Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 126 - 5. juli 2002 Nr. 126 - 5. juli 2002 3 Tann 19. mars andaðist vælkendi klaksvíkingurin Sámal Heldarskarð 92 ára gamal. Tað restaðu 16 dagar í at hann fylti 93. Tá hann í 1999 rundaði tey níti, skrivaði eg millum annað um hann, at hann var bæði oyrarmaður búða- maður. Oyrarmaður tí hann vaks upp á Norðoyri og búðamaður tí hann valdi at búsetast í Búðunum. Sámal var føddur á Norð- oyri tann 5. apríl 1909. Foreldur hansara vóru Ma- lena, dóttur Karin og Sámal Jákup Høgnesen, bónda í Niðristovu á Norðoyri og Kristoffur Jacobsen, van- liga nevndur Oyra-Kristoff- ur, sum var sonur Marin Malenu Ziska úr Klaksvík og Høgna-Jákup, ið eisini varð róptur Gøtu-Jákup, og sum navnið sigur, var hann ættaður úr Gøtu. Marin Malena og Gøtu-Jákup settu búgv Millum Garð- arnar. Tað er beint norðan fyri bygdina á Norðoyri. Foreldur Sámals, Malena og Oyra-Kristoffur, settu búgv á Vágsheygnum. Tey áttu fimm synir og Sámal var elstur av børnunum. Næstelstur var Jacob, sum er tann einasti av børnunum hjá Malenu og Kristoffur, ið enn er á lívi. Tey seinastu nógvu árini hevur Jacob búð í Havn. Síðani vóru teir Karl Jacob, sum í 1967 fekk sær eftirnavnið Ósa, Mourits, ið varð búgvandi í barnaheiminum á Vágs- heygnum og yngstur var Lavus. Hann giftist og búsettist í Aalesund í Noreg har hann doyði av ferðslu- vanlukku í 1963. Ommurnar og abbarnir hjá Sámali búðu sum nevnt á Norðoyri. Ávikavist í húsinum Millum Garðarnar og í Niðristovu á Norðoyri. Í hesum umhvørvinum sleit Sámal sínar barnaskógvar og har hevði hann eisini sín uppvøkstur. Í 1929 giftist Sámal við Honnu Jacobsen - Honnu í Búðunum í Klaksvík. Hon var dóttur Sigrid, ættað úr Króki á Sandi, og Johannes Jacob- sen, vanliga nevndur Jo- hannes í Búðinum í Klaks- vík. Hanna og omma mín vóru systrar. Hanna var gumma mín og Sámal var gubbi mín. Upprunaliga æt hann Sámal Jákup Jacob- sen, uppkallaður eftir báð- um abbunum, men í 1946 fekk hann sær eftirnavnið Heldarskarð, sum er eitt staðarnavn í haganum á Norðoyri. Hanna og Sámal fingu seks børn. Tey vóru Hans, Karin, Sigrid, Martin, Nanna og Vagn. Tey vóru øll búsett í Klaksvík, uttan Sigrid, sum er gift í Dan- mark og búsitandi á Amag- er. Tað var ein dyggur smeitur fyri Sámal tá hann í 1983 misti konuna Hannu. Og í 1998 var mótgangurin hjá Sámali rættuliga harður. Tá misti hann bæði tey elstu børnini, Hans og Karin, sum doyðu av sjúku í góðum árum. Tað var lítið meira enn eitt hálvt ár ímillum at tey bæði fóru. Hans doyði í mars og Karin í november. Hetta sama árið fór heilsan hjá Sámali sjálvum eisini at bila, men kortini var hann heilt byrg- ur aftur, áðrenn hann í fjør gjørdist álvarsliga sjúkur. Blaðungur fór Sámal til skips og sum heilt ungur tók hann skiparaprógv á sjómansskúlanum í Havn. Hann tók fyrst breiddina og nakað seinni tók hann eisini longdina.. Eftir hetta sigldi hann alt lívið ávikavist sum skipari og stýrimaður. Mill- um tey skipini hann sigldi við, kunnu vit nevna Gud- run, Polarfarið, Atlants- farið, Polarstjørnuna, Vest- urvík og Viðoy. Heilt ungur var hann stýrimaður á Polarfarinum við Gudda á Dalinum sum skipara, hann var stýrmaður og skipari á Atlantsfarinum í fleiri ár, serliga var hann skipari á Atlantsfarinum øll bar- dagaárini, og seinni var hann stýrimaður á Polar- stjørnuni við Palla hjá Marionnu sum skipara, á Vesturvík við Vilhelm á Syðradali sum skipara og Viðoy við Richard hjá Jóan Jakku sum skipara. Tá Sámal var stýrimaður á Atlantsfarinum, var tað við Jógvan í Brekkuni - Billu- Jógvan sum skipara. Nøkur tíðarskeið hevur Sámal eisini verið útróðrar- maður. Hjá honum var tað sum hjá so nógvum før- oyskum sjómonnum, at teir vóru til skipsfiskiskap í summarhálvárinum og róðu út í vetrahálvárinum. Tíð- liga í tíðini róði hann út við Grunningi, har abbi mín, Líggjas í Horni var báts- formaður, seinni róði hann út við Støðini har pápi mín Bethuel var skipari og fleiri vetrar róði hann út við systkinabørnunum av Norðoyri, Jacob Andreas, Kristian og Karl Høgnesen við Brattenni. Seinni, tá hann var umleið 75 - 80 ára gamal róði hann út við lítla dekksbátinum Birtha sam- an við Magnus Paula Han- sen, vanliga nevndur Palli hjá Baltasu ella Streymnes- Palli. Hann var ættaður úr Streymnesi og átti nevnda deksbátin. Eisini kunnu vit nevna, at Sámal í eitt áramál var trol- aramaður og sigldi hann m. a. við trolaranum Urd, har hann var stýrimaður hjá tí navnframa trolaraskiparan- um Mortan í Hvannasundi. Sámal var við eystri í hvít- havinum tá Mortan gjørdist sjúkur og doyði. Tá tók Sámal við sum skipari á Urd. Hann var stýrimaður á gøtutrolaranum Trónda í Gøtu og stýrimaður og skipari á trolaranum Barmi, sum var heimahoyrandi í Klaksvík. Eg minnist eisini at Sámal sigldi við bretska trolaranum "Prince Charl- es". Øll bardagaárini sigldi Sámal sum skipari á Atlantsfarinum. Hetta var vandasigling millum minir, kavbátar og flogfør. Siglt varð við fiski, sum ofta varð tikin umborð í Íslandi og landaður í Bretlandi. Sámal var maður, ið hevði upplivað heilt óvan- liga nógv, bæði á sjógvi og landi, og serstakliga á sjó- num. Hann hevði eitt fram- úr gott minni og dugdi sera væl at siga frá. Tey flestu eiga at minnast samrøður- nar útvarpið hevði við hann fyri nøkrum árum síðani. Sendirøðin bar heitið "Úr bóndans stovu á havsins bylgju". Hetta vóru sera áhugaverdar sendingar í lýstu barnaárini og upp- vøksturin Millum Garð- arnar og í Niðristovu á Norðoyri og meginpartin av hansara lívssøgu á sjónum. Ein fjøllbroytt, ógvuliga áhugaverd og sera spenn- andi lívssøga. Øll tey, sum kendu Sám- al, serstakliga allir teir, ið høvdu verið til sjós saman við honum, vita, at hann var eitt satt reystmenni. Ein framúr góður, ógvuliga dugnaligur og sera skila- góður sjómaður. Hann var altíð arbeiðssamur og ágrýtin. Hann var sterkur bæði til likams og sálar. Á yngri árum og langt uppí ellisárini var hann av rask- astu monnum og hevði dirvi og áræði sum fáur. Fleiri dømir eru um hans- ara styrki og hansara dirvi øll tey mongu árini hann var á sjónum. Eitt talandi dømi um hansara sálarligu styrki, var hendingin, tá hann sá vand- an fyri, at skipið hann var við, Atlantsfarið, skuldi koma út fyri einum loft- álopi. Tá fekk Sámal sær eitt tveypundslodd í hvønn lumman. Hann vildi søkka beinan vegin, heldur enn at liggja hjálparleysur á sjó- num, uttan nakran møgu- leika fyri bjarging. Eitt dømi um hansara likamligu styrki, var hendingin tá hann slerdi út av sama skipi eina ódnarnátt og bjargaði sær innanborða aftur, uttan hjálp frá nøkrum øðrum. Eitt satt bragd sum fáur annar hevði megnað at útint. Sostatt var tað eitt satt reystmenni, ein sannur úr- mælingur, sum legði árar- nar inn tann 19. mars í ár. Vit eru mong, ið sakna Sámal, men sjálvandi er saknurin størstur hjá tykk- um børnunum og næstring- um tykkara, ið hava mist ein góðan pápa, verpápa, abba og langabba. Harrin troysti og styrki tykkum í sorgini og sakninum. Góði Sámal gubbi! Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minni um teg. At enda skal eg endurgeva orðið, sum stóð á sangblaðnum til jarð- arferð tína: "Eg eri upp- reisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr." (Jóh. 11,25). Harrin goymi sál tína. Klaksvík, 29. juni 2002. Vilhelm Johannesen Minningarorð um Sámal Heldarskarð Reyði Krossur gevur blað út Reyði Krossur Før- oya er farin undir blaðútgávu.Blaðið eitur Hjálp, og er ætlað sum kunn- ingarblað til teirra, sum vilja vita meira um virki hjá Reyða Krossi BLAÐÚTGÁVA Fyrsta útgáva av blað- num Hjálp, sum Reyði Krosssur Føroya er farin undir at geva út, er komin. Ætlanin við blaðum er at kunna um ta hjálp, Reyði Krossur roynir at veita, eins og víst verður á tann tørv, sum er ymsastaðni í heiminum, har Reyði Krossur eisini arbeiðir. Temaið í fyrsta blað- num er frágreiðing um tað arbeiðið, Reyði Krossur Føroya, saman við Dansk Røde Kors, ger á Filipsoyggjunum. Samstundis sum fyrsta blaðið er komið út, er danska blað- kvinnan, Charlotte Toft, sum arbeiðir hjá Ransk Røde Kors, á vitjan í Føroyum, her hon hevur hildið fyrilestrar í Havn og í Klaksvík. Hon hev- ur greitt frá arbeiðinum á Filipsopyggjunum og víst ljómyndir haðani. Eisini hevur verið sýnd fram ein plakat, sum ætlandi skal økja um áhugan hjá fólki fyri tí arbeiði Reyði Krossur ger. ej Tá tú ikki kanst gera meira nyttu her í verðini, veður tú blakaður burtur, tykist hugsanin hava verið, tá reyðflekkuta kúgvin nr. 0063 í Oyndarfirði helst er sjálvdeyð og síðan bara drigin oman um fjósið, har hon enn liggur UMHVØRVI Edvard Joensen Oyndarfirði: Tað liggur ein deyð kúgv niðan fyri eitt fjós nærindis Oynd- arfirði. Bara drigin ella koyrd burtur úr fólka- eygum, men ikki tyrvd ella á annan hátt rættiliga fyribeind. Har liggur so hetta »kadavurið« til gleði fyri flugu og rottu, ella hvat nú kann finna upp á at gera sær dælt av slíkum gloypibita, sum ein heil kúgv nú einaferð er. Hon er týsnað, og vænt- ast kann, at hon brestur fyrr ella seinni. Tá verður helst ikki so hugaligt at vera í námind, tí væntandi er, at tað fer at lukta. Bæði av lorti og roti. Ein lesari, sum av og á ferðast um hesar leiðir, her hendan deyða kúgvin liggur, hevur víst á tann møguleikan, at hon kann ala rottu at sær, sum so aftur kann fara at leggjast at smolt- støðini, sum ligg- ur skamt haðani. Og hvørj- ar avleiðingar tað kann fáa, er ikki til at siga annað enn, at tað kann gerast keðiligt, sum lesarin tekur til. Í seinastu viku høvdu vit í blaðnum mynd av einum seyðseyði, sum lá á veg- jaðaranum stutt haðani, hendan deyða kúgvin ligg- ur. Hesin deyðseyði er nú burturbeindur. Men hesi bæði, ærin og kúgvin, eru ikki tey einastu, sum hava ligið slíka skepnu at verða tveitt burtur, tá eingin nytta er í teimum meira. Tað hava vit so nógv dømi um. Tað verið seg kríatúr, bilar ella maskinur. Og fyri tann skuld eisini brotanr fløskur. Alt hetta óruddið, sum vit sleppa okkum av við. Burtur frá egnum eygum, men ofta til ampa og forargilsi fyri onnur, sum av órøttum hanga upp á hetta skramblið. Verðin hon gevur ei mætari løn Drigin tað mest neyðturviliga burtur úr mannaeygum, so hon ikki liggur beint við alfaravegin, liggur kúgvin og týsnar. Við nummari í oyrunum, júst sum tá hon livdi. Ein óbrúkilig trillubøra er tveitt oman yvir. Onnur tyrving hevur ikki verið hildið at verið fyri neyðini Mynd: Edvard Joensen Ræið av deyðu kúnni liggur skamt frá smoltstøðini Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2 Gessstevnan 2002 Gessstevnan 2002 Nú gessa tey av grimd í Havn. Nógvir super-gessarar úr grannalondunum eru komnir at gessa á klettunum so brølini og rytmurnar standa eftir. Og so tá náttin stundar til og gess-hornini ganga heit, oyhh ! sum tað er gott at styrkja seg við Góður swingandi gessur og grønur - tað er føroyska summarið HOT DUKE ELSKA GESS NOLSØE Stuðlar føroyska gessinum