Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. november 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A ES ES A Nr. 82 — 26. november 1977 sosialurin Síða 3 Formaðurin hjá sjåkrasystrunum: Sjúkrasystrarnar útihýstar frá at søkja starvið sum fyristóðu- kvinna á ellisheiminum í Havn — Vit eru énøgdar við, at sjúkrasystrarnar ikki hava møguleik- ar fyri at søkja starvið sum nýggj fyristødukvinna á ellisheim- inum i Havn, sum er lyst leyst, ti vit meta, at ein sjúkrasystur við ávísum royndum má vera tann rætta at átaka sær hetta starvið, sigur Erna Háberg, formaður í Føroya deildini hjá Dansk Sygeplejerád Starvið sum fyristødu- kvinna á Ellisheiminum í Havn varð lýst leyst síðst í oktober mánað at søkja "nan 20. november í ár. Erna Háberg sigur, at felagið beinan vegin vendi sær til býráðið og greiddi frá støduni. Felagið bað um, at starvið varð lýst í blað felagsins »Sygeplej- ersken«, og at lønarramm- an varð broytt. Starvið varð lýst at verða sett Formaðurin í sjúkrasystrafelagnum Erna sen, hava arbeitt við málinum fyri felagið eftir starvsmannasáttmál- anum, og Sjúkrasystrafel- agið bað um, at tað eisini varð sett eftir sjúkrasyst- rasáttmálanum, so limir felagsins eisini høvdu meguleika fyri at sekja starvið. Samstundis bað felagið um, at tíðarfreistin varð longd. Erna Háberg sigur, at sjúkrasystrarnar bert ha- va møguleika fyri at søkja størv, sum verða lyst í blaðnum. Í øllum førum, tå størv verða lýst leys, verður kannað, um sterv- ini eru eftir sjúkrasystra- sáttmálanum, áðrenn tey verða lýst í >Sygeplejers kena. Um ein limur tekur eitt starv, sum ikki verður lent eftir sáttmálanum, verður hon útihýst úr felagnum. Lønarspurningurin ikki umrøddur Fíggjarnevndin hjá bý- ráðnum vidgjørdi málið 15. november, og her varð samtykt, at freistin fyri at sekja starvið skuldi út- setast við einari viku til 27. november, og at starv- ið skuldi lýsast í sjúkra- systrablaðnum. Men á hesum fundinum var spurningurin um lenar- rammuna ikki vidgjørdur. Sjúkrasystrafelagið fekk lýsingina til >Syge plejersken« seinasta frigg jadag, men lønarramman var óbroytt, og tí eru vit framvegis útihýstar frá at sekja starvið, sigur Erna Háberg. — Vit hava síðan roynt at sett okkum í samband við býráðið, men har hev- ur ongin verið at hitta, og býráðsskrivarin vísti mál- ið frå sær, og vildi ikki tosa við okkum. Tí hava vit nú sent eitt nýtt bræv til býráðsformannin og limirnar í figgjarnevndini hjá býráðnum, har vit boða frá, at starvið ikki kann lýsast í sjúkrasyst- rablaðnum, tí tað ikki gongur eftir okkara sátt- mála. Erna Háberg sigur, at sjúkrasystrafelagið er ikki nøgt vid ta viðgerð. by- ráðið hevur givið måli- num. — Vit vendu okkum til sosialu nevndina 4. no vember við brævi. Freist- Háberg og næstformaðurin Margit Thom- in fyri at sekja starvið var úti 20. november, og tá vit einki hevdu hoyrt aftur frá býráðnum tann 15. no- vember, vendu vit okkum til býráðsformannin og býráðsskrivaran. Teir lov- aðu okkum, at málið skuldi koma fyri i figgjar- nevndini sama dag, og tað kom tað eisini. Men lønar- spurningurin var ikki um- røddur í figgjarnevndini. — Tað kann ikki vera nakað ivamál í hesum spurningi. Tað er ein sjálvfylgja, at eitt fak- felag í einum fakfelags- blaði ikki fer at lýsa eitt starv, sum limirnir ikki hava møguleika fyri at sekja, sigur Erna Háberg Tað snýr seg um fólkini á heiminum Munurin millum lenina eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum og eftir sáttmálanum hjá Sjúkrasystrafelagnum er ikki stórur. Eftir starvs- mannasáttmálanum er byrjunarlenin 6.343 kr. og endalønin 7.694, meðan byrjunarlenin eftir sjúk- rasystrasáttmálanum er 7.011 og endalønin 7.650. Afturat hesum kemur so eftirløn. Erna Håberg sigur, at felagið metir, at tað tydn- ingarmiklasta í hesum málinum eru viðurskiftini hjá teimum fólkunum, sum eru á heiminum Vit meta, at ein sjúk- rasystur hevur eina út búgving, ið dekkar yvir mest av tí, sum er brúk fyri á Ellisheiminum. Vit halda, at ein sjúkrasystur við ávísum royndum má vera tann rætta at átaka sær hetta starvið. Og tað er ongin ivi um, at tað er neyðugt við minst einari sjúkrasystur á heiminum, sigur hon. Hvorki sjúkra- systrar ella sjúkrahjálparar Í lotuni eru hverki sjúkra systrar ella sjúkrahjálpar r á heiminum. Á Ellis- og røktarheiminum á Tver- oyri eru t.d. 7 sjúkra systrar og 9 sjúkrahjálp- arar. Har eru 28 búfólk, meðan 26 fólk eru á heim- inum í Havn. — Vit halda, at tað er bæði synd og skomm, at tey gomlu skulu innleggj- ast, bert teimum feilar okkurt smáting. Vit hava dømir um, at følk, sum hava ligid å Landssjúkrahúsinum við einum lítlum sári, ikki hava kunna sloppið heim aftur, ti ongin er at passa tey. Ellisheimið er hóast alt teirra heim. Vit vita eisini, at í løtuni eru fýra óhjálpin fólk á Ellisheim inum Byrådid kann bert spara við at seta eina sjúkra systur á Ellisheiminum, ti hon kann gera nógv av ti, sum tað í dag er neyðugt at senda boð eftir lækna fyri at viðgera. I Havnini er harafturat bert ein heimasjúkrasystur, hóast Havnin í mun til fólkatalið átti at verið normerað til fýra heimasjúkrasystra- sterv, sigur Erna Háberg. Formaðurin í sosialu ne vndini: Ein sjúkrahjálpari skal setast á Ellisheiminum SOSIALURIN hevur eis- ini vent sær til formannin í sosialu deildini hjá by- ráðnum, Leiv Johanne- sen, og byrådsformannin Petur Christiansen. Tað er sosiala deildin hjá býráðnum, ið hevur lýst starvið sum fyri- stødukvinna á Ellisheim- inum leyst. Leivur Johannesen sig- ur, at Sjúkrasystrafelagið ikki nevndi lønarspurn- ingin fyri honum, tå tær tosaðu við hann. — Nevndin í Sjúkra- systrafelagnum segði, at lýsingin mátti koma í blaðið »Sygeplejersken«, fyri at tær skuldu kunna sekja starvið. Um lenar- viðurskiftini sogdu tær, at tað var so litil munur á NI OIL Larvsmanla sáttmálanum og eftir sjúkrasystrasáttmála num, at tað ongan týdn ing hevði, sigur Leivur Johannesen Hann leggur afturat, at sosiala nevndin vidgjørdi spurningin, um tað skuldi setast sum eitt krav, at fyristaðukvinnan skuldi vera sjúkrasystur, men nevndin samtykti, at tað ikki skuldi setast sum treyt. - Vit hava leingi verið greiðir yvir, at tað verður neyðugt við sjúkrahjálp- ara á heiminum, eftir at tað er vorðið so stórt Sosiala nevndin hjá by- ráðnum hevur nú avgjert, at ein sjúkrahjálpari skal setast á Ellisheiminum, Petur Christiansen, by- ráðsformaður hevði ikki fingið brævið frá nevndini í Sjúkrasystrafelagnum tá vit hittu hann. Men hann sigur, at um eitt bræv kemur. so verður tað beint í sosialu nevndina til ummælis Lønarramman til fyrst starvið sum fyristødu- kvinna var ikki broytt, ti vit mettu, at lenin eftir starvsmannasáttmála- num og eftir sjúkrasystra- sáttmálanum var næstan tað sama, sigur Petur Christiansen. Hann sigur eisini, at starvið, sum tað er lýst bert kann setast eftir starvsmannasáttmála- num. Skal tað setast eftir oðrum sáttmálum, so m málið fyri aftur í sostalu nevndini, figgjarnevndin og byraonumn