fríggjadagur 5. juli 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 126 - 5. juli 2002
Nr. 126 - 5. juli 2002
5
Spaniólarnir, sum
skulu byggja nýggju
suðuroyarferjuna,
hava júst verið á
vitjan í Føroyum.
Eftir at hava sæð
sjónband av Smyrli í
illveðri, skilja teir
nógv betri, hví
Strandferðslan setir
so høg krøv til skipið
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Umboð fyri Skipasmiðj-
una, sum skal byggja
nýggju suðuroyarferjuna,
hava nú verið í Førooyum
og hugt eftir umstøðunum
her.
Tað var ein vælmannað
sendinevnd úr Spania við
fimm fólkum frá IZAR
skipa-smiðjusamtakinum,
ið skal byggja nýggju suð-
uroyarferjuna, sum vóru í
Føroyum í fýra dagar í
farnu viku.
Talan vóru um forsetan í
skipasmiðjusamtakinum,
sum var í Føroyum og við
sær hevði hann tekniska
stjóran á Skipasmiðjuni í
San Fernando, ið skal
byggja nýggju suðuroyar-
ferjuna, umframt projekt-
leiðaran, sum stendur fyri
arbeiðnum
at
byggja
nýggju suðuroyarferjuna og
eitt fólk afturat. Við í ferð-
ini var eisini eitt umboð
fyri danska skipameklaran
»Maersk Brokers«
Skilja støðuna betri
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni, sigur, at
vitjanin var sera væl eydn-
að.
– Vit hava alla tíðina lagt
dent á at fáa umboð fyri
skipasmiðjuna til Føroyar
at hyggja síggja viðurskift-
ini her, tí vit halda, at tað
hevði
gagnað
sjálvari
byggiætlanini at teir sóu
umstøðurnar, har nýggja
skipið skal sigla.
Á ferðini vóru tey í Suð-
uroy og vitjaðu við Smyrli
og hugt var annars eftir
umstøðunum á havnunum
o.s.fr.
– Á ferðini við Smyrli var
fínasta veður so vit máttu
fortelja teimum, at nýggja
skipið kom mangan at sigla
undir harðari treytum enn
hesum, sigur Reidar Nón-
fjall.
Hann sigur, at teir vístu
eisini sponsku gestunum
sjónband av Smyrli í Suð-
uroyarfirði ein illveðurs-
dag, har alt var undir í sjó-
roki og hann ordiliga setti í
stórari aldu.
– Tað gerst ikki burtur, at
spaniólarnir gløddu við, tá
ið teir sóu sjónbandið, tí
hetta eru teir hóast alt ikki
vanir við.
Reidar Nónfjall sigur, at
eftir Føroya vitjanina vita
spaniólarnir nógv meiri
um, hvat teir hava við at
gera og, hvørjum umstøð-
um skipið, teir skulu smíða,
hevur at sigla undir og
sjálvir hildu teir eisini, at
teir høvdu fingið stóra
nyttu burturúr ferðini.
– Tað skerst ikki burtur,
at nú skilja teir nógv betri,
hjví vit seta so hørð krøv til
dygdina í skipinum og nú
er tað lættari hjá okkum at
grundgeva mótvegis teim-
um, enn tað var framman-
undan.
Reidar Nónfjall leggur
afturat, at tað beinleiðis
sambandið ímillum fólk í
støðum sum hesari, er
heldur ikki at undirmeta, tí
tað ger tað nógv lættari at
samskifta framyvir, heldur
enn um alt samskiftið
skuldi verið ígjøgnum t-
post og fax.
– At so spaniólarnir eisini
vóru púra ovfarnir av natúr-
uni í Føroyum, gjørdi tað
ikki verri og tann eini av
teimum var enntá so hug-
tikin, at hann fór ikki heim-
aftur við ferðalagnum, men
varð verandi eftir í Føroy-
um, her hann fekk sær nak-
rar feriudagar afturat, sigur
Reidar Nónfjall.
Millum annað skal
peningurin skal
brúkast til harðliga
tiltrongdar ábøtur á
Nýggjavegi og á
ítróttarhøllina og
skúlan í Trongisvági
ÁBØTUR
Áki Bertholdsen
Tvøroyri: Fólk á Tvøroyri
hava leingi verið nívd av
vánaligu fíggjarstøðuini hjá
kommununi og nógv viður-
skifti í kommununi hava
ikki verið søkt so væl sum
ynskiligt hevur verið, eitt
nú vegirnir.
Men nú er farið at ganga
framá aftur – og tað koma
borgararnir
eisini
at
merkja.
Ikki minst er rentan
lækkað so nógv, at útreiðsl-
urnar tann vegin vera einar
tvær milliónir lægri í ár enn
upprunaliga mett. Samstun-
dis vísir roknskapurin fyri í
fjør eisini, at raksturin hjá
kommununi gekk betri enn
væntað, tí partvís vóru inn-
tøkurnar hægri enn mett og
partvís vóru útreiðslurnar
lægri enn mett. Tað førdi
við sær, at ístaðin fyri at
hava eitt undirskot upp á
700.000 krónur á seinastu
fíggjarlóg, varð talan um
eitt yvirstkot upp á 2,3
milliónir.
Og kommununan hevur
staðiliga brúk á meiri peng-
um til ymsar ábøtur og
íløgur.
Neyðugar ábøtur
Tí
samtykti
Tvøroyrar
Býráð á fundi mánakvøldið
at játta góðar fimm milli-
ónir eyka til ymsar ábøtur í
kommununi.
Tvær milliónir av teim-
um verða fingnar til vega
við at rentuútreiðslurnar
minka í ár og restin verður
tikið av gjaldførinum hjá
kommununi.
Peningurin skal brúkast
til ymsar ábøtur, sum eru
harðliga tiltrongdar.
Eitt nú skal alt takið á
Ítróttarhøllini og skúlanum
í Trongisvági skiftast. Hetta
er eitt arbeiði sum kostar
2,2 milliónir, men í ár verð-
ur ein millión brúkt til tað
endamálið. 600.000 eru
goldnar, so 600.000 eru
eftir til næsta ár.
Harafturat er ætlanin at
asfaltera Nýggjaveg, tað er
høvuðsvegurin omanfyri
sjálva bygdina, sum er
bundin í landsvegin inni í
Trongisvági.
Somuleiðis er ætlanin at
gera gongubreytina í ovara
borði á Nýggjavegi liðugt.
Hetta er eitt arbeiðið sum
er mett at kosta tvær milli-
ónir og ætlanin er at gera
tað í ár.
Harafturat er ætlanin at
brúka smáar 1,2 millión
niðri á havnalagnum, tað
skal brúkast til at asfaltera
nýggja økið niðri á havna-
lagnum eystanfyri flaka-
virkið hjá Fiskavirking,
umframt til at projektera
nýggja bryggju fyri á økin-
um, sum er fylt út. Møgu-
liga verður eisini eitt sindur
fylt út afturat.
Umframt
hetta,
eru
300.000 krónur settar av til
kloakkir, so at tann játtanin
kemur upp á góðar 800.000
krónur í ár.
Teir gløddu við
Her eru spaniólarnir á veg
umborð á Smyril á veg til
Suðuroyar. Ytst vinstrumegin
er stjórin á Strandferðsluni,
Reidar Nónfjall, ytst
høgrumegin er tekniski
stjórin á strandferðsluni,
Magnus Magnussen. Undir
liðini á honum stendur
danski skipameklarin og
nummar fýra frá høgru er
tað skiparin á Smyrli, Hanus
Lassen. Hinir fýra eru
spaniólar
Gera ábøtur fyri fimm milliónir á Tvøroyri
Nýggivegur á Tvøroyri er ein høvuðsvegur, men hann hevur verið illa farin. Nú skal hann
asfalterast av nýggjum og gongubreytin í ovara borði, sum ongantíð er gjørd, men er grasgrógvin
og hevur gjørt mestu nyttu sum beiti hjá seyði, verður eisini gjørd nú
Fólkaflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin
draga hvør sína línu í
málinum um privati-
sering av Fiskavirk-
ing. Tjóðveldis-
flokkurin sigur seg
nú helst vilja hava
ætlanir um privati-
sering lagdar á ís,
soleiðis at fyritøkan
sleppur at koyra
víðari sum ogn hjá
Framtaksgrunninum.
Fólkaflokkurin vil
hava privatisering
framda sum skjótast.
PRIVATISERING
Rúnar Reistrup
Hóast samgonguflokkarnir
í vikuni kundu semjast um
eitt svar til nevndina í
Framtaksgrunninum, sum
fyri trimum vikum síðan
spurdi seg fyri um politiska
hugburðin hjá samgonguni
í sambandi við privatiser-
ingsætlanirnar hjá grunn-
inum, so eru samgongu-
flokkarnir alt annað enn
samdir um hvussu og nær
ein privatisering av Fiska-
virking
og
Fiskasøluni
eigur at fara fram.
Heini O. Heinesen, løg-
tingsumboð
Tjóðveldis-
floksins og næstformaður í
vinnunevndini, sigur, at
Tjóðveldisflokkurin
sær
helst, at Fiskavirking slepp-
ur at halda fram sum fyri-
tøka
undir
Framtaks-
grunninum. Við øðrum
orðum eiga allar ætlanir um
at privatisera Fiskavirking,
sambært politisku sjónar-
miðum Tjóðveldisfloksins,
at leggjast á ís.
- Tað hevur tikið Fiska-
virking tíggju ár at byggja
eina góða og burðardygga
fyritøku upp, so hví ikki
lata hana fáa frið at vísa
hvør dugur er í henni, spyr
Heini O. Heinesen, sum
ikki sær nakran trupulleika
í, at ein partur av føroyska
vinnulívinum er á almenn-
um hondum.
- Aðrastaðni í heiminum
hevur tað roynst væl at hava
almennar og hálvalmennar
fyritøkur í vinnulívinum, so
hví skuldi tað ikki gjørt ta
her, spyr Heini O. Heine-
sen.
Viðtøkurnar siga
privatisering
Men størsti samgongu-
felagi Tjóðveldisfloksins,
Fólkaflokkurin, hevur eina
heilt aðra hugsan. Bæði
løgmaður og vinnumála-
ráðharrin hava fleiri ferðir
givið til kennar, at eftir
teirra tykki eigur ein pri-
vatisering av Fiskavirking
at fara fram skjótast gjør-
ligt.
Bjarni Djurholm, vinnu-
málaráðharri, segði í grein í
blaðnum í gjár, at útskift-
ingin av nevndini í Fram-
taksgrunninum í vár varð
grundað á, at gamla nevnd-
in ikki vildi virka eftir við-
tøkunum fyri grunnin, sum
sambært tulkingingini hjá
vinnumálaráðharranum
ongan iva lata vera um, at
fyritøkur, sum Framtaks-
grunnurin
eigur,
skulu
seljast, tá tær eru rakstrar-
dyggar.
Bjarni Djurholm segði
seg ikki hava annað val enn
at seta onnur fólk í nevnd-
ina fyri Framtaksgrunnin,
sum vildu virka eftir við-
tøkunum. Um ikki hann
gjørdi hetta, máttu viðtøk-
urnar broytast, segði vinnu-
málaráðharrin í blaðnum í
gjár.
Ósemja um
mannagongd
Orsøkin til at næstformað-
urin í Vinnunevndini, Heini
O. Heinesen nú dregur eitt
sindur í land aftur, eftir at
hava verið við til at fest
eina orðing í samgongu-
skjalið um at farast skal
undir at privatisera vinnu-
ligu fyritøkurnar hjá land-
inum, tá ein partabræva-
marknaður er settur á stovn,
er at samgonguflokkarnir
eru so ósamdir um hvussu
ein privatisering skal fara
fram.
- Tað sær út til, at fyri
fólkafloksmenn snýr pri-
vatisering av Fiskavirking
seg fyrst og fremst um at
fáa fatur á gullinum. Men
at drepa eina hønu, sum
verpir gullegg, er ikki
nøkur góð loysn. Nú tað
sær út til at Fólkaflokkurin
hevur hug at fáa Fiska-
virking selt í smáum bitum
er vandi fyri, at tað, sum
higartil hevur riggað væl,
fer at detta niðurfyri. Tí
halda vit, at privatisering av
Fiskavirking eigur at bíða,
nú samgonguflokkarnir eru
so ósamdir um, hvussu ein
privatisering eigur at fara
fram, sigur Heini O. Heine-
sen, sum ikki vil siga,
hvussu leingi privatiser-
ingin av Fiskavirking eigur
at leggjast á ís, men ikki
heldur tað vera nakað mál í
sær sjálvum at privatisera
innan hetta valskeiðið er
farið.
- Tað er ikki sjónarmiðið
hjá Tjóðveldisflokkinum, at
tað privata altíð riggar
betur enn tað almenna. Hví
ikki lata Fiskavirking fáa
arbeiðsfrið, nú tað er farið
at ganga væl hjá fyritøkuni,
spyr Heini O. Heinsen,
næstformaður í Vinnu-
nevndini.
Tað er nevndin í Fram-
taksgrunnurin sjálv, sum
avger nær og til hvønn hon
selur ognirnar hjá grunn-
inum. Men nevndin í
Framtaksgrunninum hevur
biðið vinnumálarðaharran
um politisk signalir, sum
hon eftir øllum at døma vil
brúka sum part av grund-
arlagnum fyri virksemi
sínum.
Hevur ein tíð og hug
ber til at skipa sær ein
lagan túr í býnum
eftir Jazzfestivalinum
í kvøld. Túrurin kann
byrja í Listaskálan-
um, fara framvið
Gamla Meiarínum og
enda í Platform. Øll
støðini eru karmar
um Jazzfestivalin í
kvøld.
JAZZFESTIVALUR
Rúnar Reistrup
Jazzfestivalurin er nú í
gongd á sínum fjórða og
næstsíðsta degi. Í kvøld
vara tiltøkini heilt út á
náttina, tá finski bólkurin
Wentus Blues Band fer at
spæla á Platform til tann
ljósa morgun.
Fyrr í kvøld, klokkan
19.30 verður møguleiki at
hoyra bólkin hjá Branduri
Jacobsen, Minor Bran Dur,
við amerikansku song-
kvinnuna Deborah Herbert
í Listaskálanum.
Klokkan 21.30 vera tveir
bólkar at hoyra á Gamla
Meiarínum. Fyrri bólkurin
á palli verður Malan Thom-
sen Kvartet, sum umfarmt
songkvinnuna
Maluna
Thomsen, er mannað av
Stamen Stanchev, Brandi
Øssursson, Agnari Lam-
hauge og Høgna Klakk-
stein.
Hin bólkurin, sum spælir
á Gamla Meiarínum í
kvøld, ber navnið Loss-
ingarmenn, sum teir fýra
Búi Egason Dam, Leivur
Thomsen, Hallur Johanne-
sen og Rógvi á Rógvu hava
valt at kalla sín nýggja
bólk.
Jazzfestivalurin
endar
leygarkvøldið.
Malan Thomsen spælir á
Gamla Meiarínum í kvøld
Tað er ivasamt
hvussu nógv
nevndin í Fram-
taksgrunninum
fekk burturúr at
biða Vinnumála-
ráðið um politisk
signalir viðvíkjandi
ætlaðu privatiser-
ingini av Fiska-
virking og Fiska-
søluni
POLITIKKUR
Rúnar Reistrup
Nevndin í Framtaks-
grunninum eftirlýsti í
brævi til Vinnumála-
ráðið dagfest 12. juni í
ár politiskum signalum
viðvíkjandi
ætlaðu
privatiseringini
av
Fiskavirking og Fiska-
søluni.
Týsdagin í hesi vikuni
sendi Bjarni Djurholm,
vinnumálaráðhar ri,
nevndini so eitt svar,
eftir at málið hevði verið
fyri á landsstýrisfundi.
Eftirspurdu
signalini
vóru tó so veik, at tað er
ivasamt hvat nevndin í
Framtaksgrunninum
kann brúka tey til.
Svarið, sum nevndin í
Framtaksgrunninum
fekk uppá sínar ítøkiligu
spurningar, var stutt og
greitt: "Landsstýrismað-
urin ynskir ikki at taka
støðu og úttala seg um
ítøkiligar ætlanir, sum
Framtaksg r unnurin
hevur, eru í samsvari við
ella
í
mótstríð
við
politiska hugburðin í
landsstýrinum/samgong
uni, tí nevndin eigur at
taka avgerðirnar sam-
svarandi viðtøkunum,
og eigur herundir sjálv
at taka støðu til um og
hvørji vinnupolitisk atlit
eiga at takast."
Men meira ógreið eru
signalini í viðmerking-
unum, sum landsstýrið
samdist um at senda við
svarinum. Í viðmerking-
unum verður millum
annað sagt, at "politiska
leiðslan ikki eigur at
blanda seg upp í virk-
semið hjá Framtaks-
grunninum", men lagt
verður afturat, at "ein-
skiljing av almennum
fyritøkum verða ikki
framdar, fyrr enn virðis-
brævamarknaður er far-
in at virka."
Framtaksgrunn-
urin fær veikt
signal
Samgonguflokkar grund-
leggjandi ósamdir um
privatisering
Úr Listaskálanum í Platform
C
M
Y
K
5
4