Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 1977síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nobelheidursløn fyri at taka breyðið úr munninum á fólki Í royndum sínum at leggja fót fyri før- oysku sociallóggávuni hevur Dagblaðið og tá serliga tingmaður Fólkafloksins Óli Breckmann m.a. tikið fram búskapar- frødingin Milton Friedman, sum skal hava so einastandandi góða loysn til fullkomuliga at forkoma sosialpolitikk- inum hjá socialdemokratisku flokku- num. Vit endurgeva brot úr grein um henda sama búskaparfróðing, sum hev- ur staðið í Framanum. Nobelheidursløn- in verður veitt teimum, sum hava skarað framúr, tá talan er um at ganga manna- ættini! Í statuttunum fyri Nobel- heiðurslenina fyri búskap- arligan visund stendur, at lenin skal latast teimum, sum hava verið manna- ættini til størst gagn. Bu- skaparligi ráðgevarin hjá Chilejuntaini, amerikan- arin Milton Friedman, var í fjør hildin at lúka hesi krøv, og fekk hann ti No- belheidurslønina i bú- skapi. Friedman teori I stuttum er teoriin tann, a' ståturin skal siga frå sær alla åvirkan å buskap- in, og at alt, sum er til hindurs fyri kapping frå utlondum, skal burtur. . | | Fr TRADE Hetta er beint móti ti politikki sum javnaðar- stjórnir hava ført. Her hevur verið roynt at fingið hald á búskapinum, og tryggja egnu framleiðsl- una. Teori og veruleiki Sambært Friedman skuldi tað verið meguligt, um hansara ráð vóru fylgd, at komið fram til nakað, sum hann kallar >tann sosiala marknaðarbúskapin<, har prísir koma i sína >náttúr- ligu< legu, og har fram- leiðarar gera júst tað, sum keyparnir vilja hava og øvugt. I stuttum førir hetta til RLINE Xx Vit ferma hvønn månadag og tysdag hvønn mikudag hvønn hosdag 2. hvørja viku i Larvik 3. hvørja viku i Ålesund } 3. hverja viku í Sandnes 4. hverja viku í Blyth í Alborg i Halmstad i København (næstu ferð 21/11) (næstu ferð 8/12) (næstu ferð 7/12) (næstu ferð 28/11) til Føroyar Frystikontainarar eins væl og vanligir kontainarar eru tøkir AVGREIDSLUR: Chr. Jensen, tlf. 122566 Ålborg A/s Traderline, tlf. 203311 København Wilson á Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund T. Schancke Olsen, tlf. 66028 Sandnes W. Harney á Co., tif. 2331 Blyth BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TÓRSHAVN eirindaleysa kapping, har tey smærru virkini fara á heysin, meðan monopolini gerast alt sterkari, og kunnu áseta prísir sum teimum lystir. Men kom- ast skal til hetta seinri Teori og praksis Teoriin hjá Freidman hev- ur viðhaldsfólk millum buskaparfrødingar um all- an kapitalistiska heimin, eisini i Føroyum. Men hvussu er teoriin i praks- is? Her hevur Friedman verid so heppin, at hann hevur fingið lagt teoriina hjå sær sum grundarlag undir buskapin i einum landi, nevniliga Chile. At hetta skuldi henda er ein sorgarleikur. Men lat okk- um hyggja hvussu hevur skorist i hesum landi, so vit eru fyrireikadi, um roynt skuldi verið nakað tað sama í Feroyum. Chile Eftir blóðuga hernaðar- kvettið í Chile í 1973, ferð- aðist Milton Friedman saman við einum eðrum USA-buskaparfrødingi, Arnold Harberger, reglu- liga millum Chicago og Santiago, fyri at føra chil- enska búskapin aftur á imperialistiskar = hendur. Fyrsta stigið var skerjan av valdinum hjá fakfel- agsrersluni. Hetta skipaði Pinochet fyri. Hann lat fakfelagsleiðarnar fanga, og kappaði hevdið av teimum. Síðan sorlaði hann fakfelagsrersluna, og skipaði fyri at tann nýggja var kapitalistu- num lýðin. Næsta takið var at fáa almennu útreiðslurnar skerdar. Hetta var gjert við at geva fólki í al- mennum størvum sekkin, stongja aktivitetir og in- stitutiónir sum hava lágan produktivitet fyri landið, og flyta aðrar aktivitetir í ' privata sektorin. Lógir, sum skuldu verja heima- framleiðslu, vóru settar úr gildi, og matvøruprisirnir blivu sleptir uppá fjall. Sorlaði búskapin Státsligu útreiðslurnar minkaðu við 15%. Av 550 virkjum, sum vóru stats- ogn, eru nú 499 seld á uppboði, tey flestu til út- lendsk monopol. Annars verða eisini hotel, sethús og bilar hjá statinum seld sum best ber til. Smáu chilensku virkini verða koyrd á heysin, ella keypt eitt fyri og annað eftir. In- flatiónin setur heimsmet, 300%. Lenir kunnu ikki fylgja við (fakfelagsrersl- an er sorlað), so keypiork an minkar í eina helvt. 20% gerast arbeiðsleys (her eru ikki roknaði tey, sum sita í fangatyppum og »burturblivin«). Í 1969 (tá Frei stjórnin sat) fóru 51% av tjóðar- inntekuni til lentakarar. Í 1971 — 72 (undir fólkaeind- ini) hækkaði tað til 64%. Í 1974 —75 var hesin partur fallin til 38%. Tey ríkastu 5% líða tó onga neyð, teir- ra partur er farin úr 25% upp í 50% The New York Times skrivar 8. desember 1976, at nú er chilenski búskap- urin lagdur lamin. Fólk hava ikki ráð at keypa verurnar. Rentur á lánum eru so høgar, og so nógv virki fara nú á heysin, at virkisleiðarar krevja lóg- irnar, sum Unidad Popu- lare-stjórnin setti í verk fyri at tryggja chilenska búskapin, aftur settar í gildi. 28. desember 1976 skrivar schweiziska blað- ið, Post Zeitung, at Chile er eitt land har hungur og hall eru einaráðandi, og sigur frá, at bert í 1976 fall framleiðslan við 23%, og tjóðarúrtekan við 15%. El Merkurio (eitt høgra- blað i Chile) skrivar 5. januar 1977, um skilið í landbúnaðinum. Hveiti- framleiðslan er í 1976 fall- in við 30%, majs við 17%, havri vid 47% og bygg vid 35%. Hungur og rikidømi 7 mill. fólk svelta í Chile í dag, og tað eru bernini sum eru meinast rakt. Fyri stuttum gjørdi hjålp- arfelagsskapurin hjá kirkjunum eina kanning sum vísti at 66,4% av ell- um bernum í Chile fáa ov lítið at eta, og at stødan er versnað síðan seinast. Sum tað sæst omanfyri, so líða tey ríku onga neyð, og fyri monopolini er land- ið í dag eitt satt paradís, har tey eirindaleyst kunnu mergsúgva chilensk ríki- dømi og fólkið. Teimum verður ikki sett nakað mark, so tey kunnu lætt- liga koyra chilensku virk- ini um koll, og leggja framleiðsluna soleiðis til rættis, at hon gagnar teimum og ikki Chile. Risavinningurin = verður annaðhvert fluttur av landinum, ella brúktur til at modernisera og auto- matisera, so enn fleiri kunnu koyrast í arbeiðs- loysi. Tað er nú komið so langt, at hollastu stuðlar- nir hjá juntaini undir kvettinum, nú eru endaðir í armóð. Sum demi kann takast fakfelagsskapirnir hjá lastbileigarunum og Nr. 81 — 23. november 1977 Milton Friedman læknunum sum vóru av teim idnastu i hetzini móti fólkaeindini og Allende. Lastbileigarnir vóru so sterkir at teir kundu gera verkfall í óavmarkaða tíð. Nú noyðast teir í útlond fyri at taka lán. Formað- urin hjá lastbileigarunum, Leon Vilarian, verður ikki móttikin av Pinochet. Læknarnir vilja nú hava 100% lenarhækkan, og nakað tað sama fyri sjúk- rahúsfólkið. Samstundis vilja teir hava meira pen- ing i sjukrarøktina. Viður- skiftini eru nú so vånalig, at umfarssjukur eru farn- ar at ganga á sjúkrahús- um, tí ov lítið er av fólki til at rudda og vaska. Blaðið Ercilla sigur frá, at sjúkrahúsini nú ikki hava fleiri lok, ongi bind, onga ilt, og at tað ikki er so mikið sum ein hevuðpinu- tablett at fáa. Fleiri tryggingar ið verða teknaðar — ódýrari gjald! Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti eldsvanda, er tryggingargjaldið farið niður í helvt. Tryggið hús, innbúgv, verur o.a. móti skaða av eldi, stormi, vatnleiðingsbroti og oman- lopi. Eisini tryggja vit innbúgv og vørur móti innbrotstjóvarí. Vit tekna eisini glastrygging- ar. Eru tað serstøk viðurskifti viðvíkjandi trygg- ing av ogn tygara, ið tygum hava áhuga fyri, geva vit fegnir gjøllari frágreiðing. Tryggingin hevur eisini umboðsmenn á hesum plássum, ið fegnir eru tygum til hjálpar: Sverre Skaalum, tif. 73012 Tvøroyri .. Tórhsavn . Vestmanna Gunnar Dahl-Olsen, Petur Heinsen, Eiði Óli Ellingsgaard, Havstein Ellingsgaard, Páll Josephsen, tlf. 55835 Sandavági. Runavík .. Klaksvík .. Hjørleif Enni, tlf. 71061 Kjartan Dalsgaard, tlf. 15222 tlf. 24097 tlf. 23005 tlf. 47055 FØROYA BRUNATRYGGING telefonir: 11089, 11098, 11288 Sverrisgøta 5 — Postbox 45 3800 Torshavn