 1978,
sum danski ídnaðurin
kann góðtaka.
— Tað eigur at verða
ein politikkur, ið ikki hev-
ur til endamáls at drepa
danska fiskiidnaðan, men
sum loyvir honum at finna
fram til nýggjar leiðir.
Kreppan er vorðin ser-
stakliga álvarslig aftaná
norska ríkisstýrið gjerdi
av at seta bann móti
donskum veiduførum
norður móti 62. breiddar-
stigi. Haraftrat kemur, at
Bretland hevur sett veiðu-
forboð á økinum eystan-
fyri Skotland, og hetta er
harður smeitur hjá donsk-
um idnaðartrolarum.
Frystivirkini í Íslandi
í trupulleikum
Íslendska fiskiveiðan hev-
ur í ár. verið munandi
størri enn somu tið í fjør,
tilsamans 1.130.000 tons
móti 840.000 tonsum um
somu tíð í fjør, ella umleið
300.000 tons meiri. Ein-
ans av toski hava islend-
ingar veitt 260.000 tons
higartil.
Men hóast hetta góða
veiðuúrslit, eru íslendsku
virkini, ið skera fiskin til
flsk og frysta hann, í álv-
arsligum figgjarligum
Nýggj sløg av fiskiførum
Í USA og Japan eru teir i fiskiskapi altíð hugadir at royna nakað nytt, annadhvørt tað er til lang-
trupulleikum. Ein hin
fremsta orsekin halda teir
vera, at útreiðslurnar hjá
frystivirkjunum eru
vaksnar alt ov nógv. Nú
stendur fiskavirkjunum í
boði ein ríkisstuðul uppá
15 mill. kr. (norskar), men
hetta verður ikki hildið at
vera nóg mikið, og tí hava
frystivirkini vent sær til
stjórnina um sterri pen-
ingastuðul, skulu íkki
fleiri virkir kring landið
fara á húsagang.
farafiskiskap ella heimaútróður, hvat hesar báðar myndir bera prógy um.
Hin ovara vísir ein nýggjan japanskan fiskibát til hoggislokkaveiðu. Hann er utgjørdur við einari
sonevndari »pilkingar-maskinu«, ið hagreidir hegguslokkin umborð, áðrenn farið verður til lands.
Hin niðara myndin er tekning av einum amerikanskum royndarfiskifari, ið amerikanskir fiski-
menn hava góðar vónir um fer at roynast dygdargott. Hann nýtir ljós at koma fram á høgguslokkin,
ið síðani verður pumpaður umborð á veiðufarið
Góður feskfiskamarknaður
í Týsklandi
Orsakað av vána veðri í
Norðsjónum er danskur
fiskaflutningur til Vest-
urtýsklands minkaður
stórliga í seinastuni, og
eisini tað, ið Holland og
Frakland hava kunnað
latið á týska marknaðin
hevur verið minni enn
vant. Ti eru á uppboðs-
sølunum í Bremerhaven,
Cuxhaven og Hamburg
høgir prisir i løtuni, men
tað veldst eisini um fiska-
slagið, ið selt verður á
uppboðnum.
Donsk hýsa er vorðin
seld fyri 11,50 danskar
krónur fyri kilo og dansk-
ur toskur fyri 10 kr. kilo í
10 kilo kessum.
Roknað verður eina tíð
framyvir við smærri sel-
um av útlendskum fiski,
Svenskt blað
um yrkis-fiskimenn
Svenska fiskivinnublaðið
»Yrkesfiskaren« hevur
reist spurningin: Hvat er
ein yrkisfiskimaður?
>Tað er ein tilikur, ið
hevur fiskiveidu til høv-
udsvinnu og sjålvsagt eis-
ini hver ein, ið einans hev-
ur fiskiskap at liva av.
Men hann, ið fyri ein part
eisini hevur jarða- og
skógbrúk at taka til, kann
eisini undir serstøkum
umsteðum verða roknaður
sum yrkisfiskimaður, um
veðurlíkindini ávísan part
av árinum ikki loyva
manni at fara til fiskiskap.
Men um maður umframt
at hava fast arbeiði uppi á
landi eisini fæst við at
„fiska av og ta, kann hesin
ikki verða skýrdur yrkis-
fiskimaður.
Ein bátsmanning verð-
ur mett sum ein heild. Og
bátsmanningin eigur rætt
at fáa tey prisuppiskoyti,
ið fiskimenn hver sær fáa
eftir lógini. >„Sveriges
fiskeres riksførbund< skal
áseta treytirnar fyri at
koma undir heitið yrkis-
fiskimaður )ella báta-
manningar, har fleiri eru
yrkisfiskimenn). Rikisfel-
agsskapur fiskimanna
skal eiga rætt at hava eft-
irlit við hverjum fiski-
mannafelag sær og ansa
eftir, at galdandi reglur
verða hildnar.
so útlitið fyri, at týskarar
kunnu gjalda góðar prísir,
skuldi verið gott.
Norsk fiskifør
til Burma
Burma i Asia fer at keypa
fiskifør ir Noreg fyri nær-
um 300 mill. kr. tilsam-
ans.
Tað eru fleiri norskar
skipasmiðjur, ið byggja
skulu veiðuferini, teirra
millum Sterkoder Mek.
Verksted í Kristiansund,
Bolsønes verft i Molde og
A. M. Liaaen i Ålesund.
Henda seinasta skipa-
smiðjan hevur sum kunn-
ugt bygt fleiri trolarar til
Føroya.
Tað eru tvey fiskivinnu-
felog í Burma, ið hava
skulu skipini, annað er
Burma Five Star Shipping
Corporation og hitt verður
nevnt Peoples Pearl and
Fishery Corporation.
Av teimum 300 miljón-
um krónum verða tær 75
mill. kr. latnar einari
studningsskipan fyri
norskan útflutning av tí,
norðmenn nevna »kapital-
varer til utviklingsland«.
Endaligu byggisåttmålar-
nir skulu tó verða góð-
tiknir av norsku myndug-
leikunum.